leygardagur 26. september 1987síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 109 — 26. september 1987
= -
SN Sosjalurin
| flottafolkum
— Verða ofta send aftur til píning ella av-
rætting, stendur í ársfrágreiðingini hjá
Amnesty International,
mannarættindabrot í 129 londum.
Ongantid fyrr hevur Al havt so nógu
lond at hugsa um.
Ársfrágreiðingin hjá
Amnesty Ínternational
1987 greiðir frá, hvussu
túsundtals menn, kvinnur
og bern hava verið offur
fyri mannarættindabrot-
um, tí stjórnir í ellum
hugsadi >litum< hava
fongslað borgarar, ið
hevdu aðra áskoðanir enn
tær góðkendu. Ella tær
hava framt órættvís
sakarmál móti teimum og
mangan fongslað teir,
uttan so mikið sum at seta
teir fyri rættin. Viður-
skiftini í fongslunum eru
ofta so ræðulig, at vit
skilja tað ikki. Ofta
»hvørva« fólk ella verða
pínd. Fólk verða bukað og
meiðslað og tikin av døg-
um á ræðuligan hátt:
steinað, hálshegd, hongd,
skotin, gassað, eitrað ella
við ravmagni.
Flóttafólkini
Frágreiðingin, sum er 400
síður, gevur ein saman-
drátt av arbeiði Amnesty
International's í 1986 og
greiðir gjølla frá viður-
skiftunum í 129 londum,
stersta talið higartil.
Í fororðinum verða
trupulleikarnir hjá flótta-
fólki, ið eru flýdd undan
atsóknum um allan heim-
in, viðgjerdir. Dentur
verður lagdur á, at
Amnesty International er
ikki ein felagsskapur, ið
tekur sær av flóttafólki.
Men roynt verður at
tryggja, at stjórnir virða
ta grundreglu, at eingin
má verða sendur aftur til
lond, har grund er til at
rokna við, viðkomandi
verður fongsladur sum
samvitskufangi, píndur
ella avrættaður.
Amnesty International
sigur, at nógvar stjórnir
eru vorðnar ágrýtnar! at
sýta flóttafólki fr'ðskjól,
heldur enn at royna at
steðga teimum atsóknum,
ið noyddu fólk at flýggja.
Altjóða verndin av flótta-
fólki er vorðin torferari
seinastu árini, av tí at
stjórnirnar eru ikki so fús-
ar at veita friðskjól, sum
tær vóru fyrr.
Hvussu ómetaliga stór-
ir trupulleikarnir eru,
sæst av, at síðan miðuna
av 1970-árunum eru flóð-
aldur av flóttafólki riknar
úr meira enn 30 londum
undan atsóknum, og
flóttafólk teljast í millión-
um.
Friðskjól
Flestu stjórnirnar góð-
kendu sum grundreglu, at
fólk, sum sekja um frið-
skjól, eiga ikki at verða
send aftur til lond, har tey
kunnu rokna við at verða
fongslað sum samvitsku-
fangar, pínd ella avrætt-
að. Men alt ov ofta verður
ført fram, at ov nógv verð-
ur gjørt av, tá flóttafólk
greiða frá vandanum, tey
eru í. Serliga í Vestur-
Europa og Norður-
Amerika tykist sum lyndi
hevur verið at døma alt
fleiri umsóknir um frið-
skjól sum ógrundaðar.
Álvarsligur vandi er fyri,
at hetta kann føra til
órættvísar og tilvildar-
ligar avgerðir.
Men Amnesty Inter-
national leggur dent á, at
vandamálið er heimsum-
fatandi og nevnir dømi úr
nogvum londum.
Nøkur dømi
Í 1986 visti franska
stjórnin sponskum bask-
um av landinum og sendi
sum
viðger
teir aftur til Spania. Teir
greiddu seinni frá, at teir
vórðu píndir, meðan teir
sótu í varðhaldi, og lækna-
frágreiðingar stuðlaðu
hesum ákærum.
Í USSR sótu fólk, ið
hevdu verið aftursend úr
Finnlandi, framvegis í
fongsli í 1986, og sama
var við yemenum, ið
vórðu + burturvístir úr
USSR til Suður-Yemen.
Í syðra parti av Afrika
vístu myndugleikarnir í
Botswana einum polit-
iskum flóttamanni aftur
til Zimbabwe, haðani
hann var komin. Hann sat
framvegis í fongsli, uttan
ákæru ella dóm, við árslok
í 1986.
Í USA vórðu limir í
einum kirkjuligum felags-
skapi, ið virkaði fyri, at
flóttafólk fingu friðskjól,
dømdir. Felagsskapurin
hevði alment tikið til orð-
anna móti innflytaralóg-
unum í royndum sínum at
veita eitt trygt friðskjól
fyri flóttafólk úr El Salva-
dor og Guatemala.
