Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

v/ P. J. Sigvardsen Jesus er dyrnar »Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargadur«. Jóh. 10,9. Eina dyr gera altíð skilnað. Uttan fyri dyrn- ar er myrkur, kuldi, ótti og angist. Har eiga tjóvar og úlvara lt valdið. Har fremja teir sítt lívstýnandi virksemi: teir stjala, drepa og oyða, og mong munnu tey menniskju vera, ið mega lúta fyri teimum óndu kreft- um, sum valda har uttan fyri seyðabyrgið. >Ég eri dyrnar,< sigur Jesus. Innan fyri hesar dyr eigur Gud alt valdið. Har valda hverki synd ella deyði, tí at sjálvur tann, ið er dyrnar, hevur sigrað bæði á synd, deyða og djevli. Innan fyri hesar dyr eru frelstir syndarar av Guds stóru náði. Eingin teirra er har, vegna sínar egnu dygdir ella miklu avreks- verk. Um vit hevdu fingið at sæð hesi menn- iskju, so mundu vit helst verið bilsin á so mangan hátt; men so ymisk tey annars eru, so hava tey tó eitt til felags: ell vóru tey ein dag stedd uttan fyri dyrnar; men so upprann tann dagur í teirra lívi, at tey hoyrdu redd hansara, ið segði: >Ég eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargað- Uur.a Tá ið eitt menniskja metir Guds kallandi redd har uttan fyri dyrnar, verður tað annað- hvert hesi redd lýðið og stígur inn um dyrn- ar, ella heldur tað leiðina fram á syndarinnar breiða vegi. Inn um hesar dyr vera vit biðin at koma, soleiðis sum vit eru. Eingin okkara er ov ringur og eingin ov góður. Alt okkara egna verða vit biðin um at seta frá okkum har utt- anfyri, tí inn um hesar dyr slepst bert við boygdum hevdi og tómhentur, ja, inn hagar kunnu vit bert koma sum biddarar — av náði. Men eydnuríkur verður ein og hver, sum í áliti og trúgv tekur Jesus upp á orðið og gongur inn um dyrnar, tí tann kristna trúgv- in hevur tann dýrabar eginleika, at hon sam- einir menniskjað við Jesus Kristus. Har í durunum fer eisini fram eitt undur- samt umbýti: Kristus tekur alt okkara á seg, og vit fáa alt hansara í staðin. Alt hansara verður okkara, og alt okkara verður hansara. Hann tekur av kærleika og náði síni ímóti okkum og allari syndaskuld okkara og gevur okkum í staðin sína frelsu og bjarging. Hetta hava øll tey menniskju sannað, sum gingið hava inn um Jesu náðardyr: eingin var rikin aftur, men ell vóru vælkomin. Enn standa hesar dyr opnar, og enn ljóðar Jesu dýrabara lyfti: »Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargadur.« Vítt standa opnar kongsins náðardyr, dvøl ei at koma, enn er rúm sum fyrr! (Hms. 379) - - tiAind } 1 Gudstænastur 14. sunnudag efitr trinitatis Havnar kirkja: Hans J. Joensen. Talvan gongur fyri Gds orðs útbreiðslu. Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre Landssjúkrahúsið: Kjartan Merkere kl. 9.30 Nólsoy: Axel Tórgarð Hestur: Høgni Poulsen Kollafjørdur: Martin R. Jacobsen kl. 11.00 Vestmanna: Gerhard Jacobsen kl. 11.00 Saksun: Marjun Bæk kl. 11.00" Norðskáli: Ejvind Vilhelm kl. 11.00, altargongd Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Gjogv: Emil Olsen kl. 18.00, altargongd Fuglafjørdur: Torkil Beder kl. 11.00 Oyndarfjørdur: Peter Petersen kl. 11.00, altargongd Klaksvik: Henning Bøgesvang Haraldssund: Elsa Funding Viðareiði: Jógvan Johansen kl. 12.00 Servágur: David Johannesen kl. 11.00 Skopun: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 11.00, altargongd Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 11.00, altargongd Øravik: Jónsvein Bech kl. 18.00, altargongd Leiti: Bjarni Bæk kl. 17.00 Sumba: Bjarni Bæk kl. 12.00 KFUK, Torshavn Almennur fundur verður sunnukveldið kl. 20.30 i KFUK. Filmurin »Avismanden« v/ Ib Schønberg sum høvuds- leikara verdur syndur. D.M.S.-ringurin hevur fund månadagin kl. 15.00. Ungmannadeildin møtir månakvøldid kl. 19.30. Filmur- in »Avismanden«. Vårgledi hevur fund tysdagin kl. 16.00. 60 år Í dag fyllir Lina Høgnesen, Klaksvík, 60 år. Frímerkja- savnarar Ein vesturtýskur frí- merkjasavnari, Hans-Joa- chim Salomon, Auf dem Stiege 7, D-4780 Lipp- stadt 14, BDR, vil fegin fáa samband við frí- merkjasavnarar í Feroy- um. Hann vil hava stemplað og óstemplað føroysk fri- merki afturfyri vestur- týsk og onnur. Hann skrivar eisini, at hann bara skilir týskt, so tað er vert at hava í huga hjá teimum, sum skriva til hansara. Læknavaktirnar Tórshavn: Kristi- anna Nordendal, tlf. 129 79, leygardag og Kaj Kallsberg, tlf. 131 50, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Sverri Lamhauge, tlf. 48 016, sunnudag. Norduroyggjar: Stein- grímur Weihe, tlf. 5 53 00. Vágar: Tlf. 32 413. Suduroy (nordur): Tlf. 71 560. Suduroy (sudur): Tlf. 73 030. Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00—14.00. TIf. 145 44. Konteynarar til solu NORÐ-TRANS Tlf. 56269 Vælkomið lítla barn Þ 4. september fingu Helma og Menning Da- vidsen, Kvívík, ein son. 8. september fingu Hannibeth Olsen og Bjørn Kalse, Klaksvík, ein son. 9. september fingu Karin og Peter Eliasen, Klaksvík, eina dóttur. 9. september fingu Hildegerð og Andrias Hansen, Klaksvík, eina dóttur. 10. september fingu Gerd Steffensen og Julian Hansen, Klaks- vík, ein son. 19. sep tember 1987 11. september fingu Ingunn Nord og Jóan Pauli Olsen, Kambs- dalur, eina dóttur. 13. september fingu Paulina A.K. og Erik Eliasen, Syðradalur, ein son. 14. september fingu Joan Vestergaard og Martin Dam, Tórs- havn, ein son. 14. september fingu Martin og Katrin Ja- kobsen, Tórshavn, eina dóttur. 16. september fingu Inga og Jógvan Peter- sen, Saltnes, eina dóttur. 16. september fingu Beinta Zachariassen og Pauli Olsen, Tórshavn, ein son. 16. september fingu Elisa og Hans Olav Hansen, Tórshavn, eina dóttur. 17. september iingu Vanja og Hedin Kjel- næs, Tórshavn, eina dóttur. Skrivstovu- næmingur Sekt verður eftir skrivstovunæmingi at byrja sum skjótat eftir FHS-skipanini. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum mugu vera Landsskúlafyrisitingini í hendi í seinasta lagi 30. september 1987. 19. september 1987 Landsskúlafyrisitingin BJÓÐA IKKI MÆR! RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD Æ