Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

£ ne Nr. 100 — 5. september 1987 Jåkup Lindenskov, løgtingsmadur og valevni Javnadarfloksins til fólkatings- valið. Undirgrundin á føroyskar hendur — vid samrådingum vil Javnaðarflokkurin broyta undirgrundarmálið Við teirri stjórnarskipan vit fingu í 1948, fingu føroyingar sterri ræði og frælsari stýrislag. Enn hava vit ikki tikið við ellum teimum máls- økjum, sum stýrislagið gevur okkum og fyri at rekja oll áhugamál okkara so væl sum gjerligt, er tað ein avgjørd treyt, at vit lata okkum umboðað, har viðgerðirnar fara fram og avgerðirnar verða tiknar. So leingi mál, sum viðvíkja okkum, verða vidgjørd í Fólkatinginum, er tað ein sjálvsagdur lutur at vit eru umboðað í Fólkatinginum, so vit kunnu gera vart við okkum og eisini ávirka viðgerðina til mesta gagn fyri land og fólk, soleiðis sum føroysk hugsan nú einaferð er. Hesa steðuna hevur javnaðarflokkurin = altíð havt. Undirgrundarmálið Á lista B í heimastýris- lógini er nevnt undir- grundarmálið. Flestu B málini eru eftir samráðing yvirtikin uttan stórvegis trupulleikar. So kundi verðið við undirgrundar- málinum eisini, um henda yvirtøkan varð framd nóg tidliga í heimastýris- skeiðnum. Gongdin í rá- evnismálum hevur kortini vikað tann veruleika, at yvirtøkur altíð kundu fremjast, tá annar parturin ynskti hetta. Tað at grenlendingar og danir hava gjert semju um sonevnda ráevnisskipan, hevur leitt okkum inn í torførar samrådingar um at fremja løgtings- samtyktina at gera undir- grundar- og havbotnar- málið til sermål. Vit hava vist å, at samrådingarnar, sum framdar eru undir trimum teimum seinastu landsstyrunum, hava kortini vikad donsku mótsteðuna og mýkt málið munandi og er javnaðarflokkurin tí sann- fordur um, at fram- haldandi samráðingar verða at gera málsekið til sermál. Tríggir av fýra samgonguflokkum halda at málið er so mikið á leið komið, at viðgerð av yvirtøkumålinum hond í hond við viðgerð av spurn- ingunum um ta praktisku umsitingarskipanina, sum undirgrundini skal vera fyri, kemur at rekka á mál, og halda tí ikki at loysnin liggur í at tosa um at loysa frá Danmark ella fara út í heimin at leita sær stuðul til at knúska danir við. Vit hava álit á okkara samráðingarevnum og evnum til at meta um eitt endaligt samráðingar- úrslit, utta at halda, at vit fara at lata okkum trýsta frá einum sakligum vali, sum einans verður framt við føroyskum áhuga- málum í huga. Tit minnast aftur til samráðingarnar við Felagsmarknaðin um upptekutreytir í 1970-72 og minnast hvussu vit blivu undirdýkt við at vilja lirka og lumpa Feroyar upp í Felags- marknaðin, tí vit segdu, at vit skulu samráðast so leingi, at vit kendu endaligu upptøkutreytir- nar og tá skuldu vit fremja eitt feroyskt val. Lukkutíð megnaðu vit at vísa burtur tí trýsti, sum varð lagt á og kundu tí á sakligum grundarlagi vurdera, at treytirnar vóru ov vánaligar, at tann tervandi fiskivinnupoli- tikkurin hjá EF ella tann fiskivinnupolitikkur, sum hómast kundi í framtíðini, ikki kom at gagna Fer- oyum, um vit valdu lima- skap. Í Ólavsekureðu log- mans varð boðað frá, at vit nú føroysku megin mugu kanna tær treytir, sum skulu galda