Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | v/ P.J. Sigvardsen Vid Krossins fot hjå Jesusi Á heysti 1905 var stór veking i Keypmanna- havn, har fólk i túsundatali komu til trúgv á Jesus Kristus. Maðurin, Gud brúkti í hesi veking, var tann kendi danski presturin Johan A. Fibiger, hvers navn serliga er knýtt at Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Í samfullar 14 dagar stóð hesin maður og boðaði gleðiboðskapin í skiftandi stór- bygningum í býnum, og hverja ferð vóru hesir mætu bygningar fullsettir av menniskjum, ið tystu eftir at hoyra Guds lív- sælu orð. Men áður enn Gud kundi brúka Fibiger í hesi miklu tænastu síni, hevði hann havt eina undursama uppliving við krossins fót hjá Jesusi. Hetta hendi ein dagin, meðan hann sum læraraskúlalærari í kristni sat og las 2. kapittul í Rómverjabrævinum saman við næmingum sínum. Tá ið hann las orðini: >Veitst tú ikki, at Guds góðska leiðir teg til umvendingar?«, ja, tå kendist tad, eins og Gud knappliga vakti Fibiger við hesum álvarsliga spurningi: >Gud hevur í góðsku síni og kærleika givið tær eitt eydnuríkt heim, konu, bern og alt gott — og kortini hevur Guds góðska móti tær enn ikki leitt teg til umvendingar! — Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guds dómur verður opinberadur«. (Róm. 2,5). Hvat ið síðan hendi inni i hesi skúlastovu, kundu næmingarnir ongantíð gloyma; men knappliga so varnaðust teir, at tann ungi presturin sat har frammi við pultin og græt sum eitt barn. Tá ið ein leta far farin, tagnaði gráturin, tímin var liðugur, og næmingarnir fóru stillisliga út frá hesi halgu stund. Tá ið teir aftur komu saman, kundi Fibiger vitna fyri næmingum sínum, at hansara medda og syndatyngda sál hevði funnið frið við Krossins fót hjá Jesusi, og nú kundi eisini hann lovsyngja um friðarstaðin Golgata — einasta veruliga friðarstað her á fold: So er tað tå vist, eg frid havi funniditær, Harri Krist! So tori eg trúgva, at Gud elskar meg, at Jesusar blóð mina synd sónaði. Eg halli meg at tær, eg falli å knæ ið Golgata træ! (Hms. 782) Og Fibiger heldur fram: »Vid krossins fot hjá Jesusi, tað eru orð mini. Tey havi eg brent í eina eiktalvu á vegginum, og ben mín er, at tey eisini skulu verða sett á grev mína: Her hvílir hann — við Krossins fót hjá Jesusi! Við Krossins fót vil eg búgva alla mínar dagar. Har er tryggasta og sælasta til- hald mítt. Gud gævi, at hetta eisini er hjartans sann- føring okkara! Gudstænastur 11. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Axel Tórgarð Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Kaldbak: Hans J. Joensen Hestur: Kjartan Mørkøre Hósvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, barna- og for- eldragudstænasta. Talvan gongur til frama fyri sunnu- dagsskúlan. Haldórsvík: Marjun Bæk kl. 11.00 Tjernuvík: Marjun Bæk kl. 12.00 Elduvík: Torkil Beder, altargongd Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd. Talvan gongur til frama fyri Guds orðs útbreiðslu. Skáli: Peter Petersen kl. 11.00, altargongd Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00 Klaksvík: Elsa Funding kl. 11.00 Árnafjerður: Bergur Jacobsen kl. 12.00, altargongd Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 12.00 Kunoy: Elsa Funding kl. 17.00 Viðareiði: Jógvan Johansen Vestmanna: Gerhard Hansen kl. 11.00, altargongd Beur: David Johannesen kl. 11.00 Sandvík: Birgitte Johannesen kl. 18.00. Talvan gongur til frama fyri nýtt orgul. Tveroyri: Birgitte Johannesen kl. 11.00, altargongd. Hov: Bjarni Bæk kl. 19.00, altargongd Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00 KFUK, Tórshavn Sunnukveldið kl. 20.30 verður almennur fundur: summ- arið ið fór við ymsum luttakarum. Inngangur við Hera Tróndheim, lærara. Ebba Dam, húsmóðir, endar kveldið. Eldrasamkoman verður mándagin kl. 16.00 (klokkutíðin broytt): ein turur. Ungmannadeildin metir mánakveldið kl. 19.30: ein filmur. Fødingardagur Sunnudagin 30. august fyllir Paul Jåkup Olsen, Klaks- vik, 70 år. 20. august fingu Elsa og Almfinn Jacobsen, i Skålafirdi, ein son. 22. august fingu Frida Gaard og Tørhall Eg- holm, Vestmanna, eina dóttur. 