leygardagur 29. august 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
ås
Barnagarðurin *
kann nú
byggjast
Til heystar verður grivið út fyri nýggjum
barnagarði í Klaksvík
Leingi er tað, ið væl skal
verða. Nú er málið um
nýggjan barnagarð í
Klaksvík komið so væl
áleiðis, at arbeiðið kann
fara í gongd skjótt. Lands-
læknin, Landsverkfroð-
ingurin og Socialstyrelsen
hava ummælt ætlanina.
Stovnarnir mæltu til at
gera nakrar broytingar, og
tær hevur sosiala nevnd í
Klaksvík tikið til eftir-
tektar. Málið varð lagt
fyri býráðið aftur á fundi í
gjárkveldið. Nú er bara
eftir hjá Landsstýrinum
at góðkenna ætlanina.
Sjálvt um eingin ósemja
er, er drúgt at fáa eitt slíkt
mál igjøgnum. Tað eru
Nr. 97 — 29. august 1987
I Klaksvík er ein barnagarður, men bíðilistin er langur. Tí fer tað at koma væl við hjá
fleiri, at ein nýggjur stovnur kemur við plássi fyri 60 bornum
tvey ár síðan byrjað varð
at arbeiða við málinum.
— Ætlanin fekk sera
gott ummæli frá Social-
styrelsen, sigur Margit
Joensen, forkvinna í
sosialu nevnd. — Vit fingu
at vita, at barnagarðurin
var væl gjøgnumhugs-
aður.
Saman við Margit
Joensen hava tveir
pedagogar og tvey
foreldur gjørt uppskotið
til barnagarðin. Verkfrød-
ingurin Runi Heinesen
hevur vegleitt, og Tróndur
Fugle teknað.
Barnagarðurin skal
byggjast úti í Víkunum,
við nýggju útstykkingina
oman fyri sjúkrahúsið.
Barnagarðurin fer at hava
20 veggustovupláss og 40
barnagarðspláss.
Í Klaksvík er ein barna-
garður, og dagrektar-
skipanin er fyri stuttum
víðkað til 100 børn. Men
tað er ikki nóg mikið. Eini
100 børn standa á bíðilista
at sleppa í barnagarð, og
bíðilisti er eisini til at fáa
dagrektarmammur. Ein
nýggjur stovnur til 60
børn kemur væl við, sigur
Margit Joensen.
randi
Pensionistarnir í Klaksvík
fáa nú eitt stað, har tey
kunnu koma saman
seinnapartarnar. Klaks-
víkar býráð hevur keypt
eini hús úti i Vikunum,
gamla hotellið, og mið-
hæddin í húsunum er nú
liðugt innrættað til dag-
sentur. Innbúgv og stein-
toy er eisini komið.
— Vit hava hugsað okk-
um, at tey gomlu kunnu
koma saman har seinna-
partarnar at práta
vey kveld
ella
gera eitthvert.
um mánaðan fara vit at
hava okkurt til undir-
halds, ein fyrilestur ella
annað, sigur Margit
Joensen, forkvinna í
sosialu nevnd hjá Klaks-
víkar býráð. Dagsentrið
fer at hava opið
meginpartin av
seinnapartinum.
Summi pensionistafeløg
hava fingið ta lagnu, at
tað koma bara kvinnur.
Soleiðis skal ikki verða við
dagsentrinum. Tað verður
bæði fyri kvinnur
og
Carl á Lag P/f
Tif. 149 22
Yviri við Strond 21
Tit ringja
— vit skriva
ÞÆR VE telefon
Dagsentur
til tey eldru
i Klaksvik
menn, sigur Margit.
Starvsfólk eru enn ikki
sett at arbeiða á dag-
sentrinum. Onkur fær ar-
beiði har fyribils, til
kommunan hevur fingið
eina mynd av, hvussu
stórur áhugin er millum
tey eldru at vitja dag-
sentrið.
randi
118 20
Partafelagið
FOSSBANKIN
— tin virkni banki
Hålvårsroknskapur 1987
Rakstrarurslit:
Rentu- og provisjånsinntøkur v. m.
Rentuútreiðslur
Netto rentu- og provisjónsinntakur
Útreiðslur:
Løn og samsyning
Annar kostnadur
Kostnadur ialt
Urslit ådrenn avskrivingar
og burturleggingar v.m.
Figgjarstøda pr. 30. juni 1987
Ogn:
Tøkur peningur
Virdisbrøv
Abyrgdir
Onnur skuld ...
Partapeningur
Lógásettur tiltaksgrunnur
Úrslit fyrsta hålvår 1987
31.998
0
211.021
4.862
6.602
254.483