Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 232 - 3. desember 2002 Nr. 232 - 3. desember 2002 9 Televarpið hevur nú keypt ogninirnar hjá Rás Tórshavn, og 4. desember er liðugt við ókeypis tænastuni í høvuðsstaðnum SJÓNVARP Heri á Rógvi Jan Christiansen fyri Tórs- havnar býráð og Tróndur Djurhuus og Andras Róin fyri Televarpið skrivaðu fríggjadagin undir sáttmál- an, sum formelt selir ogn- irnar hjá Tórshavnar kommunu, ið nýtt hevur verið til at sent Rás Tórs- havn, til P/F Televarpið. Sáttmálin er verdur beint omanfyri 900.000 kr., og við hesum verður Rás Tórs- havn endaliga koyrt í søg- una. Tórshavnar kommuna sparir á leið eina millión um árið við ikki longur at skula gjalda fyri raksturin av Rás Tórshavn. – Við sáttmálanum hevur Tórshavnar kommuna tryggjað sær, at allir borg- ararnir hjá kommuni fram- vegis fáa eitt tilboð um fylgisveinarásir, sigur Tróndur Djurhuus. Televarpið er dóttirfyri- tøka hjá Føroya Tele. Tele- varpið fer í næstum undir at bjóða fylgisveinasjónvarp í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna hevur sannað, at tað verður ov kostnaðarmikið at gjalda fyri fylgisveinarásirnar í framtíðini, tá fleiri teirra eru farin at biðja um nógv- an pening fyri tænastuna. Tá byrjað varð við Rás Tórshavn var talan um eina ókeypis tænastu fyri borg- ararnar, og tað hevur eisini verið ókeypis allatíðina. Upprunaliga ætlanin var at forða fyri, at parabolir fóru at stinga seg upp í alla- staðni í høvuðsstaðnum. Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at býráðið hev- ur ásannað, at tíðirnar eru broyttar. – Parabolirnar eru vorðn- ar minni, og nú mugu vit eisini gjalda fyri næstan all- ar rásirnar. Tískil ber hetta seg ikki longur, sigur Jan Christiansen. 4. desember verður sløkt fyri Rás Tórshavn, og hetta verður tann endaligi endan á ókeypis sjónvarpi til borgarar í høvuðsstaðnum og í Nólsoy. Eftir 4. desember mugu borgarar keypa sær egna útgerð og frá egnum út- bjóðara, um teir ynskja at síggja fylgisveinasjónvarp. Ein teirra verður so Tele- varpið, sum í desember fer at senda ókeypis, men gjaldast skal fyri móttakar- an – á leið 2.000 kr. Verandi anntennur hjá fólki kunnu í flestu førum nýtast. Halda fram í Kollafirði Hóast yvirskriftin og alt annað talar fyri, at Rás Tórshavn nú telir sínar síðstu dagar, so er eitt undantak. Í Kollafirði verð- ur framvegis møguligt at síggja Rás Tórshavn. Tróndur Djurhuus greiðir frá, at Kollafjørður hevur sína egnu niðurtøkustøð til Rás Tórshavn. Inntil Tele- varpið verður klárt at senda í Kollafirði, so verður Rás Tórshavn framvegis á skíggjanum hjá borgarum í nýggjasta partinum av Tórshavnar kommunu. – Hetta er ein snøkil. Vit arbeiða við at finna útav, hvussu vit á bestan hátt kunnu senda til øll í Kolla- firði, og hetta krevur at seta nýggja sendiútgerð upp og broyta innstillingarnar, sig- ur Tróndur Djurhuus. Sum er síggja ikki øll í Kollafirði Rás Tórshavn, men ætlanin er, at øll skulu síggja Televarpið, og tískil skal ein tøknilig loysn finnast. Tað verður sambært stjóranum í Televarpinum ikki fyrr enn í komandi ári, at kollfirðingar fáa atgongd útboðið hjá Televarpinum. 3.000 boksir Hóskvøldið verður alment tendrað fyri sendingunum hjá Televarpið. Møguleiki verður so fríggjamorgunin at keypa eina av teimum nógv umtalaðu set-top boksunum. – Vit hava 3.000 á lagri, og fleiri eru á veg, sigur Tróndur Djurhuus. Prísurin fyri eina tílíka boks ella móttakara verður 2.195. Hesin prísurin er vegleiðandi. Tað er ikki fyrr enn tú ella tit hava keypt eina sovorðna boks fríggjamorg- unin ella seinni, at tit kunnu síggja Televarpið. Satsa upp á DR Enn er ikki alt leyst og lið- ugt við samráðingum og undirskriftum og øðrum í sambandi við rásirnar hjá Televarpinum, Sjálvur grundpakkin ella Televarpspakkin, sum hann alment verður kallaður, er klárur við 21 rásum fyri 179 kr. um mánaðin. Tríggir pakkar afturat koma eisini við ávíkavíst DR1 og DR2, Canal+ og ein við MUTV, sum er rásin hjá enska fótbóltsfelagnum Manchester