leygardagur 3. oktober 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Føroyska
nåtturan
rikar
sålina
Skiftandi og fjølbroytta veðurlagið er
ótomandi inspirationskelda
,
Hann situr boygdur fram-
yvir borðið. Á borðinum
liggur ein dungi av
pappírslepum. Á nekrum
av teimum er høpurin av
løgnum japonskum skrivt-
teknum og å ødrum eru
yrkingar å enskum. Uttan
at geva tær stórvegis far
um innihaldið, sær tú
kortini, at tær lovprísa
feroysku náttúruni.
Vit eru í seyðahúsinum
hjá Páll Patursson, bónda,
ið stendur við Borðá mill-
um Glyvursnes og Kirkju-
benes. Í tí partinum av
seyðahúsinum, sum er
innrættaður til bústað.
Har er komfýrur, koyggja,
benkur og borð o.m.a.
Har hevur tann 45 ára
gamli japanarin, Sawa-
mura, nú búð í einbýli í
meira enn tveir mánaðir —
umgyrdur av kríatúrum
og eini náttúru, sum hann
er sera hugtikin av.
Góð ráð frá
vinfólki
— Eg havi frætt um Fer-
oyar frá góðum vinfólki,
sum hava verið her. Øll
ráddu tey mær til at fara
at síggja og uppliva land
tykkara, tí her finst alt
tað, sum gevur einum
skapandi menniskja frið í
sálina, konsentratión og
inspiratión til at skriva —
til at fáa fram kenslur og
fjaldar kreftir innan í tær.
Sawamura brosar.
Fryntligur er hann og
dámar væl at fáa vitjan.
Hann er eingin vanligur
ferðamaður. Nei, hann er
ein sokallaður einari, ein
vallari.
Hóast hann ikki júst er
nakar unglingi longur og
hóast hann er brekaður í
ødrum beininum og tí illa
gongdur, so livir í honum
trongdin at uppliva verð-
ina og læra onnur fólk og
aðrar siðir at kenna. Hann
hevur ferðast á henda hátt
seinastu 25 árini og vitjað
meira enn 50 lond. Bert
fýra ferðir hevur hann
vitjað aftur í heimlandi
sínum Japan.
— Eg skrivi til tíðarrit
og bleð. Leingi havi eg
ætlað mær undir at skriva
mína fyrstu bók, men nú-
staðni eri eg so farin í
gongd við hana — og tí
kann eg so takka føroysku
náttúruni og veðurlag-
num fyri. Her fái eg nevn-
liga ta ró og ta inspiratión,
sum skal til fyri at kunna
skriva og minnast aftur á
farnar hendingar í alheims
londum.
Sawamura dylur ikki
fyri, at hann er sera hug-
tikin av føroysku náttúr-
uni. Hann heldur náttúr-
una hava sera positiva á-
virkan á menniskju og
heldur fyri, at tað ganga
helst ikki nógv ár, so fara
fremmandir rithøvundar,
listamálarar og tónleik-
arar at leita til Feroya, tí
her finnast tær rettu um-
steðurnar hjá skapandi
Nr. 112 — 3. oktober 1987
fólki at fáa bæði inspira-
tión og konsentratión. Tit
skulu ikki vera kiekkir,
um oyggjar tykkara í
framtíðini verða ein lista-
ligur miðdepil.
Út at ferðast
20 ára gamal
Sawamura er feddur og
uppvaksin í Japan. Á ein-
um lærdum háskúla lærdi
hann um altjóða sam-
skifti, hann frætti um
onnur fólk, aðrar siðir og
mentanir. Men eitt er at
sita á skúlabonki og hoyra
um alt hetta, annað er at
fara út í verðina og upp-
liva tað í veruleikanum. Tí
gjørdi Sawamura av at
fara út á eina langa ferð.
Hon byrjaði fyri 25 árum
síðani. Og framvegis er
hann á ferð.
Øll hesi
árini hevur
— Skal tú læra eitt land,
fólk, mentan og siðir
tess at kenna fult út,
so eigur tú at búgva
í hvussu so er fýra ár
í landinum, sigur Sawa-
mura, sum tó enn ikki
veit, um hann fær loyvi
at vera í Feroyum so
langa tid. Fyribils
verdur hann so her til jola
Sawamura í ferð vid at
skriva endurminningar
frá fyrstu vallaraferðum
sínum í 60-unum
hann ferðast í londunum í
Asia, serliga í India,
Nepal, Thailandi og Ma-
laysia. Eisini hevur hann
vitjað í Afrika og í
Europa.
— Eg leiti til lond, sum
hava varðveitt gamlar
mentanir og siðir og eg
royni at koma í samband
við upprunafólkið fyri at
fáa fatur á sjálvari rótini.
Serliga hugtikin eri eg av
India og Nepal, har eg
havi verið stóran part av
tíðini, sigur Sawamura,
sum tó leggur dent á, at
hann hverki er vorðin
buddistur ella hinduari av
teirri orsek.
— Tær stóru religiónir-
nar hava mín stóra áhuga,
og eg haldi tað finst nógv
gott í ellum religiónum.
Eg haldi at Jesus, Buddha
og aðrir profetar vóru
stórir menn. Ég havi stora
virðing fyri teimum. Men
fyri at kunna innliva meg í
vidurskiftini i ellum lond-
um havi eg ikki latið meg
ávirka ov nógv av júst eini
mentan ella eini religión.
Eg royni at súgva til mín
alt tað, sum eg kann fáa.
Til Føroya
Og hvussu bar so til at
hann kom til Feroya!
— Eg havi ein góðan vin
úr Tibet, sum aftur hevur
ein vinmann, ið hevur vitj-
að í Føroyum. Hann var
heilt hugtikin av hesum
lítla oyggjasamfelagnum,
og tá eg so hugdi í heims-
kortið, sá eg eisini, at Fer-
oyar liggja á einum vega-
móti. Mitt millum Ísland,
Grenland, Amerika og
Europa. Helt at eg kanska
A