hósdagur 10. september 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Barnafilmsdagar í Norðurlanda-
húsinum:
Gummi-Tarzan, Otto
og Hodja
Filmsfelagið hevur nú aftur filmsdagar í Norður-
landahúsinum, hesa ferð fyri bern og barnsligar
sálir.
A skránni eru tríggir danskir filmar: Gummi-
Tarzan, Otto er nashyrningur og Hodja úr Pjort.
Teir eru gjørdir eftir segunum hjá danska
barnahevundanum Ole Lund Kirkegaard, sum
eisini er væl kendur í Feroyum. Pauli Nielsen
hevur umsett fleiri bøkur hansara.
Tær tríggjar sýningarnar í Norðurlandahúsin-
um eru almennar. Atgongumerkið kostar 10 kr.
fyri børn og 30 fyri vaksin.
Filmsfelagið mælir til, at bern undir skúlaaldri
hava onkran vaksnan við sær.
11. september kl. 19.00
OTTO NASHYRNINGUR
(Rumle Hammerich 1983 — 90 min.)
Í einum húsum niðri við
bryggjuna búgva Topper og
vinmadurin Viggo. Pápi
Topper er sjómaður og hevur
verið burtur í nógv ár.
Topper leingist illa eftir páp-
anum, meðan Viggo heldur
vildi sloppið undan at verið
so nógv saman við pápa
sínum, ið hevur eitt vertshús
í kjallaranum.
Ein dagin finnur Topper
ein gandablýant, sum er so-
leiðis, at tað, tú teknar gerst
livandi. Úttan at vita av
hesum, teknar hann ein nas-
hyrning á veggin, og knapp-
liga stendur ein risastórur
nashyrningur inni í stovuni
og etur burtur av innbúgv-
inum. Í húsunum búgva
eisini frú Flora, ið dugir sera
væl at gera kaffi og verturin
harra Holm, sum fegin vil
giftast við henni, men ikki
dugir at siga henni tað. Av tí
at nógv fólk koma inn at
hyggja at nashyrninginum á
aðru hædd, brotnar gólvið
undan teimum, og tey detta
oll niðurundir til frú Floru, ið
júst hevur gjert kaffi. Harra
Løwe, pápi Viggo, verður i
ødini og ringir eftir sløkki-
liånum, men tå sløggilids-
menninir koma, blaka teir
slangurnar frå sær, ti teir
vilja hava kaffi frå fru Floru.
Aftur eina ferð brotnar
gólvið, og øll detta niður-
undir í vertshúsið hjá harra
Lewe, har veitslan heldur
fram.
Øll uttan Topper stuttleika
sær, tí honum leingist eftir
pápa sínum. Um náttina
kemur pápin heim, og tá hann
dagin eftir ferð víðari, eru
topper og nashyrningurin
við. Tá Topper veittrar
farvæl, blakar hann Viggo
gandablýantin.
12. september kl. 16.00
HODJA ÚR PJORT
Einastaðni í ævintýrlandi
situr hin stóri sultanurin á
slotti sínum og keðir seg.
Honum dámar væl at eta —
og eisini at flúgva. Einasti
matur honum dámar er
hjertuni úr hvítum
dúgvum. Við flúgvingini er
verri. Eftir at hava roynt
fleiri ferðir, frættir hann, at
gamli El Faza eigur eitt
flúgvandi teppi. Rottan er
samansvorin við sultanin,
(Brita Wielopolska 1985 — 76 min.)
og hann ætlar at fáa teppið.
Eydnast hetta, skal sultan-
urin gera hann til her-
hevdinga. Rottan fer til
eina gamla konu, sum tekur
sær av fátækum, foreldra-
leysum bernum. Hon veit
um El Faza og flúgvandi
teppið, men vil onki siga.
