leygardagur 5. september 1987síða 31
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8
Jona Henriksen, valevni Javnaðar-
floksins til fólkatingsvalið, skrivar:
it, sum eiga hetta landið,
ru góð við tað og vilja tí
að allarbesta, øll av
kkum
Størstu góðskuna vit
syna feðilandi okkara er at
gera skyldu
serandisdagin, um heilsan
er okkum lagað, og ikki
gloyma at halda hviludag-
okkara
Við at fara til verka
hver á sínum eki, handans
ella andans arbeiði, á landi
ella sjógvi, eru vit við
hver í sínum lagi at fáa
samfelagshjólið at mala
Vit byggja øll landið, og
landið hevur brúk fyri
okkum. Men vit hava
eisini aðrar skyldur, eitt
nú skyldan hjá okkum, ið
valrætt hava, at fara á val
at velja tey, ið skulu ráða
fyri borgum á bygd og í bý
og í landi okkara. Ein
eigur ikki at vera líkasæl-
ur her, tí tað er av
alstórum týdningi, hver
myndar stjórn.
Allir flokkar vilja landi
og fólki okkara væl, tað
beri eg ongan iva um,
men, men hvat við at gera
henda góða vilja til veru-
leika? Her er tað. at
Javnaðarflokkurin skarar
framúr, hevur altíð verið
og er undangongu-
flokkurin, veruleikaflokk-
urin.
Í tøkum tíma kom hann
inn um tinggátt, eitt ting,
har tað mesta var tjóð-
skaparligt tjak, meðan
sosialir spurningar ikki
vórðu tiknir upp á tung-
una.
Uppvaksin teimum
fátæku tríatiárunum við
verkfellum í einum heimi
og í eini ætt, har vit sóu
veruleikan aftanfyri val-
reður og vallyfti, har
javnaðarhugsjónirnar
vórðu livaðar út i
gerandisdagin, kundi ein
ikki gerast annad enn
javnaðarfólk. Vit livdu i
byrjanini i einum
” - -
Folkatingsumbodini
hava storan tydning
samfelagi vid ongum rætt-
indum og sømdum fyri
arbeids- og fiskimanna-
stættin, fyri gomul, sjuk,
óarbeiðsfer, einkjur og
faðirleys, fáir og trongir
meguleikar hjá ungfólki
til útbúgving o.s.fr.
Og takkað verið
Javnadarflokkinum sum
slóðara hava vit í dag eitt
vælútbygt samfelag.
Vælútbygt so at siga á
ollum ekjum, sosialt,
vinnuliga, tjóðskaparliga
og mentunarliga, men
tíðin stendur ikki í stað,
vit mega halda fram at
stríðast at gera oll hesi eki
enn betri.
Nú stendur so fólka-
tingsval aftur fyri durum.
Vit liva í eini tíð, har
ongin kann stongja seg
inni og hava nóg mikið í
sær sjálvum.
Allur heimurin kemur
hverjum eðrum við sum
ongantíð fyrr, og tí hava
viðurskifti okkara við
onnur lond ovurhonds
stóran týdning fyri
okkum.
Sum stjórnarviðurskifti
okkara eru, vilja fólka-
tingssessirnir vera av al-
stórum týdningi, og tí
ræður um at fáa tey rettu
umboðini á danating og
her hevur flokkur okkara
verið heppin við sínum
monnum. Teir hava altíð
megnað at tala Feroya
sek, so danir hava lurtað
og handlað og havt stóra
virðing fyri teimum.
Uttan mun til hvønn
samgongan hevur havt,
hava teir altid framt loyalt
tey mål, ið komu frá
Foroya Legtingi.
Eisini hava teir verið til
stóra hjálp hjá feroy-
ingum niðri. Nú eru vit so
heppin at hava fingið í
Keypmannahavn feroysk-
an prest burturav, Breðra-
samkoman hevur fingið
sín fyristoðumann.
Umframt at vera í orðsins
tænastu, gera hesir menn
annað stórt arbeiði millum
landsmenn okkara.
Tó vil tað altíð vera eitt
og annað, sum ein politik-
ari krevst til, og tá er gott
at hava umboð við tí rætta
Nr. 100 — 5. september 1987
sinnalagnum, og her hava
umboð okkara altíð verið
til dystin fús.
Vilt tú Føroyum væl, so
vel javnaðarflokkin ella
eitt av valevnum hansara.
Gott val.
Tummas Araboð, valevni Javnaðar-
floksins til fólkatingsvalið, skrivar:
Prátið ikki sambandið um
Vestmannasund burtur
Samferðsla og samferðslu-
spurningar hava altíð
verið týðandi táttur í før-
oyska dagligdegnum, og
mong bygd hevði í dag
verið ógvuliga illa fyri, um
feroyingar tey seinastu
árini ikki høvdu gjørt so
stórar ílegur í samferðslu.
Javnaðarflokkurin hev-
ir altíð sæð stóran tydn-
ing í at hava eina góða og
vælvirkandi samferðslu-
skipan og hevur altíð verið
sinnaður at gjert ílogur
samsvarandi, tá ið hann
hevur verið í stjórn.
Ødrvisi hevur verið við
teimum borgarligu flokk-
unum í Feroyum. Sam-
bandsflokkurin við sínum
„best man vera sum er«-
og fólkaflokkurin við sín-
um »eg skal nøra mær«-
politikki kunnu ikki finna
út av at gera nakað fyri
onnur.
Seinasta landsstýris-
skeið var so eisini merkt
av einum ógvuliga stórum
tvídrátti, kanska serliga á
samferðslugkinum. Vit
lógu í mánaðvís í stjórnar-
loysi orsakað av onkrum
tunnilsstubba her og
onkrari ferjuhavn har.
I hesum landsstýris-
skeiði undir leiðslu
javnaðarfloksins, er so
gongd komin aftur á sam-
ferðsluútbyggingingar-
nar. Her hevur ikki verið
tosað so nógv, men her
hevur harafturimoti verið
gjort nógv. T.d. hava vit
loyst spurningin viðvíkj-
andi sambandi til Kunoy-
ar. Vit eru í ferð við
tunnilsgerð til Sumbiar.
Avgjørt er at byggja
ferjuhavn á vestursíðuni á
Streymoynni til Sand-
oyarsambandið. Forkann-
ingar eru nú viðvíkjandi
føstum. sambandi um
Vestmannasund. Síðst,
men ikki minst, so sær út
til, at flogmálið fær eina
loysn innan tað fyrsta
hálva árið.
Viðvíkjandi sam-
bandinum um Vestmanna-
sund, so er tað ófert sum
vágatingmenninir = hava
verið í blødunum hesum
viðvíkjandi.
Ringt tekn, tá ið ov
nógv prát verður, tí so
koma vit nokk aftur í hesa
keðiligu steðu, sum var
undir seinasta landsstýri.
Berur orðavavstur og
einki ítekiligt kemur av
skafti.
Hetta verður nokk
gongdin, um vágamenn
framhaldandi ætla at hava
ella bara við belti,
sita børn tíni væl
og trygt í bilinum.
Í bil-barnastóli, á beltiskodda
hasar báðar flokkarnar at
umboða seg á legtingi. So
er fryktandi fyri at fast
samband um Vestmanna-
sund verður prátað burtur
inntil einaferð inn í kom-
andi eld. Eg skal forvissa
vágamonnum um, at
skulu teir droyma um at
hava eitt fast samband
áðrenn henda øldin er úti
so eiga teir at satsa uppá
javnaðarflokkin.
Vit práta minni og gera
meira.