Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 29. september 1987 Thomas Arabo, logtingsmaður: Bergholið skal rudda slóð fyri framburði í Norðstreymoy Thomas Arabo, legtingsmaður: — Bergholið skal tryggja Norðstreymi eina betri og tryggari framtíð Í seinastu viku kom so dagurin, tá fyrsta skotið til komandi bergholið mill- um Kaldbaksbotn og Oyrarreingir varð latið av. Arbeiðið uppá hesa so nógv umreddu framtíðar samferðsluæðr í Streym- oynni er byrjað, og helst ganga eini trý ár, áðrenn heilt klárt verður at koyra igjøgnum. Norðstreymur og Vágar — Berghlið skal rudda slóð fyri framburði í Norð- streymoy og eisini í Vág- um. Hetta sigur Thomas Arabo, legtingsmaður javnaðarfloksins í Norð- streymi, í eini viðmerking til at arbeiðið uppá berg- holið nú er byrjað. Thomas Arabo var ein av teimum ítarstu á sinni at ganga inn fyri hesi bergholsgerðini og va rhon eisini eitt av hansara hevuðsmálum undan sein- sata løgtingsvali. I dag sigur hann: — Eg kann bert vera nøgdur, at samgongan hevur tikið hetta so stóra ynski hjá okkum øllum í Norð- streymi til eftirtektar. Tað er heldur einki duls- mál, at tað var eitt krav frá okkum í Norðstreymi, tá samgongan varð skipað, at berghlið skuldi gerast nú. Tí kunnu vit bert vera landsstýrinum Fyrsta skotið latið av til komandi bergholið mill- um Kaldbaksbotn og Oyrareingir takksom fyri, sigur hann og vísir á, at við berg- holinum fer rættilig gongd at koma á útvikl- ingin í Norðstreymi. — Nakað er tó longu gjørt í hesum parti av landinum, sum jú hevur verið heilt afturúrsigldur, men við bergholinum hava vit tryggjað hesum landspartinum eina nógv tryggari og betri framtíð. Eisini gott fyri Havnina Bergholið fer so ikki bara at hava týdning fyri Norð- streym, tað fer so sanni- liga eisini at fáa stóra og positiva ávirkan á mið- staðargkið, sum alt meira sum tíðin líður, er við at koma undir ov stórt trýst uttanífrá. Thomas Arabo heldur støduna í dag vera rætti- liga ónatúrliga, tí alt ov nógv virksemi verður lagt til Havnar. Við bergholin- um verður teinurin mill- um hevuðsstaðin og aðrar partar av Streymoynni munandi stytri, og tað ger so, at tað verður meira natúrligt at leggja meira virksemi í hesum partin- um av oynni. Annars heldur Thomas Arabo, at vit eiga at leggja sterri dent á landsplanlegging og ikki útbyggja eftir fummum. Hann heldur tað vera burturvið at flyta grót av Glyvursnesi til Havnar, tá meguleiki er at fáa eina frálíka góðshavn í Kollafirði uttan at gera stórar iløgur. Síða 17 — Men lat so havnar- menn um tað, nú teir eru farnir í gongd. Eg trúgvi kortini uppá, at framtíðar góðshavnin fer at liggja í Kollafirði, og at serliga hon verður akutell Kcllafjørdur í dag. Við komandi bergholinum fer Kollafjerður at gerast týdningarmikil góðs- og uppskipingar- havn