Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1987síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— Nr. 97 — 29. august 1987 Nýggj plåta og band: Les lles Henda LP, sum helst uttan samanbering er tann mest gjegnumferda og professionella, sum nakar teroyingur hevur staðið fyri framleiðsluni av. hevur leingi verið væntað Ola Poulsen kenna flestu føroyingar. Fyrsta bandið. hann gav út, var gospel/rock-bandið >Vón- ir«, sum var føroyskt burturav. Hetta bandið spældi hann inn saman við systir síni Judy Síðani tá hevur Oli Poul- sen verið við í einum ótali av framleiðslum, líka frá Nicodemussangbólkinum til Frændur og Bros. Hann hevur arbeitt bæði í LT-Studio og RMS- Studio, og í RMS-Studio stóð hann m.a. fyri upp- tøkunum av bandinum hjá Science Fiction. Óli Poulsen hevur eisini spælt við fleiri bólkum, gjørt orð og løg, og øll kenna eyðkennislegini í Sjónvarpi Feroya, hóast tey fægstu vita, at her er tað eisini Óli Poulsen, sum stendur aftanfyri. Undir upptekunum av bandinum hjá Science Fic- tion komu Óli Poulsen og Jákup Marner Antonius- sen at samstarva — og serliga tvey still løg av hesum bandi, sum Óli hevði arrangerað, gjerd- ust vælumtókt. Og her kom reddin hjá Jákupi Marner eisini til sín rætt. Og hóast Jákup Marner bert hevur gjert tað eina lagið á plátuni — umframt tekst til eitt gamalt lag hjá Uriah Heep — so syngur hann øll legini uttan tvey. Og at væl er sungið kann hver ein- stakur meta um, nú plátan er útkomin. Tvey av løgunum verða sungin av útlendingum. Fyrra lagið er >Summer's gone<, sum bretin Chris Jones syngur. Chris Jones er professionellur sangari og syngur í letuni hjá ein- um bretskum bólki í Keypmannahavn, ið kallast Vienna. Hitt lagið verður sungið av kenda og vælumtókta danska sangaranum Allan Mortensen. Hetta er tittullagið »Some Day< — eitt lag í James Ingram- stíli og í heimsklassa. Av eðrum sangarum á plátuni eru tær báðar Lene Brostrem og Mette Riis, MAÐUR HEVUR VANDAN VIÐ -— SUM IKKI AKTAR KOYRISIÐ! sum syngja bakgrunds- reddir. Báðar eru kendar frá studioupptøkum og donskum bólkum. Bert eitt instrumental- lag er á plátuni. Tað er lagið >Whale Wars«, tema- lagið frá feroyska filmin- um av sama lagi, sum Videostudio Myndaband framleiddi í fjør. Umframt at syngja bak- grundsreddir á einstokum legum, so hevur Óli Poul- sen spælt at kalla allan tónleikin inn. Umframt saxofon á trimum legum og guitar á trimum, so spælir Óli Poulsen allan tónleikin. Upptekurnar vórðu gjerdar eftir 18 degum í Blondal Studio í Keyp- mannahavn. Blendal Studio er eitt sera gott og sera kent studio, sum nógvir kendir danskir bólkar nýta, eitt nú Kim Larsen, Laid Back, Nanna, Peter Belli o.fl. Tað er íslendingurin Hjørtur Bløndal, sum eigur og rekur Bløndal Studio. Og vert er i hesum sambandi at nevna, at Oli Poulsen aftaná plåtu- upptekuna í hesum studio er fluttur til Keypmanna- havnar, har hann hevur fingið fast starv í Bløndal Studio Um legini sum heild er at siga, at tey eru melodisk og í nýggjasta rock/funk-stili, hoast okkurt sum sagt minnir um amerikanskan Ingram-stil, sum er tann stílurin, ið liggur fremst á bæði amerikanska og europeiska plátumarknað- inum í letuni. Tekniskt er plátan so nær tí fullkomna sum til ber, og heilt givið á hædd við tað mest framkomna á altjóða marknaðinum í let- uni. Nú plátan er liðug, verða eisini royndir gjerdar at fáa hana á ann- an marknaða enn tann fer- oyska. Tað er Farcon Records v. Martin Mouritsen, sum gevur plátu og band út. — Ja ferðir um vikuna. Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 130,- 3 de Scott Corbett Tveir um málið Førova Í ærarafelag Tveir um málið Tveir um málið eftir Scott Corbett er sjeynda bókin í rødini »Drekabøkur«, sum Føroya Lærara- felag gevur ut. Petur Andreassen hevur tytt. Hon er 110 bls., heft og kostar kr. 78,-. Bókin er ætlað børnum í 10-12 ára aldri. Hon er um teir báðar beiggjarnar Chip og Benny, sum gera av, at teir skulu vera við til at fanga mannin í gekkaskorti og við skambyrsu, sum skundaði sær úr bussinum. Ferarin liggur særdur við bussin. Áðrenn maðurin hvarv, stakk hann eina gleðandi sigarett í andlitið á Benny! — Ein rett krimisega fyri bern. Ég gerist haldari av Tíðindablað- num Sosialinum og fái blaðið 3 han Haldarar uttanlands gjalda kr. 150,-/årsfj. - Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eftir eru at koma í einum ársfjórðingi. Navn Bústaður ig! ae Kannad posthusinum #0 1: AR TRE TRE TTT !