týsdagur 3. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 232 - 3. desember 2002
Nr. 232 - 3. desember 2002
11
Um vikuskifti var ár-
liga jólasølan, sum
Føroya Heimavirkis-
felag skipar fyri, hild-
in í Badmintonhøllini
í Havn. Umleið 50 fólk
sýndu fram og seldu á
ymsu básunum, og
nógv fólk vitjaði
stevnuna.
JÓLASØLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Eitt afturvendandi tiltak, nú
tað styttist til jóla, er árliga
jólasølan, ið Føroya Heima-
virkisfelag skipar fyri. Í ár
var 9.ferð, at tiltakið varð
sett á skránna.
Hesaferð vóru umleið 50
fólk úr øllum landinum í
Badmintonhøllini og sýndu
fram og seldu sína heima-
gjørdu vøru. Áhugin fyri at
sleppa at vera við var tó
størri enn so, men pláss var
ikki fyri fleiri.
Umleið 490 limir eru í
Føroya
Heimavirkisfelag
kring landið, og seinnu árini
eru eisini fleiri ung komin
við í felagið.
– Tað tykist, sum um
heimagjørt er vorðið mod-
ernað aftur, og vit fáa fleiri
og fleiri ungfólk sum limir í
felagið, sigur Jórun Vang, ið
er virkin í Føroya Heima-
virkisfelag.
Árliga tiltakið í Badmin-
tonhøllini er fyrst og fremst
ætlað sum ein møguleiki hjá
fólki, ið fáast við tílíkt, at
sleppa av við sína vøru, eins
og endamálið er at skipa
fyri tveimum hugnaligum
døgum, har fólk kunnu
koma saman.
Tað kostaði einki at koma
inn til jólasøluna, ið var væl
vitjað. Serliga sunnudagin
var høllin full av fólki.
– Eg haldi, at fólk eru
glað fyri hetta tiltakið, og
hugna sær við at ganga mill-
um borðini og hyggja at
ymsu heimagjørdu vøruni,
kanska fáa sær ein kafffi-
munn, og annars práta við
fólk. So eingin ivi er um, at
jólasølan eisini verður aftur
á skránni næsta ár, sigur
Jórun Vang.
Fyri Føroya Heimavirkis-
felag skal tiltakið við jóla-
søluni einans hvíla í sær
sjálvum, meðan luttakarar-
nir fáa tað burturúr, ið tey
megna at selja báðar dag-
arnar.
Jólasølan royndist væl
Líkt er til, at brota-
sjógvarnir ímóti P/F
Vágatunnilin eru um
at leggja seg, eftir at
felagið fríggjadagin
kunngjørdi nýggjar
og væl bíligari prísir
fyri at nýta fasta sam-
bandið undir Vest-
mannasund. Nú fer
tað at bera til hjá
vágafólki og øðrum at
koyra ígjøgnum fyri
56 krónur hvønn veg-
in, sum er væl bíligari
enn prísirnir við
Strandferðsluni um
sundið. Tó er ynski
framvegis um bíligari
prísir fyri tey, sum
dagliga skulu nýta
tunnilin
VÁGATUNNILIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir mikið rok og nógvar
fundir í góðar tvær vikur
gjørdi P/F Vágatunnilin
fríggjadagin av at broyta
prísirnar fyri at nýta undir-
sjóvartunnilin, longu áðr-
enn tunnilin verður tikin í
nýtslu, týsdagin í næstu
viku.
Við nýggju og broyttu
prísunum verður tað væl bí-
ligari at koyra undir Vest-
mannasund, enn tað í dag
kostar at sigla um sundið.
Leiðslan fyri P/F Vágatunn-
ilin segði í tíðindaskrivi
fríggjadagin, at felagið hev-
ur fylgt við í umrøðuni av
nýtslugjaldinum í fjølmiðl-
unum, og hevur eisini havt
samband við einstaklingar,
flutningsfyritøkur, tinglim-
ir, politiskar flokkar og
kommunalpolitikarar í Vág-
um. Og m.a. við støði í hes-
um hevur P/F Vágatunnilin
gjørt av at endurskoða prís-
irnar, ið felagið kunngjørdi
14. nov. Nú verður mett, at
400 bilar í meðal fara at
nýta tunnilin um samdøgr-
ið, og harumframt verður
ein royndaravsláttur uppá
15 prosent latin, í fyrstu
syftu fram til 31. marts.