Gentan Smaragd, sum er
hjá tí gomlu konuni, frættir
um teppið, og Rottan fær
hana at hjálpa sær. Aftur-
10. september kl. 19.00
GUMMI-TARZAN
(Søren Kragh-Jacobsen 1981)
Vit hitta 8 åra gamla Ivan å
bryggjuni, har hann spælir
sær vid ein dreka. Hann er å
veg i skula. Tå hann fer um
skulaportrid er hann bangin,
og tað er ikki uttan orsøk. Í
skúlagarðinum bíða búr-
kropparnir, sum altíð geva
honum buksuvatn. Tí verður
Ívan ov seinur, men lærarin
ilskast ikki. Trupult er at lesa
hjá Ivani, tí stavirnir í bókini
dansa fyri honum; men lær-
arin er framvegis tolin.
Heima hjá Ivani ruddar
mamman, og pápin hvílir seg,
tí hann hevur ilt í hevdinum.
Ivan er jú vátur og skitin, so
pápin verður í eðini. Ein
morgunin sigur påpin Ivani
um Tarzan, tí hann vil hava
Ivan at vera líka so sterkan.
Pápin fer tí út at venja við
honum í treunum, men Ivan
dettur og í eðini kallar pápin
hann Gummi Tarzan.
Ivan hevur ongar vinir og
gongur tí nógv einsamallur
niðri á bryggjuni. Har hittir
hann kranferaran Óla, sum
lærir Ívan at koyra krana. Oli
hevur heilt aðra fatan av tí at
vera rættur drongur, enn
pápi Ívan hevur. Oli sigur, at
tað er altíð okkurt, tú dugir
væl. Tað ræður bert um at
finna fram, hvat tað er. Tí fer
fyri skal Smaragd fáa eina
fína song og annars øll
onnur ynski uppfylt.
Í bygdini býr drongurin
Hodja. Hann tímir illa í
skúlanum, tí hann vil upp-
liva okkurt spennandi.
Hodja prátar ofta við
gamla El Faza, sum sigur
honum, at hann kann upp-
liva tað, sum er spennandi,
um hann rættiliga ynskir
tað. Smaragd og Rottan
koma til Pjort at hitta El
Faza fyri at lumpa teppið
frá honum, men hann fæst
ikki at lata tað. Í staðin
gevur hann Hodja teppið, tí
Hodja hevur tað lyndið, ið
krevst at nýta teppið til
Oli at læra Ivan at súkkla,
men tíverri roynir Ívan eisini
einsamallur, og hann endar í
eini grev. Lagið á lvani er
ringt, og harafturat gevur
pápin honum eina Tarzan
mynd og eitt Tarzan ur, sum
honum avgjert ikki dámar.
Oli uggar og biður hann seta
seg inn í ein gamlan konteyn-
ara at hugsa seg um. Her sær
Ívan fyri sær, at hann er
ovursterkur og vinnur á
vinum sínum. Í miðjum
skúlagarðinum skrivar hann:
»Nidur við ellum óargaung-
um«, og hann verður síðani
æraður av ellum skúla-
børnunum.
Tå Ivan hevur fødingardag,
bjóðar hann einasta vini
sínum — Ola. Feðingardagin
fer hann við foreldrum sínum
oman á bryggjuna. Tey verða
ovfarin, tá tey hitta Ola — ti
hann er vaksin. Saman fara
tey út í eina lítla oyggj at
halda feðingardagin. Frá Óla
fær Ivan ein dreka, sum teir
stuttleika sær við. Tá tey
skulu heim aftur, roynir Oli
at fáa drekan niður, men
hann spælir, at tað eydnast
honum ikki, tí má Ívan gera
tað. Ti tað er altíð okkurt, tú
dugir væl.
ævintýrferðir út í stóru
verð. Meðan Hodja roynir
teppið, hyggur Smaragd at,
og tað eydnast henni at
sleppa við, sjálvt um Hodja
helst við vera einsamallur.
Tey flúgva til fremmandar
býir, men Smaragd vil
sleppa aftur til hevuðs-
staðin, ið eitur Petto. Við at
siga seg vera teppiselu-
mann, hevur Rottan fingið
fatur á einum teppi hjá El
Faza, sum hann heldur vera
hitt flúgvandi teppið; sjálv-
andi eydnast honum ikki at
fáa tað á flog.
