hósdagur 1. oktober 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fyri Norðoyggjar
Nevnd sett at fyrireika stovnandi
aðalfundin
Javnaðarunglingar í
Norðoyggjum hava nú tik-
ið seg saman at stovna
eitt javnaðarungmanna-
felag fyri Norðuroyggjar.
Fundur var mánakveld-
ið og eini tjúgu ungfólk úr
Klaksvík og bygdunum í
Norðoyggjum mettu. Av-
gjørt varð at hava sjálvan
stovnandi aðalfundin um
miðjan november og til at
fyrireika hendan fundin
varð nevnd vald. Í hana
komu Sámal Samuelsen,
Signhild Johannesen,
Mamy Serensen, Jens
Aksel Heldarskarð og
Eyðfinnur Reyðberg.
Á fundinum var eisini
Eyðolvur Dimon, formað-
ur í Sosialistiskum Ung-
mannafelag, og greiddi
hann frá felagssins arbeiði
í dag og hvussu javnaðar-
ungmannafeløg hava virk-
að síðani tað fyrsta varð
stovnað fyrst í hesi eldini.
Eyðolvur visti at siga frá,
at tað eisini eru javnaðar-
Nr. 171 í. oktober 198,
|
|
Tey fimm, sum vórðu vald
í nevndina at fyrireika
stovnsetingina av
felagnum
Nógv ungfólk vóru mett,
bæði úr Klaksvík og aðra-
staðni frá í Norður-
oyggjum
TILL)
ungfólk aðrastaðni í Fer-
oyum, sum í letuni fyri-
reika stovnan av feløgum.
tór.-
Argir fær einki grót
fyrr enn Havnin
hevur svarað
Argja Kommuna fær ikki
gjørt havn sína lidna. Or-
søkin er, at enn vanta um-
leið 40.000 rúmmetrar av
gróti. Og tað hevur komm-
unan havt ógvuliga ilt við
at fáa hendur á, hóast
hetta liggur beint „uttan
fyri dyrnar«.
Stórt grótbrot er nevni-
liga á Glyvursnesi og tað
er hagani Argja Komm-
una hevur havt í hyggju
at útvega sær grót.
Kommunan hevur fingið
nærum øll loyvi, — frá
bóndanum, bygdaråmum
fyri Velbastað og Kirkju-
be og frá Jarðarráðnum.
Jarðarráðið hevur tó
treytað sær, at svar má
fyrst koma frá Tórshavn-
ar Kommunu, sum í letuni
hevur brúksrættin til
nevnda grótbrot.
Og hetta svar — ella
vantandi svar — er júst
forðingin fyri, at Argir
kann fáa sítt grót.
Bygdarráðsformaðurin
á Argjum, Erland T. Ja-
cobsen, sigur, at komm-
unan hevur fleiri ferðir
vent sær til Tórshavnar
Kommunu hesum viðvíkj-
andi, og hóast fleiri mán-
aðir eru síðani at teir
fyrstu ferð vendu sær til
Havnar Kommunu, er enn
einki svar komið. Um-
sóknin liggur í
arnevndini i
Kommunu,
figg)-
Tørshavnar
og i figgjar-
nevndini er býráðsfor-
maðurin, Poul Michelsen,
formaður.
Einar fýra, fimm rykkj-
arar hevur kommunan á
Argjum sent Havnini,
men uttan úrslit. Eisini
hava teir roynt at fingið
fatur á býráðsformannin-
um í Havn, men hetta hev-
ur heldur ikki givið úrslit,
sigur Erland T. Jacobsen,
sum ivast í, um býráðsfor-
maðurin í Havn yvirhevur
vil tosa við seg.
Ein tekniskur meguleiki
er at gera grótbrot í
Argjaskoti, men tað rokn-
ar Erland T. Jacobsen ikki
við at fáa loyvi til frá frið-
ingarmyndugleikunum.
tór.-
Erland T. Jacobsen, bygdarráðsformaður á Argjum, hevur ilt vid
at fáa Havnina at svara