Eisini sigur felagið seg hava
endurskoðað rakstaratølini
og er komið til ta niður-
støðu, at við at leggja rakst-
urin saman við tí hjá P/F
Norðoyatunnlinum ber til at
lækka rakstarkostnaðin av
Vágatunnlinum úr 20 milli-
ónum niður í 18,5 milliónir
krónur um árið.
Tá tunnilin letur upp 10.
desember, fer ein túrur við
persónbili at kosta 188
krónur aftur og fram, ella
94 krónur hvønn vegin. Við
fimmtúra korti fer tað at
kosta 75 krónur hvønn veg-
in,
meðan
kostnaðurin
verður 56 krónur, um tú
hevur 20-túra kort.
Eisini
stóru
bilarnir
sleppa væl bíligari enn upp-
runaliga ætlað, og tað kem-
ur serliga væl við hjá
vinnulívinum í Vágum.
Nøgdir tingmenn
Vágatingmenninir Jóanis
Nielsen og Marjus Dam eru
sum heild væl nøgdir við
endurskoðaðu
prísirnar.
Báðir føra teir fram, at
ynski hjá vágafólki var at
fáa eina generella príslækk-
ing, ið ger mun, umframt at
vinnan mátti sleppa bíligari.
Hesi ynski hevur leiðsla og
nevnd fyri P/F Vágatunnilin
gingið á møti, og í flestu
førum verður tað bíligari
hjá vágafólki og øðrum at
nýta
undirsjóvartunnilin
enn at nýta verandi ferju-
samband. Harumframt má
so havast í huga, at nú slepst
undan mangan drúgvu bíði-
tíðini báðu megin sundið,
føra tingmenninir fram.
Hóast P/F Vágatunnilin
hevur boðað frá, at talan
bara er um ein royndarav-
sláttur uppá 15 prosent,
hetta til 31. marts, og at
prísurin fer at hækka aftur,
vísir tað seg at grundarlag
ikki er fyri lága prísinum, so
eru tingmenninir sannførdir
um, at prísirnir fara at
halda, tí ferðslan verður í
hvussu so er 400 bilar um
samdøgrið.
Hóast teir eru væl nøgdir,
so meta bæði Jóanis Nielsen
og Marjus Dam at ein serlig
skipan eigur at setast í verk
fyri pendlarar, tað eru tey, ið
dagliga skulu nýta tunnilin
fyri at sleppa til og frá
arbeiði. Teir kundu hugsað
sær einhvørja skipan við
einum mánaðarkorti fyri
henda bólk, og vísa á, at
hóast prísirnir eru lækkaðir,
so skulu fólk, ið koyra við
egnum bili gjøgnum tunnil-
in hvønn dag til arbeiðis,
framvegis gjalda væl yvir
2000 krónur um mánaðin
fyri hetta. Og tað er ov mik-
ið, meta vágatingmenninir.
Broyta ferðastuðulin
Ein annar spurningur, ið
Jóanis Nielsen og Marjus
Dam ætla sær at viðgera við
Karsten Hansen, landsstýr-
ismann í fíggjarmálum, er
at broyta ferðaískoytið, ið
verður latið til fólk, ið
búgva í einum parti av land-
inum, og arbeiða í øðrum
parti. Umframt at lands-
kassin í dag letur ávíst gjald
fyri hvønn kilometur, fólk
hava til arbeiðis, er frástøð-
an meira enn 15 kilometrar,
so fáa fólk eisini nakrar
krónur í stuðli til at gjalda
fyri ferðaseðilin við skipun-
um hjá Strandferðsluni,
skulu tey um firðir og sund
til arbeiðis.