25. august fingu Anna og Magnus Skýlindal, Kollafjerður, eina dóttur. 24. august Marjun Flemming Argir, ein son. 25. august fingu Anna Ellefsen, og Albert Midvågur, ein son. 26. august fingu Svan- hild Hovgaard og Lars Jespersen, Tórshavn, ein son. 27. august fingu Tove Thomsen og Jan Miill- er, Tórshavn, ein son. 26. august fingu Sølvi og Ole T. Nielsen, Tórs- havn, eina dóttur. fingu Diemer og Hansen, Nr. gs Læknavaktirnar Tórshavn: Annika Ol- sen, tlf. 17700, leyg- ardag og Kristianna Nordendal, tlf. 12979, sunnudag. Eysturoy: Sverri Lamhauge, tlf. 48016, leygardag og Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, sunnudag. Norðuroyggjar: Vágar: TIf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00 14544. 14.00. Tlf. Vit selja itrottarmyndir Tey, id ynskja at keypa ítróttarmyndir frá Sosialinum, eru vælkomin til hetta. Kostnaðurin er alt eftir stedd v.m. á myndini. Tit kunnu bíleggja við at ringja til Sosialin, tlf. 11820 og tosa við Grækaris. / — 29. august 1987 Tíðindafólk vitja Mánamorgunin koma til Feroya 17 tíðindafólk úr Danmark, Finnlandi, Noregi og Sveríki. Tey eru luttakarar í ein- um skeiði, sum kallast >Is- land og det vestnordiske samarbejde«. Nordisk Journalistkursus skipar fyri hesum skeiði, sum byrjar longu í kveld um borð á Norrenu á veg til Feroya. Skeiðið endar 9. september. Við í ferðalagnum eru Birgitte Sandstedt, upp- lýsingastjóri i Norður- landa ráðharraráðnum, Bitte Bagerstam, upplýs- ingaskrivari = á skriv- stovuni hjá formans- skapinum í Norðurlanda- ráðnum í Stockholm og Erik Reske-Nielsen, rektari á Nordisk Journal- istkursus. Ein føroyskur luttakari er á skeiðinum, Samuelina Hansen úr Fuglafirði, sum arbeiðir á Dagbladet í Tástrup. 25 ár í Føroyum Í morgin, 30. august, hevur Klaus Hermann, løgfrødiligi ráðgevin á Al- mannastovuni, starvast í Feroyum í 25 ár. Framhald av síðu 22 aðrastaðni eru at finna í bókunum »Minnismyndir og søgubrot« (1979) og i bókini »Knassar eru tit« (1986). T.d. hevur Robert vidgjørt eitt so gerandis- ligt evni sum lossing. Eitt evni sum mæii svenski fólkalívsfreðingurin Sig- urd Erixon eisini hevur skrivað bók um. Robert hevur eisini yrkt og skrivað í jólabókum og aðrastaðni og hetta er als eingin fullfíggjað viðgerð av avrikum hansara. Umframt sjálvur at skriva, so hevur hann eisini verið ein íðin kveikj- ari og tað var m.a. honum at takka fyri, at Fróð- skaparsetrið í 1967-70 skipaði fyri innsavning av tilfari um feroyskt fólka- lív. Eg havi sjálvur havt hevi til at nýtt spurnar- blød Roberts í sambandi við innsavning, og greinin >Trúgv og siðir í sam- bandi við neyt<, sum stóð í Fróðskaparritum nr. 28- 29, er fyri stóran part bygd á tilfar, sum er savnað við spurnarblødum Roberts sum grundarlag. Skal eg taka samanum, sg hoyrir Robert Joensen í sínum savningararbeiði og i sinum gransking- ararbeidi yvirhøvur upp i lið teirra stóru etno- logisku granskarar í Norðurlondum. Tann sum kennir rákini í hesi gransking, dugir eisini at síggja, hverjum á- hugaverdum ” endum Robert hevur fatur á. Tað eru ikki rúgvan av fremmandum freðiheitum, sum eyðkenna gransking Roberts, men ein dygg, klók og skilagóð viðgerð, sum altíð vil standa eftir, tá frøditeiti og tíðar- bundnar teoriir eru gloymdar. Hjartaliga tillukku við teimum 75, Robert, og takk fyri tín kveikjandi anda og mennandi stuðul. Jóan Pauli Joensen EET A sl Í