týsdagur 15. september 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 15. september 1987
GÍ-KÍ, 1. deild, 3-0 (2-0):
GÍ vann tryggan sigur |
GÍ ekti sunnudagin mun-
andi um meguleikarnar at
gerast føroyameistari
1987, vid at vinna 3-0 å
Ki. Sigurin er fult uppi-
borin, og var heldur
ongantíð í vanda.
Fyrsta málið kom tá ið
umleið eitt korter var farið
av dystinum. Tað var
Pauli Jarnskor, ið við
einum góðum langskoti
setti bóltin í trýkantin,
sum Jógvan Linklett
ongan meguleika hevði at
taka. Nakrar min. seinni
ekti Símun Petur
Justinussen um leiðsluna.
Hann trekti sjálvur
igjøgnum verjuna hjá KÍ,
og setti bóltin trygt í netið
til 2-0. Hetta var eisini
hálvleikssteðan.
Tað gingu heilir 40 min.
itl seinasta málið kom. Tá
eydnaðist tað Magna
Jarnskor at fáa bósin í
netið til endaligu steðuna
3-0.
GÍ hevur nú 17 stig
ájavnt við TB, men við
betri málúrteku. Sostatt
hava teir besta meguleika
at fara avstað við meist-
araheitinum, men so skulu
teir helst eisini vinna á
NSÍ í Runavík í seinasta
dystinum, og tað verður
neyvan nekur lett upp-
gáva.
kmi-
Síða 13
Konteynarar
til solu
NORÐ-TRANS
Tlf. 56269
„stó
Bryggjarí
tif. 147 28
svarar eisini
aftan á kl. 17
Oyggjaleikirnir á Guernsey
Borðtennis:
Finnbjørn vann eitt sett
Guernsey, fríggjadagin.
Finnbjørn Zachariassen
úr Streymi vann eitt sett í
fyrsta borðtennisdyst-
inum fyri lið.
Hesin dysturin varð
leiktur fríggjakveldið, og
hann var ímóti Jersey.
Jersey leikar í Europa-
ligaini, so føroysku borð-
tennisleikararnir høvdu
ongar vónir áðrenn dysin
um at vinna nakað sett.
Fyrstur at leika av før-
oyingunum var Finnbjørn
Zachariassen. Hann tapti
tey bædi fyrstu settini 11-
21 og 12-21.
Sidani spældi Vilmund
Jacobsen, og eisini hann
tapti sini sett. Urslitini
vóru 15-21 og 14-21.
Túrurin kom so til
Anniku Egholm, og eisini
hon tapti síni sett. 15-21
og 11-21 vóru úrslitini.
Harnæst kom tvímans-
leikurin. Her leiktu Finn-
bjørn og Vilmund fyri Før-
oyar. Fyrra settið endaði
28-30 og seinna 18-21.
Í blandaða tvímansleik-
inum umboðaðu Annika
Egholm og Finnbjern
Zachariassen, bæði úr
Streymi, Feroyar. Her
taptu vit eisini bæði sett-
ini. 14-21 og 11-21.
Næst síðsti dysturin
gjerdist meira spennandi.
Her tapti Finnbjern
Zachariassen fyrra settið
móti Patrick Quinn 15-21.
Men næsta settið vann
Finnbjørn 21-19, og fyri
fyrstu ferð skulu ell trý
settini leikast fyri at finna
vinnaran.
Triðja settið gekk javnt
á, og móti endanum ferdi
Finnbjern 20-18. Men so
gekk ikki so væl hjá Finn-
bjarni, og tað eydnadist
Patrick Quinn at vinna
dystin 22-20.
Seinastur at leika var
Vilmund Jacobsen. Fyrra
settið hjá honum gekk
hampuliga, hann tapti 16-
21, men í seinna settinum
gekk ikki so væl hjá
honum, og hann tapti
hetta 9-21. Men her skal
leggjast afturat, at hetta
var tann besti á liðinum
hjá Jersey, hann leikti
ímóti.
Vit kunnu venda aftur
til fyrra settið í tvímans-
leikinum hjá Vilmundi og
Finnbjerni.
Her gekk javnt á hjá
teimum móti Jersey, og
móti endanum lógu Vil-
mund og Finnbjern á odda
20-17.
Men so eydnadist tad
Jersey at koma upp å 20-
20. Føroyar komu upp å
21-20 og :síðani 21-21,
Jesey kom so fram um 22-
21, Føroyar javnadu ut
aftur til 22-22 og komu so
å odda 23-22, sidani bleiv
23-23, 24-23, 24-24, 25-24,
25-25, 26-25, 27-26, 27-27,
27-28, 28-28, 28-29 og at
end 28-30.
Soleiðis endaði hetta
settið við teprum sigri til
Jersey. Eitt sett sum
Vilmund og Finnbjern
líka so væl kundu vunnið.
Men sum sagt er Jersey
eitt sterkt lið, sum vit ikki
kundu vænta at vinna á,
og føroysku borðtennis-
leikararnir vóru sum heild
negdir við úrslitið.
Umframt Feroyar og
Jersey luttaka eisini
Gibraltar, Isle of Man,
Gotland og Guernsey í
borðtenniskappingini.
Tað verður bæði kapp-
ast í liðkapping og millum
einstaklingar.
sj.
Flogbóltur, kvinnur:
Vunnu fyrsta dystin
Guernsey, fríggjadagin.
— Vit høvdu væntað
størri mótsteðu, men ann-
ars vistu vit ikki so nógv
um mótsteðuliðið, sum
var Shetland.
— Dysturin gekk væl
fyri okkum, men úrslitið
vísir ikki so nógv sum so,
tí mótsteðan var væl
sterri enn tann stóri mun-
urin í úrslitinum vísir.
Hetat sigur Hermann
Lindberg, venjari hjá fer-
oyska kvinnulandsliðnum
í flogbólti.
Feroysku flogbólts-
kvinnurnar royndu seg
fyri fyrstu ferå fríggja-
kveldið og mótsteðuliðið
var sum áður nevnt Shet-
Jand
Dysturin endaði við
tryggum sigri til Feroyar.
Vit vunnu bæði settini 15-
2
é.
— Vit løgdu okkum eftir
at spæla trygt spæl, tå
mótsteðuliðið hevði møgu-
leika at fáa stig, og
taktikkur okkara vísti seg
at hepnast, sigur Her-
mann Lindberg.
— Hóast stóra munin í
úrslitinum var mótsteðan
hampulig, leggur Her-
mann Lindberg afturat.
Feroyar eru
saman við kvinnunum frá
Guernsey, Shetlandi og
Ísle of Man, men liðið hjá
Ísle of Man hevur trekt
seg úr kappingini, og í
skrivandi stund roynir
Guernsey at seta eitt B-lið
saman, so kvinnurnar
kunnu fáa teir dystir, ið
vóru ætlaðir teimum.
Feroyska kvinnulands-
ildið er í bólki B, og í bólki
A eru Áland, Angelsey,
Gibraltar og Jersey.
Tá bólkarnir eru spældir
metast tey tvey fremstu
x
liðini í hverjum bólki
finaluni, soleiðis at vinn-
arin av bólki A spælir
móti nr. 2 bólki B og
vinnarin í bólki B spælir
móti nr. 2 í bólki A
Vinnararnir av
báðum dystunum
so í finaluni og tapararnir
skulu so kappast um
bronsumedaljuna.
hesum
spæla