týsdagur 3. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 232 - 3. desember 2002
Nr. 232 - 3. desember 2002
7
– Viðhvørt er tað ein
tungur dansur at vera
saman við Havnini.
Men kollfirðingar
mugu venja seg við, at
nú melur alt seinni.
Men tað melur rætta
vegin, sigur Jákup
Sune Joensen, býráðs-
limur úr Kollafirði
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
– Eg fái dag og dagliga at
vita, hvussu ringt tað er at
vera saman við Havnini.
Jákup Sune Joensen er
býráðslimur úr Kollafirði í
Tórshavnar Býráði og hann
stendur dag og dagliga fyri
skotum
frá
ónøgdum
kollfirðingum.
Í Sosialinum leygardagin
greddi Rólant Christensen,
virkin fólkafloksmaður í
Kollafirði frá, at nógvir
kollfirðingar angraðu, at
teir høvdu lagt saman við
Tórshavnar Kommunu, tí
nú hendi onki í Kollafirði:
Tórshavnar
Kommuna
noktar vinnulívi í Kolla-
firði at byggja út, hóast
gamla bygdaráðið í Kolla-
firði hevði givið byggi-
loyvi. Gøtuljós verða ikki
skift, tá ið tey bresta, ítrótt-
arhøllin bleiv bara ein við-
fáningur av upprunaligu
ætlanini o.s.fr.
Rólant Christensen sei, at
ónøgdin hjá fólkafloksfólki
í Kollafirði var so stór, at
fólkaflokfelagið
varð
í
upploysn.
Og so skulu vit gera eina
rætting: Tað er ikki Norð-
streymoyar Fólkafloksfel-
ag, sum er í upploysn.
Fólkafloksfelagið í Kolla-
firði er ein deild av felagn-
um í Havn og tað er deildin
í Kollafirði, sum er í upp-
loysn.
Tá ið Kollafjørður legði
saman
við
Tórshavnar
Kommunu, slógu kollfirð-
ingar manngarð um eitt
vælevni til Tórshavnar Bý-
ráð og tað eydnaðist at fáa
Jákup Suna Joensen vald-
an.
Kæra sína neyð hvønn
dag
At kollfirðingar eru ónøgd-
ir, er als ikki ókent fyri
honum, tí hann sigur, at tað
er ikki dagur, at kollfirð-
ingar ikki venda sær til
hansara at kæra sína neyð.
Og í summum førum
skilir hann væl, at kollfirð-
ingar eru misnøgdir við at
hoyra undir Havnini.
– Eg skal vera tann fyrsti
til at viðganga, at í summ-
um førum er Tórshavnar
Kommuna tung at dansa
við og viðgjørt gongur tað
út av lagi strilti at fáa nakað
gjørt í Kollafirði.
Hann vísir á, at Kolla-
fjørður er ógvuliga víðfør
kommuna.
– Vit hava níggju kilo-
metrar av vegi í Kommun-
uni. Og at skipa fyri dag-
ligu røktini á so stórum
strekki av eini skrivstovu í
Havn, riggar ikki.
– Tí hava vit av øllum
alvi roynt at fáa ein komm-
unalan arbeiðsformann í
Kollafirði, sum kann hava
um hendi dagliga raksturin
av vegunum, vatnveitingini,
kloakkunum og øðrum
kommunulanum viðurskift-
um, soleiðis at gøtuljós
verða skift, veitir reinsaðar
og annað mangt, sum hoyr-
ir undir dagligu røktina.
– Tað hevur gingið alt ov
strilti. Men eg skilji, at er
við at koma undir land. Eg
veit bara ikki, um eg skal
trúgva tí, fyrrenn tað er
veruleiki. Eg veit bara tað,
at tað hevur skapt nógva
óneyðuga
misnøgd,
at
ongin arbeiðsformaður er í
Kollafirði, sigur Jákup
Sune Joensen afturat.
