Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 29. august 1987 Jóannes Dalsgaard, valevni javnaðarfloksin Eina million s til fólkatingsvalið tann 8. sept., skri ar ferðir Hiroshima Sambært upplysingum frå ST eru 60.000 kjarnorku- lødingar til i heiminum i dag. Hesar lødingar liggja å goymslu ella eru tær monternadar i bumbum ella rakettum. Henda negd svarar til eina spreingistyrki, ið er eina millión ferðir sterkari enn tann bumban, sum á sinni legði Hiroshima í oyði! Hetta er ikki nakað, sum embætismenn í ST hava funnið uppá fyri at ræða fólk, men hetta eru upplýsingar, sum byggja á tilfar, sum ST hevur fingið frá Sovjet og USA, so minni munnu goymsl- urnar neyvan vera. Hesi tel hava fingið mong at hugsa. Adam Rapacki, Østen Undén, Urho Kekkonen, Jens Evensen, Olof Palme, Er- lendur Patursson, Anker Jørgensen, David Loungy og mill. av vanligum fólk- um kring allan heim fóru so smátt at hugsa um, hvussu í allari víðu verð nakar rættsiktaður kann fyristilla sær eina verju við einum vápni, sum við 100% vissu týnir áleyp- aran eins væl og tann álopna. Alt fleiri skiltu, at við kjarnorkuvápnum gevst eingin verja — heldur ikki tann verjan, sum byggir á atomvápn- anna ræðandi týdning. Hugsanin um kjarn- orkuvåpnafri umveldi vaks spakuliga fram, vann alt sterkari undirtøku og juni 1978 samtykti S.T. å eykaaðalfundi at stovn- setingin av kjarnorku vápnafríum umv: eitt týðandi og álitisskapandi tiltak Hugsjónin orkuvåpnafri umveldi ikki nakað, sum bert iivir i Norðanlondum, tí arbeitt verður um allan heim við hesari hugsjón, serstak- liga í Latínamerika, Australia, New Zeelandi og í landsynningspartin- um av Asia. Men tað skerst ikki burt, at hesi seinastu árini hava Norðanlond gingið á odda í stríðnum fyri kjarnorku- vápnafríum umveldum ella zonum. Eisini her hjá okkum hevur hendan hug- sjón rinið við og á heysti 1983 legdu Erlendur ldum er avdubbandi um Kjárn Patursson, Olaf Olsen, Hilmar Kass og undir- ritaði uppskot fyri løg- tingið um at Feroyar áttu at verða lýstar sum kjarn- orkuvápnafrítt umveldi. Í sannleikans áhuga eigur tað at verða sagt, áðrenn tað verður gloymt, at tað var Erlendur Patursson, sum tók stig til hetta upp- skot. Legtingið samtykti uppskotið í februar 1984 (við stórum meiriluta) og ríkisstýri má í samband við lýsingina av fyri- skipanini um fremmand herskip og teirra atkomu til havnir í kongaríkinum sigast de facto at hava viðurkent hesa legtings- samtykt. Tað er at kalla óneyðugt at leggja aftur- at, at feroyingar hava vunnið sær stóra virðing í altjóðasamfelagnum fyri hesa samtykt. Hetta er alt bara gott og væl, men hvat hjálpir alt hetta okkum — hvat gagn kann ein atomvápnafrí zona eitt nú í Norðanlond- um gera mannaættini? Hendan spurning fær ein so at siga dag og dagliga. Til hetta er at svara, at ein atomvápnafrí zona fyrst og fremst hevur til enda- máls at skapa álit land- anna millum — blokkanna millum. Tá vit hugsa um, at mis- álit er, hóast ikki tann ein- asta, so tó ein álvarsom orsek til dubbingarspiral og sum krígsútloysandi táttur, ja, so hevur eitt hvert álitisskapandi tiltak týdning. Tað verður