Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 29. august 1987 Hvor føroyingur eigur 1/45.000 part av øllum kvotum — og teir, sum fiska hesar kvotur, skulu sjálvandi gera tað effektivt og gott, sigur Tummas Arabo, log- tingsmaður Oført Óli leikar í í Dag- blaðnum. Trongdur sum rottan, nú tað kemur í ljós, at málið hjá Fólkaflokkin- um er at minka handils- stættin í Feroyum niður í eintal. Hetta eintal skal eita Hans. Fólkafloks knæfallið fyri Sundsdeplinum — tað búskaparliga SMS — hevði eisini til endamáls at minka talið av handverk- vinnurekandi og fiskaleið- arum niður í eintal og navnið nokk tað sama. Nei, føroyska samfelagið er í dag eitt ógvuliga virkið samfelag og eitt ógvuliga saman- sett samfelag. Fyritreytin fyri at samfelagið skal virka er, at øll gera sína skyldu og velja sær tær lívsleiðir, tey eru best til. Úrslitið er so, at vit í dag hava liberalar vinnur innanfyri selu, handverk og annað virksemi. Og fungerar hetta væl. Liberala virksemið funger- ar óalmindiliga væl, tá ið tað eru fleiri fyritøkur á sama vinnuøki og vit hava kapping. Hetta mynstrið mugu vit fasthalda og ikki geva fólkaflokkinum loyvi til at monopolisera og drepa liberalu mekanismurnar við at leggja alt undir ein hatt. Ein aðalregla hjá javn- aðarflokkinum í øllum vinnulívi er, at vinnulívið skal hava best meguligar fyritreytir, besta fólkið, bestu amboð. Men vit skulu ansa eftir at halda snultararnar burtur. Ein sunn vinna er tað besta vit eiga í hesum samfelagnum. Ein av fyritreytunum fyri at ein liberal skipan kann virka, er, at tilfeingið ella »ressoursirnir« ikki eru avmarkaðir. Ein skal kunna keypa fleiri slog av verum og ein skal kunna fara til konkurentin, um prísirnir eru ov hegir í einum stað. Ødrvisi er við fiskivinn- uni. Og her komi eg inn å nógv umtalaða sitatið úr mínari grein viðv. vinnu- tólum í fiskivinnuna. Líta vit aftur um bak og stutt lýsa fiskivinnuna og ognarviðurskiftini har, so hevur gongdin verið at í 50-unum vóru ógvuliga få vinnutól og vóru tað bara nakrir heilt fáir, ið hevdu pengar til at ogna sær hesi. Tá var fríur fiski- skapur og ein kundi fiska allastaðni. Í 60-unum broytti javn- aðarflokkurin fíggjar- meguleikarnar soleiðis, at tað var gjerligt hjá eðrum enn ríkmanninum í hesum landi at ogna sær veiðitól og fingu vit tá eina rúgvu av skipum. Tað eru í teim- um tíðum menn sum Eiler Jacobsen, Jákup Joensen v.fl. komu fyri seg. Floksskrá Javnaðarflok- sins er jú at spjaða ognar- rættin út á so nógvar hendur sum gjerligt. Í 70unum byrjaðu trupulleikarnir við, at nú var ikki frítt at fiska allastaðni har ein vildi. 70- ini hava eisini verið merkt av, at eingir trupulleikar hava verið at fíggjað skip. Hyggja vit so at degnum í dag, so er stoðan tann, at vit eru »kvoterad« á ollum økjum. Sostatt má talið av vinnutólum av- markast. Samstundis sum umsóknir um vinnutól koma í hópatali. Nú hendir so tað undrunarverda, at Fólkaflokkurin og nakrir av teimum, ið javnaðar- flokkurin skapti fyritreyt- ir at byggja upp í 60- unum, krevja at hetta av- markaða tilfeingið, hesar avmarkaður kvoturnar skulu vera á teirra hond- um og eingin annar skal fram at. Øll vita, at fiskiskapur er okkara grundarlag. Øll vanlig fólk freast yvir tá ið fiskivinnan gongur væl. Øll eru forharmað tá ið skip fara á heysin, ella tá ið skip ikki fiska væl. Hetta uttan mun til hver er skipari ella hver er reiðari. Tað má vera ein- dømi í Førova søgu at síggja hvussu Dagblaðið t.d. er farið við rækju- trolaranum á Tveroyri og tann óndskapsfulla frei um nakað gongur illa, sum ikki hevur ein reiðara sum er limur í fólkaflokkinum. Veruleikin er í dag tann, at tilfeingið er avmarkað. So og so nógv tons hava vit loyvi til at fiska. Tað er grundarlagið