leygardagur 26. september 1987síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
Lisa Hansen
í Funningsfirði
85 ár
Í morgin 27. september fyllir Lisa 85 ár.
Tá eg vil skriva nekur orð fyri at heiðra Lisu, loyvi eg
mær fyrst at fara aftur í tíðina.
Foreldrini vóru Sigga, ættað av Forðunum á Eiði, og
Jógvan Joensen úr Funningsfirði.
Bert 2 vóru systkini, so húsið var ikki so tungt sum
hjá mongum eðrum, og Lisa hevði góð barnaár. Einans
lærarin í sóknini, Andrias Eidesgaard, búð í Oyndar-
firði, men ferðaðist runt hinar bygdirnar og hlet skúla. I
Funningdfirði vóru 6 næmingar tá, og skúlin var í stov-
uni í heiminum hjá Lisu
Sum ung fer Lisa til Havnar til Onnu Gram, har hon
lærdi at seyma bædi harra- og damutoy
Heimafturkomin seymar Lisa so fyri bygdafólki, m. a.
eisini oljuklæði. Hesi vórðu úr stóti, sum síðan var ferni-
serað.
19 ára gomul fer Lisa avstað aftur til Havnar. Hesa
ferðina á Háskúlan, har henni dámdi sera væl.
Um heystið sama árið giftist hon við Johan Hansen,
eisini úr Funningsfirði.
Tey fyrstu árini vóru tey inngift hjá foreldrum henn-
ara, men seinni fluttu tey í egin hús, beint niðan fyri
barnaheimið. 6 fingu tey bernini.
Nr. 109 — 26. september 1987
Lisa Hansen
Johan var sjómaður, arbeiddi eitt skifti í Íslandi,
seinni árini legðist hann upp á land og arbeiddi sum træ
smiður.
Við teirri lítlu inntøku ein måaur tá hevði, var ofta
kærkomið við eykainnteku, og her var Lisa sannur inni-
løgumadur.
Í 30-árunum var nógv sild á fjorðinum, og Lisa setti
gern og fortjenti nógv.
Tá í tíðini var óvanligt, at konufólk gingu í langbuks-
um, men Lisa arbeiddi í sildini í yvirallsdrakt, og hetta
fall meira enn onkrum fyri brósti. Ein gomul kona segði
við mammu hennara: >At tú vilt fylgjast við henni, so-
leiðis sum hon gongur klødd !<
Eisini eitt sindur av aðrari innteku hevdu tey við ein-
um lítlum handli, telefonsteðini og avgreiðsluni av post-
bátinum, ið tá kom 14. hvenn dag.
Bert 55 ára gamal doyr Johan av sjúku, yngsti sonur-
in var bert 5 ára gamal, so Lisa mátti, umframt sorgina
og saknið, stríðast fyri seg og síni.
Alikavæl hevði Lisa altíð hjartalag fyri eðrum og altíð
stundir at taka sær av eðrum. Heim hennara hevur altíð
verið eitt opið hús fyri ætt og vinum, eitt stað, har ell
hava felt seg væl.
Mammuna hevði Lisa hjá sær tey seinastu árini. Líka-
leiðis búði mosturin Inga og svágurin Jóanes har. Tey
doyðu eisini út frá henni.
Tað verður fortalt frá Ingu, at dr. Rasmussen á Eiði
plagdi at siga við hana (hetta var áðrenn hon flutti):
„Far tær ein túr til Funningsbotn til Lisu — tað er sum
at fara á Hvildarheim.«
Lisa hevur 23 ommubern og 36 langommubern.
Hvert einasta summar, fyri ikki at siga aðrar frídagar,
hevur húsið hjá Lisu verið fult av børnum og vaksnum
við. Øl] elskaðu tey at fara norður at ferðast, og vóru
hetta bestu fríletur teirra, sum tey ongantíð gloyma og
ikki kunnu fulltakka nokk fyri.
Lisa hevur altíð verið arbeiðssom og ongantíð sitið
Í 1921 var Lisa á háskúla.
Lisa er nr. 3 frá hegru í
2. reð
Funningsfjørdur.
Húsini uttast til høgru á
myndini er heimið hjá
Lisu og Jóhann
fyri onki, m. a. altíð haft stokkar í hondum, og mong eru
pleggini, stór og smá, sum ommubern og langommu-
bern hava fingið og fáa enn.
Í summar bant Lisa trioyggju til foroysk klæði til eina
langommudóttir. Tað er heldur sjáldsamt í so høgum
aldri at vera fer fyri at binda slíka troyggju.
Glaðlynt hevur Lisa verið alla sína tíð, kanska hetta
er ein orsøkin til, at øll bæði yngri og eldri hava leitað
inn hagar.
Eftir at hava verið nakrar vetrar í Havn, flutti Lisa
fyri nøkrum árum síðani suður til dóttrina Sigrun, og
sigast má, at eins og Lisa fór væl um tey trý, hon hevði
búgvandi hjá sær, somu einastandandi góðu viðferð fær
Lisa frá dótrini Sigrun.
Fyri gott 10 árum síðani kom eg at kenna Lisu og havi
mangan sitið væl og hugnaligt inni hjá henni og má
takka hjartaliga fyri gestablídni.
Ofta undraði tað meg, at henda kvinna kundi vera so
ung og lett í sinninum, tí hon sum øll onnur hevði notið
bæði gott og svårt í sínum langa livi, svarið fekk eg á 80
ára degi hennara frá henni sjálvari.
Aftaná hugnaligt og gott borðhald, ynskti Lisa okk-
um vælgagnist, takkaði okkum, at vit vóru komin, takk-
aði fyri gávur og reður og til seinast segði hon nakað so-
leiðis: >... at hon ongantíð hevði kunnað klárað stríð,
mótburð og sorgir, um ikki Gud hevði staðið henni við
lið og givið henni mátt og megi, og Honum aleina var
tøkkin.«
Hetta var ein livandi og sannur vitnisburður fyri okk-
um Øll, ein vitnisburður, ið seint verður gloymdur.
Góða Lisa, hjartaliga tillukku við teimum 85 og måa
hin sami Gud geva tygum lívskveld ljóst og blítt.
j.h.
EÐ
SI
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Vegna farloyvi verður sekt eftir sosial-
ráðgevara skjótast gjørligt og fram til
31. august 1988.
Løn og setanartreytir sambært sátt-
mála við avvarandi yrkisfelag.
Umsókn við avriti av provtøkuskjali
v. m. verður at senda til umsjónarmann-
in, Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn.
PRES