eitt stig á tí leið, sum ber burtur frá vandakós, sum heimurin nú leingi hevur ligið á. Arbeiðið vid at fáa øll Norðanlond lýst sum kjarnorkuvápnafrí um- veldi er komið heilt væl áleiðis. Semja er um, at umveldið skal fevna um ell Norðanlond og alt bendir á, at bæði NATO og Warzawasamgongan eru til reiðar at viður- kenna norðurlendsku zon- una. Men sjálvsagt eru ikki allar súður syftar enn og framvegis er eitt langt og stríggið verk eftir at avrika, áður enn nakað samnorðurlendskt sátt- málauppskot kann verða lagt fyri lóggávutingini í Norðanlondum. Norður- lendsku javnaðarflokk- arnir hava lagt eitt stórt og dygdargott arbeiði í zonuhugsjónina. Tað verk, sum Palme byrjaði, hava Kalevi Sortsa, Gro Harlem Brundtland og Anker Jergensen hildið fram við hegni og skili. Feroyski javnaðarflokk- urin hevur eftir førimuni stuðlað hesum arbeiði og tað fer hann at halda fram við í ellum stovnum har hann er ella verður umboð- aður. Sostatt fer eitt um- boð fyri javnaðarflokkin á fólkatingi av ellum alvi at virka fyri zonuhugsjónini í tráð við legtingsins sam- tykt, ST-samtyktina og við trúfesti móti tí stóra meiriluta av Feroya fólki, sum stuðlar hugsjónina um kjarnorkuvápnafrí umveldi. Hvussuleiðis hetta umveldið lógfreði- ligt og ítekiligt eigur at verða skipað verður hevi til at venda aftur til seinni. Jóannes Dalsgaard Gisleyg Dahl Bonde, fólkatingsvalevni, skrivar: Fólkatingsumboðið er umboð Foroya fólks Hví skulu Feroyar hava umboð á fólkatingi? Tí á fólkatingi verða nógv mál vidgjørd, sum beinleiðis viðkoma okkum. Tað er ikki líka mikið hvussu hesi mál verða við- gjerd. Fólkatingsumboðið er umboð Feroya fólks og skal sostatt altíð virka í samljóð við meiriluta Fer- oya Legtings. Fólkafloksumboðið, sum hevur havt sess á fólka- tingi seinastu 4 árini, hevur ikki virkað sum um- boð fyri føroyska fólkið, men hevur »arbeitt« í sjálvdrátti, og hevur alt annað enn gagnað okkum. Umdemi okkara, ikki bara í Danmark, men uttanfyri við, er skatt. Hendan skaðan, sum longu er hendur, betist ikki uppá við at senda somu umboð á fólkating aftur — tey mugu skiftast út. Øll tey árini javnaðar- flokkurin átti fólkatings- umboð, rektu tey hetta starv til fulnar, líka mikið hvussu sitandi meiriluti á tingi var samansettur. Teir kundu sína uppgávu. Umframt fólkatingsar- beiðið hava umboð okkara altíð verið fús at hjálpa føroyingum í Danmark, sum høvdu hjålp ella veg- leiding fyri neyðini. Undan seinasta fólka- tingsvali segði fólkafloks- maðurin, at hann fór ikki at blanda seg í donsk viðurskifti yvirhevur. Hetta gjerdi hann kortini, og segði at umsteðurnar noyddu hann at gera tað. Nú sigur sami maður, at hann er til reiðar at atkveða um donsk viður- skifti, um tað er neyðugt fyri at bjarga stjórnini, men leggur hann afturat veg geri tað treyðugt<. Hann ger tað ikki treyðug- ari enn so, at flokkur hansara í oddagrein heitir á allar fólkafloksveljar:u um at fara á val og gera sítt til at tryggja danska ríkinum eitt gott val. Hetta eru loysingarhetj- urnar, ið vóru. Nei, farið á val og veljið tann flokk, sum er at líta á — javnað- arflokkin. Gisleyg Dahl Bonde