Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 32

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 5. september 1987 - - Íbúðabygging fær nú lagaligari treytir Ein hin truplasti spurn- ingurin hjá nógvum fólki í dag er íbúðaspurningurin. Hetta hevur landsstýris- maðurin í íbúðamálum, Vilhelm Johannesen eisini sannað og setti hann tí fyri góðum ári síðani ein arbeiðsbólk at endur- skoða lógina um íbúða- grunn. Í apríl legði landsstýrið fram úrslitið frá arbeiðs- bólkinum og var hetta uppskot til eina heilt nýggja lóg um íbúða grunn. Ein orsekin til, at gamla lógin um íbúðagrunnin ikki virkaði eftir ætlan, vóru ognarviðurskiftini. 1 ftir gomlu lógini læt íbúðagrunnurin 18% til byggingina, treytað av, at avvarðandi kommuna læt somu upphædd. Og tá íbúðirnar vóru seldar, fór allur peningur í grunnin. Kommunan fekk einki aftur. Hetta er nú broytt. Nú verða tað ibudafeløg og íbúðastovnar, ið fáa íbúðir til vega. Íbúðagrunnurin og kommunur kunnu eisini skipa slík felog. Eftir hesari lógini missa kommunurnar ikki peng- ar, sum tær seta í. Alt skal rindast aftur. Ein onnur týðandi broyting er, at eftir núgaldandi lóg kunnu fólk Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður í íbúðamálum., sigur, at nýggja lógin um íbúðagrunn hevur nógvar fyri- munirimun til gomlu lógina ikki búgva longur enn fimm ár til leigu í íbúðum, fíggjaðar av íbúðagrunn- inum. Henda regla er strikað. Nú kunnu byggjast leiguíbúðir, sum halda fram við at vera leiguíbúðir. Tær kunnu Fólkatingsvalið Fólkatingsvalið, ið lýst er at vara fram týsdagin hin 8. september 1987, verður í Tvøroyrar Kommunu hildið í matarhøll Tvøroyrar Skúla, nevnda dag frå kl. 10 til 13 og frå kl. 15 til 20, og hareftir so leingi sum veljarar stødugt møta til at- kvødugreiåslu. Fólkatingsveljarar, sum sambært val- lógina 88 39 og 40, 2. pkt. hava rætt at greiða brævatkvødu heima, kunnu i seinasta lagi leygardagin tann 5. sep- tember 1987, áðrenn kl. 15 boða bý- ráðsskrivstovuni (tlf. 71085) frá ynski um heimaatkvødugreidslu. Tveroyri, hin 27. august 1987 Tveroyrar Fólkatingsvalstýrið S.V. Dan Nielsen, formaður byggingina er nú sera lagalig. Grunnurin lænir 18% til byggingina, og 18% í egirpeningi útvegar íbúðafelagið ella íbúða- stovnurin. Langfreistað lán Tey fyrstu fimm árini verða lánið úr íbúða- grunninum og eginpening- urin ikki roknað upp í, tá leiguupphæddin verður á- sett. Lánið og eginpening- urin verða rindað aftur yvir 40 ár og við rentu, ið svarar til 10% av rentuni hjá Húsalánsgrunninum. Verður íbúð latin sum eigaraíbúð, skal lánið rind- ast aftur við somu treyt- um sum lán úr Húsaláns- grunninum. Lán til um- bygging, uppíbygging ella nútímansgerð skal rindast aftur yvir 20 ár við vanligu rentu grunnsins. Ymiskar aðrar treytir eru settar fyri at halda eina rímiliga leigu fyri íbúðirnar. Byggiætlanir, kostnaðarætlanir og fíggjarætlanir skulu góð- kennast av landsstýrin- um. Íbúðagrunnurin skal kortini seljast seinni, um góðkenna leiguupp- loyvi verður givið frá hæddina, sum verður landsstýrinum. Tað fer ásett, tá Éútveganar- útreiðslurnar eru gjerdar, og endalig fígging fingin. Grunnurin skal eisini góð- kenna hækking av leiguni. eisini at bera til at selja íbúðirnar sum eigaraíbðir beinanvegin, sum tær verða bygdar. Fíggingin til íbúða- Tórshavnar listasavn og mOttøkuhus, Tréndargøta 42 Um vikuskiftiå verður møguleiki hjá áhugaðum at vitja Tórshavnar listasavn og måttøkuhus í Tréndargøtu 42, sum m.a. hýsir part av listasavninum, sum Býráðið ognaði sær í vár. Opið verður leygardagin og sunnu- dagin frá klokkan 14 til 18. TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Tað er vert at undir- strika týdningin av at hava góð viðurskifti við samvinnufelagar sínar. Hetta hevur Javnaðarflokkurin altíð lagt dent á. Tær politisku semjurnar vit hava í dag, eru allar gjerdar eftir tí leisti, sum Javnaðarflokkur- in legði til brots fyri. Við heimastýrisskip- anini fingu vit eina góða sjálvstýrisskipan, sum til henda dag hev- ur borið samfelag okk- ara á framburðsleið. Feroyingar segdu, aftaná heimsbardagan, at amtssteðuna vildu vit ongantíð fara undir aftur. Javnaðarflokk- urin sannaði hetta við uppskoti sínum í 1943 um »vina- og frælsis- brævið<, sum gjørdist grundarlagið undir Síða 9 I Heimastýrislógin heimastýrisskipanini. Samráðingar aftaná kríggið millum feroy ingar og danir vístu týðiliga, at broyting mátti henda, og vit hava bygt samfelagið eftir skipanini síðani tá — og gera vit tað enn. Í dag verður nógv tosað um undirgrund- armálið. Hetta mál kann verða loyst undir verandi heimastýris- skipan. — Tjóðveldis- flokkurin hevur sína patentloysn: loysing og vilja ikki síggja, at vit koma víðari við samráðingum. Samráð- ingarloysnina velja vit í Javnaðarflokkinum, tað er leiðin vit altíð vilja ganga, tí vegir til bett viðurskifti eydn- ast bert og best um vit tala saman. J. Lindenskov Kunngerð frá Miðvágs Kommunu Við hesum verður kunngjørt, at val- staðið til fólkatingsvalið 8. september verður í høllini í nýggja bygdarskúlan- um. MIÐVÁGS BYGDARÁÐ AR