Men nú vágafólk ikki
longur skulu um sundið,
men í staðin kunnu koyra
undir sundið, halda vága-
tingmenninir tað vera rími-
ligt at broyta ferðastuðulin,
so fólk, ið til dømis búgva í
Vágum og arbeiða í Havn,
eisini fáa stuðul fyri at koyra
gjøgnum Vágatunnilin.
Marjus leggur upp-
skot fyri tingið kortini
Seinastu vikurnar hava
vágatingmenninir hótt við
at leggja uppskot fyri løg-
tingið, fór prísurin ikki at
broytast munandi.
Marjus Dam sigur, at
hann framvegis ætlar sær at
leggja uppskot fyri tingið,
hóast broytta prísin. Marjus
Dam førir fram, at fram-
vegis metir, at ov stórur
partur av kostnaðinum og
rakstrinum skal fíggjast við
nýtslugjaldinum,
tvs.
í
størsta mun av vágafólki. Tí
fer hann at skjóta upp, at 40
krónur verða lagdar omaná
ferðaavgjaldið, tá fólk ferð-
ast uttanlands umvegis
flogvøllin. Hetta gjald er í
dag 120 krónur. Hann vísir
á, at umleið 80.000 fólk
ferðast av landinum um ár-
ið, og tí hevði ein hækking
uppá 40 krónur givið eina
inntøku uppá 3,2 milliónir
krónur, ið skuldu farið til
P/F Vágatunnilin.
Broyting fyri
Strandferðsluna
Á Strandferðsluni eru tey í
løtuni í holt við at rokna av
nýggjum, hvat prísbroyting-
in hjá P/F Vágatunnilin fer
at merkja fyri ferðaseðla-
kostnaðin við Bygdaleiðir
vestur í Vágar. Reidar Nón-
fjall, stjóri á Strandferðsl-
uni, væntar, at tey verða
klár við nýggjum prísum
seinni í vikuni.
Royndaravslátturin upp á
15 prosent er íroknaður
prísin. P/F Vágatunnilin
hevur boðað frá, at hesin er
fyribils galdandi til 31.
marts næsta ár.
Vágafólk nøgd við broyttu prísirnar
Endurskoðaðu prísirnir fyri at nýta Vágatunnilin.
Talan er um prísin annan vegin:
1 túr
5-túra
20-túra
kort
kort
Bilar,
styttri enn 6 m
94 kr
75 kr
56 kr
Bilar, 6-12,4 m
459 kr
367 kr
275 kr
Bilar, yvir 12,4 m 6
89 kr
551 kr
413 kr
Fakta
Á tíðindafundi 14.november almannakunngjørdi leiðsla og nevnd í P/F Vágatunnilin prísirnar
fyri at nýta fasta undir Vestmannasundi. Men eftir hart trýst í góðar tvær vikur varð prísurin
fríggjadagin endurskoðaður og lækkaður munandi.
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv var at fáa á árligu jólasøluni hjá Føroya Heimavirkisfelag í Gundadalshøllini um viku-
skifti. Umleið 50 fólk úr øllum landinum sýndu fram og seldu sínar vørur á stevnuni, ið varð væl
vitjað.
Mynd: Jan Múller
Ein kafé, har borðreitt
verður við bókum.
Soleiðis kann árligi
bókadagurin hjá Rit-
høvundafelagnum
best lýsast. Fólk fingu
høvi at práta við rit-
høvundar og síggja
nýggjastu bøkurnar,
sum eru komnar til
jóla.
BÓKADAGUR
Ingi Rasmussen
Fólk gingu og kagaðu í bøk-
ur, lurtaðu eftir upplestri og
samrøðum við rithøvundar
ella nýttu høvi at spyrja
høvundan, hvat tað í grund-
ini var hann meinti við.
Tað var leyst og hugna-
ligt, tá árligi bókadagurin
varð hildin í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin. Hetta
er annað árið, at Rithøv-
undafelagið skipar bóka-
dagin sum eina kafé, og tað
tykist teimum, sum drekka
bøkur, at dáma væl.
Hetta er kortini eisini ein
sølustevna, sum skal skapa
ein so frægan áhuga fyri
bókunum, at fólk fáa hug at
keypa tær.
