hósdagur 27. august 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eva
' p
Síða 4 Nr. 96 — 27. august 1987
— Vit visa á aðrar loysnir .....
Tað gongur ov seint hjá býráðnum at útvega barna-
ansingarpláss, sigur samskipanarbólkurin í Dagstovna-
felagnum
Øll hava ikki sama møguleika sum hesi. 500 born standa nú á bidilista til barnagarð,
dagstoun ella dagrøkt
— Listbeth Petersen, for-
kvinna í sosialu nevnd
Tórshavnar býráðs nýtist
ikki at illteinkja Dag-
stovnafelagið fyri nakað.
Vit hava lagt upp til sam-
starv við býráðið, tí tað
mugu sum skjótast útveg-
ast fleiri barnaansingar-
pláss. Orðaskifti hava vit
einki ímóti.
Hetta siga Sólrun
Samuelsen, Heri Krage-
steen og Elin Lindenskov í
samskipanarbólkinum í
Dagstovnafelagnum.
— Vit hava ikki sagt
nakað ímóti teimum
stovnum, ið býráðið er við
at byggja. Tað gongur
bara ov seint. Og tá vit
tosa um prioritering, sipa
vit til, at tað hevði borið
til at latið onkur onnur ar-
beiði bíðað fyri at fingið
ansingarstovnarnar lidnar
fyrr, siga tey trý.
— At bíðilistin í nógv ár
hevur verið langur, kann
ikki í longdini brúkast
sum undanfersla. Vit
kunnu ikki liva við tí. Og
vit kunnu sannfera Lis-
beth um, at lyftið hjá sam-
gonguni í býráðnum um,
at nóg mikið av barna-
ansingarplássum verða í
Havnar kommunu í 1990
ikki gongur út. Les tað,
sum Dagstovnafelagið áð-
ur hevur ført fram m.a. í
Dimmu, Lisbeth.
Tað verður
stødugt
at arbeiðsfólk
tróta. Hvussu kunnu fleiri
fara út at arbeiða, tá tey
ikki fáa bernini ansað?
Lisbeth sigur í grein-
ini (í bleðunum hesa
vikuna, ), at tað
gongur sc illa at fáa dag-
røktarmammur. Tað málið
snýr seg ikki bara um at
lýsa eftir fólki, og tað er
heldur ikki bara eitt mál
millum dagrøktarmamm-
ur og býráðið. Vit hava
mælt til at sett ein ar-
beiðsbólk við umboðum
fyri dagrøktarmammur,
býráð og Dagstovna-
felagið. Sum skattgjald-
arar og foreldur átti tað at
verið í tráð við fólkaræðið,
at brúkararnir eisini fingu
hevi at siga sína hugsan.
Tað ber til at seta spurn-
ingin, hví fleir: ikki vilja
vera dagrektarmammur.
Okkara svar er, at tað
ræður um at geva
dagrektarmammunum
betri umsteður og hægri
løn. Tað kundi verið ein
máti at linkað trýstið,
sigur samskipanarbólkur-
tosað um,
in í Dagstovnafelagnum.
Leggjast kann afturat,
at Dagstovnafelagið
hevur 160 limir, sum eiga
eini 200 bern millum 0 og
í ar.
Vit royna
— Tað er alla æru vert, at
fleiri av hesum fólkum
brúka kveld eftir kveld
fyri at finna loysnir við
barnaansing. Tí er tað
at royna at seta kílar
ímillum, sigur samskipan-
arbólkurin.
— Vit hava víst á aðrar
loysnir sum at keypa hús
til minni stovn. Tað tekur
eisini sína tíð, men er
kortini skjótari enn at
byggja stovn frá grundini.
Harafturat hava vit mælt
til at flyta Musikkskúlan
úr skúlanum á Frúutreð
niðan í Meinigheitshúsið,
sum í sínari tíð ætlaði at
hava barnaansing. Í skúl-
anum á Frúutreð kundu
tey smærru so verið. Vit
royna at finna aðrar
loysnir, sum kunnu minka
um trotið á barna-
ansingarplássum, sigur
samskipanarbólkurin.
— Ænnars eru vit fegin
um, at politikarar lesa
blødini og lata seg åvirka.
Vit vilja fegin hava eitt
gott orðaskifti um viður-
skiftini hjá bernunum.
Tað kann ikki vera rætt,
at samfelagið ikki vísir
áhuga fyri børnunum, fyrr
enn tey fara í skúla, siga
Sólrun, Heri og Elin.
lvist nú í, hvat Dagstovna-
felagið veruliga vil!
lvist nú í, hvat Dagstovnafelagið veruliga vil!