undir okkara samfelag og sjálvandi hava vit áhuga fyri at hetta verður fiskað so effektivt og gagnligt fyri samfelagið sum gjerligt. Út frá hesum sjónarmiði er tað so landskassin, í ógvuliga stóran mun, er engageraður í fiskivinnuni fyri at halda hjólini gang- andi. Tey skulu ganga so effektivt sum meguligt. Ein og hver veit, at kvot- urnar hjá okkum eru so og so stórar og djúpast sæð, so eigur eitt og hvert mansbarn í hesum landi 1/45000 part av hesum kvotum. Teir, sum fiska hesar kvotur, skulu sjálv- andi gera tað effektivt og væl og skal hetta gerast, so er tað púra greitt at politikkur má ikki inn í vinnulívið. Politikk fyri seg og vinnulív fyri seg. Útfrá hesum var tað eg 30. mai skrivaði, at eg helt tað vera nógv fyri, at Reið- : arafelagið tekur og leggur øll tey vinnutól, sum teir hava við kei, og luttóku í einum politiskum verkfalli mótvegis hesum lands- stýri. Reiðarafelagið skal reka skip og ikki reka politikk, tað mugu teir vera greiðir yvir, ella eru tað bara teir skeivu reiðarar vit hava í hesum samfelag. Hvat teir gera í frítíðini, mugu teir sjálvir um. Eisini er tað menniskjum, tað er soleiðis í hesum samfelag, at vit mugu halda saman um at reka samfelagið. Hver ger sítt. Lívsleiðir- Síða 5 nar eru mangar og eingin er betri enn annar. Eg fari at minna fólka- floksreiðararnar á fiski- skipaflotanum á, at ein og hver borgari í hesum sam- felag eigur 1/45000 part av kvotuni og vit verða sjálvandi í eðini tann dagin, ið teir ikki rekja sína uppgávu nóg væl. So er tað tíð uppá at fáa teir skiftar út og fáa aðrar kreftir til. Tað eru nógvir um boðið. Tað eru 100-tals av um- sóknum og higartil í Tummas Arabo, løgtingsmadur og valevni ja: nadarflok- síns til fólkatingsvalið hesum landsstýrisskeið- num hava vit játtað nekrum bátum loyvi, ið ungir menn hava tikið seg saman um og sum einki skip høvdu áðrenn. Hetta hevur eydnast væl, og minnist meg rætt, so vóru tað ikki teir, sum legdu skipini við kei at luttaka í fólkafloksboykotti av samgonguni. Teir reka skip — soleiðis skal tað vera. Eisini hetta, at tosa um lívsverk sum onkur reiðari ger og vil hava at skula arvast til synir og annað. Tað skal man vera eitt sindur varin við. Tað sum hevuðsmálið er, tað er at vinnan virkar, amboðini verða nýtt rætt, hver ið rekur tey eru í mínum hugaheimi í og fyri seg líka mikið. Men at byrja treytaleyst at innfera arvarætt uppá rættindi í hesum samfelag, tað gongur javnaðarflokkurin ikki við til. Strandferðslan og starvssetan Nú stundar ímóti at fleiri av teimum, sum nú í mong ár hava siglt við Smyrli, eru komnir í tann aldur, at arbeiðsdagur teirra stund- ar ímóti at teir skulu pensionerast. Eg fari fyrst persónliga og vegna okkum øll í Suðuroy at takka hesum monnum, eingin nevndur eingin gloymdur, fyri trúgva og góða tænastu, og fyri at vit suðuroyingar føldu okkum heima umborå og vistu okkum trygg. Nu skulu teir so enda sína longu og trúgvu tænastu í sigling síni uppá Suðuroy, ein sigling, sum krevur serliga kunning til hesar serliga torferu sigl- Nú teir fara, verða tað sjálvandi aðrir, sum skulu taka yvir. Her er tað at eg fari at heita á avvarðandi myndugleikar um at seta suðuroyingar í hesi skjótt leysu sterv. Tað er bæði rætt og rímuligt, at tey skip, sum sigla hesar siglingsleiðir nú og í framtíðini, verða rekt av suðuroyingum. Tåa er eitt rætt og rimu- ligt krav frá okkum, sum her búgva og sum skulu gera brúk av Smyrli. Líka rætt og rímuligt, sum tað er at hini skipini, sum sigla aðrar siglingar- leiðir í Feroyum, verða mannað við fólki frá teim- um plássum, sum skipini sigla. Eg tori at siga, at hetta er eitt rímuligt og rættvíst krav frá okkum suðuroy- ingum. Hetta er nú kunnað teimum, sum avgerðina skulu taka. Sverre Midjord