týsdagur 8. september 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
s ða 18
Drekkitillag!
Aftaná eitt tíðarskeið
uttan alkohol kunnu nógv
fáa eina serstaka óviljaða
medferð, sum er ávaring-
artekin um, at eitt aftur-
stig er um at koma. Sagt á
annan hátt: >víntevið elvir
til drekkari, og eina tíð,
áðrenn tú dettur útí, er
hetta komið til sjóndar í
tí, tú kennir og í tí, tú gert.
Hetta er tað, ið kallað
verður drekkitillgðing
(BUD). Ein drekkitillag-
ing kann lýsast sum fleiri
tekin, ið eru eyðkend við
at kenslur og medferð
broytast, og verður hetta
ikki varnast og rættað, so
fer tað at gera, at alkohol-
ikarin tekur tann fyrsta
snapsin.
Drekkitillagingin kann
taka fleiri dagar, vikur,
mánaðir, ja enn tá ár at
mennast; tað veldst um
tann einstaka persónin.
Tað týdningarmesta er, at
drekkitillagingin hverja
ferð mennist á sama hátt
hjá tí einstaka. Her er
eisini hjálpin, tí um alko-
holikarin kann kortleggja
sín serstaka hátt at mana
fram drekkitillagingina,
so hevur hann nógv sterri
meguleikar fyri at rætta
kósina við at gera nakað
við tað
Hvussu kanst tú
varnast
drekkitillagingina
Ein drekkitillaging byrjar
aloftast í smáum — ofta
ósjónligt — men leiðir
altíð til eina broyting í
kenslum og medferð.
Spakuliga (og tó ikki altíð
so spakuliga hjá summum
alkoholikarum) mennist
hon til búning. Húsfólk og
vinir kunnu ofta varnast
hetta, langt áðrenn per-
sónurin sjálvur ansar
henni. Tað er av somu
orsek, at tú ofta hoyrir
konur siga, at menn teirra
eru klárir til eitt »tørn«.
Eftirfylgjandi eru dømi
um vanlig sløg av drekki-
tillaging, ið eru løtt at
varnast um:
1) Tann erkvisni — hetta
er tad vanligasta slagid —
små ting byrja at arga (al-
oftast ting, ein annars ikki
hevði varnast)
— grenjar um arbeiði,
børn, huski og hus
— einki er heilt i lagi —
sjálvt tað besta kann vera
betri
— snarsinni og eðis-
brestir.
2) Tann friðsami — skiftir
millum at tosa vanliga (alt
eftir, hvussu nógv leikar á
fyri tann einstaka) og at
tosa minni ella heilt at
tiga.
3) Tann pråtingarsami —
tosar nógv meira enn van-
ligt, tvætlar meira enn
vanligt, tosar skilaleyst.
4) Okt arbeiðssemi — ar-
beiðir nógv meira enn van-
ligt, dugir ikki at sita
stillur, må vera »uppå
fartin«. Ottakenslur
kunnu ofta vera orsøkin
her (eins og hjå ti pråt-
ingarsama), uttan at
persónurin er varugur við
henda ótta.
5) Tann lúgvaði er
meira troyttur enn vanligt
aftan á sama arbeiði sum
áður — ella meðin kann
komast av svevnloysi, har
viðkomandi hevur sovið
væl áður. Kann hava
hevuðverk. Sær lúgvaður
út og kennir seg eisini at
vera tað.
6) Tann kensluborni —
hevur lætt við at tára.
Hugsar um tað farna og
um alt tað ringa, sum
hann hevur gjert móti sær
sjálvum og húsfólkinum.
7) Tann tunglynti
(deprimeraði) — líkist
nógv tí kensluborna. Er
tungur í huga — tosar ikki
við fólk — heldur seg fyri
seg sjálvan — svevur og
etur lítið — kann hava
hevuðpínu og ilt í búkin-
um.
8) At keða seg — ongan
hug til nakað — klagar um
einki at hava at gera —
tíðin fellur long — argast
inn á virkisfúsar persónar.
9) Einsemiskenslan — eg-
vil-vera-einsamallur, sigur
nú hann, sum vanliga er
glaður fyri at vera saman
við eðrum.
