Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ein demo- kratisk rødd- á fólkatingi TAÐ ER nú greitt, at allir flokkar við undantaki av KFFF-flokkinum stilla upp til fólkatingsvalið komandi. Somuleiðis er greitt, at einki listasamband verður til valið. Freistin at gera listasamband var úti í gjár- kveldið. Tá blaðið fór til prentingar, var einki lista- samband gjørt og leysatíð- indini um, at Framsóknar- flokkurin skuldi gera lista- samband við Fólkaflokkin, vóru avsannað av Adolf Hansen í farnu viku. T.v.s. at dysturin um at fáa tey bæði fólkatingsumboðini kemur at standa flokkanna millum. TAÐ ER eingin ivi um, at flokkarnir = leggja stóra herðslu á at fáa umboð valt í fólkatingið. Hóast henda umboðan fyri okkum hevur avmarkaðan týdning, so tykjast allir flokkar, eisini Tjóðveldisflokkurin, at hava ynski um at sleppa í fólka- tingið. JAVNAÐARFLOKKURIN stillar upp við sterkari manning. Heili 18 valevni, 11 mans og 7 kvinnur eru á javnaðarlistanum, tað mesta nakrantíð hjá nøkr- um einstøkum flokki. Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin, sum eiga hver sítt umboð á fólkatingi í løt- uni, stilla upp við ávikavist 10 og 12 valevnum. STEVNA javnaðarfloksins til hetta valið er, at Føroyar aftur tørva at fáa eitt sømi- ligt g verdugt umboð á fólkating. Eitt javnadarum- boð á fólkatingi fer at vera: ein demokratisk rødd, ein virðilig og sømilig føroysk Utgevari: P/f Sosialurin í Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: Pif Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 umboðan, eitt loyalt amboð fyri løgting og landsstýri, ein trygd fyri at virkað verð- ur fyri okkara løgtingssam- tyktum, ein hjálp og stuðul fyri landsmenn uttanlands, ein stuðul í undirgrundar- málinum, ein framherji í stríðnum móti ætlaða Dounreayverkinum, eitt verdugt alternativ til teir, sum nú gera okkum fyri skommum. Síðst men ikki minst fer eitt javnaðarum- boð at bøta um okkara um- dømi í útheiminum eins væl og í restini av ríkisfelags- skapinum. TAÐ HEVUR stóran týdn- ing, at veljararnir gera sær greitt, hvgrja umboðan land okkara í veruleikanum hev- ur havt á fólkatingi seinastu árini. Meðan annað umboð- ið, sambandsmaðurin Pauli Ellefsen, hevur snorksovið alla hesa tíð og fáur tí hevur vitað av, at hann var í fólka- tinginum, so hevur fólka- tingsumboðið, Óli Breck- mann, gorrað og geylað á slíkan hátt, at hetta hevur skatt umdømi okkara. Við sínum sera víðgongdu og høgravendu úttaliisum um viðurskifti í ðrum londum, eitt nú Suðurafrika, hevur hann misbrúkt sess sín á fólkatingi. AT HANN harumframt hev- ur tíkið serføroysk mál úr hondunum á løgtingi og landsstýri fyri at leggja tey í hendurnar á donskum borg- arligum ráðharrum, ið hann fjeppast uppi í, ger bert skommina størri. VALID verður 8. september. Vit vilja heita å allar veljarar at venda sambands- og fólkafloksumboðunum baki og atkvøda fyri einum av valevnum javnaðarfloksins. Tá fáa vit aftur eina demo- kratiska redd í fólkatingi- num. Nr. 98 — 1. september 1987 HH Marionettin hjå Schliiter Harra blaðstjóri. Oftast plaga bod um val at koma í so góðari tíð, at tann einstaki politikarin hevur góða tíð at siga okk- um, hvussu nógv hann hevur gjert fyri okkum og framvegis fer at gera, meðan allir hinir onki hava gjørt og enn minni fara at gera nakað. Ein er fasistur, annar kommun- istur 0.s.fr. Men hesaferð tók Schliiter øll á bóli við bert trimum vikum sum frá- boðannarskotbráði. Týðuliga sæst á grein- unum hjá politikarunum, at okkurt skal fáast á pappírið, sum teir vóna, at fólk »hoppar uppå«. Pauli Ellefsen, sum ann- ars plagar at hava rætti- liga skemtiligar greinar i Dimmalætting, hevði á fyrstu síðu nú ein dagin hjálparleysa grein, har hann segði frá, at um hann verður valdur aftur á danating, vil hann vera líka so >slevur<, sum hann altíð hevur verið har. Marionettin hjá Schlút- er er eisini