Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 232 - 3. desember 2002 Nr. 232 - 3. desember 2002 13 Kollafjørður kom undir Tórshavnar Kommunu í hes- um valskeiðnum, og sum verða man, so vil altíð ganga báðar vegir. Okkurt verður verri fyri kollfirð- ingar, enn teir eru vanir við, við tað, at man verður partur av einari størri skipan, har alt er meira ópersón- ligt. Vónandi er tað tó so, at fyrimunirnir við at verða partur av einari størri kommunu útviga vansarnir. Í bløðunum sæst, at kollfirðingar eru ónøgdir við ymisk viðurskifti, og onkur hevur hug at geva kommunusamanleggingina skyldina av øllum ti, sum er galið. Hetta er skeivt, tí tað nðtist ikki at verða Tórshavnar Kommuna sum so, ið er trupul- leikin – í hvussu so er ikki í øllum førum. Tórshavnar kommuna hevur ein borgarstjóra úr Fólkaflokkinum, ið er størsti flokkur í Tórshavnar bðráð, og ongastaðni í kommununi fekk Fólkaflokk- urin so dygga undirtøku sum júst í Kollafirði. Tá man fyrr valdi umboð í Kollafjarðar Bygdarráð, so vóru listarnir ópolitiskir, og personligir eginleikar taldu alt. Nú velja kollfirðingar politiskt til bðráðið, og tað kann ikki koma óvart á nakran, at munur er á flokkunum. Einstaklingar kunnu vera bæði dugna- ligir og fryntligir, sum fólk flest, men ikki broytir tað, at ymiskt er, hvat verður raðfest í teimum ym- isku flokkunum. Eisini eigur man at minnast til, at ein persónur formáar sær ikki nógv, um flokkurin vil tað øðrvísi. Undanfarni borgarstjóri gav nøkur lyfti til kollfirð- ingar undan samanleggingina, ið núverandi býráðs- samgonga hevur tikið heldur lætt uppá – í hvussu so er, tá tað kemur til summi av lyftunum. Feilurin er ikki Tórshavnar Kommuna sum so, men bert tann, at eitt systemskifti hendi í bðráðnum. Hetta system- skifti hendi júst tí, at kollfirðingar stuðlaðu Fólka- flokkinum so dyggiliga, sum teir nú einaferð gjørdu til seinasta kommunuval. Tann tíðin er farin í Kollafirði, tá man valdi einstak- lingar at stðra kommununi. Nú velur man umboð á flokslistum, og kann harvið avgera, hvør flokkur gerst størstur og fær mest ávirkan í kommununi. Flokkar hava stevnuskrá, og tað kann ikki koma óvart á nakran, at Fólkaflokkurin er sær sjálvum líkur bæði í bðráðspolitikki og landspolitikki. Vilja kollfirðingar, at annað skinn skal koma um bak í Tórshavnar Kommunu, so eiga teir eins og allir aðrir borgarar í Tórshavnar Kommunu at fara á bðráðsval næstu ferð við hesum í huga, heldur enn at geva samanleggingina skyldina. Man hevur til eina og hvørja tíð teir politikarar, man hevur uppiborðið, tí man hevur sjálvur valt. Til seinasta býráðsval bjóðaðu allir flokkar seg fram – eisini í Kollafirði, men vit kunna bara staðfesta, at Fólkaflokkurin fekk nógv tí dyggastu undirtøkuna. Vilja Kollfirðingar og aðrir borgarar í Tórshavnar kommunu tað øðrvísi, so velja teir helst annan flokk næstu ferð. DAGSINS MEINING Sosialurin Tað er ikki líka mikið, hvønn flokk man velur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kaj Leo Johannesen, Løgtingslimur Tað er av stórum týdningi at vit gera okkum greitt hvar vit ætla at verða um eitt nú 15 ár í mun til Evropa og harvið heimssamfelagið, har