týsdagur 8. september 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Í Dagblaðnum fyri miku-
dagin í seinastu viku
roynir ein, ið nevnir seg
PO at afturvísa odda-
grein, sum undirritaði
hevði skrivað í Sosialinum
næstseinasta hósdag.
Men viðkomandi megn-
ar sjálvandi ikki at aftur-
visa tí veruleika, at jødar,
sum fjaldu seg fyri Adolf
hitler og hansara bøl-
mennum kendu seg mest
tryggar og best vardar í tí
javnaðarstýrda Sveríki.
Heldur ikki megnar við-
komandi at afturvísa ein-
um eðrum veruleika,
nevniliga ti, at bødlmenn-
ini, sum saman vid Adolf
Hitler framdu størsta
brotsverkið móti manna-
ættini higartil, ikki fjaldu
seg í javnaðar stýrdum
londum, men kendu seg
mest tryggar og best
vardar í hegrastýrdum
einaræðislondum í Mið- og
Sudur-Amerika.
PO roynir at påstanda
og billa fólki inn, at javn-
aðarflokkurin ikki stuðlar
Ísrael. Prógvið er ein
mynd, har PLO-leiðarin
Yassir Arafat situr á
fundi saman við fleiri
norðurlendskum javnað-
arleiðarum. Fólk skulu fáa
ta fatan, at kunnu javnað-
arleiðaraar sita í stovu
saman við Yassir Arafat,
so merkir hetta, at javnað-
arflokkarnir ikki stuðla
Ísrael. Hetta avdúkar ein
primitivan og fávitskutan
hugsunarhátt.
Tá javnaðarleiðarar sita
á fundi við eitt umboð fyri
ein part í einum stríði, so
er endamálið einans eitt,
nevniliga at virka fyri
linna. At fáa viðkomandi
part at sýna tollyndi, og
at viðurkenna, at hin part-
urin eisini hevur rætt at
liva — eisini hevur rætt at
vera til. Tá hetta eydnast
er tað til stórt gagn fyri
báðar partar og fyri alla
mannaættina.
Alternativið ar at fara í
part við, at taka undir við
og stuðla teir mest víð-
gongdu í eðrum partinum.
Tá fáa vit polariseringina.
Og tá er enmdamálið hjá
báðum pertum at knúsa
og útrudda mótpartin.
hetta tænir hvergum parti
og hetta tænir als ikki
mannaættini. Hetta er í
stríð við hitt stóra boðið
um at elska sín næsta,
sum sjálvan seg.
Í hesum árum er vandi
fyri, at nøkur fólk gera seg
sek í tí sama, sum Adolf
Hitler og nasistarnir
Ol hava rætt at vera til
gjørdu. tey trúgva, pá-
standa og billa eðrum
fólki inn, at bert tveir litir
eru til. Annar liturin eitur
hvítt. Hin eitur svart.
Hetta er sera vandamikið
fyri heimin og mannaætt-
ina. Hetta skapar spenn-
ing. Hetta fremur ikki tol-
lyndi og virðing fyri eðr-
um. Og tað var júst hetta
sum hendi í Europa í
tríatiárunum. Úrslitið av
tí kenna vit. Tað situr á
okkum sum ein skammar-
blettur.
Var tú av týskum upp-
runa, so var tú hvítur og
nóg góður, men var tú av
eðrum uppruna, eitt nú
jødi, so var tú svartur. Í
slíkum feri gekk leiðin inn
í týningar tippi. Ella, tók
tú undir við politikkinum
hjá føraranum í triðja riki-
num, so var tú hvítur og
nóg góður, men hevði tú
aðra politiska uppfatan,
tók tú t.d. undir við javn-
aðarhugsjónini, so var tú
svartur. Í slíkum føri gekk
leiðin inn í eina arbeiðs-
legu ella í eitt týningar-
tippi.
Føroyski javnaðarflokk-
urin, teir norðurlendsku
javnaðarflokkarnir og allir
hinir javnadarflokkarnir,
herundir eisini tann ísra-
elski javnadarflokkurin
stuðla allar góðar kreftir,
sum virka fyri linna, ið
sýna tollyndi, og sum vilja
viðurkenna, at øll hava
rætt at vera til — at øll
hava rættt at liva. Ella
eru vit ikki ell skapt í
Guðs bílæti? Skal ein
Lydia Arge, ein Óli Breck-
mann ella ein PO ráða fyri
hverji eru skapt í Guðs
bílæti, og hverji ikki eru
skapt í Guðs bílæti?
Eg skal enda við einum
orðataki sum sigur, at vit
101
Í komandi
8. september 1987
hava ikki fingið heimin frá
undanfarnu ættarliðum —
vit hava bert lænt heimin
frá okkara bernum og
ættarliðum.
Skulu vit megna at bera
hetta láni aftur í sama og
helst betri líki, so mugu
vit gera okkum fullkomi-
liga greitt, at tað eru aðrir
litir til enn hin hvíti og
tann svarti.
Ferarin í triðja ríkinum
tók feil. Hann sá bara
tveir litir. Hin hvíta og so
tannn svarta. Lánið, sum
bernini hjá tí ættarliðnum
fingu aftur, var eitt sund-
ursorlað Europa.
