leygardagur 29. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
#0 ØR
|
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Torshavn
Abyrgdarbladstjori
Utgevari: P/f Sosialurin
Jan Miller
Krisjan Dahl
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
Pit Sosialurin
P/f Pressan 1981
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk :
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Sosialurin
og Sundstein
SEINASTA mikudag skrivadi Jégvan
Sundstein eina rættiliga åhugaverda
grein undir yvirskriftini »Sosialurin
og fålkatingi«. Høvudsinnihaldid i
greinini er, at fólkaflokkurin i vru-
leikanum hevur somu støðu viðvíkj-
andi uppílegging í danskan politikk
nú, sum hann hevði fyri fýra árum
síðani. Og annars dugir hann við sín-
um besta violja ikki at skila, hvat vit
hava ímóti fólkaflokkinum, og hann
er opinbart píndur av, at vit hava
fingið sær til vana at spilla fólka-
flokkin úta.
FYRI AT byrja við tí seinna kunnu vit
siga, at hevði Jógvan Sundstein sett
somu krøv til sínar egnu, sum hann
setir ðrum, so høvdu vit havt nær-
um »paradisiskar« tilstandir í før-
oyskum politikki.
TAD ER netupp her hundurin liggur
grivin. Meðan Jógvan Sundstein
eymkandi ferð eftir ferð verjir rættin
hjá fólkaflokkinum at verða viðfarin
við virðing. so er tað rættiliga smátt
við teirri virðing hansara flokkur og
blað vísa ødrum. Jógvan Sundstein
kundi nevniliga hugt eftir í sínum
egna blað um hann sær nakra útspill-
ing! Ella kundi hann hugt í »Stavnin«,
sum hansara flokkur gav út undan
síðsta vali. Slíkt verk er ikki givið úr
áður av einum parlamentariskum
flokki!
BESTA DØMI um dupultmoralin hjá
fólkaflokkinum er ståan til verjumál.
Tað er vanligur demokratiskur hugs-
unarháttur, at í einum fríum landi,
hava fólk frítt at taka støðu í øllum
málum. Tí virða vit rætt teirra sum
eru fyri NATO, eins og vit eisini virða
rættin hjá teimum, sum eru ímóti
NATO, fyri at nevna eitt dømi.
MEN HER hevur fólkaflokkurin koyrt
okkum út í eina stødu, soleiðis at tey
sum hava eina aðra hugsan um verju-
mál eru landasvíkjarar. Hygg bert eft-
ir Stavninum og ótalligum Dagblød-
um. So holdningsleysur er hesin
flokkur, at sjålvt tey sum eins og
fólkaflokkurin taka undir vid Føroy-
um sum atomvápnafríum øki hava
verið skýrd KGB-agentar. Og fyri at
tekkjast hesum somu kreftum í
flokkinum verður stevnuskráin bert
broytt, so hon kemur at samsvara við
politikkin hjá Dagblaðnum. Tað er
annars eitt gamalt trick hjá ódemo-
kratiskum kreftum at leggja onnur
undir landssvikaligt virksemi. Í
Sovjet sita mangir samvitskufangar
júst við hesi somu ákæru sum fólka-
flokkurin nýtir móti øllum, sum hava
eina aðra hugsan.
SÍÐAN ER tað spurningurin um fólka-
flokkin sum samgonguflokk. Jógvan
Sundstein skilir ikki, at eingin vil vera
samgongu við hann. Skilir Jógvan
idstein als ikki, at fyrsta treytin
oddagrein
fyri eini samaongu er loyalitetur! Vit
kunnu lata Dagblaðið sjålvt greiða
frá, hvat teir skilja við loyalitet. Sum
kunnugt var javnaðarflokkurin sam-
an við tjóðveldisflokkinum í sam-
gongu við fólkaflokkinum frá
1975—80.
AFTANÁ, at henda smgonga var
rokin, váttaði floksblaðið hjá Jógvan
Sundstein 18. februar 1981, at »Dag-
blaðið átti sín fulla lut í teimum polit-
isku mangvrum, sum gjørdu, at Javn-
aðarflokkurin varð tveittur út úr
Tinganesi við fullmusikka. Hvat
kunnu vit vænta okkum av eini kom-
andi samgongu við fólkaflokkin?