hugsið eg mest um tað stóru menning sum hendir í okkara Evropa t.v.s ES, tað vil um fá ár verða millum 25 og 30 lond við í ES fel- agsskapinum við teim fyri- munum sum hesi lond hava mett seg at fáa við lima- skapi, her heima steðgar kjakið, so at siga beinaveg, tá talan er um fyrimunir og vansar við einum ES lima- skapi. Eg sum allir Føroyingar eru góð við tað Serfør- oyska, tá eg hugsið um tað serføroyska, so hugsið eg um tey bond og tær hend- ingar sum hava bundið Før- oyingin saman í viðgongd og mótgongd í meira enn 1000 ár, nøkur serføroysk fyribrigdi eru tann Føroyski dansurin, tað er fiskiskapur, Grindadráp, Seyðahald, og fyri ikki at gloyma Fót- bóltur í níggjari tíð. Men tá Politikkarir byrj- að at tosað um tað serfør- oyska, og at okkara lóggáva skal verða í størri mun lag- að til okkara serføroysku viðurskifti, tá er undiritaði ikki sørt skeptiskur, hvat er tað sum ger at vit hava brúk fyri øðrum lógarverki og reglum enn tað sum eitt nú ES gevur sínum borgarum. Vit eru noyddir til at taka spurningin um okkara støðu í Evropa til viðgerðar sum skjótast, okkara vinnu- lív kann ikki og hevur ikki ráð til í framtíðini fáa hálv- ar loysnir tá talan er um ES, vit sum borgarir hava eina ábyrgd yvirfyri okkara Ev- ropa, kjakið eigur ikki at steðga við Danska konga- ríkið ella ikki, eg vóni at vit koma at fáa eitt gott og gev- andi kjak, um okkara støðu mótvegis, Føroyar hava ikki ráð onga støðu at hava til Evropa. Lat okkum sum Føroy- ingar verða við í einum frælsum Evropa og ikki minst taka okkara ábyrgd í einum sameindum Evropa, hvar vit framhaldandi styrkja okkara egnu ment- an, á sama máta sum ES londini gerða tað í dag. Føroyar og meira frælsið 2003 verður ár teirra brekaðu Tíðindaskriv í sam- bandi við handikap- dagin 3. desember Dagurin í dag, tann 3. des- ember, er altjóða handikap- dagur. Handikapdagurin, sum ST upprunaliga tók stig til, skal m.a. vera ein áminning til politikararnar um tørvin á einum miðvís- um arbeiði fyri at geva brekaðum fólkum javn- bjóðis møguleikar við onn- ur. Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í almannamál- um, nýtir handikapdagin sum eitt høvi at hugsa um, hvørja leið vit sum sam- felag eiga at halda í arbeið- inum at útvega brekaðum javnrættindi við onnur. “Vit eiga at vera meira tilvitandi um spurningar, sum við- víkja brekaðum, og vit eiga at bjóða teimum forðingum av, sum tarna ávísum bólk- um av fólki fult og heilt at kunna luttaka í nógvum pørtum av gerandisdegn- um. Tey, sum onkursvegna fingu avmarkaðan førleika í vøggugávu, skulu eisini hava atgongd til eitt pláss ljósamegin”. Hetta skal gerast við framhaldandi at hava í huga, hvussu vit eiga at skipa samfelagið, so tað verður fyri øll, og ikki bert fyri tey, sum hava fullan førleika. Landsstýrismaðurin fegnast um, at Føroya landsstýri hevur tikið avgerð um, at 2003 verður ár teirra brekaðu. Føroyar verða sostatt eitt av mong- um londum, sum fer at hava viðurskifti teirra brekaðu á skránni komandi ár. