týsdagur 15. september 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sa
Guernsey, friggjadagin.
Í hesum døgum eru
Oyggjaleikirnir á Guerns-
ey.
1032 luttakarar frá 18
oyggjum eru komnir til
Guernsey at luttaka í leik-
unum. Teir flestu komu
hósdagin, sum varð settur
at vera tann almenni
komudagurin.
Føroyingarnir komu to
mikudagin vid tveimum
leiguflogførum, ti tad bar
ikki til at fåa flogfør til
hósdagin. Flogferðin tók
góðar tríggjar tímar við
millumlending í Bretlandi.
Men tað eru ikki øll,
sum hava havt so stutta
Renning:
leið sum føroyingarnir.
Longsta veg hevdu tey
6 ítróttafólkini frá tí lítlu
oynni St. Helena, sum
liggur mest sum mitt
ímillum Afrika og Suður-
amerika. Tey komu við
skipi, og hevdu tey ikki
færri enn 15 samdegur um
túrin. Tey komu til
Guernsey fyri tveimum
vikum síðani.
Eisini onnur hava havt
langa tíð um túrin. Norsku
oyggjarnar Hitra og Froja
hevdu tvey samdegur um
túrin yvir Oslo og London.
Men tá leikirnir verða í
Feroyum, koma tey við
egnum báti, siga tey.
Vindur tarnaði
kappingini
Guernsey, leygardagin.
Í 5000 m kappingini lut-
tóku tveir feroyskir renn-
arar, Niels Jákup Jakob-
sen og Regin Reinert.
Tilsamans 18 rennarar
luttóku í kappingini.
Vinnari av kappingini
var ein rennari av Isle of
Man við tidini 15.035.
Niels Jåkup Jakobsen
gjørdist nr. 12 við tíðini
17.007 og Regin Reinert
gjørdist nr. 13 vid tidini
17.386.
Vedrid at renna leygar-
dagin var ikki av ti besta.
Væl av vindi var, og tad
gjørdi allar tíðirnar verri
enn tær annars áttu.
sj.
Guernsey, sunnudagin.
Sunnudagin luttéku Før-
oyar í tveimum rennikapp-
ingum, 100 m og 10 km.
Fyrst varð runnið 100
m. Her luttóku tveir fer-
oyingar, nevniliga Tór-
hallur Jakobsen og Petur
Jakobsen.
Tórhallur luttók í 1.
heati og hevði hann tíðina
12,7 sek.
Í 3. heati luttók Petur
og gjerdist hann nr. 4
saman við einum eðrum
við tíðini 12,6 sek. Í
hesum heatinum vóru 6
rennarar.
Tíðirnar hjá teimum
føroysku rennarunum
vóru tó ikki nóg góðar til
at koma í finaluna.
10 km
Seinni sunnudagin lut-
tóku tveir feroyskir renn-
arar í 10 km. renningini.
Veðrið sunnudagin var
stak vánaligt at renna í.
Runnið var á grasvelli og
tað regnaði allan dagin.
Tað gjerdi at vellurin var
rættiliga vátur og nógvir
hyljar vóru. Tað gjerdu
tað sera tungt at runna og
tíðirnar hjá ellum vóru tí
einar 3-4 min. ov vána-
ligar.
Fyrstur á mál í 10 km
Oyggjaleikirnir á Guernsey
Við feroyska ferða-
lagnum eru uml. 250 fólk.
100 ítróttafólk og 150
ferðafólk.
Føroyska ferðalagið býr
nokk so spjatt, og tað ger
tað trupult at geva ollum
boð um nær og hvar fer-
oyingarnir spæla avgerndi
dystir. Men við góðvild
gongur tað tó so nekun-
lunda.
Feroyska ferðalagið
kemur heim aftur við
leiguflogforum mikudagin
og hósdagin.
sj
renningini var Clarke frå
Isle of Man. Hann rann
avbera væl og hevdi tidina
32 min. 11,2 sek.
Niels Jåkup Jakobsen
gjørdist nr. 7 og hann
hevði tíðina 36 min. 55,6
sek.
Hjalti Gunnarstein
bleiv nr. 8 vid tidini 37
min. 33,1 sek.
Tilsamans 11 rennarar
vóru við í hesi kappingini.
sj.
Svimjing:
Vunnu 2 bronsumerki
Guernsey, sunnudagin:
Sunnudagin kl. 4 seinna-
partin byrjadi svimjikapp-
ingin.
Fyrsta kappingin føroy-
ingar luttóku i, var 100 m
ryggsvimjing. her gjørd-
ist Heri Mortensen nr. 7
við tíðini 1.08.35, Jo-
hannes Nysted gjerdist
nr. 10 við tíðini 1.10.40.
