Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið Nr. 95 — 25. august 1987 HB-liðið, ið vann súluna HB vann Ísafjarðar- súluna 1987 Seinni finaludysturin um Ísafjarðarsúluna varð leiktur seinasta mikudag Fyrri dysturin endaði við javnleiki, og tí varð neyðugt við umdysti Lagt varð upp til ein spennandi dyst, nú odda- liðini bæði, åvikavist í 1 og 2. deild, mettust á ødrum sinni Men askodararnir komu ikki til nakran serliga væl leiktan dyst. HB royndi tó til tíðir at leika vakran fótbólt og hevði eisini fleiri góðar »kombination ir« frammanfyri ÍF-málin- um. Men tá ið tvey so ólík lið sum hesi bæði metast, er ofta ringt at stápla tann góða fótbóltin upp á beinini. Fyrsta málið kom av einari reinari verju- »fadesu«. Tað var aftasti maður hjá ÍF, Peter Low, sum skuldi leggja bóltin aftur til Páll Guðlaugson í málinum, men Bjarni Jacobsen hjá HB kom ímillum og fekk við einum spískum skoti sett bóltin í netið til 1-0. Fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki. { seinna hálvleiki kom IF meira við, men teir fingu ikki rættiliga brotið seg igjøgnum verjuna hjá HB. Harafturímóti var tað HB, ið aftur fekk mál. Hesaferð var tað Julian Hansen, sum fekk eina av- levering frá Jan Dam úr vinstru síðu, og áðrenn tað grunaði nakran, sendi hann bóltin við einum langskoti trygt í netið. Páll í ÍF-málinum hevði ongan meguleika at bjarga. Einans fáar minuttir seinni var HB aftur uppá spæl. Kári Reynheim fær bóltin í vinstru síðu, og fær snýtt fleiri Í F-arar fyri til seinast at skjóta bóltin ímillum beinini á mål- manninum til 3-0. Endaliga stødan gjørd- ist eisini 3-0, og var hetta so avgjørt ein uppiborin sigur til HB. Harvið er ikki sagt, at IF er nakað vánaligt lið. Tvorturímóti. Hyggið bert at úrslitunum hjá teimum í ár Gdm- AÐ BK % pE