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum fer at seta ein bólk at samskipa tey tiltøk, sum tað almenna fer at skipa fyri í sambandi við ár teirra brekaðu. Í hesum bólki verða eftir ætlan um- boð fyri Ráðið fyri brekað, tað almenna, Landsverk- frøðingin, MBF, og arbeiðsmarkaðin. Landsstýrismaðurin met- ir tað vera av stórum týdn- ingi, at samstarvið við allar partar av arbeiðsmarknað- inum er gott, tá tað um kor teirra brekaðu ræður. Eitt líkinda arbeiðslív er at kalla ein mannarættur í dag, og eisini tey, sum ikki hava fullan førleika, eiga at fáa atgongd til arbeiðs- marknaðin. Fyri at hetta í nóg stóran mun skal lata seg gera, er tørvur á ný- hugsan og vælvilja frá øll- um pørtum. Í løtuni verður millum annað arbeitt við at gera eina lóg um brekað, sum m.a. skal staðfesta, hvørji rættindi tey brekaðu hava í samfelagnum, og hvørjar skyldur tað almenna hevur mótvegis teimum brekaðu. Harumframt verður arbeitt við at lógarregulera Tekn- málstulkatænastuna. Tey hoyribrekaðu skulu uttan forðingar hava møguleika at samskifta við hoyrandi, og hetta samskifti skal sjálvsagt eisini ganga hin- vegin: tey hoyrandi skulu eisini kunna biðja um tekn- málstulk, tá tørvur er á hes- um. Leiðari er settur til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin, hetta fyri at betra um verandi tænastustig. Landsstýrið fer 2003 at stuðla menning og útgávu av teldutøkum blindamáli. Meginfelag teirra brekaðu hevur fingið hægri játtan fyri 2003, fyri at geva lima- feløgunum betri møguleik- ar at arbeiða við teirra áhugamálum. Ráðið fyri brekað er valt og er farið til verka. Við íblástri úr m.ø. fyrimyndar- reglunum hjá ST fyri brek- að, er Ráðið fyri brekað umskipað, og teir nýggju limirnir umboða ein breið- ari part av samfelagnum. Umframt at ráðgeva lands- stýrismanninum í almanna- málum um viðurskifti, sum viðvíkja brekaðum, skal Ráðið fyri brekað virka sum eitt upplýsandi mill- umlið millum landsstýris- mannin og samfelagið, og hava eyguni eftir øllum samfelagsviðurskiftum, sum eru av áhuga fyri brek- að-økið. Merkisdagar sum 3. des- ember og merkisár sum 2003 eru hentar og hepnar áminningar til myndug- leikar og fólk um at hava í huga tey, sum orsakað av avmarkaðum førleika ikki hava fulla atgongd til sam- felagið alt. Men tað týdn- ingarmesta má vera at arbeiða fram ímóti, at tílík- ar dagar og tílík ár verða óneyðug. Tá nærkast vit tí, sum altíð má vera tað enda- liga málið: eitt samfelag fyri øll. VIÐMERKINGAR Tíðindi frá Amnesty International Føroya Deild Um mánaðarskiftið november/desember eru fleiri dagar, sum skulu minna fólk á grundleggjandi mannarættindi. Am- nesty International luttekur í fleiri átøk- um til tess at gera vart við hesar dagar. Væleydnaður fundur fyri studentum í Hoy- dølum Barnabólkurin stóð 21. november fyri temafundi fyri studentunum á Stud- entaskúlanum í Hoydølum. Evnið var píning, eitt mál, sum Amnesty International hevur arbeitt nógv við. Áki Johansen, sum hevur ar- beitt á einum donskum sentri fyri torturoffur, greiddi frá hvat píning er og hvørja ávirkan píning hevur á fólk. Fólk frá Am- nesty International Føroya Deild greiddu eisini frá um Amnesty. Vit eru altíð fús at koma út at greiða frá um mál, sum Amnesty Inter- national arbeiðir við, um skúlaflokkar ella skúlar eru áhugaðir í