Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dagpeningalógin broytt: Við løgtingslog, frá 30. apríl 1987 eru dagpen- ingareglurnar nú mun- andi broyttar, hvat veitingartíð, veitingar- upphæddum og nýggj- um viðskiftafólkum viðvíkur. Broytingarnar eru í hevuðsheitum hesar: Hjá teimum, sum or- sakað av sjúku og skaða koma undir gomlu lógina, er veitingartíðin broytt frá 13 vikum uppí 20 vikur tilsamans í ein- um 6 mánaða skeiði, frá 1. oktober 1987 at rokna. Veitingartíðin hjá sjálvbodnum — te. sjálvsteðug og hús- haldsfólk — er eisini broytt samsvarandi omanfyristandandi. Barnsburður og adoptión Tann stóra broytingin í lógini er annars veit- ingarnar í samband við barnsburð og ættleið- ing (adoptión). Frá 1. okt. 1987 verð- ur barnsburðarhvíldin broytt frá 8 vikum aft- aná barnsburð til 20 vikur fram til 30. juni 1988, og frá 1. juli 1988 verður hon broytt til 24 vikur aftaná barns- burð. Rætt til dagpening hava tær kvinnur, sum ikki hava rætt til fulla løn ella løn, ið er ájavnt við mesta dagpening, sum frá 1. okt. 1987 er kr. 2.344,00 um vik- una. Somuleiðis hava kvinnur, ið ikki eru í lønarvinnu, rætt til dagpening frá barns- burðardegnum. Tær kvinnur, sum undan barnsburði fingu dag- pening við upphædd undir hægstu dapen- ingaupphædd, fáa hægsta dagpening frá barnsburðardegi frá 1 okt. 1987 at rokna Tær kvinnur, sum hava sjálvbodna dag- peningaskipan við hálvum gjaldi, fáa eis- ini dagpening við hægstu dagpeninga- veiting frá nevnda degi í sambandi við barns- burð. Tær kvinnur, sum eftir lóg ella sáttmála hava rætt til løn i sam- band vid barnsburðar- Longri veitingartíð — størri upphæddir — fleiri fåa dagpengar farloyvi, kunnu søkja um dagpening fyri ta tíð, ið restar i 20 vikur aftaná barnsburð fram til 30. juni 1988, og frá 1. juli 1988 upp til 24 vikur aftanå. Somu reglur galda fyri kvinn- ur, id søkja um ættleid- ing (adoption). Í samband við barns- burð og ættleiðing (adoptión) kann maður í hjúnalagi, har kona hevur átt, ella tey, ið hava fingið barn til ættleiðing, sekja um dagpening í upp til 14 dagar. Hesir 14 dagar- nir verða veittir í ein- um tíðarskeiði frá kon- an hevur átt ella mót- tikið ættleiðingarbarn og frameftir í tí tíðar- skeiði, konan annars hevur rætt til barns- burðarhvíld í samband við barnsburð ella ætt- leiðing. Hesir 14 dagar- nir verða drignir frá í barnsburðarhvíldini hjá konuni. Við legtingslóg, sam- tykt 23. september 1987, hevur Legtingið avgjert at geva eina til- lagingarlóg til log- tingslóg nr. 25, frá 30. apríl 1987 um barns- burðarhvíld. Hetta ber í sær, at tær kvinnur, sum fáa dagpening fram til og við 1. okt. 1987 aftaná barnsburð, fáa fram- haldandi dagpening í 20 vikur. Dagpeningur verður veittur við hægsta dagpeningi frá 1. okt. 1987. Somuleidis kunnu tær kvinnur, sum ådur ikki høvdu rætt til dag- pening, fåa dagpening fra 1. okt. 1987 at rokna, um tær hava ått i einum tidarskeidi upp til 8 vikur áðrenn | okt. 1987. Tíðin áðrenn I. okt. 1987 verður drigin frá í veitingar- tíðini. Omanfyrinevndu til- lagingarreglur eru galdandi fyri kvinnur, ið hava átt 7. august 1987 ella seinni Til umben um dag- pening eftir reglunum í teimum her nevndu lógum um dagpening, verður serlig umsókn gjørd, sum verður tek ein av teimum fyrstu døgunum í oktober 1987. Flakavirkið í Skopun: Virkið má endurreisast tí tað hevur so