United. Útboðið líkist tí hjá Canal Digital sera nógv. Prísstøðið liggur eisini á somu leið. – Canal+ fáa vit illa gjørt bíligar, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit satsa upp á at senda Dan- marks Radio fyri ein góðan prís. Tað er Danmarks Radio, fólk vilja hava, meira enn nakað annað, sigur Tróndur Djurhuus. Lesið meira um Televarp- ið í Sosialinum mikudagin. Rás Tórshavn í søguna Spenningur er í hæddini, nú endaligi Robinson-vinnarin skal finnast mána- kvøldið ROBINSON Heri á Rógvi Alt bendir á, at Robinson Ekspeditionen hevur nógv- ar hyggjarar í Føroyum. Í øllum førum hevur hendan sending so nógv at siga, at hugsingur ikki var um at sløkkja fyri TV3 hjá borg- arum í Tórshavnar komm- unu fyrr enn eftir Robinson finaluna. Hjá okkum er trupulleik- in tann, at hetta blaðið, ið tú nú situr og lesur, eitur týs- dagsblaðið, og tískil er spenningurin, Robinson og alt annað farið, tá fleiri tykkara lesa hesar reglur. Blaðið verður tó prentað kl. 14 mánadag, og mong lesa blaðið sama kvøld, og tískil hildu vit ikki, at tað var heilt burturvið at skriva nøkur orð um hesa væl umtóktu kapping. Sum flest øll vita, snýr sendingin seg um, at nøkur fólk eru koyrd á eina óbygda oyggj, har tey so skulu liva og uppihalda sær. Ein fyri og annar eftir verða tey atkvøtt av oynni. Við nógvum serskøltum hava framleiðararnir funnu fram til júst tað røttu uppskrift- ina til sjónvarpssendingar, ið halda hyggjaran at skíggjanum. 1 mió. hyggjarar Hjá danska TV3 er Robin- son Ekspeditionen nógv tann best umtókta sending- in, ið rásin nakrantíð hevur sent. Sendingin kom av fyrstan tíð á skíggjan í Svøríki – á TV3 Svøríki. Sendingarnar vaktu ans allastaðni, og fólk í øllum aldri settust frammanfyri skíggjan í stórum tali. Ikki minst vakti tað ans, tá tann fyrsti, ið varð send- ur heim í svenskum send- ingunum, seinni tók lívið av sær. Sendingin setti eisini rættiliga ferð á tær sokall- aðu reality-røðirnar, ið eis- ini rúma Big Brother og øðrum. Robinson er eisini selt til USA, har tað so sannliga eisini hevur vakt ans. Í Danmark hava fýra kappingar verið undan hes- ari. Hendan kappingin í ár verður søgd at vera tann endaliga, har vinnarin fer avstað við einari heilari millión í skjáttuni. Fleiri enn ein millión hyggjarar hava hvønn mánadag sæð kappingina í Danmark, og áhugin er sum sagt eisini stórur. Í finaluni í kvøld skulu Lone, Ørum og Kløcker dystast um millónina. Fin- alan byrjar kl. 19. Finna Robinson-vinnaran Tað verður ein av hesum trimum, sum fer avstað við einari millión skattafríari, tá finalan í Robinson hevur verið mánakvøldið Mynd:TV3 F.v. Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, Andras Róin, nevndarformaður í Televarpinum, og Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, staðfesta avtaluna millum kommununa og P/F um sølu av ognum til víðari varping Fríggjadagin hevði Studentaskúlin í Hoy- dølum evnisdag um sorg. Talan var um ein heilan dag, sum var settur av at viðgera evnið, og mett verður, at nógv læruríkt og gott er fingið burtur- úr EVNISDAGUR Ingrid Bjarnastein Studentaskúlin í Hoydølum skipaði fríggjadagin fyri stórum evnisdegin um sorg. Evnið er ein liður í eini til- búgvingarætlan fyri lærar- arnar á skúlanum, og henda dagin vóru næmingarnir tiknir við, har teir fingu møguleika at gera viðmerk- ingar og koma við uppskot- um. – Skúlin varð býttur upp í tvey. Ein bólkur hugdi eftir einum filmi um tað at missa, meðan hini vóru til ein fyrilestur hjá Onnu De- bes Hentze, sálarfrøðingi, um ymsar fasur í sorgini, sigur Mads A. Winther, rektari. – Aftaná var ein saman- umtøka við øllum næming- unum og lærararunum, har tíð varð til at seta spurning- ar og taka evnið um til diskussión. Rektarin metir, at dagur- in var væl móttikin. Undir- tøkan var eisini ógvuliga góð. Tilbúgvingarætlan Hesin evnisdagurin er ein liður í eini tilbúgvingarætl- an, sum sorgarbólkurin á skúlanum hevur staðið fyri. Henda tilbúgvingarætlan umfatar leiðbeiningar um, hvussu farast skal fram