Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Aftaná ráðstevnuna um arbeiðs- umhvervið í Fiskildnadinum: — Vit fara ríkari aftur til arbeiðis — siga flakakvinnurnar, sum vóru við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í í vikuni — Hetta var ein sera væl- eydnað ráðstevna, og vit fara ríkari aftur til ar- beiðis. Soleiðis siga fleiri flaka- kvinnur, sum vit tosaðu við aftaná ráðstevnuna um arbeiðsumhvervið í fiskiidnaðinum. Tær fimm flakakvinnurnar eru av Eiði, úr Skopun, av Glyvr- um, úr Klaksvík og úr Vági. Allar eru tær fegnar um, at hevi var hjá júst teim- um at vera við á hesi sera fjølbroyttu rådstevnu, sum snúði seg um teirra egna arbeiðsumhvervi í fiskiidnaðinum. Illgrunan um at alt ikki er, sum tað eigur ella kann vera á fiskavirkjunum kring landið, tá talan er um ar- beiðsumhvervið, fingu tær eisini váttaðan á stevnuni. Her vóru so ikki bert fyrilestrahaldarar úr eðrum londum, men eisini fólk, ið starvast í fiski- idnadinum sum tískil kundu siga frá sínum royndum. Tær fimm kvinnurnar, ein teirra tó ikki longur flakakvinna, men starvast í fakfelagnum hjá flaka- kvinnunum í Vági, halda, at tað hevur stóran týdn- ing at vera við á slíkari ráðstevnu: Her fær ein nógv at vita um eins egna arbeiðspláss sum ein antin ikki visti framman- undan ella bert hevði var- hugan av, og ein fekk nógv at vita um umsteð- urnar hjá fólki, ið arbeiða í hesi somu vinnu í hinum norðurlondunum. Allar eru tær samdar um, at tað er gott, at vit hava fingið trygdar- og álitisumboð á virkjunum, tí henda skipanin hevur verið til at betra um ar- beiðsviðurskiftini. Eisini er hendan skipan eitt sera týðandi lið millum starvs- fólkið og leiðsluna, sum við slíkari skipan betri kunnu tosa saman um felags mál. Tær eru eisini fegnar um, at so nógvir virkisleiðarar og umboð fyri fiskavirkini hava verið við á stevnuni, tí eins umráðandi tað er fyri arbeiðsfólkið at fáa kunn- leika um arbeiðsumhverv- ið, ikki minni týdning hevur hetta fyri leiðsluna. Men tað skilst so eisini á teimum fimm kvinn- unum, at tað framvegis er rættiliga ymiskt frá virki til virki, hvat arbeiðs- umhvervinum viðvíkur. Hetta kemst ikki minst av tí, at meðan summi virki enn síggja eins út og tey gjørdu fyri nógvum árum síani, so eru onnur virki útbygd og nútímansgjerd og har er so í sterri ella minni mun tikið hædd fyri arbeiðsumhvervinum. Gudrun Kristiansen umboðaði fakfelagið hjá flakakvinnunum í Vági, Fjallbrúður, á ráðstevn- uni. Hon hevur fyrr ar- beitt nógv ár á Polarfrost, men mátti gevast vegna Vælnegdar flakakvinnur eftir lokna ráðstevnu. Frá v. Sunneva Dj Bakkafrost, G sjúku. Hon greiðir frá, at hon fekk rætt og slætt for- boð frá lækna at arbeiða meira, tí heilsan hevði tikið skaða. Gjóstur og kuldi var orsekin til at hon fekk ge, bronkitis og bruna í pannuholurnar. — Eg haldi at nógv er broytt til tað betra síðani eg arbeiddi á flakavirki, og tað er at fegnast um. Men enn er ikki rokkið á mál, so vit eiga at arbeiða víðari við hesum so álvarsomu spurningum, sigur hon. Hon vísir á, at nógv er broytt síani fyrstu flaka- virkini komu, tí tá fór mesta av arbeiðinum fram í einum og sama rúmi. Hetta var ikki gott, men í dag er hetta so broytt. Herdis Festirstein ar- beiðir á Norðís. Hon sigur, at tað eru hendar stórar broytingar á flakavirkin- um á Eiði. Virkið varð út- bygt nú herfyri, men undan var mest alt arbeiði gjert í sama rúmi. — Nú er reinskerilinjan fyri = seg, pakkilinjan somuleiðis og sama við plátufrystarunum. Hetta merkir so, at umsteðurnar hjá okkum flakakvinnum eru nógv betri, sigur Herdis. Sunneva Djurhuus ar- beiðir á Klaksvíkar Royki- virki. Hon heldur, at stórar broytingar eru farnar fram í fiskiídnað- inum seinastu árini og eru hesar broytingar eisini ar- beiðsfólkinum til fyri- muns. — Vit kendu okkum ikki frægari enn henurnar í Rituvík, tá vit arbeiddu á gamla virkinum. Har fór ell framleiðslan fram í eina og sama høli. Nu síð- ani vit hava fingið eitt nýtt virki, kennist tað sum sonn kollvelting. Eitt, sum vakti stóran áhuga millum flakakvinn- urnar á ráðstevnuni var spurningurin um tað út- lendingar kalla „jobrotation<, tað at skifta arbeiði á flaka- virkinum. Hóast hetta nærum er ókent her heima hjá okk- um, har eina og sama flakakvinnan dag um dag ger eina og sama arbeiði, so tykjast allar flaka- kvinnurnar ganga inn fyri, at hetta verður broytt samsvarandi royndunum í okkara Ungdómur í Norðuroyggjum Fundur til stovnan av Ungmannafelag Javnaðarfloksins í Norðuroyggjum verður í Kappróðrarneystinum mánakveldið 28.9., kl. 20. Fyrireikararnir Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. grannalonaum. — Vit fingu at vita, at tað gagnar ellum pertum, at vit ikki alla tíðina gera sama arbeiði á virkinum, sigur Jonny Johannesen, sum arbeiðir á Sólarris í Skopun. — Tað vísir seg, at skót- leikin minkar nakað í eina tíð aftaná fólk skifta ar- beiði, men so kemur fram- leiðslan aftur á sama stødi og tá er so fyrimunurin, at flakakvinnurnar = kenna seg nógv betur, tær kenna arbeiði minni stressandi og monotont og hetta hev- ur so við sær færri sjúkra- dagar, sigur hon. Samanumtikið so fingu hesar fimm núverandi og urhuus, Klaksvíkar Roykivirki, Herborg Hansen, udrun Kristiansen, Fjallbrúður, Jonny Johannesen, Sólarris og Herdis Festirstein, Nordi fyrrverandi flakakvinnur- nar nógv burtur úr ráð- stevnuni og vón teirra er, at okkara egnu fakfelog eisini geva flakafólki høvi at hoyra fyrilestrar o.l, sum snúgva seg um teirra egnu arbeiðspláss. jan Konteynarar til solu NORÐ-TRANS Tlf. 56269 Oli i Áarstovu Teir eru so fornir i by- raðnum. Nú stríði stendur um at skaffa smiðir at gera Berjabrekku lidna, hugsar býráðið meira um bakaríút- selu. Er hetta rætta smið? ikki at bakara fyri