Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarblaðstjóri Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgevari: P/f Sosialurin Jan Miiller Krisjan Dahl Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Verkamanna- figgindi og Folkaflokkurin Í EINUM av seinastu Dagblødu- num skýrdi Fólkaflokkurin Javn- aðarflokkin fyri verkamannafigg- indan. Í síni karráðu og keldu roynd at seta kílar í flokkar og fel- agsskapir verður ferð eftir ferð Javnaðarflokkurin og leiklutur hansara í tí samlaðu arbeiðara- rørsluni lagdur á blokkin. JAVNAÐARFLOKKURIN saman við hinum landsstýris- flokkunum roynt at tálma privatu nýtsluni við nøkrum inntøkulég- um. Tað eru óivað tey flestu javn- aðarfólk og onnur, sum halda, at hesar lógir kundi havt verið meira sosialt vigaðar. Men tað er nógv fyri. at Fólkaflokkurin skal ditta sær at brúka seg. tí umboð Fólka- floksins álegði dønum stutt frammanundan ein »påska- pakka«, sum kostaði fleiri túsund krónur hjá hverjum húski. hevur JÚ, HANN hevði uppskot um uppsparing. Og sjálvandi við skattalætta. Men hvor hevði havt størsta fyrimunin av hesum. Neyvan vanligi lønarbeidarin! NEI. FLESTU lønarbeidarar vita, hvønn Fólkaflokkurin fyrst og fremst verjir, og hvørjum hann stridist fyri. Tad er ikki fyri van- liga lønarbeidaranum. FRÅ 1980 TIL 1984 sat Fólkaflokk- urin i landsins styri. Hetta skeidid lækkadi tann tøka lønin hjå hvørj- um føroyskum lønarbeidara vid einum 25 prosentum! Hvat gjørdi flokkurin fyri at steðga hesum falli? Einki! NÚ ER TÍBETUR aftur ein vøkstur at hóma í reallønini og tí kundi danska ráðgevandi nevndin skriva í sína seinastu regluligu frágreiðing. at alle lønmodtager- grupper har haft en betydelig reallønfremgang«. oddagrein OG HVUSSU någv arbeidaramål legdi undanfarna landsstyrid vid stavnamanninum sum hugsjónar- ligum leiðara ti lgagns fyri før- oyska lønarbeidaran fram? Einki! (0)! Og ikki eitt tydandi sosialmål varð framt. MEN UNDIR verandi samgongu er hópin av løntakaramålum ann- aðhvort samtykt ella í gerð. Vit kunnu nevna: fritid og hægri frítíðarprosent, trygdar- grunn verkafólksins, útbygt ar- beiðseftirlit, longri barnsburðar- orlov, dagpeningaskipanin verður endurskoðað, arbeitt verður við eini minstulønarskipan fyri fólk í flakavinnuni, arbeitt verður við eini arbeiðsmarknaðar-eftirløn og okkurt annað málið fer helst at síggja dagsins ljós, áðrenn hetta valskeiðið er runnið. longri HARAFTURAT kemur ein hópur av sosial-målum, sum hetta landsstýrið longu hevur framt ella fer at fremja, og sum øll eru mál til gagns fyri foroyska lønarbeid- aran. HETTA ER ein kollossalur munur. Frá ongum og upp í ein heilan lógva av málum — arbeidaramål- um. Og er ein flokkur við til at fremja slík mál, tí hann er fíggindi hjá einum bólki? Nei! Hugtakið figgindi kenna vit ikki í Javnaðar- flokkinum. Vit tosa og virka fyri javnaða — og ikki fyri at nøkur skulu hava tað betri enn onnur. Vit reka ikki Fólkafloks-politikk. FÓLKATINGSVAL er í dag. Veljar- in hevur møguleikan at vraka nú- verandi umboðini á fólkatingi og velja onnur ístaðin. Javnaðar- flokkurin er til reiðar at taka á seg ábyrgd eisini á fólkatingi, og vilja vit heita á veljararnar um at meta fjølmentar á valstødunum kring landið. Vr. 101 Latið okkum í dag skriva politiska sogu: Hesaferð SKAL Óli steðgast! Tvinnandar spillur komu inn í feroyskan politikk í 1974, men hóast tað at tær síðani hava útviklað seg so ymiskt, so vildi lagnan at hevuðspersónarnir tá skuldu metast á Slots- holmen í Keypmannahavn 10 ár seinni. Báðir hevdu í fyrstani tað felags eyðkenni, at teir gera veikleikan hjá eðrum til egnu politisku styrki. Teir føra politikk á einum fyri foroyingar so fremm- andan og ósakligan hátt, at teir í veruleikanum bert standa og eyðmýkja seg sjálvar. Stødid er so lágt og innihaldið so kaotiskt, at tað framførda snøgt sagt ikki er til at afturvisa vid vanligum orðum. Tann nyggi sambands- flokkurin vid Dimmu i rygginum, hevur fram til dagin i dag stadid og prostituerad seg sjålvan við eini propaganda- maskinu, sum í grundini er heilt ópolitisk. Alt er bygt upp um eina gjøgnumsurgada mis- teinkiliggerding av øllum, sum fyriferst politiskt, umframt uttan slit at trútta niður í fólk, hvussu syndarliga lítið feroy- ingurin orkar, dugir og torir. Teir gera soleiðis sjálv- sakptu avmakt feroyinga til egnu