í tíðsneyð. Mikudagin í farnu viku hevði hann tó tíð til at hava eina eiturspræning í Dagblaðnum, har hann legði sitandi samgongu undir at hava oyðilagt skipsferaraútbúgving okkara, tí tey skulu hava svævað farmaskipaflota foroyinga. Rætt er, at skipsferara- útbúgvingin er í trupul- leikum og tað stórum, men tað er bíligt og er tekin um tervandi vitan bert at geva sitandi sam- gongu skuldina fyri hesar. Um politikararnir í staðin fyri teirra perfida ravna- króksklandur, sum fær sterri og sterri lut í teirra arbeiði, royndu at fylgja við, hvat fer fram á t.d. sjøfartsøkinum, so vildu teir havt rakt við, at STCW-konvensjónin varð viðtikin í 1978 og kom í gildi í 1984. Longu tá áttu tær aktuellur lógir og reglur, og saman teimum sjófartsskúli at verið í gongd. Hyggja vit nú at, hver sat í samgongu hesi árini, so nýtist ikki Dagblað- num at skylda Sosialin fyri at gráta rossatár, tí somu tár hjá Dagblaðnum eru so skróturr! Um nú hesi viðurskifti vóru greið til ta tíð, tey áttu at verið, so hevdu vit yvirhevur ongar trupul- leikar havt við skipsfør- aralæruni. Sum nú er sleppa teir ungu menninir, sum ætla sær á skipsferaraskúla, ikki út at sigla fyri at fáa ta kravdu 12-mánaða sigl- ingstíðina við farmaskipi, tí teir fáa ikki hýru, ikki bert tí at vit hava mist 6-8 skip (av 30-35). Burtursæð frá teimum, vit hava mist, so hava vit ongantíð átt so nógv farmaskip sum nú. Trupulleikin er líka so nógv tann, at teir ikki sleppa við útlendskum (helst donskum) skipum, av tí at politikararnir tey seinastu 10-12 árini hava sovið teimum meguleik- arnar burtur. Nógv tey flestu av teim- um donsku reiðaríunum vilja bert hava fulltiknar matrósar, og tað verður ein ikki, fyrr enn hevur verið 5 mánaðar á sjófarts- skúla, síðan hevur havt dekkstænastu umborð á farmaskipi í minst 18 mánaðar, harafturat í nógv (flestu?) førum 10 vikur á matrósskúla. Um vit framvegis áttu tey skip, sum eru farin undir hamaran, so vildu sjálv- andi tey dekksplássini, sum tey umboðaðu, verið teir meguleikarnar sterri, men tey hevdu langt frá loyst trupulleikarnar, sum skipsferaraútbúgvingin í letuni hevur. Hesir trupulleikar verða ikki loystir við at politik- ararnir, ístaðin fyri at lætta afturpartinum á, oysa hvenn annan undir í bukkuspannum, fyltum við persónligum hatri og ideologiskari »forvirring«. Í letuni verður alla staðni roynt at sleppa av við so nógva manning sum meguligt. Myndugleikar geva loyvi til at siglt verður við 25 - 50% ov lítlari mann- ing. Um hetta ikki verður hildið at vera nóg mikið, verða skipini >flaggað út<. Norðmenn hava heilt stóran part av sínum flota undir fremmandum flaggi, danir við og flestu aðrir eisini. Danir eru í ferð við eitt projekt, teir kalla »Pro- jekt Skib<. Hetta er eitt royndarskip á stødd 5000 - 7000 DWT, sum skal vera so automatiserað, at bert 6 (seks) fólk skulu vera við. Í 1961-62 var eg við skipið av somu stedd, har vóru vit 38 fólk umborð. Allur hesin fyri sjó- mannin óhugnaligi útvikl- ingur er hendur tey seinastu 10-15 árini, so tað er ikki bert sitandi sam- gonga, sum eigur at taka í egnan barm, men líka so væl tey, sum hava sitið frammanundan. ohe. Hví einki idnadarøki í Kollafirði? Hósdagin 20. august stóð stór grein í Dimmu, at einki eki til ídnaðar- bygningar verður í Kolla- firði. So kann ein spyrja, hví tað gongst so illa at fáa eki til tílíkar bygn- ingar. Um tað er at siga, at vit hava eitt bygdarráð, sum ongan útvikling vil hava í bygdini. Teir eru bangnir fyri, at tað kostar ov nógv, men tit skulu bert vita, at tað verður dýrari um tit bíða. Men tað duga tit ikki at hugsa. Tí fari eg at heita á allar mínar bygdar- menn, um at fáa henda bóndapolitikkin burtur, sum hevur herjað í bygd- ini í langa tíð, sum vit her í bygdini kunnu fáa meira av skafti. Tað gera vit best við at fara á val næstu ferð og velja nýggjar menn í bygdarráðið. borgari. gm pe