leygardagur 12. september 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 12. september 1987
havnar byråd
Tórshavnar byråd sam-
tykti á fundi hóskveldið at
keypa fýra sniðhús úr
Danmark til barnaans-
ingarstovnar. Hvert húsið
verður til 40 bern.
Sambært upplýsingum í
álitinum frá arkitektavirk-
inum, ið útvegar húsini,
verður hvert húsið 242 fer-
metrar til steddar, og tað
kostar 2,7 mió. krónur.
Harafturat kemur grund-
stykki. (Í álitinum, sum
samgongan í býráðnum
kom við beint upp undir
fólkatingsvalið, eru húsini
280 fermetrar og kosta við
ellum slakar tvær mió.
Skjót loysn, heldur Tórs-
krónur).
Hvar húsini skulu
standa, sigur hverki álitið
nakað um.
Tá uppskotið var til við-
gerðar hóskveldið, segði
Ingi Mohr, at honum
dámdi ikki framferðina
hjá býráðssamgonguni í
hesum máli. Hann helt
eisini, at síðan danska
sosialstýrið ikki longur
var góðkennandi myndug-
leiki, tyktist tað sum, at
tann sterkasti ráddi, og
hann bar ótta fyri, at tað
fór at ganga út yvir krev-
ini, ið sett verða til barna-
ansingarstovnar.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri góða studul-
in til fólkatingsvalið.
Tað góða úrslit, vit náddu, gevur
okkum treysti til at halda fram í stríð-
num fyri einum framburðsríkum sam-
felag.
Eisini ynskja vit ollum teimum
nýggju veljarunum vælkomin og
vóna, at vit saman kunnu rokka úr-
slit, sum verða til gagns fyri okkum
oll.
Vágs Javnaðarfelag
Búð 7 VIS
. 23
i
— On 7
= >. #
N > oe
> =
Ingi Mohr gav Dag-
stovnafelagnum heiðurin
fyri, at býráðssamgongan
nú var komin við uppskot-
inum. Hann tók undir við
uppskotinum, men nevndi
kortini vandan vid at
keypa hus uttaneftir. Ofta
verða nógvar umvælingar
av slíkum húsum.
Poul Michelsen helt tað
eisini vera gott, at Dag-
stovnafelagið hevði gjert
vart við seg. Tað skuldi
Dagstovnafelagið bara
gjørt fyri langari tíð síðan,
helt hann.
Øvugt
mannagongd
Leivur Johannesen helt
tad vera løgid, at sam-
gongan skuldi leggja upp-
skot um barnaansing
beint fyri byrådid. Hann
hevði hildið tað verið rætt-
ari, um trimannanevndin
(Poul Michelsen, Lisbeth
Petersen og Leivur Jo-
hannesen) tosaði um mál-
ið, áðrenn tað kom fyri
býráðið. Nú nýtir býráðið
øvugta mannagongd.
Hann hevði einki fingið at
vita um málið, fyrr enn tað
nú kom fyri býráðið.
Tosað var nakað um
uppskotið hjá Dagstovna-
felagnum um at keypa eini
hús til barnaansing.
Sosiala nevnd hevur sam-
ráðst við Dagstovna-
felagið um húsakeypið,
men semju komu partar-
nir ikki til. Leivur Jo-
hannesen helt, at býráðið
átti at gingið Dagstovna-
felagnum á meti. Tey eru
fakfólk, og Dagstovna-
felagið varð eisini biðið
um at koma við ó-
traditonellum loysnum,
sum hetta var, helt Leivur
Johannesen. Hann kundi
annars upplýsa, at Dag-
stovnafelagið sjálvt hevði
keypt húsini.
Ronald Poulsen nevndi,
hvussu torfert tað var at
fáa svar úr Landsstýr-
inum um góðkenning av
slíkum stovnum. Til tað
svaraði Ingi Mohr, at
býráðið átti at sent Lands-
stýrinum eitt hampiligt
bræv og greitt frá, at ætl-
anin var at byggja fleiri
stovnar. Leivur Johanne-
sen helt eisini, at tað ikki
fór at verða so torfert at
fáa góðkenningina frá
Landsstýrinum.
