týsdagur 1. september 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
Nr. 98 — 1. september 1987
Nú vita knappliga 600 før-
oyingar, hvussu trygdar-
belti roynast, tá bilur fer
runt. Og øll hesi fólkini
vita eisini, hvussu tey
skulu bera seg at við at
loysa seg úr beltinum og
sleppa út úr bili,
liggur á takinum.
Tey hava roynt og lært
hetta í Hvelvusi, uppfinn-
ingini hjá norska verkfrød-
inginum Torkel Trennes.
Hann fór aftur til Noregs í
gjár eftir nakrar væleydn-
aðar dagar í Føroyum.
Men arbeiðið hjá Ráð-
num fyri ferðslutrygd at
fáa fólk at brúka trygdar-
belti var ikki liðugt, tá
Norrena fór frá bryggju í
gjáramorgunin. Tað
heldur fram í heyst og í
vetur, til 1. apríl næsta ár.
sum
Annar hvølvus
næsta ár
Olivur Næss á RFF sigur,
at nú verður hildið fram
við filmum í sjónvarpinum
og lýsingum og kunngerð-
um í blødum og útvarpi.
Og í mars er so ætlanin at
fáa ein annan hvelvus,
sum skal ferðast um
landið í ein mánað.
Kanska verður hetta ein
feroyskur hvelvus, tí
áhugi er her á landi at gera
slíka útgerð. Annars verð-
ur fingin ein hvelvus úr
Danmark.
Eisini hevur RFF biðið
Náttúruvísindadeildina á
Fróðskaparsetrinum
hjálpa sær við at telja,
hvussu nógv brúka
trygdarbelti. Talt verður
nú á ávísum steðum ávísa
tíð og so aftur um nakrar
Foto: Kalmar
mánaðir á somu steðum
somu klokkutíð.
Ongin ivi
um trygdina
Síðani 1. juni í fjør hevur
tað verið lóg i Føroyum at
brúka trygdarbelti.
Olivur Næss ivast ikki í,
at trygdarbelti bjarga
fólki undan deyða ella
skaða, eisini tá bilar fara
útav og bólta, áðrenn teir
steðga.
— ÆØI, sum royndu
Hvelvus, undraðust á,
hvussu skjótt beltið tók
og, hvussu trygg, tey
kendu seg í beltinum, tá
Hvelvus mól.
Men hóast ongin ivi er
um trygdina, so brúka ikki
øll trygdarbelti. Ti or brúk
fyri herferðini, nú er farin i
gongd, heldur leidarin å
Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Lærlingar og
koyriiærarar
Hvelvus var í Havn hós-
dagin, fríggjadagin og
sunnudagin og í Getu
leygardagin.
Fyrrapartin hósdagin
og fríggjadagin royndu
hálvtannað hundrað næm-
ingar og lærarar á Tekn-
iska skúla hvussu trygd-
arbelti roynast, tá á stend-
ur. Seinnapartin hesar
dagar var Hvelvus í skýl-
istúninum í Gundadali.
Sunnudagin stóð hann
uttan fyri Hotel Borg, har
20 koyrilærarar vóru á
skeiði.
Og leygardagin var
hann í Getu. Men har
sluppu færri til enn vildu,
Síða 5
Tvey fólk vóru í hverja ferð Hvølvus mól. Her eru tað Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður í ferðslumálum, og
Eriing Eysturoy »délgur«, sum sita í beltunum.
Torkel Trønnes hevur gjørt Hvølvus og seinastu fýra summrarnar hevur hann ferðast við honum í Noregi.
Ein vanlukka var orsekin til, hann gjørdi henda bilin. Ein vinmaður hansara fór útav og bilurin endaði á takinum.
Maðurin var í trygdarbelti og fekk ikki skaða. Men so hendi vanlukkan, tá hann skuldi úr beltinum. Hann loysti tað,
men hugsaði ikki um at verja seg við hondunum, tá hann datt niður á loftið. Tað vóru bara 10 sm. niður á loftið, men
tá høvdid tók, brotnaði hålsurin. Maðurin gjørdist lamin.
Torkel Trønne helt, hendan vanlukkan var so høpisleys, at hann setti sær fyri at gera sítt til, at hon ikki endurtóks
seg. Tí sigur hann nú ollum, sum hava hug, hvussu tey eiga at bera seg at, tá tey skulu úr trygdarbelti í bili, sum
liggur á takinum.
Hesa vitan hava nú eisini 600 foroyingar.
tí veðrið gjørdist so ólaga-
ligt, at teir noyddust at
gevast ein tíma fyrr enn
ætlað.
Øll, sum royndu Hvølv-
us, fingu luttekuskjal og
Hvølvus er ein vanligur persónbilur, sum melur á einum aksli.
Nú er áhugi í Foroyum at gera ein hvolvus og kanska verður hann royndur næsta ár
faldara við upplýsingum
um trygdarbelti og
hvussu tey eiga at brúk-
ast.
hd
Framhald av síðu 1
kr. bleiv harvið staðfest.
Jógvan Páll Lassen
vildi ikki í gjár upplýsa,
fyri hvenn hann bjóðaði so
íðin. Men onkur giting var
úti í gongini eftir upp-
boðið.
Óvátt "idindi vilja vera
við, at Heri Mortensen,
stjóri á Tveroyrar flaka-
virki, Ólavur Jacobsen,
stjóri á Víkarvirkinum og
Sandur Danielsen, fyrr-
verandi stjóri á Bátafisk,
nú eiga flakavirkið á
Strondum, Bátafisk.
Vit royndu at fáa sam-
band við teir tríggjar eftir
uppboðið. Men ongin
teirra var at hitta. Teir
vóru allir í Havn.
Tað er tó rætuliga óhugs-
andi, at ein so garvaður
vinnulívsmaður sum Heri
Mortensen keypir virki,
sum ikki skuldi havt
kostað meira enn 18 mill.,
skal tað hava nakra fram-
tíð, fyri 27 mill. kr.
Strandingar vóru
leingi við
Jógvan Páll Lassen hevði
fyrsta boð, 10 mill. kr.
Síðani bjóðaði Fríða
Patursson fyri eitt felag á
Strondum undir stovnan.
Tey bæði yvirbjóðaðu so
hvenn annan til strand-
ingar góvust á 26,5 milli-
ónum.
Eina tíð var Lands-
stýrið við í yvirbjóðingini,
men tað gavst á 18 mill.
kr.
Óla Jákup Kristoffer-
sen, sakferari, bjóðaði
eisini fyri »ein klient«,
sum tað eitur. Men hann
hevði bara tað eina boðið,
12 mill. kr.
Fáa sínar pengar
Tann hegi prísurin, virkið
fór fyri, gjerdi, at allir
tríggir bankar, sum høvdu
veðrætt, fáa sínar pengar
Fiskaríbankin hevði
fyrsta veðrætt, 5,1 mill.
kr. Hypotekbankin annan,
3,3 mill. kr. og Ferova
Banki 3., 4., 5. og 8. til-
samnas 16,6 mill. kr
Landsstýrið, sum hevur
veðhildið fyri lánum í
Feroya Banka og lagt út
10,7 mill. kr., fær næstan
alt aftur, og Gjaldstovan
misti 400.000 kr
hd