Tíðindi, sum Dagstovnafelagið ber blødun-
um nú um dagarnar, krevja bæði viðmerk-
ing og rættingar, sigur Lisbeth L. Peter-
sen, býráðslimur.
Umboð fyri Dagstovna-
felagið siga m.a., at nógv
verður gjert í kommununi,
og at tað er hugstoytt at
síggja, at ikki verður
roynt at finna útvegir fyri
barnaansing. Eisini siga
tær, at talan er um eina
løgna prioritering!
Tað kann ikki bera til, at
tær ikki vita betur, sigur
Lisbeth L. Petersen. Tær
áttu at fylgt betur við í,
hvat hendir í kommununi.
áðrenn tær koma við slík-
um. Ferð eftir ferð hevur
verið víst á frá býráðsins
síðu, at stórarbeiði eru í
gerð. Fleiri milliónir eru
settar av til hetta enda-
mál, og fleiri arbeiði eru í
gerð. Hetta áttu tær at
vitað. Tey umboð, ið hava
havt fundir við okkum.
vita hvat hendir, so tað
undrar, at nevndarimir í
sama felag eru so >óvit-
andi«.
Húsini, ið Dag-
stovnafelagið
vil keypa
Tá talan er um húsini, ið
tey ætlaðu at keypa, kann
eg enn einaferð vísa á bý-
ráðssamtyktina um sama
mál.
Frá Lisbeth L. Pet-
ersen, forkvinnu í
sosialu nevnd Tórs-
havnar býráðs,
hevur Sosialurin
fingið sendandi
hesa greinina
Býráðið samtykti at lut-
taka undir vanligum
treytum, t.v.s. rinda 30%
av rakstri og 3/7 av húsa-
útreiðslunum. Hetta
segdu umboð fyri felagið
seg vera negd við. At so
Dagstovnafelagið er
komið við nýggjum kravi
vegna seljaran aftaná, er
ein onnur sega. Hetta
krav er ikki, sum tey siga
»småttariir«, men eitt
krav, sum býráðið ikki
heldur vera meguligt at
ganga á meti.
Annars kundi eg hugsað
mær at vitað, hvar lands-
stýrið er í sama máli, og
hvat teir hava játtað.
Hetta nevndir Dagstovna-
felagið onki um!
Býlingahúsini
á Norðasta Horni
Felagið fýlist á, at hesi
hús eru seinkað. Í einum
blað stendur, at tað er út-
sett. Hetta passar ikki!
Húsini eru nakað seinkað,
men nú summarfrítíðin er
av, vóna vit, at tað sein-
asta, ið eftir er at gera,
skjótt verður liðugt, so
húsini kunnu takast í
nýtslu.
Dagstovnurin í
Djóna í Geilsgøtu
Hesin er heldur ikki út-
settur, og tað passar
heldur ikki, at arbeiðið
ikki er farið í gongd.
Jørdarbeidid, spreinging
og avgrevstur er um at
vera liðugt, og kloakkar-
beiðið verður eisini gjørt
nú. Tíðarætlanin,
sum
varð gjørd í byrjanini,
heldur, so um alt gongur
eftir ætlan, skal hann
verða liðugur í mai 1988.
Kommunala
Dagrøktin
Viðvíkjandi dagrektar-
mammunum er tað rætt,
at samtykt varð í vár at
víðka bárnatalið við 50.
Hetta høvdu vit annars
ikki ætlað at gera enn, tí
fyrst hevdu vit ætlanir
um, at býlingahúsini og
dagstovnurin skuldu
takast í nýtslu.
Sum flest ollum
kunnugt, gongst ikki so
væl at fáa arbeiðsfólk hesa
tíðina, og tá býlingahúsini
vóru nakað seinkað av
somu orsøk, mettu vit, at
ein roynd at lætta um
ansingartørvin var at
víðka kommunalu
dagrektina.
Bæði býráðið og leiðslan
hjá dagrektini vóru
vitandi um, at tað kundi
gerast trupult at fáa so
nógvar dagrektarmamm-
ur eftir stuttari tíð, men
hetta var so ein roynd. Vit
hava enn vónir um at fáa
dagrektarmammur, tá vit
aftur fara at sekja. Hetta
skuldi ligið betur fyri nú
summarfrítíðin er av, men
útboðið av arbeiðs-
plássum er stórt eisini til
kvinnur í dag.
Viðurskiftini hjá
Framhald á síðu 14