Melur seinni
Jákup Sune Joensen leggur
kortini dent á, at kollfirð-
ingar mugu ikki gloyma, at
teir eru komnir upp í Tórs-
havnar kommunu, ogsostatt
eru teir blivnir partur í ein-
um stórum apparati.
– Tí mugu teir eisini
venja seg við, at hjólini
mala nógv seinni nú, enn
tey hava gjørt. Teir mugu
venja seg við, at tann tíðin
er farin, táið kollfirðingar
kundu ringja til ein av
bygdaráðslimunum, hvørja
ferð ein trupulleiki av onkr-
um slagi tók seg upp og so
syrgdi
bygdaráðslimurin
sjálvur fyri, at málið varð
loyst – hóast mannagongd-
in neyvan var tann rætta í
øllum førum.
– Nú eru vit partur í eini
stórari umsiting, har fastar
mannagongdir eru fyri,
hvussu mál og trupulleikar
verða viðgjørd. Og tað
tekur tíð.
– Tað ber heilt einfalt ikki
til hjá hvørjum einstøkum
býráðslimi at loysa trupul-
leikarnar so beinleiðis, sum
bygdaráðslimirnir gjørdu
fyrr tí vit hava heilt einfalt
ikki rætt til at leggja okkum
út í tær umsitingarligu við-
gerðirnar.
Men so endurtekur hann,
at varð ein arbeiðsformaður
settur í Kollafirði at hava
dagligu røktina, varð heilt
nógv vunnið.
– Vit politikarar eru leik-
fólk og skulu einans taka
politiskar avgerðir. Annars
er kommunuraksturin rætti-
liga umsitingarligur, og tað
ber ikki til hjá politikarum
at leggja seg út í umsiting-
arligar avgerðir.
Tá ið Jákup Sune Joen-
sen hevur sagt hetta, leggur
hann afturat, at hóast hjól-
ini mala seint, so mala tey.
Og tey mala rætta vegin,
eisini fyri Kollfirðingar.
Tí heldur hann framvegis
fast við, at tað var rætt at at
leggja saman við Havnini.
– At tað gongur eitt sind-
ur strilti í fyrstuni er kanska
ikki so løgi. Men eg haldi
framvegis, at nógv er hent,
og nógv fer at henda í
Kollafirði, nú vit eru í
Tórshavnar Kommunu, enn
kommunnan her nakrantíð
hevði megnað, stóð hon
einsamøll.
Og tað eru nógv tung og
stór mál, sum eru og verða
framd í Kollafirði, og tað
tekur tíð.
Vit síggja fram til at fáa
ítróttarhøll- og tað er ikki
rætt, at hon verður nógv
minni, enn upprunaliga
ætlað.
– Tvørturímóti verður
høllin nógv størri enn ætl-
að. Høllin, sum liggur í
kortinum er sum tann inni á
Skála, har tað ber til at hava
køk og matstovu so at hon
eisini kann brúkast til
bygdarhús.
Samstundis verður skúlin
bygdur út, so at 8. og 9.
flokkur eisini kann vera í
Kollafirði. Og hús verða
eisini keypt til barnagarð í
Kollafirði.
– Og so slepst heldur ikki
undan, at tað er ómetaliga
nógv hent á havnalagnum í
Kollafirði, síðani vit komu
uppí, tí hon er ógvuliga
nógv útbygt.
Men Jákup Sune Joensen
dylir ikki fyri, at hann er
samdur við Tórshavnar
Býráð um, at virksemi, sum
skal vera á havnalagnum,
skal hava tilknýti til sjógv-
in.
– Tað er ótruliga óheppið
at byggja vanlig vinnuvirki
á havnarlagnum, tí so missa
vit møguleikan at seta virk-
semi á stovn, sum hevur til-
knýti til havið á havnar-
lagnum og tað má ikki
henda.
– Eru vit framsíggin, er
ikki rætt at gera vanligar
virkisbygningar á Havna-
lagnum, tí teir kunnu vera
allastaðni.