tá onkur, sum er knýttur at skúlanum, tað verið seg bæði starvsfólk og næm- ingar, kemur út fyri álvar- samari sjúku – antin sjálvur ella í familjuni. Eisini greiðir tilbúgvingarætlanin frá, hvussu mannagongdin er, um onkur, knýttur at skúlanum, missir ein familjulim. – Evnið er heilt vist við- komandi. Í einum flokki vóru tað trý, sum høvdu mist annað foreldrið á ung- um árum, so tað vóru fleiri, sum vóru ávirkað av hes- um, greiðir Mads A. Winth- er frá. Hann leggur afturat, at bara fyri tveimum árum síðani misti skúlin eina lærarindu, og ein evnisdag- ur sum hesin, fyrireikar skúlan uppá, at slíkt kann væl koma fyri. Rektarin sigur at enda, at tað eru fleiri skúlar í landi- num, sum hava tikið hetta evnið upp, og afturmeld- ingarnar um dagin hava bara verið positivar. Samstarvið millum tónleikafelagið Sjey00 og KÍ heldur uppat við árslok. Hetta hev- ur við sær, at dansur- in í Lognbrá, ella Borgini, sum tað nú verður kallað, verður steðgaður DANSUR Ingrid Bjarnastein Við árslok sleppur tón- leikafelagið Sjey00 ikki longur at halda til í Borgini – fyrrverandi Lognbrá. Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi ungdómurin í Klaksvík bart, tí tey undir 18 ár ikki høvdu nakra staðni at fara í dans. Tá tón- leikafelagið Sjey00 varð stovnað byrjaði tað aftur við dansi í Lognbrá, sum tá broytti navn til Borgin. Hetta var gjørt í samstarvi við KÍ. – Tað var av fyrstan tíð avtalan, at vit bara skuldu verða har fyribils, so hetta kemur ikki óvart á okkum, sigur Gulli Johansen, for- maður í Sjey00. – Vit vistu tað so longu frammanundan, men tað sjálvandi keðiligt, tí vit høvdu vónað at kunna hild- ið áfram eitt sindur afturat. Hetta vil siga, at framyvir fara konsertirnar hjá Sjey00 at vera í Atlantis, tí tað er onki annað stað í Klaksvík, sum er egnað til slík tiltøk. – Eg vóni, at ungdómurin fer at taka tað pent og ikki gera nakað býtt, nú vit verða koyrd út á gøtuna aftur. Sjálvandi verða tey helst, men vit mugu fara at leita eftir nýggjum hølum, sigur Gulli, sum vísir á, at tað eru ongi høli tøk, sum ikki krevja ábøtur. Gulli væntar, at tað verð- ur ógvuliga ringt at finna nýggj hølir, men tónleika- felagið fer at gera sítt ítarsta fyri at finna okkurt nýtt. – Teir í KÍ hava eisini tos- að um, at møguliga minka høllina til onkur tiltøk, so tað stendur enn eisini opið, sigur Gulli Johansen, formaður í Sjey00 at enda. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Leygarmorgunin klokkan 4.40 var ein 16 ára gamal drongur tikin. Hann koyrdi ein bil, og sjálvur var hann eisini ávirkaður av rús- drekka. Hetta málið verður viðgjørt, sum eitt vanligt, tá tað kemur til rúsdrekka- koyring, verður upplýst av politistøðini í Havn. Annars var ein annar før- ari, sum varð tikin fyri rús- drekkakoyring. Hann hevði rent á ein bil og var stungin av. Politiið kom fram á mannin seinni. Hann mint- ist onki, og noktaði, at hann hevði koyrt bilin. Politiið í Havn sigur ann- ars, at stak friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Nakr- ir hava verið í brummuni og sovið rúsin av sær. Uppi í Dagstovninum í Hoyvík hevði onkur tó ver- ið og gjørt um seg. Har vóru fleiri rútar brotnir í eini útistovu, og træverkið var eisini brotið á fleiri støðum. Harumframt høvdu gerningsmenninir eisini brotið ventilatións- hettuna. Hvørjum standi gerningsmenninir hava ver- ið í, dugir politiið ikki at meta um, men fleiri høvdu spýð runt á økinum hjá Dagstovninum, so har var eitt sindur av upptakingar- arbeiði. Evnisdagur um sorg í Hoydølum Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um tær ymsu fasurnar í sorgini Mynd: Jens Kr. Vang Fríggjadagur var stórur evnisdagur uppi í Hoydølum. Evnið var sorg, og frætt verður frá skúlanum, at undirtøkan var góð Mynd: Jens Kr. Vang Sjey00 og KÍ: Samstarvið heldur uppat Tónleikafelagið Sjey00 verður við árslok koyrt út á gøtuna. Dansurin, sum felagið hevur skipað fyri í Borgini, fyrrverandi Borgini, heldur tá uppat. Savnsmynd 16 ára gamal koyrdi fullur C M Y K 9 8