ómetaliga stóran týdning fyri bygdina, segði Tórálvur Mohr Olsen á ting- fundi hósdagin, tá uppskotið um almennan partapening til flakavirkið í Skopun var til viðgerðar Flakavirkið í Skopun er eitt av teimum elstu í landinum. Tað hevur fing- ið fáar ábetur hesi árini og er ógvuliga órationelt í framleiðsluni. Ti kom virkið í álvarsligar trupul- leikar fyri góðum tveim- um árum síðani. Virkið, sum varð bygt miðskeiðis í seksti- árunum, og var ætlað at Foto: Kalmar taka ímóti nekrum fáum 100 tonsum av fiski, men sum fráleið hevur verið ógjerligt hjá virkinum at klára seg og má tí hava hjálp, segði javnaðarting- maðurin fyri Sandoynna, Tórálvur M. Olsen á ting- fundi hósdagin. Uppskotið, sum tingið hevði til viðgerðar, var frá landsstýrinum har tað Hugagóðir skopuningar her í ferð við at landa fisk frá einum av fiskiferunum í bygdini Nr. 112 — 3. oktober 1987 Foto: Kalmar biður um heimild til at seta 800.000 krónur í virkið sum partapening. At landsstýrið stuðlar tilikum virkjum við parta- peningi, er einki óvanligt, segði Tórálvur, sum legði dent á, at hetta virkið hevur alstóran týdning fyri bygdina sum hitt nógv stersta arbeiðspláss- ið har. Fiskibygd Eftir orðaskiftinum á tingfundinum at dema vóru allir flokkar positivir mótvegis virkinum i Skopun. Qssur av Steinum, sum vegna Tjóðveldisfiokkin er limur í serligu nevndini, sum hevur kannað ymisk flakavirki í trongsteðu, segði at í nevndini hevur stórur vilji verið fyri at fáa virkið endurreist. — Skopun er fiska- og útróðrarbygd burturav og er eitt flakavirki tí sjálvt hjartað i bygdini, men hevur hetta virkið í longri tíð havt ilt við at klára seg. Tað hevur eisini verið órógvað millum annað av vánaligum havnarviður- skiftum og at havnin, vegna arbeiði, av og á hev- ur verið stongd Ov fáir upplýsingar Tingmenn fyri flestu flok- kar hevdu orðið. Jógvan Sundstein tók í prin- sippinum undir við at landsstýrið setti parta- pening í virkið, men fanst at, at ov fáir upplýsingar fylgdu við málinum. Tað gjørdi Ivan Johannesen eisini og hann spurdi m.a. hvussu varð við gomlu skuldini í virkinum. Hesum kundi lands- stýrismaðurin í ídnaðar- málum, Vilhelm Johanne- sen, greiða nærri frá. Hann segði, at lands- stýrið hevur 5,7 í virk- inum, sum er ótryggjað veðhaldsútlegg, og hetta skal eftir ætlanini verða lagt um til lán við panti í Tórálvur Mohr Olsen, javnaðartingmaður fyri Sandoynna tók fult og heilt undir við at flaka- virkið í Skopun fekk tann stuðul tað hevur sekt um virkinum. Lánið verður rentu- og avdráttarfrítt til 1. januar 1990 og síðani afturgoldið eftir 10 árum og rentað við somu rentu sum stuðulslán, segði Vil- helm Johannesen. Treytir Men tað er ikki heilt treytaleyst, at virkinum verður veittur stuðul. Nakrar av treytunum eru, at bankasambandið hjá flakavirkinum veitir felag- num lán uppá 2,170 mill. sum rentu og avdráttar- frítt í 3 til 5 ár. At Skopunar kommuna veitir felagnum eitt lán uppá 1,2 mill., at 4 mill. í nýggjum partapeningi verða teknaðar og gamli partapeningurin verður niðurskrivaður til 1%. Somuleiðis hevur lands- stýrið kravt, at pro- leiðsla verður sett at taka sær av dag- ligu leiðsluni, at nýggj nevnd verður vald, at henda nevnd í byggitíðini verður = avmarkað til tríggjar limir og at lands- stýrið tilnevnir ein lim i trimannanevndina. Málið varð beint i figg)- arnevndina. fessionel tór.-