Býráðslimurin
heldur
kortini, at samskifti ímill-
um umsitingina hjá Tórs-
havnar Kommunu og koll-
firðingar
kundi
gingið
smidligari.
Kommunan
kundi brúkt meiri tíð uppá
at greitt kollfirðingum frá,
hvussu landið liggur, hel-
dur enn bara at møta upp vi
einum fútabanni, heldur
hann.
At kommunan eisini tek-
ur arbeiði frá privatu vinn-
uni, er Jákup Sune Joensen
partvíst samdur í.
– Kommunan hevur fólk,
sum skiftur gøtuljós og sum
gera ymisk arbeiði og tað er
ikki eitt, sum verður broytt
eftir einum degi. Men út-
gangsstøðið er, at so nógv
skal bjóðast út sum gjørligt.
Fekk onki gjørt
Jákup Sune Joensen hevur
hug at venda spurninginum
við og spyrja, hvat Kolla-
fjarðar Kommuna kundi
avrikað einsamøll.
Var
Kollafjørður
ein
kommuna fyri seg, hevði
hon ikki sloppið at bygt út
fyri meiri enn tríggjar ella
fýra milliónir um árið í
mesta lagi.
Og hetta er ein ógvuliga
dýr kommuna at reka, bæði
við
vegi,
vatnveiting,
kloakk og øðrum, tí hon er
so víðfør.
– Hvat skuldi hon gjørt
við havnalagið, sum skapar
okkum eitt ógvuliga stórum
virksemi
og
nógvum
arbeiðsplássum, bæði á
fiskavirkjum og eisini í
farmahavnini, sum ætlanin
er at byggja.
– Tey, sum halda, at
Kollafjørður skuldi verið
fyri seg sjálvt, mugu eisini
greiða fólki frá, hvussu
kollfirðingar fáa goldið
einar 80 milliónirnar aftur
fyri
nýggjan
skúla,
ítróttarhøll og annað, sigur
Jákup Sune Joensen.
Nú hevur tú sitið í bý-
ráðnum í tvey ár. Stillar tú
uppaftur?
– Eg veit ikki. Vit skulu
aldrin siga aldrin, men eg
haldi, at hetta er ótrúliga
strævið. Í mun til at vera á
Løgtingi, haldi eg, at hetta
at vera í Býráðnum er at
vera í so nær borgaranum, í
hvussu so er her í Kolla-
firði. Og tað krevur sín
mann.
– Tíverri halda mong, at
stingur ein trupulleiki seg
upp, er bara at ringja til
mín, so kan eg loysa hann
dagin eftir. Men soleiðis
virkar ein stór kommuna
ikki og tað er eitt, sum
kollfirðingar mugu læra
seg.
Hann sigur, at sum heild
roynir hann at vera rættvís-
ur í tí sum hann ger í bý-
ráðnum og roynir at gagna
tí stóru heildini so frægt
sum gjørligt. Og so slepst
neyvan undan at ganga ein-
staklingum ov nær við
hvørt.
– Men eg ætli ikki at lata
meg brúka til at tæna ser-
áhugamálum hjá nøkrum
og tað er greitt, at tað kann
geva tær nakrar fíggindar.
Men eg havi gjørt upp við
meg sjálvan, at eg ætli mær
ikki at lata ávísar borgarar
hava meg til tvøgu, tí tað er
lívið nógv ov stutt og
dýrabært til, sigur hann,
samstundis sum hann legg-
ur dent á, at nú hugsar hann
ikki um ávís fólk,
– Men eg kann ikki lata
tað ganga, at einstaklingar
trýsta meg til viðurskifti,
sum ganga mínari sam-
vitsku ov nær, tí tá ið eg fari
úr politikki aftur, skal tað
vera við góðari samvitsku,
sigur Jákup sune Joensen.
