Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OEM AG" MEP Nr. 112 — 3. oktober 1987 Arbeiða um náttina fyri vanliga timaløn Skála Skipasmiðja vil ikki gjalda vaktar- monnum yvirtidarløn, sum fakfelagið krev- ur. Foroya Arbeiðsgevarafelag sigur einki Tveir agar í hesi vikuni hava arbeiðsmenninir á skipasmiðjuni á Skála ikki verið til arbeiðis. Orsekin er lenarviður- skiftini = hjá tveimum monnum, sum hava til ar- beiði at halda vakt á skipasmiðjuni, tá onnur hava frí. Hverja nátt og hvenn degurðatíma og gerandiskveld eru teir á vakt. Arbeiðsvikan hjá teimum er 48 tímar, men teir fáa ikki yvirtíð fyri meira enn teir átta tímar- nar út yvir vanligu ar- beiðsvikuna. Og tað sam- svarar ikki við sáttmálan, ið er millum Feroya Ar- beiðarafelag og Feroya Arbeiðsgevarafelag. Sáttmálin sigur einki um slíkt vaktarhald, ið menninir gera. Sáttmálin hevur eina grein um vakt- arhald um náttina á skip- um við bryggju, men tann greinin kann ikki brúkast í hesum førinum, siga Skála Arbeiðsmannafelag og Feroya Arbeiðarafelag. Arbeiðið fevnir um mangt slíkt sum at halda vakt umborð á skipi, siga felog- ini. Teir eru tveir mans, sum skiftast um at halda vakt á skipasmiðjuni. Arbeiðstíðin hjá teimum er frá 12 til 13.15, frá 16.45 til 23.30 og frá 23.30 til 7.30. Henda vaktarskipanin kom fyri seks árum síðan. Framman undan gingu teir eisini vakt, men tá fingu teir rettu yvirtíðina, sigur Elias Hansen, for- maðu- í Skála Arbeiðs- mannafelag. Síðan hevur arbeiðsmannafelagið roynt at fingið skipa- smiðjuna at goldið monn- unum ta rettu yvirtíð- arlønina, men til fánýtis. Hetta góðtekur arbeiðs- mannafelagið ikki longur. Stór ábyrgd Arbeiðsætlanin hjá teim- um báðum vaktarmonn- unum er drúgv, sett upp í 20 punktum. Teir skulu lata upp um morgunin, seta streym til og annað. Um kveldið hava teir á- byrgdina av at sløkkja og læsa. Brand- og bindi- greidir til skipini skulu teir halda vid lika, og teir gera reint å toilettunum. Teir utflyggja vørur og ambod og ansa eftir, at eingin óviðkomandi kem- ur á skipasmiðjuna. Menninir skulu ansa eftir, at eldur ikki kemur í skip í hellini og á bedingini, og at einki hvervur. Teir mugu eisini hava eyga við skipunum, sum liggja við bryggjuna, at tey ikki slíta o.t. Teir hava á- byrgdina av, at ell húsini eru læst. Eins og aðrir vaktarmenn skulu teir runt á øllum økjunum og stempla fyri at progva, at teir hava røkt sitt arbeidi. Skála Arbeidsmanna- felag hevur vent sær til Føroya Arbeidarafelag vid málinum. Fyri góðari viku síðan skrivaði Føroya Arbeiðarafelag til Feroya Arbeiðsgevarafelag og kravdi, at Skála Skipa- smiðja helt sáttmálan við- víkjandi vaktarmonnun- um. Dagin eftir svaraði Feroya Arbeiðsgevarafe- lag, at tað vildi hava nærri frágreiðing um, hvussu Skála Skipasmiðja eftir metingini hjá Feroya Ar- beiðarafelag breyt sátt- málan. Fyrr í hesi vikuni skrivaði Feroya Arbeið- arafelag aftur og segði, at vaktarmenninir gera yvir- tíðararbeiði og hava rætt til løn fyri tað. Síðan er einki frætt aftur frá ar- beiðsgevarunum. Sosialurin royndi í gjár at fáa Feroya Arbeiðsgev- arafelag á tal, men tað eydnaðist ikki. Stjórin á Skála Skipasmiðju er burturstaddur. randi Millum 50 og 60 mans sum arbeiða á Skála Skipasmiðju, eru limir í Skála Arbeiðsmannafelag kelað kommuna — og bygdarráðsformaðurin uppferir seg | sum ein fílur í eini glasbutikk, sigur býráðs- | formaðurin í Havn, Poul Michelsen Argja Kommuna skal fáa svar frá Tórshavnar Kommunu, so skjótt mál- ið er búgvið at viðgera, sigur Poul Michelsen, bý- ráðsformaður, í samband við tað, bygdarráðsfor- maðurin á Argjum, Er- land T. Jacobsen, segði við Sosialin týsdagin. Hetta var í samband við, at Argja Kommuna hevur ynskt at fáa nakað av gróti úr brotinum á Glyv- ursnesi til havnina á Argj- um, og tað kann hon ikki fáa, fyrr enn kommunan hevur fingið svar úr Havn. — Argja Kommuna er ein forkelað kommuna. Har er alt liðugtseymað, men so eru ávís eki, sum teir skulu brúka Havnar Kommunu til. Í hesum forinum viðvíkjandi grót- VEDRAKJØT Aftur í ár verður tað íslendska vedrakjøtid at fáa. Vektin liggur frå 20 - 40 kg. Kjøtið inum hevur Erland Jacob- sen persónliga havt so nógva ljóta meðferð móti mær, at allar illteinkingar eru avvístar, sigur Poul Michelsen. Argja Komm- una hevur fingið greitt at vita, at hetta málið, um at Argja Kommuna kann fáa grót úr brotinum á Glyv- ursnesi er heilt einfalt ikki búgvið enn at svara, men tað verður fyrsta dagin. Tá fáa teir eisini at vita, hver orsøkin er til, at mál- ið enn ikki er búgvið at svara, sigur býráðsfor- maðurin í Havn, Poul Michelsen. — Bygdarráðsformaður- in uppferir seg sum ein fíl í eini glasbutikk, og hann hevur onga fatan av, hvat skal til fyri at reka eina kommunu, sigur Poul Michelsen, sum sigur seg verður koyrt til dyrnar. Bíleggið í góðari tíð. SUÐUROYAR KJØTSØLA v/'Rudolf Tausen Vágur — tif. 7 32 47 einki at hava ímóti at argjamenn royna at greiða síni mál sjálvir, men hann er sannferdur um, at tíðin er komin til at tosa um eina heilarætlan fyri allan Suðurstreym og nýtsluna av øllum hesum økinum. — Vit eiga at minnat til, at Havnin fær allar avleið- ingarnar av ellum dispo- neringunum hjá argja- monnum, og tað er í lagi. Tá vit planleggja í Havn, so planleggja vit soleiðis, at hetta er fyri ell. Óan- sæð hvaðani tey koma. Hetta er ein av teimum skyldum, sum ein hevuðs- staður hevur, sigur Poul Michelsen. tor.- {Vit svara eisini í vikuskiftinum)