10) Tann ovurtrúnaðar-
sami (yvirfortróligi) —
kenslurnar broytast til
kátari og vinsælari kensl-
ur enn vanligt er hjá
honum — rúsandi —
kennir á sær, at
edrúskapurin fer at vara
ævigt, hann er komin um
tað ringasta, so honum
tervar ikki at arbeiða við
tí. Steðgar viðgerðini
beinanvegin (antin á við-
gerðarheimi, bólkavið-
gerð, AA, antabus ella
persónligari viðgerð).
11) Ein samanrenning av
tveimum ella fleiri av
omanfyristandandi punkt-
um.
Drekkitillagingin kann
býtast upp í trý stig: Byrj-
anin, gongdin og vanda-
tíðin.
Drekkitillagingin kann
lættliga verða rættað, um
hon verður avdúkað í góð-
ari tíð í BYRJANINI, tá
ið eyðkennini síggjast
fyrstu ferð. Hon kann
eisini rættast í GONGD-
INI, sum eyðkennini ger-
ast klárari. Men í
VANDATÞSÐINI, tá ið
tær kensluligu pínurnar
gerast alsamt verri, endar
alt í ráðaloysi. Hetta tíðar-
skeiðið varar ikki leingi or-
sakað av, at tær kenslu-
ligu pínslurnar eru so
harðar, at bert við yvir-
menniskjaligum kreftum
kann alkoholikarin halda
seg frá at taka tann fyrsta
snapsin, tá ið komið er so
langt.
Hvussu skal drekki-
tillagingin steðgast uttan
ein »litlan«.
1) Varnast um tekinini —
kenn tíni serkenni og ver
vakin mótvegis ávaringar-
teknum. Ver varin mót-
vegis broytingum í sinna-
lagi og broytingum í
stødutakan — serliga mót-
vegis tí negativu síðuni
(og eisini tí positivu, um
tað ovurvinsæla er tað
veika hjá tær).
2) Góðtak At Hetta Er Ein
Drekkitillaging — hygg
ikki eftir orsekum, góðtak
bara, at tað er so. Lær at
góðtaxa uppskot frá hús-
fólkunum og vinum, tey
duga ofta at síggja eina
drekkitillaging áðrenn tú
gert tað. Stuðla teimum, í
staðin fyri at gerast illur,
undirstrika, at tey hava
varnast drekkitillagingar-
medferð.
3) Ger nakað við tað (lat
vera at leita eftir orsøkum)
a) tosa við onkran, sum
veit um tað: AA-limir, ráð-
gevar — hygg inn á við-
gerðarheimið ella half-
way-húsið
b) ring til ein vin — ger
okkurt samfelagsligt ar-
beiði
c) ger okkurt kropsliga
tungt — sum brúkar tína
kropsligu orku
d) ger okkurt í húsinum,
sum leingi hevur ligið á
láni
e) ger bara okkurt. sum
fyrr hevur hildið teg frá at
taka tann fyrsta snapsin.
Minst til, at ein drekki-
tillaging byrjar ikki, tá ið
tú ert farin at hugsa um
tann fyrsta snapsin, men
Oo
hon byrjar iangt áðrenn.
Fatanin er í dag, at alko-
holikarin verður kenslu-
liga fullur, áðrenn hann
tekur tann fyrsta snapsin.
Hetta er at vera »turr-
fullur«. Turrur ella vátur,
tað er líkamikið, tí um ein
alkoholikari er fullur, so
hevur hann mist tamar-
haldið á, nær hann drekk-
ur. Í ti »turrfullu« tíðini er
tamarhaldið farið í sinn-
inum, júst sum hevði hann
longu drukkið.
Gerðin at taka glasið og
drekka er bert ein sjálv-
segd gerð, sum byrjaði
langa tíð áðrenn og slapp
at halda teymaleyst fram í
sinninum. Orsøkin er, at
verkirnir frá seinasta
»tørni« langt síðani erú
kevdir av gleðini um at
hava gingið edrúur í eitt
longri tíðarskeið.
Um tú fært tær ta neyð-
ugu viðgerðina fyri eina
drekkitillaging, so fært tú
so líðandi friðin aftur, og
tú fert at kenna teg at
hava sigrað á enn einari
forðing í drekkaríi, og
meira sigurríkur tú gerst,
jú sjáldsamari verður tað,
at tú kemur út í tað.
(Fyrilestur Óttars
Gudmundsonar, yvir-
lækna, hildin á Heilbrigd-
inum, Velbastað).
#