tí. Dagur móti deyða- revsing 30. november var fyri fyrstu ferð hildin sum dag- ur móti deyðarevsing. It- alski felagsskapurin Sant'Egidio stóð á odda fyri tiltakinum "Cities for Life - Cities Against the Death Penalty", sum er lagt hend- an dagin, tí tað var 30. nov- ember 1786, at fyrsta europeiska landið, møgu- liga fyrsta í heiminum, tók av deyðarevsing. Nógvir stórbýir eru við í tiltakinum, m.a. Rom, Brussel, Barcelona, New York, Antwerpen, Wien, Paris, Santiago, Stockholm og København. Ein av mát- unum at gera almenningin vart við dagin var, at bý- ráðini í hvørjum býi høvdu tikið stig til, at ljóskastarar vóru settir á onkran serlig- an bygning. Hetta er eitt týdningar- mikið átak, sum skal vekja áhugan og økja virðingina hjá fólki kring allan heim fyri mannarættindum. Hóast deyðarevsing enn er vanlig nógva staðni og langt er á mál til tess at steðga deyðarevsing, eru smáir glottar at hóma. Av- rættingin av Thomas Nevi- us, sum situr á deyðsgong- ini í Nevada, varð steðgað í farnu viku. Serliga náði- nevndin í Nevada samtykti einmælt at broyta deyða- dómin til lívlanga fongsuls- revsing orsakað av sálar- sjúku hansara. Nevius hev- ur sitið á deyðsgongini í næstan 20 ár fyri morðið á David Kinnamon. Hægsti- rættur í USA avgjørdi í juni í ár, at avrættingar av sálar- sjúkum fólki stríða ímóti grundlógini. Orsakað av hesum trekti ákærin sítt mótmæli móti at dómurin hjá Nevius varð umstoyttur aftur. Ákærin heldur kortini enn, at hann eigur at verða avrættaður. Verjin hjá Thomas Nevius takkar enn einaferð øllum, sum hava stuðlað við brøvum og øðrum. Altjóða AIDS-dagur 1. desember er altjóða AIDS dagur, og enn eina- ferð ger Amnesty Inter- national vart við at manna- rættindi eru sentral í stríðn- um móti HIV/AIDS. Mill- um rættindini, sum mugu verjast fyri at steðga út- breiðsluni av HIV/AIDS eru rætturin til heilsu, barnarættindi og rættindi til arbeiði. Eitt longri tíð- indaskriv um altjóða AIDS dagin finst á enskum á { H Y P E R L I N K "http://www.amnesty.fo" }www.amnesty.fo Jólahugni og søla av ljósum í SMS og FK í Hoyvík í sambandi við mannarættindagin 10. desember er altjóða mannarættindadagur og Amnesty International Føroya Deild ger sum vant vart við dagin á ymsan hátt. Vikuskiftið 6. og 7. desem- ber selja vit Amnesty ljós- ini í Keypsamtøkuni í Hoy- vík og á Torginum í SMS. Í ár er ætlanin at gera meira burturúr tiltakinum í SMS. Vit fara at hava eina kafe við gløgg, holukøkum og øðrum góðum, so fólk kunnu fáa stundir at seta seg niður eina løtu millum jólainnkeypini. Ein fram- sýning við tilfari frá Russ- landskampagnuni verður eisini. Um onkur hevur hug at keypa ljós, men ikki fær lagt leiðina framvið SMS ella FK ber til at bíleggja ljós á skrivstovuni, tel. 315816 ella á telduposti { H Y P E R L I N K "mailto:amnesty@amnesty. fo" }amnesty@amnesty.fo Seinasta freist at senda lutaseðlarnar inn er 6. des- ember. Til ber eisini at keypa seðlar í SMS og FK. Lutaseðilin verður drigin 10. desember. Tá verður eisini okkurt tiltak á skránni, sum verður lýst í næstum. Internetkappingin nærkast endanum Hvussu nógv veitst tú um Amnesty International og um mannarættindi? Tú