HEVÐI TAÐ veruliga verið Jógvan
Sundstein, sum myndaði fólkaflokk-
in hevði stødan kanska verið ødrvisi,
men seinastu hendingarnar vísa, at
hann hevur fullkomiliga slept enda-
num. tá vit hugsa um, at Jógvan
Sundstein í Dagblaðnum 4. juni 1986
boðaði frá, at tingbólkur og lands-
stjórn høvdu heitt á Óla Breckmann
um ikki at leggja seg út í donsk viður-
skifti, og at Óli Breckmann hevði
váttað, at tað fór hann ikki at gera,
má tað roknast fyri fullkomilig kapi-
tulatión, tá sama landsstjórn og ting-
bólkur siga beint tað mótsetta aftaná
at Óli Breckmann í veruleikanum
hevði lumpað flokkin við at atkvøda
fyri TV 2, hóast hann hevði sagt, at
hann fór ikki at gera tað.
AT ÓLI BRECKMANN roknar hetta
sum ein sigur sæst best av, at átalan
4. juni í fjør varð kroyst niðast á aft-
astu síðu, men kósvendingin henda
dagin fekk heilar tvær síður. Tá Óli
Breckmann av sonnum fegnast um,
at flokkurin stendur sum ein maður,
so er tað ikki á nakran hátt úttrykk
fyri at Jógvan Sundstein hevur vunn-
ið nakran sigur.
ALT HETTA er ein harmasøga. Ti
javnadarflokkurin hevdi saktans
kunnað arbeitt saman við ti Jógvan
Sundstein, sum á sinni vísti seg sum
ein mann í Oyggjatíðindi, og sum aft-
urfyri frá einum av sínum hegra-
vendu floksfelogum fekk at vita, at
hann hevði allar eginleikar hjá hundi
uttan trúfesti!
Í BESTU meining vilja vit vísa á, at
fólkaflokkurin hevur tveir møguleik-
ar. Annar er at halda áfram sum nú,
og at lata Óla Breckmann avgera
hvønn politikk flokkurin færir. Hetta
er ein leið, sum í hvussu er fer at gera
tað sera nógv truplari hjá flokkinum
at koma í samgongu aftur.
HIN MØGULEIKIN er, at Fólkaflokk-
urin setir somu krøv til sín sjálvan,
sum hann í dag setir ødrum. tann dag
vit eru komin so langt er eisini slutt
við teimum útspillingum, sum Jógv-
an Sundstein er so harmur um í síni
grein mikudagin.
. skrivandi
'„tykist at hava svar upp á
j
Nr. 97 — 29.
august 1987
Bygdarrådsklandur
í Kollafirði |
Stór skomm fyri bygdina
at síggja hvussu fólka-
floks- og tjóðveldis-
meirilutin í Kollafjarðar
bygdarráð er farin at
klandrast við minnilutan í
blødunum.
Tað er soleiðis her á
okkara leiðum, at vit hava
í fleiri ár havt legtings-
umboð frå øllum teimum
sterru flokkunum uttan
javnaðarflokkinum. Her
er einki hent og tað hevur
verið so >behagiliga deyd-
ligt« fyri bygdaráðini á
eystursíðuni í Streym-
oynni at arbeitt.
Nú javnaðartingmaður
er valdur — nú hendir
nakað. Klárt er at somu
bygdarráðslimir hava ilt
við at venda sær. Teir
duga ikki at innstilla seg
til nýggjar tíðir.
Hugsi at tjóðveldis- og
fólkafloksmeirilutin í
bygdarráðnum í Kollafirði
eigur at taka í nakkan á
sær sjálvum og fara til ar-
beiðis, tí hvert mansbarn í
Norðstreymi dugir at
síggja, at síðan javnaðar-
flokkurin fekk umboð á
Hvor er so
sannleikin
Í seinastu grein síni í
Dimmalætting sum skal
vera ein verjugrein hjá
Paula Ellefsen, er hesin
maður ikki so lítið firtin,
tað tykist fyri mær sum
glansurin er farin av hes-
um annars væl talandi og
persóni, sum
allar spurningar og loysn-
ir upp á allar truðpulleik-
ar, so leingi hann ikki
sjálvur skal standa við
endan, eðrvísi roynist
hann, tá ið veruligar av-
gerðir skulu takast.