Bókasølan í SMS stendur
fyri at seta framsýningina
upp, og stjórin Kári Árting
heldur, at dagurin eisini
hevur týdning fyri handl-
arnar.
– Fjølmiðlarnir gera ikki
nógv burturúr føroyskum
bókum. Tað er nærum tøgn,
tá ein bók kemur út, og bara
hendinga ummæli síggjast.
Við einum slíkum bókadegi
fáa vit vent bókunum og
tikið samanum útgávurnar,
sigur Kári Árting.
Fleiri fólk í ár
Nakað væl fleiri fólk
vitjaðu bókadagin í ár, og
hetta er eitt frálíkt høvi hjá
rithøvundum at gera vart
við seg.
Skráin var góð og rúgv-
usmikil, og barna- og ung-
dómsbøkurnar vóru væl
umboðaðar.
Brynhild
Andreasen
og
Sólrun
Michelsen lósu og søgdu
frá teirra nýggjastu bókum.
Siðsøguligar bøkur hava
altíð havt serliga stóran
áhuga
í
Føroyum,
og
áhugavert var at hoyra
Ingrid Sondum práta við
systkini Elina og Axel
Mortensen um tíðina, tá tey
vuksu upp á Tvøroyri.
Yrkingasøvnini
hava
havt eitt gott ár. Á bóka-
degnum lósu Niels Uni
Dam og Steinbjørn B. Jac-
obsen úr sínum nýkomnu
yrkingasøvnum, og prátað
var við Jóanes Nielsen um
hansara skaldskap.
Bókin livir
Bókasølumaðurin heldur,
at føroyska bókin livir væl
eftir umstøðunum, men
saknur er í einari nýggjari
skaldsøgu.
– Tað stendur bara væl
til. Serliga barnabøkur og
siðsøguligar bøkur koma
nógvar út. Nøkur yrkinga-
søvn eru eisini komin út,
men tíverri er ongin rættilig
skaldsøga komin út í ár, og
sæð burtur frá Harry Potter,
sum serliga er til barnsligar
sálir, so er heldur ongin
týdd. Tað er ikki lætt at
skriva skaldsøgur, og før-
oyski marknaðurin er næst-
an ómøguligur at arbeiða á,
tí hann er so lítil, sigur Kári
Árting.
Á bókadegnum legði Rit-
høvundafelagið
eina
nýggja heimasíðu á inter-
netinum fram. Hon er at
finna á www.rit.fo.
Tey drukku bøkur
Kári Árting (vm) fær sær eitt
prát um yrkingasavnið hjá
Niels Una Dam »Rótleys
tøgn«
Mynd: Jens K. Vang
Tá deyðin er
ein drívmegi
»Deyðin er drív-
kraftin« er heiti á
nýggjum
greinasavni eftir
Jógvan Isaksen.
Tittulin sipar í
mestan mun til
skaldskapin hjá
Williami Heinesen,
sum helvtin av
bókini snýr seg um.
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
Deyðin er ikki fremmand-
ur, men ein fylgissveinur,
sum altíð er í nánd.
Soleiðis sigur Jógvan
Isaksen um skaldskapin
hjá okkara heimskenda
tjóðarskaldi,
Williami
Heinesen, sum er høvuðs-
evni í nýggja greinasavn-
inum hjá Jógvani.
Hóast skaldskapurin hjá
William Heinesen altíð er
ógvuliga gjøgnumhugs-
aður og medvitin um
skrivingina í sjálvum sær
– og á tann hátt modern-
aður – so er tann aldar-
gamla vitanin um kom-
plementaritet millum lív
og deyða í óvanligan mun
partur av sama ritverki,
greiðir Jógvan frá.
Tveir javnaldrar og vin-
menn hjá Williami Heine-
sen eru eisini umboðir í
savninum. Teir eru Jørg-
en-Frantz Jacobsen og
Heðin Brú. Eisini er grein
um skemt í føroyskum
skaldskapi og ein umrøða
av ævintýrhøvundunum
C.S. Lewis og Roald
Dahl.