Skal segan endurtaka
seg? Sigið kortanei! Veljið
flokkar, sum virka fyri
linna, ið sýna tollyndi, og
sum viðurkenna at øll
hava rætt at vera til — at
oll hava rætt at liva.
Fremst millum hesar
flokkar finna vit javnaðar
flokkarnar. Her finna vit
ísraelska javnaðarflokkin
hjá David Ben Gurion og
Goldu Meir, og her finna
tit eisini føroyska javnað-
arflokkin.
Gott val!
Vilhelm Johannesen
Eru bygdafolk veruliga
so ring, Sundstein?
Tad var løgid, at Dag-
bladid ikki kom i hvørt hus
síðsta månadag, ti har
vóru tíðindi til tey, ið
búgva í útjaðaranum í
landinum: Formaðurin í
Fólkaflokkinum, Jógvan
Sundstein, ávarar ímóti
arbeiðsloysisstuðuli, tí
»loysir tað seg betur at
ganga arbeiðsleysur úti á
smábygdunum enn at fáa
arbeiðsinnteku, ja so velja
fólk sjálvsagt almanna-
veitingina<. Hann sigur
eisini, at tey fara heldur at
>... skjóta seg inn undir
eina arbeidsloysisskipan«.
Hevur fólkaflokkurin
veruliga so lítið álit á fólki
úti á bygd, at teir rokna
tað fyri eina sjálvfylgju,
at fólka á bygdunum fara
at setast hendur í favn og
bara sekja um arbeiðs-
loysisstuðul?
Tað, sum Fólka-
flokkurin hevur fingið so
ilt av, er orðingin í nýggju
reglunum fyri almanna-
veitingar, sum siga, at
fólk sum kom í vinnuloysi
og hava serliga tunga for-
syrgjarabyrðu, stórar
íbúðarútreiðslur ella ser-
liga truplar umsteður
annars, kunnu fáa hjálp.
At meta hesi fyri leting-
ar og leggja tey undur at
"skjóta seg undir eina ar-
beiðsloysisstuðulsskipan
kann eingin annar enn
fólkaflokkurin koma við.
Heyði Sundstein havt eina
lítla hóming av, hvussu
arbeiðsdagurin er hjá fólki
úti á bygd, so hevði hann
neyvan úttalað seg á
henda hátt. Á bygd skulu
menn rógva út, tá ein dag
er, samstundis skal
hoyggjast, og nógv annað
fáast frá hondini, tá veðrið
loyvir tí, so mangan
verður dagurin langur.
Men rokningarnar skulu
tey gjalda, sjálvt um ill-
veður og annað gera, at
eingin daglen er at fáa.
Tað skal ikki lítið av
frekleika til at leggja fólk
á bygd undir nú at vilja
kasta alt frá sær, drepa
seyðin, heingja rívuna
upp, fortoya bátin og seta
seg hendur í favn undir
húsavegginum. Tílíkari
misteinkiliggering kann
bert fólkaflokkurin koma
við.
Heldur er tað alla æru
vert, at fólk við so ótrygg-
ari innteku sum mangan í
útjaðaragskjunum hava
klárað tað dagliga stríðið
so væl. Higartil hava tey
ikki tyngt búskapin —
heldur tað evugta.
Henrik Old
Eina demokratiska
rødd á Fólkatingi
„Í dag broytist Europa.
Ja, allur heimurin fær eina
nýggja framtíð. Dagurin í
dag er ein nýggj byrjan.«
Hesin dagurin var tann
17. juni 1984. Maðurin, ið
segði hesi orð, sum eins
væl kundu verið segd av
Hitler 50 ár fyrr, var
Marie Le Pen. Flokkur
hansara Front National
hevði fingið 10,9% av at-
kveðunum til EF-parla-
menti.
Hetta hevði við sær at
fronsku fasistarnir fingu
10 limir í EF-parlamenti.
Nú hugsar tú kanska, at
hetta bert kemur fyri í
Fraklandi, men 5. august
1982 bar BBC tey skelk-
andi tíðindi, at fasistarnir
í Onglandi hevdu fingið
fótafesti í Konservativa
flokkinum.
Eisini í Vestur-Týsk-
landi føldu fólk seg
ótrygg. Ein kanning hjá
SINUS-stovninum Vvísti,
at ein stórur partur av
týska fólkinum tók undir
við hegra-ekstremistisk-
um hugsanum. Um somu
tíð vuksu álopini og harð-
skapurin móti turkunum í
Týsklandi.
Soleiðis var steðan í
trimum av sterstu londu-
num í Vestur-europa. Men
steðan er ikki betri í Hol-
landi, Belgia, Eysturríki
og Danmark.
Nú skulu vit velja umb-
oð í Fólkatingið. Vanliga
er valluttøkan lítil til
Fólkatingsval. Tey, ið sita
heima hava ofta verið velj-
arar sum stuðla vinstra-
vonginum og fólkaræði-
num í føroyskum poli-
tikki.
Hesi gongd vilja vit
ávara ímóti. Skulu vit før-
oyingar vera við til at
stuðla fasismuni.
Nei, vit ungu mugu
standa saman og fara á
val og velja eina demo
kratiska redd á Fólkating
Steðgið fasismuni !
Farið fjølment á val og
stuðli Javnaðarflokki-
num, sum er tann einasti
flokkur, sum hevur megu-
leika at steðga fasismuni.