Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

þ É E i | | AAA AAA AÉAÅAÅÉÅ ÅL TE EA AASE ele Nr. 111 — 1. oktober 1987 43.000 krónur i årsinntøku Skatturin 14.000 krónur — Tað má gerast okkurt í stundini, so folk kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul, ið munar, sigur Gudrun Kristiansen, forkvinna í ar- beiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í Vági. Kvinnurnar í Vági hava einki arbeiði, og stoðan er álvarslig Mánadagin vóru kvinnur- nar á Polarfrost í Vági til arbeiðis fyri fyrstu ferð í fjúrtan dagar. Og tað ganga aftur fjúrtan dagar, til nakað arbeiði verður aftur. — Steðan er syndarlig, sigur Gudrun Kristian- sen, forkvæna í arbeiðs- kvinnufelagnum Fjall- brúður. — Fólk hava einki at liva av, og serliga illa stendur til hjá teimum, sum eru forsyrgjarar, sig- ur hon. Umframt at minni fisk- ur sum heild hevur verið í vár, er eisini tað hent, at báðar Polarborgirnar eru farnar av Vági Tveir nýggir bátar skulu koma til Vágs, men tann fyrr kemur ikki fyrr enn í febr- uar. Og til ta tíð verður ikki nakar arbeiði av týdn- ingi á Polarfrost. Árið í fjør var stak vánaligt. Teir fyrstu níggju mán- aðarnar tók Polarfrost ímóti 5017 tonsum av fiski; fyri san í tíðarskeið í ár var negdin einans 3685 tons. Hvussu illa stendur til, siga hesi telini eitt sindur um hjá einum lími í Fjall- brúður. Kvinnan er ikki forsyrgjari, men hon og maðurin hava higartil í ár ikki vunnið meira enn 100.000 krónur tilsamans. Tað verður lítið aftrat, hon fær í innteku í ár: Fram til hálvan sep- tember arbeiddi kvinnan 671 tímar, og teir arbeiðs- tímarnir góvu 42.973 krónur í innteku. Frítíðar- lenin var 4.586 krónur. Av inntekuni er hon drigin 14.319 krónur í skatti. Teimum festu útreiðsl- unum sleppur eingin und- an. Við at spara eru árligu oljuútreiðslurnar = umleið 2300 krónur. 960 krónur gjalda tey til sjúkrakass- an, sjónvarpsgjaldið er 952 krónur og útvarps- gjaldið 702 krónur. Fyri telefon gjalda tey umleið 3800 krónur, og bilurin kostar teimum 3320 krón- ur um árið. Brunatrygg- ingin er 1520 krónur ár- liga. Hetta er bara ein lítil partur av teimum festu útreiðslunum. Afturat koma húsini, SEV og ann- að. — Tað sigur seg sjålvt, at eingin kann liva av so lítlari innteku. Tað ber ikki til, sigur Gudrun Kristiansen. Tað arbeiða 80-90 kvinnur á Polarfrost, og fleiri teirra eru forsyrgj- arar. Hjá monnunum stendur ikki so illa til. Polarfrost hevur nakað arbeiði til teirra, og summir finna sær annað tímalent ar- beiði nakrar dagar. Tær kvinnurnar, sum eru forsyrgjarar, eru fyrst bidnar til arbeiðis, tá okk- urt smávegis hevur verið. Kortini er teirra innnteka lítið hægri enn hjá hinum kvinnunum. Mugu hava hjálp Vit kunnu ikki bíða long ur. Nú má berast skjótt at sigur Gudrun Kristiansen. Tær 6.000 krónurnar, sum eru í partin hjá Fjallbrúður burtur av Løgtingsins figgj arlogtingslóg til arbeiðs loysisstuðul hjálpa hvørki so ella so. Vit mugu hava eina skipan, soleiðis at fólk í vinnuloyvi kunnu fáa hjálp, ið munar. Fakfelog og politikarar mugu loysa hetta mál í felag. Gudrun Kristiansen ber ongan ótta fyri, at nakar fer at misbrúka eina slíka skip- an. — Fólk fara ikki at taka ímóti stuðuli, um tey upp á nakran máta kunnu arbeiða, og harafturat er samfelagið so lítið, at skipanin skuldi verið løtt at umsitid rætt Tað sæst beinanvegin, tá fiskaloysi er, og tá kunnu fólk ikki arbeiða, men peng- ar skulu til fyri at liva, sigur Gudrun Kristiansen randi Hittast skjótt á arbeiðsmarknaðartingi Spurningurin um at tryggja arbeiðsfólk móti inntøkumissi er millum tey málini, sum eitt