Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 12. september 1987 Borgarlig stjórn hóast gongd Hóast teir fýra flokkarnir, sum hava myndað donsku stjórnina seinastu fýra árini, mistu tilsamans 7 fólkatingslimir, so skipaðu somu flokkar kortini nýggja stjórn hós- dagin. Poul Schlúter, sum verður forsætisráðharri í nýggju stjórnini, hevur frammanundan tó ikki fingið nakra váttan um stuðul frá teimum radikalu ella Framburðs- flokkinum ella eðrum flokkum. Tað er greitt, at við 70 tingmonnum aftan- fyri seg, fær stjórnin ikki einsamell samtykt lógir á Christiansborg. Steðan er tí rættiliga 6- trygg. Teir radikalu, sum undan valinum ferdu fram, at teir góðtóku ikki at stuðla eini borgarligari stjórn, sum skuldi vera bundin at stuðuli frá Framburðsflokkinum eis- ini, hava nú sagt, at teir Framhald á síðu 19 LANDSRESULTAT Stemmeprocent: 86;0 pct. Pct. af Mandater stemmer 87 84 A Socialdemokratiet 29,; 54 56 B Det radikale Venstre ... 11 10 C Konservative 38 42 E Retsforbundet : 0 0 F Socialistisk Folkeparti ; 27 21 G De Grønne í 0 0 H Humanistisk Parti 0 I SAP 0 K Kommunisterne L Marx.-Lenistisk Parti MC-D P Faglig Fælleskurs Q Kristeligt Folkeparti V Venstre Y Venstresocialisterne Z Fremskridtspartiet 22 ráðharrar í nýggju stjórnini Tilsamans 22 ráðharrar eru í nýggju stjórnini í Danmark. Teir eru: Forsætismálaráðharri: Poul Schlúter, K Uttanríkismálaráðharri: Uffe Ellemann-Jensen, V Fíggjarmálaráðharri: Palle Simonsen, K Búskaparmálaráðharri: Knud Enggaard, V Skattamálaráðharri, Anders Rasmussen, V Innanríkismálaráðharri: Thor Petersen, V Almannamålarådharri: Mimi Stilling Jacobsen, CD Ídnaðarmálaráðharri: Niels Vilhjelm, K Kenslumálaráðharri: Bertel Haarder, V Bústaðarmálaráðharri: Flemming Kofoed Svendsen, KRF Kirkjumálaráðharri: Mette Madsen, V Landbúnaðarmálaráðharri: Lauritz Ternæs, V Ráðharri fyri almenn arbeiði: Frode Ner Christensen, CD Umhvervismálaráðharri: Christian Christensen, KRF Verjumálaráðharri: Bent Johan Kollid, K Mentamålarådharri: H.P. Clausen, K Arbeiðsmálaráðharri: Henning Dyremose, K Løgmålarådharri: Erik Ninn-Hansen, K Orkumålarådharri: Svend Erik Hovmann, V Fiskimålarådharri: Lars P. Gammelgaard, K Heilsumålarådharri: Agnete Laustsen, K Ráðharri fyri samskipan: Erhard Jaccbsen, CD Fýra ráðharrar frá gomlu stjórnini vera ikki við í hesi nýggju. Teir eru Anders Andersen, Britta Schall Holberg, Hans Engell og Isi Foigel. Sett leiðara á Tvoroyri Landsstýrið hevur sett Jens Jensen i starvið sum leiðari á nýggju deildini á Tveroyri hjá Arbeiðs- eftirlitinum. Jens Jensen hevur maskinmeistara- útbúgving. Hann tekur við starvinum skjótast gjørligt. Hetta er aðru ferð í år, at Landsstýrið setir fólk í starvið á deildini, sum tó enn ikki er farin at virka. Í summar setti Landsstýrið Johannes Mortensen, sum var innstillaður til nr. 1, men hann tók ikki við. Millum somu umsóknir hevur Landsstýrið nú valt Jens Jensen til starvið. Hann var innstillaður til nr. 2. Trúgvi er formaður Landsstýrið hevur eisini tilnevnt Trúgva Jacob- sen, løgfrøding til nýggjan formann í Lønarråd- num. Lenarráðið telur sjey limir. Legtingið tilnevnir fýra, Tænastumannafelagið tveir og Landsstýrið ein, sum er formaður. Kári Mortensen í skrásetingareftirlitið Landsstýrið hevur valt nýggjan lim í Skráset- ingareftirlitinum. Petur Zachariassen var Lands- stýrisins limur í eftirlitinum, men hann hevur biðið um at sleppa frá. Í hansara stað hevur Landsstýrið valt Kára Mortensen. Varalimurin Eyðfinn Olsen er ikki longur í al- mennum starvi. Til nýggjan varalim hevur Lnadsstýrið valt Hans Petur Højgaard. Veðhald Nordis Tað bleiv dýrari enn upprunaliga mett at út- og umbyggja flakavirkið Norðís á Eiði. Hetta hevur við sær, at Landsstýrið fær eitt sterri veðhald. Upprunaliga varð byggingin á Norðís mett til umleið 10 mió. krónur, og Landsstýrið samtykti tá at veðhalda fyri 70%. Nú er kostnaðarætlanin endurskoðað til 14,8 mió. krónur. Landsstýrið skal nú veðhalda fyri 70% av teimum 14,8 mió. krónunum, varð samtykt á fundi hósdagin. Aftur uppskot um alment kunngerðablað Landsstýrið hevur samtykt at royna einaferð aft- ur at leggja fram uppskot um alment kunngerða- blað. Advokatfelagið hevur heitt á Landsstýrið um at koma aftur við uppskotinum. Í 1980 var uppskotið seinast fyri í Legting- inum. Tá varð tað samtykt við 2. viðgerð, 17 atkveður vóru fyri. Men tá atkvett varð um at senda málið til 3. viðgerð, varð málið felt, tí bara 16 atkveddu fyri (Óli Breckmann leyp frá). Landsstýrið ætlar at leggja uppskotið um al- ment kunngerðablað fram í hesi tingsetuni. randi þ Í