fyri rá- evnisumsiting, samstund- is sum vit brynja okkum í telvingini um sjálva yvir- tekuna. Tá hetta arbeiði er gjørt, verður aftur farið Síða 21 undir samráðingar Vit eru sannførdir un at hesar koma at rekka men samstundis er tað al neyðugt at tað er javnaðarflokkurin, til dagin í dag er einasti flokkur, sum hevur sýnt hegni til at umsita heima- stýrisskipanina og so við og við at útfylla hennara karmar og skipa ein út vikling, sum gevur tann foroyska avgerådarrætt, sum tidin krevur. og at javnadarflokkurin vegis stendur á odda i hesum samráðingum Hesar samráðingar kunnu ikki latast flokki í hendi, sum bert frystir fast verandi skipan í ein- um stirvnum sambands- politikki, men heldur ikki flokkum, sum ongantíð hava meint nakað við ríkisfelagsskapin, men altíð hava lúrt eftir møgu- leikum til at liða hann Sundur í einum (geldum) sokallaðum sjálvstýris- politikki, uttan nakrantíð sjálvir at hava megnað at seta veruligt frælsi ella veruligt sjálvstýri inn í heimastýrisskipanina ella karmin. Bert tá hesir flokkar hava samvirkað við javnaðarflokkin, hava stig verið tikin til meinings- fyltar broytingar og út- byggingar í stýrisskipan- ini. sum fram- Bakkafrost og Fiskasølan: Semja: býta rokningina millum sin — Hinvegin er sakarmálið millum Kjølbro og Fiskasøl- una tikið upp til dóms Bakkafrost á Glyvrum og Fiskaselan eru vorðin samd í einari trætv, sum annars skuldi leggjast fyri Føroya rætt mánadagin Partarnir eru samdir um at býta millum sín sakar- kravið, sum var slakar 140.000 kr. Málið byrjaði í mai 1985, tá Fiskaselan sendi 8,1 tons av laksi til USA fyri Bakkafrost. Men tá laksurin var komin yvir, slapp hann ikki inn í USA. Tí ongin váttan var frá landsdjóra- læknanum. Laksurin varð so fluttur heim aftur til Feroya, pakkaður umaftur og seldur til Vesturtýsklands — fyri lægri prís enn hann skuldi fáa í USA. Tá avtornaði, var eftir at gjalda eina eykarokn- ing upp á slakar 140.000 kr.: 37.000 kr. fyri veru- gjald, farmagjald og trygging, 33.000 kr. fyri umpakking og 67.000 kr. í mistum seluvirði. Og hver skuldi gjalda? Bakkafrost kravdi, Fiskaselan rindaði, tí hon átti at havt sæð til, ell loyvi vóru fingin. Fiskaselan hinvegin segði, at Bakkafrost átti at havt síni viðurskifti í lagi, so ell fingust. Gjørdu semju Men Feroya rættur sleppur undan at avgera, hver hevur meiri grein í sínum máli. Tí partarnir eru nú vorðnir samdir um, at Fiskaselan rindar 70.000 kr. fyri flutning og um- pakking og Bakkafrost ber = mista seluvirðið, 67.000 kr. Bakkafrost var skrá- settur fiskaútflytari, tá laksurin fór til USA í mai 1985. Men landsdjóralæknin hevði ikki sýnað virkið í langa tíð, so hann helt ikki, hann kundi skriva undir váttan, fyrr enn hann aftur hevði sýnað. Tikið upp til dóms Sakarmálið millum Kjøl- bro og Fiskaseluni er tikið upp til dóms, eftir at Kjel- bro ikki vildi taka aftur stevningina. Kjelbro hevur stevnt Fiskaseluni eftir umleið 500.000 kr., ti fyritøkan heldur, hon fekk ov lítið fyri saltupsaflak, Fiska- sølan seldi. Tá Feroya rættur hevði hoyrt partarnar, bað hann Kjelbro taka aftur málið, tí eftir hansara meting hevur Fiskaselan onki skeivt gjert. Men Kjelbro vil hava dóm. hd