Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 232 - 3. desember 2002 Nr. 232 - 3. desember 2002 5 C M Y K 5 4 Jólatræið á Vaglinum í Havn varð tendrað leygardagin. Samstundir vórðu onnur ljós, sum hongd verða upp til jóla, eisini tendrað. Býurin er í jólahýri JÓLATRÆ Edvard Joensen Væl av fólki var savnað í miðbýnum í Havn seinna- partin leygardaign, tá stóra jólaræið á Tinghúsvøllinum varð tendrað. Samstundis vórðu onnur ljós ymsa- staðni í miðbýnum eisini tendrað. Tað var sjálvur jólamað- urin, sum tendraði jólatræ- ið. Hann kom saman við trimum hjálparmonnum og ikki færri enn 12 smáum nissum við brandbilinum at tendra træið. Sjálvandi til æru fyri børnini, sum halda tað vera nógv stutligari, enn tá ein býraðspolitikari ella rithøvundur heldur eina mentaða røðu og tendrar træið. Hóast veðrið ikki var tað besta, fekk stóra mann- múgvan bara væl burturúr. Eit groft æl kom, júst tá tendrast skuldi, men tað fekk ikki rikið fólk burtur kortini. Eftir, at jólatræið var tendrað, spjaddist fólk í býnum. Onkur vitjaði yms- ar handlar, summi gingu bara og hugdu og lurtaðu, meðan onnur fóru ein túr á kondittaríið og annars gjørdi slíkt, ein ger í jóla- hýri ein slíkan dag. Ymisk onnur tiltøk vóru eisini í gongugøtuni hesa løtuna, so fólk fekk rætiliga hugnað sær, hóast veðrið hevði hug at halda nakað annað. Ljósini tendrað Hóast keðiligt veður var væl av fólki samankomið, tá jólatræið varð tendrað Mynd: Jens Kristian Vang KONSERT Eivør Pálsdóttir fer aftur í ár at hava sínar nógv um- røddu jólakonsertir. Tað er hugtakandi og hjartanem- andi, tá okkara fólkakæri sangfuglur syngur jóla- sangir, og kirkjukonsertirn- ar í fjør vóru nakað av tí størsta, tú kanst uppliva innan tónleik. Eivør fer í ár at hava tvær jólakonsertir, og tær verða í Havn og í Fuglafirði. Sam- an við gøtugentuni fara nakrir av bestu tónleikarun- um í Íslandi at spæla. Hetta er ein bólkur, sum Eivør hevur spælt í seinastu tíð- ina, og tey hava longu berg- tikið íslendingar við sínum framførslum. Eivør er ein tónleikaligur gullfuglur, og tað verður ferð eftir ferð staðfest á palli. Eivør hevur langt síðani fingið sítt fólksliga gjøgn- umbrot í Føroyum. Hon verður verið ein berandi kraft í bólkinum Clickhaze, sum hevur havt so nógvan undanvind seinastu tvey árini. Hon er eitt óhoyrt føroyskt sangtalent, sum eisini hevur tikið ummæl- arar uttanlands av fótum við sínum orkufullu og hugtakandi framførslum. Tónleikararnir, sum spæla saman við Eivør, eru: Petur Gretarson (trummur), Birgir Bragarson( kontra- bass) og Eddi Lauroson (el- gittar) Á jólakonsertunum fer Eivør at syngja kendar jóla- sangir, og Felagskórið Gøta/Leirvík fer at syngja við til tveir sangir. Í steðg- inum verður kaffi og rís- greytur at fáa, so tað verður rættur jóladámur á konsert- unum. Fyrra konsertin verður í Norðurlandahúsinum 7. december klokkan 19.30. Seinna konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði 8. december kl. 20.00 Atgongumerki fáast í for- sølu á Kunningarstovunum í Havn, Runavík og í Fugla- firði. Ársins jólakonsertir við Eivør