At enda fevnir greina-
savnið eisini um tríggjar
persónligar greinir um at
skriva krimi, um at um-
mæla og um ein krimiser-
frøðing úr Vági, sum
hevur havt fittan týdning
fyri Jógvan Isaksen.
Permumyndina
til
»Deyðin er drívkraftin«
hevur William Heinesen
gjørt. Mentunargrunnur
Studentafelagsins
gav
bókina út. Hon er 199
síður og kostar 250 krón-
ur.
Fullfíggjaðar
løtur
Bókarøðin »Meðan
løtur líða« eftir
Marionnu Debes
Dahl er fullfíggjað,
nú triðja bókin
kemur út.
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
– Vit skreiddu eisini í
bankabrekkuni.
Tað
minnast helst nógv í dag.
Og tá var bara ein bilur.
So skuldi ein standa niðri
hjá Frants Restorff og
rópa: »Bilurin, bilurin!
Nú kemur bilurin!« So
máttu vit steðga. Tað var
einki, sum æt.
Soleiðis greiðir Rigmor
Restorff frá í triðju bókini
í bókarøðini »Meðan løt-
ur líða«, sum Marianna
Debes Dahl hevur skriv-
að.
Bókarøðin byggir á eina
sendirøð, sum Marianna
fyri nøkrum árum síðan
skipaði fyri í Útvarpi Før-
oya.
Sendingin fevndi um
samrøður við tjúgu fólk,
sum eru fødd millum
1906 og 1924. Tey greiða
frá gerandisdegnum tíð-
liga í síðstu øld. Hesaferð
eru evnini eitt nú spøl úti
vetrarhálvuna,
skúlin,
jarðarferðir og jól.
Fyrsta bókin í røðini
kom út í 2000, onnur í
2001 og nú triðja bókin
kemur út, er bókarøðin
fullfíggjað.
Bókin er skrivað í bein-
leiðis talumáli, og tað
kennist sum at sita í
hugnaligari stovu og lýða
á, meðan tey gomlu leita
aftur í tíð. Hjá teimum,
sum eldru er, vekir bókin
gomul minnir, og hjá okk-
um, sum yngru eru, er tað
læruríkt at frætta, hvussu
tað einaferð var.
Í bókini eru 64 myndir
frá fyrra parti av farnu
øld. Úr fotomynd hjá
Petru í Koytu hevur Ingi
Joensen evnað kápuna.
Forlagið Fannir gevur út,
og bókin fæst bara inn-
bundin. Hon er 145 síður
og kostar 220 kr.
Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum
hevur gjørt av at
heiðra Føroya Spari-
kassa fyri at hava gjørt
høvuðsskrivstovuna
Yviri við Strond
atkomiliga fyri øll
VIÐURKENNING
Ingi Rasmussen
MBF heldur, at Føroya
Sparikassi hevur uppiborið
eitt herðaklapp.
Á altjóða handikapdegn-
um, sum er í dag 3. desem-
ber, fær Sparikassin eina
viðurkenning fyri at hava
gjørt nýggja høvuðsbygn-
ingin Yviri við Strond, sum
varð keyptur frá Føroya
Fiskasølu, fyrimyndarliga
góðan hjá fólkum við breki.
Viðurkenningin til Føroya
Sparikassa verður givin við
hesi grundgeving:
»Føroya sparikassi hevur
umbygt bygningin, so hann
er atkomiligur fyri øll. Við
at gera bygningin so at-
komiligan, er møguleiki
bæði at vera kundi og
starvsfólk uttan mun til
førleika.
Føroya Sparikassi og
hugburður hansara kann
verða ein fyrimynd fyri
onnur, tá bygging, umbygg-
ing og onnur atkoma skal
fremjast, so luttøka í sam-
felagnum kann tryggjast
øllum.«
Herfyri sóknaðist MBF
eftir góðum uppskotum til
viðurkenningina.
– Fýra onnur góð upp-
skot komu inn, og tað er at
fegnast um, sigur Anna
Suffía Durhuus, dagligur
leiðari á MBF.
Hini uppskotini verða al-
mannakunngjørd á Altjóða
Handikapdegnum.
Føroya Sparikassi fær herðaklapp
C
M
Y
K
11
10