So leingi brot verða
framd móti mannarætt-
indunum, fara fólk, hvers
lív eru legd í oyði og næst-
ringar fongslaðir, at halda
fram við at sleppa sær um
landamerk at finna trygd
móti fongsling, píning og
deyða og atsóknum frá
myndugleikunum í heim-
landinum, sigur Amnesty
International i ársfrá-
greiðingini.
Óheftur
Stórur dentur verður
lagdur á, at felagsskapur-
in er óheftur og ikki ar-
beiðir móti nakrari landa-
stjórn, men einans móti
mannarættindabrotum.
Amnesty International
hvørkig stuðlar ella ar-
beiðir móti nakrari polit
Stødan versnað hjá
iskari, sosialari ella fíggj-
arligari skipan. Í manna-
rættindaspurningum
verða allar stjórnir máldar
við sama alni.
Frágreiðingin er hverki
samanberandi — Am-
nesty International ber
aldrin mannarættindabrot
i ymiskum londum saman
— ella fullfiggjad: at eitt-
hvørt land ikki er nevnt,
eigur ikki at skiljast so-
leiðis, at brot ikki kunnu
henda i tí landinum. Ei-
heldur eigur nakar dentur
at verða lagdur á, hvussu
stutt ella langt er skrivað
um ávíst land, soleiðis at
skilja, at hetta skuldi sagt
nakað um, hvat Amnesty
International metir um
vidkcmandi land.
Frágreiðingin fæst til
keyps frå Amnesty Inter-
national, Føroya deild,
annadhvørt å enskum ella
svenskum.
Skrivstovan å Bryggju-
bakka er opin mikudagar
kl. 10 - 15 og friggjadagar
kl. 13 - 18. Telefonin er ská '
15816. ; p $
Á skrivstovuni er eisini + HP ' rr”
til skjals tilfar, ið lýsir — 4 % + pi
; 'á
mannarættindastøduna u * í ,
. . 7 Já * p
um allan heimin, og sum g > ur” ger !
verdur endurnyggjad, so 1 + + L * OK, ei
hvørt broytingar henda. Á . ,þ
øn EL: eru meíra Bodil Hagbrink er eisini kend i Føroyum. Bók hennara
enn vælkomin inn á »Børnini í Såmalandi« kom á føroyskum í 1980. Hon var
gólvið um børnini í Kautokeino í Norður-Noregi.
(Amnesty International Vernette hinvegin er ein bygd 1 Sudur-Fraklandi.
” Førova deild) Elin Súsanna Jacobsen hevur tytt bókina um børninit
Vernette.
—-
Tá klokka tvey er hon eitt
Í nátt fáa vit tíman aftur, vit mistu 29. mars. Tí klokkan tvey fer summartíðin úr
gildi og tá skal klokkan flytast aftur ein tíma, so hon bara er eitt.
Og Landsstýrið hevur longu avgjørt og kunngjørt, at eisini i 1988 skulu vit
hava summartíð:
Við heimild í $ I í logtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð hevur
landsstýrið fyrisett
$ 1. Frá 27. mars 1988 kl. 01.00 verður klokkutíðin broytt og sett I .
02.00
$ 2. Henda tíðarrokning fer úr g'ldi tann 25. september 1988 k
verður klokkan tá sett ein tíma aftur. Tann farni tímin verður
tilskiladur sum kl. 01.00 A og tann komandi sum kl. 01.00 B
-
Borghild Sjúrðargarð hevur umsett bókina um
gentuna Birnu, sum er finsk
Hetta er fjórða bókin um hana, sum er komin á før
oyskum. Hinar eru »Saman vid Birnu«, „Eitt
Birnu« og »Birna og vetrarbarnið<
Bøkur um finsk -
og fronsk børn
Bøkadeildin hjå Føroya Lærarafelag hevur givid ut
tvær harnabøkur nu i vikuni.
Tær eru »Børnini i Vernette« hjå Bodil Hagbrink og
»Birna, ein smågenta« hjå Kristiina Louhi.
Bøkurnar kosta 75 og 30 kr. Tær eru innbundnar og
litprentaðar. Limir i Barnabókaklubbanum fáa bøkur-
nar sendandi. Tey, sum eru tvey, trý og fýra ár fáa
»Birnu« og hini fáa »Børnini í Vernette«.
Limirnir fáa »Børnini í Vernette« fyri 60 kr. Eru tvey
systkin í sama húsi, annað til dømis tvey ár og hitt seks,
fáa tey báðar bøkurnar fyri tilsamans 80 kr.
Limatalið í Barnabókaklubbanum veksur steðugt og
var hósdagin komið upp á 621. Higartil eru komnar 18
bekur.
sma-
ár hjá
; > í
=