leygardagur 5. september 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
na
Á
(9)
EITT LIR ST ELP TS kt i LAM
AKASA II III RISIIA SARA RSS ARA II
í
Viðmerking til Osmund Justinussen
Mín meting av verkfallin-
um var og er framvegis, at
frá tí løtu, ið Havnar Ar-
beiðsmannafelag skrivaði
undir sáttmála, var
verkfallið eitt politiskt
verkfall. Tað var ikki eitt
stríð um len, men eitt stríð
um hvat verkamaðurin
skuldi brúka sína løn til.
Tað er greitt og skilligt
at sjálvandi fóru 10-11
túsund verkafólk í Før-
oyum ikki sum einasti
bólkur í samfelagnum at
góðkenna, at ein arbeiðs-
gevari skal ráða yvir pen-
inginum aftaná at hann er
tjentur.
Einasti myndugleiki
eftir mínum tykki, ið kann
áleggja landsins borg-
arum skyldur viðvíkjandi
peningi, sum er útgoldin,
er Feroya Legting, ið er
valt til tað sama.
Vikuskiftið áðrenn verk-
fallið var av hevdu Fiski-
mannafelagið og Reiðara-
felagið ein fund og av-
gjørdi Fiskimannafelagið
at heita á landsstýrið um
at steðga verkfallinum, tí
teir sóu heilt klárt, at her
var bara ein loysn, og tað
var at løgtingid kom upp í
leikin.
Reiðarafelagið gjerdi
onga formliga samtykt,
men teir vildu ikki heita á
landsstýrið um at fáa
verkfallið liðugt og fram-
gekk av tíðindatænastum,
at nú bleiv allur veiðiflotin
helst lagdur.
Mín meting var tá, og
hon er tað enn, at tað var
Skeivt at
arva vinnurætt
ábyrgdarleyst av reiðar-
unum soleiðis bara at
leggja flotan veið kei og
óbeinleiðis gera seg til
part í verkfallinum.
Um tað var so at tað
almenna als ikki var uppii
fígging av fiskiskipaflot-
anum, ikki gav stuðul til
fiskiskipaflotan, so hevði
ein væl ikki sagt nakað
um tað, men landskassin
er so nógv uppii alla-
staðni, at hann hevur
sjálvandi áhuga at vinnan
gongur og ikki hevur
áhuga fyri at skipini liggja
við kei.
Rokningin finnur altíð
veg til landskassan.
Sum eg havi skrivað
fyrr, so er eitt hvert hugs-
andi fólk í Feroyum
áhugað fyri at fiskivinnan
gongur og at hon gongur
so væl sum gjerligt. Tað
er har, at vit allir fáa okk-
ara úrteku, og at tosa um
hver ið betalir løn til
hvenn, tað er ógvuliga
barnsligt.
Eg skal líka rætta nøkur
ting, sum Ásmund
skrivar. Hann skrivar, at
eg havi segt at skipini
skulu takast frá reiðarun-
um, um teir ikki fiska nóg
væl. Tað havi eg ongantíð
sagt. Eg havi sagt, at tann
dagin ið vinnan ikki
verður væl rikin, so eigur
man at tala at, og vinnan
er ikki væl rikin, um
skipini liggja við kei.
Hvussu fiskieydnan er, ja,
tað er so ymiskt.
Eg havi eisini víst á í
fleiri av mínum greinum,
at vit í dag hava eitt
samfelag, har í tilfeingið,
ressursirnir eru av-
markaðir og teir mugu
nýtast á mest effektiva
hátt.
Samfelagið skal virka
og tað virkar best um
mest møguligt av fólki fær
nýtt síni evni best megu-
ligt. T.d. at innfera arva-
rætt uppá rættin til at
reka vinnu meti eg skeivt,
og sjálvsagt eisini skeivt
at sortera eftir politiskum
liti.
Vit eiga at halda uppat
við at ganga og meta
hvenn annan, hvussu
dugnaligir vit eru og
hvussu nógv vit stríðast.
Mær vitandi so stríðast øll
fólk í samfelagnum, hver á
sínum eki, og ikki bara
reiðarar í fiskiskipaflotan-
um. Sjálvsagt.
