leygardagur 5. september 1987síða 23
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
|
—".
Hitt ljó
á
gøtu mint
v/ P. J. Sigvardsen
Hvør er Jesus?
Soleidis spurdu Jesu egnu lærusveinar hvør
annan ta ferðina, Jesus hevði lagt niður
sjógv hitt ódnarkveldið á Genesaret-vatni-
num.
„Hver ert tú? Hvenn gert tú teg sjálvan
til?< Soleiðis spurdu jødarnir Jesus ferð eftir
ferð (smb. Jóh. 8,25 og53).
»Manst tú vera sterri enn faðir okkara,
Jákup?< spurdi samáriukonan við Jákups
brunn i Sikar (Jóh. 4,12).
„Hvat sigur tå um hann?« spurdu farisear-
arnir hin blindfødda, sum Jesus opnadi
eyguni á i hylinum Siloam (Jóh. 9,17).
»Hvør er hetta?« spurdu Jerusalems
íbúgvar ta ferðina, Jesu skom ríðandi inn i
stadin å asnabaki (Matt. 21,10).
»Hvør ert tu, Harri?« spurdi Saul frå Tars-
us ta ferðina, hann var jarðlagdur uttan fyri
Damaskus (Áp. 9,5).
Hver er Jesus?
Soleiðis hava tey spurt gjøgnum øldir, og
soleiðis verður spurt til evsta dag. Og svør-
ini, so ymisk tey enn kunnu verða orðað, eru,
tá ið saman um kemur, bert tvinni.
Annað svarið er tað, sum bygdafólk hans-
ara og jedarnir góvu: Jesus var bert eitt van-
ligt menniskja eins og tú og eg, kanska eitt
gott menniskja, ein vælgerðarmaður — men
als ikki sonur Guds. Eitt líknandi svar geva
eisini mong nútíðarmenniskju, tá ið spurt
verður, hver Jesus er.
Men tað finst eisini eitt annað svar. Einki
menniskja sleppur undan at svara, hver
Jesus er, og tað hevur ævinleikans týdning
at geva eitt rætt svar, tí >við munninum
verður játtað til frelsu« (Róm. 10,10).
Tá ið spurt verður, hver Jesus er, so hevur
Pætur ápostul vegna øll kristin menniskju
til allar tíðir givið ta Kristusjáttan, ið ell
kunnu taka undir við: >Tú ert Kristus, sonur
hins livandi Guds< (Matt. 16,16).
Pætur leggur við navninum Kristus dent á
tann frelsugerning, Jesus skuldi útinna, og á
guddómleika hansara. Orðini hin livandi
Gud siga ikki bert, at Gud er livandi, men at
hann sjálvur er lívsins kelda.
Jesus svarar hesi Kristusjáttan við tí
fyrstu sæluprísan, ið beinleiðis verður borin
einum mannabarni: >Sælur ert tú, Simun
Jónasarsonur, ti at hold og blóð hevur ikki
opinberað tær tað, men faðir min, sum er í
himlinum< (Matt. 16,17).
Ei undur í, at Jesus segði Símun Pætur
sælan at vera, tá ið honum var opinberað, at
Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guds, tí
hitt æviga lívið er júst at kenna hin sina,
sanna Gud, og tann, ið hann sendi, jesus
Krist (Jóh. 17,3).
Mátti hetta eisini altíð verið okkara
Kristusjáttan!
Gudstænastur 12. sunnudag eftir trinitatis
Havnar kirkja: Hans J. Joensen
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre
Kirkjubøur: Høgni Poulsen
Kaldbak: Axel Tórgarð
Kvivik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Hvalvik: Marjun Bæk kl. 12.00
Norðskáli: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd. Talvan
gongur til frama fyri Guds orðs útbreiðslu.
Fuglafjerður: Torkil Beder kl. 11.00, altargongd. Talvan
gongur til frama fyri rýtt orgul. Skriftarmál kl. 10.40.
Elduvík: Torkil Beder kl. 17.00, altargongd
Strendur: Peter Petersen kl. 11.00
Klaksvík: Lestur
Húsar: Elsa Funding kl. 12.00, altargongd
Mikladalur: Elsa Funding kl. 17.00, altargongd
Sandavágur: David Johannesen kl. 11. Talvan gongur
til frama fyri orglið
Sandur: Jákup R. Hansen kl. 11.00
Øravik: Birgitte Johannesen kl. 12.00
Famien: Jónsvein Bech kl. 11.00
Porkeri: Bjarni Bæk kl. 11.00
KFUK, Torshavn
Ungmannadeildin hevur fund månakvøldid kl. 19.30:
filmur. Vårgledi møtir tysdagin kl. 16.00: hobby.
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag
skipar fyri pol. fundi í
Avhaldshúsinum í Vík
leygarkvøldiå kl. 19
Til umrødu verður fólkatingsvalið.
Tummas Arabo, løgtingsmadur og
onnur valevni luttaka.
Nevndin
Vaskitoy tygara fáa tygum vaskað
skjótt og væl hjá okkum!
Vaskaríið í Tróndargotu
D
HOMry “kóða
Tróndargeta 57 - Tlf. 172 14
Postsmoga 1276 - FR-110 Tórshavn
OPIÐ: Mánadag - friggjadag frå 9- 17.30
síni í døgurdatimanum). Leygardag frá 9-13
Nr. 100 — 5. september 1987
Ár
X . x
VÆLKOMLØ
Lula barn
21. august fingu Tór-
gunn Joensen og Peter
Hjelmholm, Næstved,
ein son.
25. august fingu Sigrid
Jacobsen, Klaksvík, og
Friðrik Sivertsen,
Viðareiði, ein son.
26. august fingu Gun-
ver og Marni Eliasen,
Hvannasund, ein son.
28. august fingu Gunn-
vá Eysturoy og Tórður
Poulsen, Tórshavn, ein
son.
26. august fingu Tordis
& Arni Gunnarsson,
Tórshavn, ein son.
29. august fingu
Bjarna og Tormund
Haraldsen, Servágur,
eina dóttur.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Sølvi W.
Olsen, tlf. 16611,
leygardag og Andor
Ellefsen, tlf. 12233,
sunnudag
Eysturoy: Magnus á
Stongum, tlf. 23006,
leygardag og Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, sunnudag.
Norðuroyggjar: Jasp-
ur Petersen, tlf.
56400
30. august fingu Anna
og Pætur Háberg,
Tórshavn, eina dóttur.
31. august fingu May-
Britt Justinussen,
Getu, og Jens Martin
Knudsen, Saltangará,
ein son.
31. august fingu Sólrun
og Jentoft Kristensen,
Argir, ein son.
31. august fingu Aud
og Siggvard Joensen,
Klaksvík, ein son.
31. august fingu Sólrun
og Eyðstein Jensen,
Tórshavn, eina dóttur.
1. september fingu
Birgitte og Magnus
Gunnarsson, Tórshavn
tvíburðar, tveir
dreingir.
2. september fingu
Poula og Rikkar Poul-
sen, Eiði, ein son.
4. september fingu
Heidi og Andrass
Danielsen, Strendur,
ein son.
4. september fingu
Ranvá og Seren Djur-
huus, Norðrageta, ein
son.
Vágar. Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf.
71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73030
Tannlæknavakt,
Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
i dag og i morgin kl.
13.00 - 14.00. Tlf.
14544.
Fotografering!
Ring
ATELIER Anna Kathrina
Grønlandsvegur 8 - Torshavn - Tlf. I 5031
bare ar UN