almakt. Botnin náddu teir við at upphevja seg sjálvan sum verja fyri eina avkristnan, sum teir sjálvir hava manað burturúr ongum júst til sama endamál. Tað er tískil eitt krevj- andi og skitið handverk at koma niður á hetta stødid til at afturvísa. Og to gjørdi alt hetta sina tilætlaðu nvttu, soleiðis sum vit sóu tað til valini í 1977 og 78. M en eitt slíkt bíligt agitator- iskt tricks verður bert gjort ta einu ferðina. Krút- ið er vorðið vátt fyri alla framtíð og tí er flokkurin eins tannleysur og nakran- tíð. Hann hevur síðani verið í steðugari aftur- gongd, og sjálvir vænta teir at tapa valið í dag. Tann nýggi fólka- flokkurin og blað hansara hevði í grundini eina líkn- andi byrjan. Teir nýta lítla orku til at áleypa og finnast at flokkum og politikarum. Hetta er fyri teir heldur vanabundið, so teir velja sær í staðin — í besta »american style« — ut nakrar vanligar borg- arar, sum síðani verða brennimerktir sum fólk, ið ætla at oyðileggja hetta samfelagið. Einasta mis- brot teirra er, at tey al- ment loyva sær at siga sína hugsan. Hesi sakleysu menn- iskju í sínum sjálvsagda demokratiska erindi, verða soleiðis tengd saman við einum kommunistiskum trelli, sum flokkurin hevur tekn- að á veggin til tað sama. Hesir báðir flokkar forða tann vegin fólki í at nýta tað trúar-, tali- og skrivifrælsi, sum annars hevur verið grundlógar- tryggjað í søguligar tíðir Og sjálvir brúka teir hesi somu rættindi sum reint fótatraðk fyri at vinna sær veikar sálir í egnan part. Tað var soleiðis sam- bandið, sum »uppfann« foroyska ateismu, og fólkaflokkurin svaraði aftur við at uppdikta eina føroyska kommunismu. Hetta er jú ein felags framferðarháttur, sum djúpast sæð er heilt ópolit- iskur; tað er so teirra hátt- ur at krúpa uttanum veru- ligan politikk. Men onkur munur er hóast alt teirra millum. Sambandið hevur ikki fleiri skot eftir í byrsuni. Teir royndu henda taktikk og vunnu ta einu ferðina uppá tað. Men nú er soðið blivið so vatndeyvt, at bert fá tíma at lurta longur og uppaftur færri trúgva teimum. Ødrvisi er við nýggja fólkaflokkinum, sum tverturímóti hevur verið í stødugari framgongd. linja er stigvis vordin meira vulger, råd og menniskjaóverdug. Verst av ellum er, at tað, sum fólk fyrr hildu var ideologiskt fantasi og tómt orðaspæl, nú skal gerast til veruligan poli- tikk. Handling skal nú fylgja orði, meðan fólk al- samt venja seg við hetta og tessvegna dagliga gerast alt meira aspekt- blind. Tað er júst her tann reyða lampan lýsir! Tí er tað skeivt at siga, at vit hava 2 óverdug umboð á fólkatingi. Teirra Sjálvandi eru teir javnt lítið verdir føroyingum at sita har, men tað er skeivt at brúka sama orðaval um teir. Sambandið er passivi- 8. september 1987 teturin sjålvur. Men tað er øvugt við fólkaflokkinum. Hetta er segan um tann einsamalla og sjúkliga persónin, sum gjørdist til eina politiska rerslu. Nekur ár fingu vit at vita, at hetta bert var ein vongur innan flokkin, men í dag hava vit ell fellandi prógv fyri, at floksins støda er til selu fyri hægstbjóðandi; so har er tað meira ein spurningur um, hvenn veg teir flyta seg næstu ferð. Politisk aggressión og psykiskt terror móti ødrvisi hugsandi er nu vorðið teirra felags linja. Skuldi tann evugta vanlukka hent hava vit ein veruligan vanda fyri, at vit eftir komandi løg- tingsval fáa ein makpolit- iskan tendens í Feroyum, sum ongantíð fyrr hevur verið sæddur norðanfyri Slesvig. Soleiðis sum sjálvt Fríu Føroyar viðgekk í odda- grein herfyri, so er hetta eitt val sum veruliga er eðrvísi; og tað er verandi fólkafloksumboð sum er tann sjálvútnevndi hevuðsfíggindin. Ongin okkara hevur ráð at gera valdið í dag til eina karaktergeving fyri ferda politikkin i Føroyum. Tá vil farmaskip, fasisma, smolt og kommunisma verða samankókað í ein slíkan vavgreyt, at nógvir veljarar uppgeva at fáa greiðu á, hvat valið í grundini snýr seg um. Ongin kann reingja, at tað er javnaðarflokkurin saman við Sosialinum, sum hevur víst ideolog- iskan brodd og profil í hes- um spurningi; so um ikki annað, so er hetta ein grund at velja flokkin, nú vit nærkast målstrikuni. Tað verður eitt prestisju- tap uttan samanlíkning fyri okkum, um fólkafloks- umboðið í dag verður afturvalt til tað danska lóggávuting, sum segu- liga sæð allar dagar hevur verið roknað sum sjálv vøggan til demokrati i Europa. d.