Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 5 US = - 3 Tahlg Af Í KÚGA ISL kapurin Nr. 100 — 5. september 1987 bøttur Fóikaflokkurin heitir á veljaran um at gera valið til eitt val um rikna løg- tingspolitikkin heldur enn fólkatingsarbeiðið. Ahuga teirra at sópa skommina í fólkatings- arbeiði Óla undir bonkin fata vit væl, men hinvegin hevur heimligi politikkur- in altíð átt stóran leiklut í tjakinum upp undir fólka- tingsval, so lat okkum bert leggja hesi mál fram eisini. Vit smæðast ikki rikna politikkin síðan legtings- valið í 1984. Vit bjóðaðu okkum tá fram at reka ein annan og betri búskaparpolitikk, annan og betri fordeilings- politikk, sosialan trygdar- politikk og ein rættvísari vinnulívs- og fiskivinnu- politikk. Vit mæltu stutt sagt til at geva okkara demokrat- iska stýrislagi eitt inni- hald aftur. Tað var jú vorðið avskeplað av so- nevndu paragr. 13 í gamla samgongusáttmálanum, sum bert gav fáum megu- leikarnar, sum hetta sam- felagið átti. Samfelagsorkan bleiv soleiðis umsitin, at uttan- landsskuldin vaks í risa- lopum úr 1 milliard upp í 3 milliardir, og fíggjarlógin gav seinasta borgarliga árið einar 80 mió. krónur í halli. Tá legdu teir einans 9 mió. kr. uppfyri at standa ímóti = teim kautións- tapum, teir vistu vildu koma, og endurnýggingar- grunn skipaflotans lótu teir verða 100 milliónir í afturhond, so veruliga hallið var einar 200-300 milliónir seinasta borgar- liga árið. Vinnulívsprojekt, sum onga fyriskipan ella stýring áttu í lóggávu fóru av bakkastokki, og kalkulatiónirnar vóru so ivasamar, at ein visti at mong av hesum projekt- um vildu kollsigla. Hetta spáddu vit áðrenn valið í 1984 og fingu tí- verri rætt. Tí segdu vit, at ein heilt annar politikkur mátti rekast. Skuldi bú- skapurin koma burtur úr vaksandi skuld til útlond, so mátti ein strangur og avmarkandi politikkur rekast og lógarkarmar smíðast, sum skaptu vinn- uni góðar umsteður. Avmarkingar saman við vilja til at vága leidsluøkjandi vóru einastu skuldu vit orka at fram- leiða okkum úr trupulleik- unum. fram- royndir ráðini, Og vend kom í! Økingin í uttanlands- skuldini gongur spaku- ligari, jú so spakuliga, at bruttotjóðarúrtekan lut- falsliga ekist skjótari, og tað er jú hon sum skal rinda skuldina. Nú eru vit tí á rættari kós. Bíligar loysnir kunnu vit ikki lova, men rætt- vísari, og tí eru skatta- og avskrivingarlógirnar broyttar. Men vit hava eisini álagt fjøldini byrðar, sum hjálpa til at rætta skútuna upp aftur. Busjetterað hevur verið við yvirskoti øll árini og i 1986 var hetta um 240 mió. kr. Nú eru tí holini í veð- haldsgrunninum, endur- nýggingargrunninum og eðrum grunnum fylt, so slætt borð er, og samstundis er tjóðbanka- skuldin afturrindad við 100 mió. kr., og meira enn 200 eru settar á bundna konto, so tær ikki med- virka til at ekja almenna virksemið. Lenjavningargrunnur- in, sum klipti 10 - 15 mió. kr. árliga av fiskivinnu- stuðlinum til rentur, fær í dag peningin so hvert og rindar tí hetta meir til vinnuna, og rentuútreiðsl- ur hins almenna eru í sterri mun uppvigaðar av rentuinntekum. Vit søgdu, at fiski- vinnustuðulin mátti fryst- ast fastur, so vinnan ikki framdi óveruligar iløgur, ella seluliðið ikki legði seg aftur á stuðulskoddan, sum menn og virkir kundu dúva uppá hverja ferð, teir gjørdu vána arbeiði. Vit mettu tað neyðugt at áleggja seluliði og virkjum skyldu til at út- vega sterri part av tí, sum restaði í til rentur, avdráttir, hýrur, lenir og kapitalvekstur. Vit noyddust so smátt at fáa nakrar liberalar regulatorar at virka aftur, og tí fer nú onkur av knóranum, og tí verða veðhald og stuðulslán minkað. Frá teim liberalu borgarligu kom einki upp- skot, uttan tað at lands- kassin skuldi rinda alla- staðni, har írestaði hjá pri- vatum. Teir kalla hetta vinnu- lívsvinarligan politikk, meðan teir skíra politikk, sum áleggur vinnuni á- byrgd og skyldur, vinnulívsfíggindaligan politikk. Eisini er tað vinnulivsfiggindaligt at seta krøv um effektivi- sering og selumenning. Vit bera ikki ótta fyri, at veljararnir ikki duga at síggja, at onki vinarligt liggur í kreppuláni oman á fyri kreppuláni, rakstrar- kreditti oman á rakstrar- kredit ella studningsveit- ingar oman á studnings- veitingar, tá alt bert verður tikið úr eini buskaparligari karrusel, sum litla ella onga ny- skapan, ella onga meir- framleidslu, fær sprænda inn i ringråsina. Vit vita, at veljarin onki vinarligt finnur i hesum, men veit at tad oftast er steinur oman á byrðu. Fiskivinnustudningurin figgjarårinum 1982/83 settur til 225 mi6. kr., men i 1984 gjørdi landsstýrið ein roknifeil uppá 35 mió. kr. og framdi eina panikkreaktión upp- undir val, so studningurin fór upp um 400 mió. kr. Hetta óvanliga tal eiga vit ikki at rokna við. Studn- ingurin hevur nú í 2 ár ligið millum 265 og 300 mió. kr. og verður helst í 1988 uml. 250 mió. saman- lagt. So tá tað er sagt, at studningurin er minkaður við 100 til 150 mió., er hetta sjálvsagt skeivt. Hann liggur stórt sæð í fastari legu, og tá er olju- útreiðslan farin niður um var 1 helvt. Hinvegin fær fiski- maðurin í dag 41% av samlaða studninginum, meðan hann fram til 1985 fekk 22%. Hóast tilstundandi val fara vit ikki at lova at allir búskapartrupulleikar verða burtur hetta val- skeiðið. Tað verður neyðugt við afturhaldni og fastari styring langa tid enn, og krevur tad dirvi at siga nei. Serliga verður neyð- ugt at útvega amboð at avmarka kapitalstreymin til Feroya við, tá hesin elvir til ov stórt virksemi. Teir sokalladu liberalu hjálpa okkum ikki at útvega slík amboð, tí fyri- skipan og tilrættalegging darva eftir teirra tykki bert vinnulívinum. Vissur um at vit hava rikið tann politikk, vit segdu okkum vilja reka áðrenn valið 1984, leggja vit hendan trygt til dóm veljarans. Vit vildu reka hendan politikk, tí hann var neyðugur. Atli P. Dam HONDA lakærust garanti — Nu hava tey krynt meg! í | $ 3 Eee, Sea mmm TE