leygardagur 12. september 1987síða 23
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
ivamåi?
Atli Dam um atkvoðulan:
Progvið fáa vit
á løgtingsvalinum
— hvar tjóðveldisatkvoðurnar fóru á fólkatingsvalinum,
sigur Atli Dam, formaður javnadarfloksins og nývaldur
fólkatingsmaður.
— Tað arbeiði, sum
javnaðarflokkurin
gjørdi inni i sjálv-
um tjóðveldisflokk-
inum fyri at vinna
atkveður frá hon-
um, hevur drigið
nógvar av veljarun-
um frá tjóðveldis-
flokkinum.
Soleiðis málbar formaður
tjóðveldisfloksins, Signar
Hansen, seg valkvøldid í
sjónvarpinum og hetta
endurtók hann eisini í út-
varpinum hóskveldið.
Vit hava spurt nývalda
fólkatingsmann javnaðar-
floksins og formann javn-
aðarfloksins, Atla Dam,
hvat hann hevur at við-
merkja til hesi
Hann sigur:
úttalilsi.
— Eg havi ikki nógvan
hug at gera viðmerkingar
til tosið hjá Signari Han-
sen um javnaðarfloksins
troling innanfyri mark hjá
tjóðveldisflokkinum. Tað
er meguligt, at onkur tjóð-
veldisveljari hevur hugsað
sum so, at atkveða hans-
ara hesaferð gjørdi meira
nyttu hjá javnaðarflokk-
inum. Men skal ein taka
fulla sannleikan við — og
tað rokni eg við at tjóð-
veldisflokkurin fer at gera
í síni analysu av valúrslit-
inum so er eyðsýnt, at
eitt munandi sterri tal
av tjóðveldisfólki hesuferð
hevur valt fólkafloksum-
boðið. Tak t.d. urslitid í
Norðoyggjum, har tað er
greitt, at bert heilt fáar
tjóðveldisatkveður kunnu
vera millum javnaðar-
atkveðurnar, meðan
millum 100 til 200 helst
eru at finna á fólkafloks-
listanum. Tað sama er
galdandi í Norðstreymoy
og í øðrum valdømum við.
Atli Dam sigur víðari, at
tekur ein samanum, so er
helst givið, at trolingin
hjá fólkaflokkinum innan-
fyri mark bæði hjá sjálv-
stýrisflokkinum og kristi-
liga fólkaflokkinum eisini
hevur givið eitt hampuligt
úrslit.
— Kortini haldi eg ikki,
tað er til nógva nyttu at
fara í eitt kjak um hetta.
Eingin kann prógva nakað
í hesum máli. Og tað er
eisini burturvið, tí sum eg
segði valkveldið, so vil
eitt løgtingsval sýna heilt
onnur úrslit.
Og er tað so, at fólka-
flokkurin hevur hóp av
tjóðveldis-, sjálvstýris- og
kristiliga fólkafloks-
atkveðum til láns, so vil
løgtingsvaliå so eisini
koma at sýna tað, sigur
Atli Dam, formaður
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er rådgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran
javnaðarfloksins, i
vidmerkingini.
jan
Atli Dam i folka-
tingið tå tað verður
sett í oktober
— at vera við í orðaskiftinum um framløguna hjá for-
sætismálaráðharranum — aftaná tekur so Jákup Linden-
skov við. sum fólkatingsmaður fyribils
Leiðslan í javnaðarflokk-
inum hevur nú gjert av, at
Jákup Lindenskov skal
meta á Fólkatingi fyribils
fyri Atla Dam, sum varð
valdur við fólkatingsvalið
týsdagin.
Men ætlanin er kortini,
at Atli Dam sjálvur skal
meta í fólkatinginum, tá
tað verður sett 6. okt.
Í samreðu við sjónvarp-
ið hóskveldið segði Atli
Dam m.a. orsøkina fyri at
hann metir í Fólkating-
inum vera hana, at tað í
døgunum aftaná at tingið
er sett, verður kjak um
framleguna hjá forsætis-
málaráðharranum og í tí
sambandi fær javnaðar-
flokkurin so hevi til
igjøgnum formann
floksins at undirstrika,
hvønn dent javnadarflokk-
urin leggur á fólkatings-
sessirnar, og hvat arbeiði
eitt javnaðarumboð á
Fólkatingi vil prioritera.
— Tað er sjálvsagt, at
eg í tí sambandinum fari
at gera vart við áhuga
okkara at loysa undir-
grundarmálið, Dounreay-
málið, málið viðvíkjandi
Feroyum sum kjarnorku-
frítt eki og eðrum týðandi
foroyskum málum.
— Eg haldi tað er beint
nú ein hevur stillað upp,
og veljarin hevur valt ein,
at eg meti á Fólkatingi.
Tað undirstrikar, hvenn
týdning flokkurin sum
flokkur leggur í hesi
málini og mong onnur
mál, at ein letur sitandi
løgmann og formann í
javnaðarflokkinum meta,
segði Atli Dam við Sjón-
varpið.
Konteynarar
til solu
NORÐ-TRANS
Tlf. 56269
Vit selja
itrottarmyndir
Tey, id ynskja at
keypa ítróttarmyndir
frá Sosialinum, eru
vælkomin til hetta.
Kostnaðurin er alt
eftir stedd v.m. á
myndini. Tit kunnu
bíleggja við at ringja
til Sosialin, tlf. 11820
og tosa við Grækaris.
|
Kane