Ole Lund
Kirkegaard
— ein barnavin-
sælur rithøvundur
i 1970 var eg i Dan-
mark og lærdi til skúla-
bókaverð. Har var ein
lærari, sum hevði ser-
ligan tokka til barna-
bøkur. Hann hevði
sterri og aðra vitan um
barnabókmentir = enn
nakar annar, ið eg áður
hevði hitt.
Eg spurdi hann, um
hann kundi nevna mær
ein nýggjan danskan
barnabókarithevund,
sum skaraði framúr, og
sum tordi at ganga
egnar og nýggjar leiðir.
Ole Lund Kirkegaard
svaraði hann uttan
himpr.
Tá ið eg so spurdi
hann, hvat ið var so
serstakt við Ole Lund
Kirkegaard, svaraði
hann: >Fyrst av ellum,
so dugir hann at skriva
barnabekur, so tær
verða lisnar eins væl av
vaksnum sum av
børnum - hann
skrivar menniskja-
bekur. Og umframt
tað, so er hann altíð í
parti við børnunum«.
Tá ið eg kom inn
aftur í miðbýin í Keyp-
mannahavn tann
dagin, fór eg beina leið
inn í ein barnabóka-
handil og keypti >Lille
Virgil< og »Albert«, og
so til hús at lesa. Eg lá í
kíki og flenti alt
kveldið = og kundi
sanna, at umframt at
vera í parti við bern-
unum, so var Ole Lund
Kirkegaard so stutt-
ligur, at tann djúpi
álvari, sum lá aftan fyri
alt skemtið, mátti gera
teimum flestu mun,
sum vóru so heppin, at
tey funnu upp á at lesa
hann.
Dagin eftir segði eg
lærara mínum, at eg
ætlaði at fara undir at
umseta Albert. Hann
fegnaðist um tað, men
hann helt eisini, at tað
var nógv tillagt, tí Ole
Lund Kirkegaard hevði
eitt so serstakt skriv-
ingarlag og ein so
livandi hugaheim, at
hann mátti vera sera
torferur at flyta yvir í
annað mál. Hann bað
meg seta meg í sam-
band við Ole Lund
Kirkegaard og gav
mær bústað hansara og
telefonnummar.
Eg so gjørdi, og Ole
Lund Kirkegaard gav
mær tey góðu råd, at
nýta míni egnu bern
ella onnur, sum eg
kendi væl, til málsligar
leiðbeinarar og
barometur.
Tað vóru ráðini, ið
dugdu, og uttan hesa
góðu hjálp hevdu
umsetingar mínar av
Alberti, Hodja úr Pjort
og Gummi Tarzan
helst ongantíð komið
so frægt í lag, at eg
hevði troystað mær at
givið tær út á fer-
oyskum máli.
Eg veit, at hesar
umsetingar hava verið
væl fagnaðar av
føroyskum børnum, og
at mong vaksin hava
havt miklan stuttleika
at lesa tær.
Eg havi hitt vaksin,
sum hava hildið bøkur-
nar verið tað bera
fjant, men eg ivist ikki
í, at tær hava hjálpt
summum vaksnum at
seta seg betur inn í
tann hugaheim, sum er
barnanna, og eg vóni,
at summi eisini hava
fingið eyguni upp fyri
tí mangan karga,
kalda, innantóma og
kradduta heimi, sum
tey flestu vaksnu um
okkara leiðir hava
fingið sær sum
fyrimynd og stavnhald
í lívinum.
Ole Lund Kirkegaard
orkaði ikki at síggja
hesa skeivu gongd og
kendi seg so maktar-
leysan í stríðnum at
venda gongdini, at
hann doyði av vón-
loysi, neyvan komin
um 40 ára aldur
Men bekurnar liggja
eftir hann, og í teimum
eigur lívið eina bjartari
vón, um bert vit duga
okkum at vera í parti
við tí og við børnunum.
Tí er tað ein kær-
komin gáva, films-
felagið gevur okkum,
nú filmirnir »Gummi
Tarzan«, »Hodja úr
Pjort« og »Otto er ein
nasahyrningur« veråa
vistir i Norðurlanda-
húsinum.
Pauli Nielsen