ar- beiðsmarknaðarting skal viðgera í næstum. Nær hetta tingið verður kallað saman, er ikki greitt, men tað skuldi verið skjótt, sigur Vilhelm Johanne- sen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Ein arbeiðsmarknaðar- nevnd hjá landsstýrinum er við at fyrireika arbeiðs- marknaðartingið. Nevnd- in hevur havt tveir fundir, tann seinni var í gjár, og ætlanin er at hava ein fund afturat í nevndini, áðrenn arbeiðsmarknaðar- tingið verður kallað sam- an. Eitt av málunum, sum tingið skal viðgera, er lóg- in um trygdargrunn fyri løntakarar, sum legtingið samtykti í vár. Lógin er ógreið, og tí verður óivað neyðugt at gera eina nýggja lóg, sigur Vilhelm Johannesen. Tað er eisini spurning- urin um, hvussu stór veit- ingin skal vera. Uppskot er frammi um, heldur enn bert at veita 90 pst., so skal bera til at fáa fulla upphædd úr trygdar- grunninum, og heldur av- marka veitingarnar í krón- um. Vilhelm Johannesen sig- ur, at hann hevur mælt til at fáa umboð fyri Al- mannastovuna at greiða arbeiðsmarknaðartingin- um frá teimum nýggju broytingunum í forsorg- ini, sum heimila at veita stuðul í sambandi við Småbygdirnar eiga at fåa samband eins og oll onnur Vit fara at viðgera spurningin um at | keypa eina tyrlu afturat við vælvild, Thomsen, maður javnaðarfloksins m.a. undir figgjarlógarviðgerðini. segði Jorgen — Eg veit ikki, um landsstýrið hevur við- tikið at keypa eina tyrlu afturat, men eingin hevur so sókn- ast eftir mínari steðu. Hesin spurningur er heldur ikki viðgjerdur í javnaðarflokkinum, segði Jørgen Thomsen undir orðaskiftinum um fíggjarlógina. Hann vísti til sam- reðuna, ið sjónvarpið hevið við Lassa Klein herfyri, og har hann fordi fram, at lands- stýrið hevur í hyggju at keypa eina tyrlu afturat. — Sjálvandi eru vit til reiðar at viðgera spurningin, um tað er grundarlag fyri eini tyrlu afturat, segði Jergen Thomsen og helt fram: — Skal tað muna at beta um raksturin sum er, ja so mugu inntek- urnar vera meira enn hjá tí, sum vit hava, nevniliga 1,5 mill. kr. So eg haldi, at vit Síða 3 framsogu- kunnu spara figgjar lógina fyri tær 2,5 mill. kr., sum eru skotnar upp til rakstur av eini nýggjari tyrlu — í ell- um føri til spurning- urin er avgreiddur um keyp av eini tyrlu afturat. Framsegumaður Javnaðarfloksins helt tað ikki vera nakran iva um, at tað var í tek- um tíma ein tyrla varð keypt tí okkara oyggja- land má hava hetta sambandið. — Men um tervurin er á tveimum er so ein annar spurningur, sum vit vilja viðgera við vælvild. Annars síggi eg, at landsstýrið hev- ur skorið játtaninar til bygdaleiðir niður uttan at siga hvat, ið skal minkast. Hetta er so eitt eki, sum meguliga er neyð- ugt at hyggja at, men eg haldi at smábygd- irnar eiga at fáa sam- band eins og øll onnur, segði Jergen Thomsen. vinnuloysi. Arbeiðs- marknaðartingið fer eisini at viðgera málið um at seta í gildi eina fast- ella minstulænarskipan fyri arbeiðsfólk á flakavirkjun- um. Vilhelm Johannesen sig- ur, at tey í landsstýrinum væl eru greið yvir, hvussu álvarslig steðan er, serliga í Vági. Hann ivast í, hvussu rætt tað var at býta arbeiðsloysisstuðul- in á fíggjarlógini út mill- um ell fakfelegini eftir limatali. Arbeidsloysiå rakar ikki øll i senn, og tey, sum veruliga hava brúk fyri hjálp, sum nú i Vági, hava onga gleði av studlinum. Spurningurin er, um vit ikki skuldu funnið eina heilt aðra stuðulsskipan, sigur Vil- helm Johannesen, lands- stýrismaður. Almannaveitingar Orsakað av innanhýsis umlegging av telduskipan, lógar- og prístalsbroyting- um koma almannaveitingarnar út ein av fyrstu døgunum í oktober. Almannastovan ——