Leivur Johannesen helt
ikki sum Ronald Poulsen,
at nakar vandi kundi vera
fyri at ikki slapst av aftur
við eini hús sum tey, ið
Dagstovnafelagið keypir.
Sjálvt um tey kosta úti
við tríggjar mió. krónur.
Skal gerast
i Føroyum
Petur i Gong mælti frå at
seta upp innflutt hús.
Hann kendi tað sum sína
skyldu at verja feroyskt
handverk. Sjálvt um tað
er dýrari, er arbeiðið hjá
føroyskum handverkarum
betri, segåi hann.
Poul Michelsen visti å,
at eingir tøkir handverk-
arar eru í landinum.
Skuldi arbeiðið verðið
Síða3
> Soleiðis verða tey fýra
húsini, ið Tórshavnar
býráð hevur samtykt at
keypa
boðið út her, hevði verið
neyðugt at innflutt hand-
verkarar kortini.
Tað er tó ikki bara at bí-
leggja tey fýra húsini úr
Danmark. Býráðssam-
gongan sigur í sínum áliti,
at tað tekur 12-18 vikur,
frá tí at húsini verða um-
biðin, til tey standa klár.
Men sambært álitinum frá
arkitektavirkinum skal
ein stórur partur av ar-
beiðinum gerast av fer-
oyskum handverkarum.
Spurningurin er so, um
býráðið hevur tað fólkið.
randi
Keypir og selir
brúktar lutir
Tað eru nógv, sum skifta
innbúgvið út av og á,
sjálvt um tað ikki er
virðisleyst. Tað eru eisini
onnur, sum fegin vilja
keypa brúkt innbúgv.
Eisini aðrar lutir sum
sengur, broderaðar dúkar,
lampur, prýði av ymsum
slagi, dukkur og annað.
Ruth Olsen í Havn ætlar
nú í heyst at lata upp ein
handil í Skrivaragetu í
Havn við brúktum lutum.
Tað hevur hon ætlað
leingi, men nú skal tað
verða.
Ruth hevur havt lýsing í
blødunum, har hon heitir á
fólk, sum vilja selja brúkt-
ar lutir, um at gera vart
við seg. Og ikki stendur á.
Hon hevur frætt frá fólki
bæði norðanfjorðs og
sunnanfjerðs. Fyrr í vik-
uni lýsti hon við, at hon
var stedd í Suðuroynni, og
har hevur áhugin fyri at
selja henni lutir verið
stórur. Allan hósdagin
ferðaðist Ruth bygd úr
bygd og keypti lutir frá
fólki.
— Tað er alt meguligt,
ið fólk vilja av við. Serliga
innbúgv, men eisini
bundnar lutir, vettir, skó-
leistar og tílíkt, sigur
Ruth. Ætlanin er kortini
ikki at selja brúkt klæði.
Men tað er nógv annað, ið
Ruth hevur áhuga fyri.
Hon kundi hugsað sær at
fingið broderaðar dúkar til
keyps, og gott hevði eisini
verið at fingið tílíkt sum
klokkur og kumpassir.
Nær handilin í Skrivara-
getu fer at lata upp, veit
Ruth ikki við vissu enn,
men tað verður onkuntíð í
heyst.
Hon væntar ikki, at tað
fer at standa á at fáa nóg
nógvar lutir til handilin.
Fólk hava ofta lutir, sum
tey ikki fáa upp í lag at
selja. Og við at selja til
henda handilin sleppa tey
frá at lýsa teir til selu
sjálv, sigur Ruth.
Hon kann ikki upplýsa,
hvussu nógv, hon keypir
lutirnar fyri. Tað veldst
bæði um, hverjum standi
lutirnir eru í og um tær út-
reiðslur av at flyta teir.
Ruth bjóðar sær til at
koma út eftir lutunum, og
fólk fáa pengarnar í
hondina fyri teir.
Handilin verður í Skriv-
aragøtu 3, og tlf. er 10310.
randi