14 svumu við í hesi
kappingini, og tað eydnað-
ist okkum ikki at koma í
finaluna her.
Katrin Michaelsen
gjerdist nr. 4 bæði í inn-
leiðandi kappingini í 100
m rygg og eisini í finaluni.
Í innleiðandi kappingini
hevði hon tíðina 1.15.41
og í finaluni 1.15.81. Vinn-
arin, sum er frá Hetlandi,
hevði tíðina 1.13.02.
Martin Venned gjerdist
nr. 2 í 100 m frí við tíðini
55.66 sek. og Elmar Ósá
gjørdist nr. 6 við tíðini
57.95 sek.
Teir komu sostatt báðir
í finaluna og har gjerdist
Martin Venned nr. 3 og
vann bronsumedaljuna.
Tíðin hjá honum var 56.22
sek.
Elmar Ósá gjerdist nr. 6
við tíðini 59.06 sek. Vinn-
arin var frá Isle of Man og
hevði tíðina 55.35.
18 luttakarar vóru í hesi
kappingini.
Í 100 m frí kvinnur vóru
19 luttakarar. her gjørdist
Petra Gardar nr. 9 og Sára
Bech nr. 13 í innleiðandi
umfarinum, so tær komu
ikki víðari.
Tíðin hjá Petru var
1.06.26 og hjá Sáru
1.07.59. Vinnarin frá Jers-
ey heyði tíðina 1.02.70.
Í 4x50 m medley gjerd-
ist Heri Mortensen nr. 5 í
innleiðandi umfarinum
Nr. 104 — 15. september 1987
við tíðini 2.24.85.
Í finaluni gjørdist hann
nr. 6 við tíðini 2.28.42.
Vinnarin frá Isle of Man
hevði tíðina 2.17.07.
Í 4x50 m medley fyri
kvinnur gjørdist Elisa-
beth Mortensen nr. 7 vid
tidini 2.43.40 og Petra
Gardar gjørdist nr. 8 við
tidini 2.43.89. Tær rukku
sostatt ikki til finaluna.
15 luttakarar vóru i hesi
kappingini og vinnari
gjørdist Suzanne Brown
frå Isle of Man við tidini
2.36.58.
I 50 m fri gjørdist Mart-
in Venned nr. 2 i innleið-
andi umfarinum við tíðini
25.63 og Heri mortensen
gjørdist nr. 4 við tíðini
25.80.
Teir komu sosstatt båd-
ir i finaluna og har gjørd-
ist Martin Venned nr. 3 og
fekk enn eina bronsu-
medalju. Tidin hjå honum
var 25.41. heri Mortensen
gjørdist nr. 4 vid tidini
25,97.
Vinnari gjørdist David
Filipponi frå Jersey vid
tidini 24.29. 19 luttakarar
vóru í hesi kappingini.
At enda sunnudagin
vóru liðkappingarnar.
Feroysku kvinnurnar
gjørdust nr. 5 í innleiðandi
kappingini = við tíðini
2.18.75 og í finaluni gjørd-
ust vit eisini nr. 5 við tíð-
ini 2.18.84.
8 lond luttóku og vinn-
ari gjørdist Jersey við tíð-
ini 2.12.59.
Í liðkappingini fyri
menn luttóku eisini 8
lond, og har gekk innleið-
andi kappingin stak væl
hjá okkum.
Feroyska liðið bleiv nr.
1 við tíðini 1.56.01, sum
var met í hesum hylinum.
Metið frá kappingini á
Isle of Man var 1.58.93, so
her vóru vit næstan 3
sekund betri.
Men í finaluni hendi tað
óhapp, at heri gleið, tá
hann byrjaði, so hann fekk
eina stak vánaliga byrjan.
Vit endaðu so á 4. plássi
við tíðini 1.57.43, bert ein
tíggjundapart sekund frá
bronsumedaljuni.
Vinnari av hesi kapp-
ingini gjørdist Isle of Man
vid tidini 1.55.00.
So hevði hetta óhappið
ikki komið fyri, høvdu vit
meguleikarnar fyri at fer-
oyski tjóðsangurin hevði
verið spældur eftir hesa
kappingina.
Men tað eydnaðist tí-
verri ikki hesa ferð.
sj.
Vit selja
itrottarmyndir
Tey, id ynskja at
keypa ítróttarmyndir
frá Sosialinum, eru
vælkomin til hetta.
Kostnaðurin er alt
efti: stedd v.m. á
myndini. Tit kunnu
bíleggja við at ringja
til Sosialin, tlf. 11820
og tosa við Grækaris.
—
ERE
SNG SEND