Eg haldi at eg fari at
minna Osmund
Justinussen á, at menn
sum hava sín uppruna í
verkamannastættini, sum
vit jú báðir hava, eiga at
hugsa um tá ið teir eru
komnir rættiliga høgt upp
í samfelagnum og hava
stóra ávirkan, so hava vit
enn meira skyldu enn
onnur at ansa eftir, at vit
ikki traðka hini á fingrar-
nar, sum royna at klatra
upp á tann garðin, har vit
eru komnir.
Vit eiga altíð at duga at
meta um, hvussu umsteð-
urnar eru, nær evni og am-
boð verða best nýtt til
SPIES FORD SESD CV PEOSRAS SÍ VIT KI
frama fyri hetta lítla sam-
felag, sum vit allir eru
partar í hver á sín hátt.
víkur, gjørdist upphæddin
til hvert barn ikki hon, vit
ætlaðu, men væl minni.
Hetta at barnastyrkurin
gjørdist minni enn ætlað,
tað eigur javnaðarflokk-
urin fulla ábyrgd av — um
rætt skal vera rætt!
At þpensiónirnar nú
hækkað og at avlamis-
pensión nú ikki verður
ávirkað av innteku hjá
hjúnafelaga, er eisini
nakað, sum vit fingu við í
samgonguskjalið. (Hetta
er eisini at finna í stevnu-
skrá okkara!) Hvat ser-
forsorgini viðvíkur fingu
vit við í samgonguskjalið,
m.a. at andveikraverndin
skuldi gerast ein náttúr-
ligur partur av almanna-
umsitingini. Vit legdu
eisini beinanvegin til
brots fyri at betra
umsteður teirra evna-
veiku, og fingu sett
pening av á fíggjarlógini
til leigu av Bústovninum í
Runavík. Nú er so farið í
gongd við bygging! Eisini
fingu vit við á fíggjarlóg-
ina Bústovnin á Sólteigi í
Havn.
Her er so bert nakað av
tí nevnt, sum Jákup
Lindenskov hetta leygar-
kveldið royndi at prýða
seg og flokk sín við.
Traditionen tro!
At hann so gjørdi hetta,
skal verða honum fyri-
givið. Ti tá »det gælder
om at være traditionen
tro« var tað hóast alt ikki
so óskiljandi, at umboð
javnaðarfloksins aftur
einaferð royndi at billa
Feroya fólki (veljaranum)
inn, at javnaðarflokkurin
ver garantur fyri sosialari
trygd« her á landi.
Men hesaferð var tað
»malplaserad« (burtur við)
hjá javnaðarumboðnum at
nýta tað nógva, sum er
hent á sosiala ekinum tey
seinastu trý árini, sum
valagn. Hetta er av
sonnum at undirmeta
veljaran og ósemuligt! Og
ikki minst, tá hugsað
verður um, at Jákup
Lindenskov sjálvur eitt
tíðarskeið sat sum al-
mannaráðharri og hevði
møguleikar at fremja
sosialar ábetur. Óivað
gjørdi hann tað eisini —
men ikki í nánd av tí, sum
landsstýrismaður Kristi-
liga fólkafloksins hevur
avrikað hesi trý árini.
Vit hava avrikað meira
uppá trý ár, enn tað sum
javnaðarflokkurin hevur
tosað um í eini 10-15 ár!
So óivað var tað upp á
tíðina, at Kristiligi
Fólkaflokkurin fekk
sosialmál at umsita.
Hetta sum her er sagt
skal ikki skiljast sum
sjálvrós, ei heldur sum
álop á javnaðarflokkin,
men er gjert í roynd at fáa
»tingini upp á plåss«.
Sjálvandi hevur
javnaðarflokkurin eins og
aðrir flokkar í samgonguni
avrikað og heiður av ávís-
um, ið framt er í hesum
valskeiði! Tí vildi tað
verið meiri náttúrligt og
politiskt reinari at egnt
(fiskað stemmur) við tí,
ið ein veruliga eigur
heiðurin av — hvat tað so
enn kann vera!
Hetta geldur eisini
Jákup Lindenskov og
javnadarflokkin!
Eidi 29. august 1987
Tordur J. Niclasen,
legtingsmaður.