Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1987síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

de BÍ A ——— Nr. 109 = 26. september 1987 So legði hann årarnar inn, fjørdurin var rógvin. Håkun Djurhuus var ein av teimum stóru í før- oyskum politikki, ein av teimum, sum ålvarsliga við- gjørdi eins væl tey, sum fyri mongum tóktust smá mál. Hjá honum vóru eingi slík, tað vóru sakir, sum skuldu viðgerast við tí álvarsemi, sum nú kravdist, og tær skuldu avgreiðast, tí aftan fyri hverja sak vóru menniskju. Tað er stutt síðan, eg hevði eitt prát við Hákun Djurhuus. Eg kom gangandi eftir gongugetuni í Havn, tá hann gjørdi vart við seg. Vit fingu okkara seinasta prát her. Týðiligt var fyri mær henda dagin, at nú var kemp- an farin at vikna — tað gjørdi mær ilt. Vit høvdu al- tíð, tá vit mettust, nógv at tala um, tí vit vóru ikki so langt frá monnum. Og tað næra tilknýtið, sum eg gjøgnum ítróttin havi havt og havi vid abbabernini gjørdi, at vit altíð høvdu okkurt at tala um. Sjålvur var Hákun ítróttarmaður. Vit høvdu altíð okkurt at siga hverjum eðrum. Henda dagin vóru tað tey politisku viðurskiftini, sum stóðu frammalaga, og sjálvt um vit ikki vóru heilt samdir, so var prátið gott og hugvekjandi. Og tá vit skiltust var tað við gomlu rótfestu heilsuni, sum gevur og sigur okkum alt um rótfestu guds- trúgvina í fólki okkara »Jesus veri hjá tær«, og frá Hakuni >Hann fylgi tær«. Eg hevði tað stóru gleði at vera í politiksum sam- arbeiði við Hákun Djurhuus í samgonguni frá 1975 til 1980, og sannast má, at her var maður, sum megn- aði tað politiska samarbeiði fyrimyndarligt. Men tað, sum altíð fyri mær vil standa sum ein varði yvir henda mann og stóra politikara, er tann reðan, sum hann helt í sambandi við tað lógaruppskotið um for- boð fyri at brúka snaru og friðing av lomviganum. Her stóð ein maður, sum við talu síni um hesa sek hugtók, ja, hann bergtók allan tingsalin. Hann talaði eina sek, sum kanska fyri mangar tóktist lítil, men fyri hann, sum var vaksin upp við fuglinum, náttur- uni og fuglabjørgunum sum sínum natúrliga spæli- plássi, fyri hann var tað lívið, hann visti, hvat hann talaði um, og hann vann. Við Håkuni Djurhuus er ein av teimum stóru farin. Hann hevur ritað navn sitt i søguna. Við deyða hans- ara er tað blivið meira tómligt. Men hetta er lívsins gongd, við feðingini er deyðin ófrávíkiliga knýttur. Feroyar eru blivnar fátækari. Feroyar gráta í tyngdari sorg, stóri sonurin er farin, sum eikin sterk rykt upp við rót, tíðin er tillagað, avmarkað er, hvussu leingi vit dvelja í hesi verð. Trúfastur í verki tú vinurin sterki avgjerdur, greiður tú var í verki. Gudstrúgvin var grundfest, stavnhaldið greiða, flogið var hátt, tú læt teg ei leiða. Tú greiddi frá sum smádrongur í Skúvoy, á fjalli hillu tú lá tó uttan ótta tí gudstrúgvin var sterk tað hevur tú váttað Træið er felnað, og reddin sterka er tagnað, soleiðis er lívið hetta er lagnan. Men eftir setti minni um mannin, tað skulu tit hansara kæru vita, navnið Hákun Djurhuus er við gullstavum í Føroya klettar ritað Eg drýpi hevur í tegn og virðing við deyða Hákun Djurhuus. Sverre Midjord Vittus hjá Óla Dahl farin Tá ljós brenna fá undir lágari lon sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar tá maður verður fúkandi fon hitt fámenta liðið hoknar Hesi orð Janusar, ið hann segði, tá hann frætti deyðsboðini av vinmanninum M.A. Jacobsen, komu mær í huga, nú eg frætti, at mín góði vinur, Vittus, var farin heim til fedrarnar. Honum og hansara havi eg — og mong við mær — so ómetaliga gott at bera. Kraftamaður var hann. Tað hevði hann og teir, mann undan manni — langabbin Rasmus hjá Jóannesi var tiltikin kempa, men hann og teir all- ir vóru friðarmenn — teir nýttu ikki megina til at rívast og skræðast við. Vittust var ein trúgvur vinur at eiga sær. — Fyri ikki so langt síðan var eg í Dali og vildi vitja hann, men tá var hann burturstaddur. Nakrar dagar seinni kom hann yvir at hitta meg, tó hann visti, hann gekk við deyðanum í barmi. Soleiðis var hann — trúskapur fram um alt. Tykkum ið eftir eru, ynski eg alt gott Vælsignað veri stevið! Viggo Dalsgaard Grundstykki í Vági til sølu Um hóskandi boð fæst er eitt grund- stykki í Vági, til viddar 569 m?, til sølu. Ahugað kunnu venda sær til okkara: ADVOKATARNIR Kári D. Petersen og Turið Debes Hentze N. Winthersgeta 7, Postboks 89 110 Tórshavn - TIf. 11066 7 Dille op