kanst royna tína vitan beint nú, tí enn er møguleiki at verða við í spurnarkapping- ini á heimasíðuni { H Y P E R L I N K "http://www.amnesty.fo" }www.amnesty.fo Triðja umfar endar hóskvøldið 5. desember og vinnararnir verða drignir fríggjadagin, samstundis sum fjórða og seinasta umfar byrjar. Øll, sum hava luttikið í kapp- ingini, verða við í dráttun- um 20. desember um høv- uðsvinningarar, sum eru ein ghettoblastari frá Eld- ing og eitt gávukort frá Leikalund. AIDS og eyðkvæmi eru framvegis ein álvarslig hóttan Í fjør vóru 20 ár liðin síðan sjúkan AIDS (eyðkvæmi) tók seg upp í Los Angeles í USA. Hesir fyrstu tilburð- irnir vóru samkyndir menn, og vísti sjúkan seg sum ein smittandi viknan av imm- unverjuni, víðari gransking á økinum vísti skjótt, at tal- an var um eitt virus, hetta virus fekk navnið HIV. Tað er neyvan nøkur ný- komin sjúka í 20. øld, sum hevur vakt størri ans og størri ótta enn eyðkvæmi. Og her er veruliga nakað at vera bangin fyri: a) Hon kemur sníkjandi. T.v.s. ein merkir ikki tey fyrstu árini, at ein er vorðin smittaður. b) Hon er deyðilig. Hóast tað í dag ber til at tarna HIV virus við heilivági so- leiðis, at smittaði fólk kunnu liva longri, so er hon ólekjandi. Hvussu vanlig er sjúkan? Síðan farsóttin tók seg upp, eru uml. 22 mill. deyð av eyðkvæmi. Í heiminum í dag eru eini 42 mill., sum hava AIDS ella eru HIV smittaði. Í 2002 verður roknað við at uml. 5 milliónir fólk blivu smittaði. Í sokallaða 3. heiminum er eyðkvæmi og HIV smitta í øgiligum vøkstri, ringast er í Miðafrika, har roknað verður við, at eini 9% av vaksna fólkinum er smittað í nøkrum av teimum lond- unum heili 30%. Seinasta árið hevur smittan við HIV rættiliga tikið dik á seg í eystureuropeisku londun- um og i Kina. Í framkomnu londunum er støðan betri og meira stabil. Í Danmark var sóttin í hæddini í 1992-93. Her í Føroyum hava verið íalt 17 tilburðir av HIV smittu, 14 menn og 3 kvinnur. Av AIDS í útbroti (eykvæmi) eru 7 tilburðir fráboðaðir, og 4 eru deyð av sjúkuni. Seinastu árini hava vit verið sera heppin í Føroy- um við tað, at bert ein til- burður av HIV-smittu er fráboðaður síðan 1996 og eingin tilburður av eyð- kvæmi síðan 1995. Hvussu smittar sjúkan? Nógv tann vanligasti hátt- urin er gjøgnum kynsligt samband; serliga stórur er vandin, um ein er samkynd- ur maður, sum hevur kyns- ligt samband við fleiri aðrar menn. Men vanligt kynsligt samband millum mann og kvinnu er seinastu árini blivin meira vanligur smittuháttur. Rúsevnismisnýtarir, sum sproyta seg við dálkaðum nálum, eru ein serligur vandabólkur. HIV-positivar kvinnur, sum eru við barn, kunnu smittað tað ófødda barnið. Áðrenn tað gjørdist lógar- krav at kannað alt blóð, sum varð nýtt til transfusi- ónsviðgerðir, gjødist nøkur sjúk av smittaðum blóði. Eisini hava verið nakrir til- burðir, har bløðarar eru blivnir smittaðir av heili- vági, sum verður fram- leiddur av blóðúrdráttum. Heilsustarvsfólk, sum eru um HIV-smittaði og eyðkvæmissjúklingar, kunnu vera so óheppin, at tey stinga seg av einari brúktari nál og blíva smitt- aði, men hetta er sera sjáld- samt (100 tilburðir í øllum heiminum). Hvussu vísir sjúkan