Vísa sína misnøgd hvønn einasta dag
– Eg fari ikki at lata ávísar borgarar brúka meg til tvøgu, tí tá eg fari úr politikki aftur, skal tað
verða við góðari samvitsku sigur Jákup Sune Joensen, sum ivast í um hann stillar uppaftur til
býráðsval
Leirvíkingar fingið viðurkenning
Faroe Marine Prod-
ucts í Leirvík, sum
turkar fiskahøvd til
útflutnings, hevur frá
útlenska keyparanum
fingið viðurkenning
fyri góða vøru
ÚTFUTNINGUR
Edvard Joensen
Turkað fiskahøvd í Leirvík
eru so mikið góð, at keyp-
arin hevur givið framleið-
aranum viðurkenning og vil
fegin hava meiri vøru frá
leirvíkingum.
Virkið
Faroe
Marne
Products selur alla sína
framleiðsslu til Nigeria, har
turkaðu høvdini verða brúk
til bót í fiskasúpan. Og
føroyingar arbeiða so mikið
væl, at teir standa seg í
kapping við aðrar.
– Vit hava fingið at vita,
at keyparin fegin vil hava
meira av okkara vørum,
samstundis sum onnur hava
fingið øvugt boð, sigur
Eirikur á Húsamørk, stjóri
á virkinum.
Hann sigur, at tey turka
alt, tey fáa, men kundu
saktans arbeitt meira, um
tilfarið var at arbeiða við.
Seinastu viku turkaðu tey
224 tons av høvdum sigur,
hann, men 240 tons hevði
heldur ikki staðið á at
turka, um tey vóru tøk.
Tað eru tey bara ikki, tí
ikki øll føroysk virki, sum
taka í móti fiski, lata høvd-
ini til Faroe Marine Prod-
ucts, sigur stjórin.
Aðrar keldur í fiskivinn-
uni siga seg vita, at tað eru
fyritøkur, sum heldur lata
høvdini fara til mjølfram-
leiðslu fyri eini 60 oyru/kg
enn at selja tey til turkingar.
Vórðu tey turkað, kundi
tann nøggdin, sum í dag fer
til mjøl, verið útflutt fyri
einar 30 milliónir krónur,
sigur kelda okkara.
Spurdur um hesi viður-
skifti sigur Eirikur á Húsa-
mørk bara, at tað eru onkur
virki, sum ikki hava hildið
tað verið møguligt at selja
teimum høvdini.
Um prísin á turkaðum
fiskahøvdum sigur Eirikur
á Húsamørk, stjóri á Faroe
Marine Products, at hann er
so mikið góður í løtuni, at
tað ber til at liva av tí, tey
selja.
Turkað høvd frá Faroe
Marine Prodicts eru so væl
dámd í Nigeria, at
leirvíkingar hava fingið
viðurkenning fyri góða vøru.
Keyparin vil hava meira
Mynd: Edvard Joensen
Nú byrja tær nógvu fram-
førslurnar og konsertirnar í
sambandi við at jólini
stunda til.
Í musikkskúlunum kring
landið eru einar hálvt-
hundrað
konsertir
í
desember mánað.
Mikukvøldið 27. nov-
ember var konsert í skúlan-
um á Viðareiði, har næm-
ingar leiktu á klaver, blokk-
floytu og violin, og kór á
skúlanum
sang
undir
leiðslu av Anitu Køtlum
Petersen.
Nógv foreldur og onnur
avvarðandi vóru komin at
lurta, og ljómurin var
góður.
Á teimum smærru pláss-
unum er javnan samstarv
millum fólkaskúla og mus-
ikkskúla, og soleiðis er
eisini á Viðareiði.
Musikklærari á Viðareiði
er Ljudmila Berezina, sum
býr og arbeiðir í Klaksvík.
Nógvar framførslur í
jólamánaðinum
Maria og Ljudmila á Viðareiði seinasta mikukvøld
C
M
Y
K
7
6