Tað at nakar skrivar
nakað um ta tíðina sum
hesin annars lættskriv-
andi maður fellur ikki í
góða jerð, avdúkingar av
teimum avgerðum,
vórðu framdar meðan
sambandsformaðurin sat
sum legmaður, tað hóvar
ikki Paula Ellefsen.
Tad er eingin sum
skuldsetur sama mann
fyri nakað sum hann ikki
hevur gjert, men tað er ein
veruleiki at mistek eru
gjørd, mistøk sum i dag
kosta ti føroyska samfel-
agnum 100 tals milliónir,
at tað var lætt at fáa veð-
hald og stuðul frá lands-
stýrinum frá 1980—84 er
eingin loyna, tað var bara
spurningur um hver ið tú
var og hvat grannskoðara-
virkið stóð aftanfyri, tað
er sjón fyri søgn at so var,
og hetta eru ikki míni orð,
men Torbjørns Poulsen,
sum var figgjarmålaråd-
harri i styrinum hjå Paula
Ellefsen, sum skrivaði i
Tingakrossi: Citat:
sum
>Tað fer ein sosialiser-
ing fram í landsstýrinum í
dag, alt ber til, tað liggur
ein slanga niður í lands-
kassan, alt ber til, tað er
bara spurningur um hver
tú er, tó tað skuldi líka
verið Tveroyri, tá fer
proppur í...<
Hetta eru ikki míni orð,
men eru skrivaði av fíggj-
armálaráðharranum i
Tingakrossi. Somuleidis
segði samgongufelagin frá
sjálvstýrisflokkinum um
sama mál, at tað var bara
spurningur um hvat
grannskodaravirkid sum
stóð aftanfyri umsóknina.
Hvat er nú sannleikin
harra formaður.
Hver er tað sum hevur
lagt tað fíggjarliga grund-
arlagið, hver hevur til
mælt, og hver hevur av-
víst frámæli frá buskapar-
ráðnum, tað frámælti,
men tú og tit tilmæltu, og
tað kostaði hundraðtals
milliónir, tað slepst ikki
uttanum.
Hvat var tað sum gekk
galið, tí tað gekk galið,
eina frágreiðing ikki eina
brigslan og undanstekk-
ing, men eina reiðiliga frá-
greiðing hevur Feroya
fólk krav uppá.
Og hana er tað væl eing-
in betri enn tú Pauli Ellef-
sen sum kann geva.
Hví tað ikk igekk eftir
ætlan.
Hví mótmæli frá bú-
skaparráðnum ikk bleiv
fylgt.
Tí úrslitið av hesum,
sum tíverri ikki gekk sum
tað var ætlað eru so tær
Tr
ting úr hesum eki, nú
hendir nakað. Vit eru
nógv, ið ætla at geva
honum okkara álitisvátt-
an her nú til fólkatings-
valið, jú fleiri, tess betur,
tí er tað nakað vit ræðast,
so er tað at koma í ta
»naggatodn« vit hevdu i
økinum, tå fólkaflokkurin,
sambandið og tjóðveldið
einsamallir umboðaðu
Norðstreym.
Kollfirðingur.
inntekulógir, sum verandi
stýri hevur framt, og sum
um tær ikki nlivu brúktar
at beta um avleiðingarnar
av tí sum fór fram av stýr-
ing tíni, kundi verið við at
bett munandi um viður-
skiftini, og kundi framt
tiltøk sum vildi komið
heildini at gagni. Nú er
steðan tann, at ikki bara
tey ungu mugu gjalda
rokningina, men alt sam-
felagið má bløda.
Tann borgarliga sosiali-
seringin við stóru slang-
uni í landskassanum hon
var eitt dýrt eksperiment,
tí við ágóðanum vóru ikki
oll líka stillaði,-sambært
skrivingina hjá fíggjar-
málaráðharranum í Tinga-
krossi.
Tað fór ein sosialisering
fram, tað liggur ein slanga
niður í landskassan, men
tað er ein spurningur um
hver tú er.
Hetta eru orð frá
Thorbjørn Poulsen, og
sami maður veit hvat
hann sigur, hann var
sjálvur minnilutin í lands-
stýrinum frá 1980 —84.
Sverre Midjord