seg? 1 til 4 vikur eftir smittuna blíva uml. helvtin sjúk við influensu-líknandi sjúku- eyðkennum og hovnum eitlum ella hálsabruna. Hesi sjúkueyðkenni hvørva aftur eftir fáum døgum, møguliga verður nakað av eitlavøkstri verandi fylgj- andi árini. Tá eini 8 – 10 ár eru lið- in, kann tann smittaði fáa AIDS, eisini kallað eyð- kvæmi, sum kemur av, at immunverjan viknar. Tey fyrstu sjúkueyðkennini av eyðkvæmi eru oftast eitt serligt slag av lungnabruna, sum kemur av einari mikro- organismu, kallað pneumocystis carinii, eisini sæst ofta soppabruni í munninum og í vælindinum og, at vektin minkar í stór- um. Hvussu kann sjúkan viðgerast? Tær ígerðarsjúkur (infekti- ónir), sum koma av at immunverjan er viknað, verða viðgjørdar við anti- biotika, anti-virus heilivági og anti-soppa heilivági. Sjálvt HIV-virussið kann ikki viðgerðast so, at tað hvørvur, men HIV kann tarnast við at geva fleiri sløg av anti-virus heilivági. Tað ber til at fylgja við sjúkugongdini við at máta hvussu nógv er av HIV- genstreingi í blóðinum og, hvussu lágt talið er av ein- um serligum slagi av hvít- um blóðkroppum, kallaðir CD4+. Viðgerðin kann so rættast eftir úrslitinum av hesum blóðroyndum. Hendan viðgerðin hevur gjørt, at eyðkvæmissjúk- lingar liva munandi longri og betri nú enn fyri fáum árum síðani, men eyð- kvæmi er framvegis ein deyðiligt sjúka. Hvussu kann sjúkan fyribyrgjast? Tað verður granskað um alla verðina fyri at finna eitt koppingarevni (vaks- inu) til at fyribyrgja HIV- smittu. Men hetta hevur ikki eydnast enn, hóast tað verða javnan gjørd framstig í hesari gransking. Einasti háttur, vit kunnu fyribyrgja AIDS og HIV- smittu, er við at fyribyrgja, at virussið sleppur at breiða seg frá smittaðum til frískar persónar. Her skal beinanvegin sláast fast, at vanlig sosial samvera við ein HIV-smittaðan ella ein AIDS sjúkling, gevur ong- an vanda fyri smittu. Ein vanligur kossur, tað at drekka av samað glasi, er t.d. vandaleyst. Tað, sum smittar, er kynslig samvera við ein smittaðan. Um ein ikki hevur kynsligt samband við ein smittaðan persón, er eingin vandi fyri smittu. T.v.s. at pør, sum ikki hava kynsligt samband uttanfyri paralagið, eru tryggjaði móti smittu. Um annar ella bæði kortini fríggja við øðrum, eru ráðini at brúka hít. Hítin skal brúkast óansæð hvat slag av sex, ein dyrkar við tí fremmanda. Hítin skal brúkast rætt t.v.s. hvørjaferð og undir allari samleguni. Um hon verður brúkt rætt, verjir hon ikki bert móti HIV-smittu, men eisini mót øðrum kyns- bornum sjúkum, eitt nú klamydia og gonoré. Framhald á síðu 23 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálpsemi, tá kæri maður mín, góði pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi Richard Frits Lamhauge Streymnes – ættaður úr Lamba andaðist og varð jarðaður. Tøkk til heimasjúkrasystrar og heimarøkt. Tøkk til Meinhard Bjartalíð prest fyri góð, vøkur og troystarrík orð. Tøkk til sangarar, gravarar og øll tykkum, sum á ein hvønn hátt hjálptu til og vóru um okkum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávu til Hvalvíkar kirkju. Familjunnar vegna Anna, Danial Petur, Martin, Hanus og Armann C M Y K 13 12