mikudagur 4. desember 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
29
C
M
Y
K
29-2
28-2
Agip ger klárt at seta borin í:
-Vitan er okkara drívmegi
-Bæði oljufeløgini og
Føroya fólk mugu
hava tol. Tað, sum
ikki er lønandi í dag,
kann gerast lønandi
seinni út frá ymiskum
fundum, nýggjum út-
búnaði og nýggjari
tøkni. Hetta er eitt
harðbalt øki, sum í
dag hevur avmarking-
ar við sær, eitt nú
kunnu vit ikki bora
um veturin. Men
hyggja vit frameftir,
so ivist eg ikki í, at vit
ganga eini positivari
framtíð á møti sigur
nýggi leiðarin av leiti-
teaminum hjá Agip,
Luca Dragonetti.
Sosialurin hevur hitt
hann
OLJULEITING
Jan Müller
Hann eitur Luca Dragonetti
og kemur longu leiðina úr
Kongo til Føroya at hava
ábyrgdina av komandi leit-
ingini hjá Agip á land-
grunninum, tí 4. boringini
yvirhøvur og tí fyrstu hjá
italska oljufelagnum Agip,
sum er partur av risastóra
samtakinum ENI. Heitið er:
Exploration Team Leader –
Faroes Project Manager.
Agip er eitt av oljufeløg-
unum, sum hevur verið við
í fyrireikingunum til olju-
leitingina við Føroyar í
mong ár, ja næstan frá byrj-
an. Felagið hevur tí bygt
upp vitan og royndir, sum
tað nú ætlar at brúka í síni
fyrstu boring, ið verður í
juni mánað næsta ár. Her-
fyri varð Ron Lansdell,
sum hevur staðið á odda
fyri Føroyaprojektinum øll
árini, fluttur til Kasakstan. Í
hansara stað er nú komin
tann ungi milanobúgvin við
tí heldur forvitnisliga og
vælklingandi
navninum
Luca Dragonetti. Hann var
fyri fyrstu ferð í Føroyum í
farna mánað, tá Agip hevði
arbeiðsfund í sambandi við
komandi boringina. Sosial-
urin hitti hann á skrivstov-
uni á Bryggjubakka.
Leitistjóri fyri alt økið er
Aldo Napolitano. Luca
hevur ábyrgdina av verk-
ætlanini í Føroyum, tvs.
bæði tí fyrisitingarliga og
tí tekniska partinum um-
framt at vera millummaður
millum felagið og føroysk-
ar myndugleikar.
Við hesi uppgávuni hev-
ur Luca fingið uppfylt ein
av sínum ungdómsdreym-
um. Frá ungum aldri lá
hugurin til at vitja fjarskot-
in lond og longu sum ungur
vitjaði hann New Zealand.
Ætlanin var eisini at vitja
bæði Ísland og Føroyar. -
Loksins eri eg komin til
Føroya og kann eg bert
siga, at mær dámar hetta
landið. Eg eri sera fegin um
at vera komin higar og síggi
fram til at kunna brúka ein
part av mínum lívi her sigur
tann fyrikomandi og frynt-
ligi milanobúgvin.
Úr Kongo
Luca er útbúgvin jarðfrøð-
ingur og geofysikari. Hann
Luca Dragonetti í føroyskum umhvørvi millum fiskibátar og oljuskrivstovu á Bryggjubakka. -
Mín høvuðsuppgáva er at leita eftir olju, og tað er mín vón, at tað fer at eydnast okkum at fáa
olju upp úr tykkara undirgrund sum vitjaði í Føroyum fyri fyrstu ferð í farna mánað.
Mynd Jan Müller
Kortið vísir okkum teigin hjá
Agip og Føroya Kolvetni niðri
í Gullhorninum
hevur arbeitt hjá Agip síð-
ani 1992, tey fyrstu árini í
Italia,men seinastu fimm
árini hevur hann arbeitt í
Vesturafrika ella rættari
Kongo – við oljuleiting á
djúpum vatni. Og tað eru
royndirnar higani hann nú
skal brúka í Føroyum.
Hóast tað er ein stór
broyting at koma úr tí heita
Kongo til tað meira kalda
og váta Føroyar at arbeiða,
nú veðrið, málið og ment-
anin eru so ymisk, so er
hann fegin um at vera kom-
in higar.
Í Vesturafrika hevur Luca
fylgt arbeiðinum á djúpum
vatni, og nú Agip skal til at
bora ein brunn á djúpum
vatni við Føroyar, heldur
hann tíðina í Afrika vera
eina góða og náttúrliga
ballast. -Eg vóni, at tað eg
havi arbeitt við seinastu 6-7
árini, kann gera meg egn-
aðan til nýggju uppgávuna.
Men hvussu ber tað til, at
hann endaði í Føroyum?
Konan arbeiðir hjá Schlum-
berger í Paris. Til tess at
kunna vera nærri hvørjum
øðrum varð hann spurdur,
um hann ikki vildi fara til
Aberdeen og so hava Før-
oyar sum arbeiðsøki. -Fyri
meg var tað næstan sum at
ein dreymur gekk út. At
vera nærri familjuni, og so
dámar mær at læra nýggj
fólk at kenna. Men mín
høvuðsuppgáva er at leita
eftir olju, og tað er mín
vón, at tað fer at eydnast
okkum at fáa olju upp úr
tykkara undirgrund. Tað er
heldur einki yvir at dylja, at
vit eru førir fyri at fáa góð
úrslit. Vónandi verður hetta
einki undantak.
Hevur gingið væl
Luca heldur ikki føroyingar
skulu vera so ótolnir ella
svartskygdir. Tað tekur tíð
at røkka úrslitum, líka mik-
ið hvar tú er. Og ikki minst
í hesi vinnuni. Hann heldur,
at úrslitið av boringini hjá
Amerada Hess í fjør var
“outstanding”, tvs. sera
gott, tí eftir stuttari tíð við
leiting hevur tað eydnast at
bora ein góðan brunn. Og
tá hugsað verður um, at
hetta er triði brunnurin í
økinum, so er tað eitt sera
gott úrslit hagfrøðiliga sæð,
umleið 33%. Tey vóna so,
at hagtølini verða uppaftur
betri, tá tey eru liðug at
bora men leggur tó aftrat, at
vanliga verður roknað við
einum
væleydnaðum
brunni út av hvørjum
tíggju, serstakliga í nýggj-
um økjum. Men tey hava
framvegis tørv á nógvum
upplýsingum.
-Tað er ikki bara ein
spurningur um pengar, men
eisini um tíð. Sambart al-
mennu
upplýsingunum
boraði Amerada eisini ein
brunn aftrat, sum staðfesti
kolvetni, hóast Marjun
oljufeltið ikki er so stórt
sum hildið, men man kann
so tosa um í øldir, um teir
settu borin í á rætta stað.
Tað var so tað, sum teir
mettu vera tað besta. Vit
mugu gera okkum greitt, at
hetta er eitt nýtt og torført
øki. Eftir fundið hjá Hess
fara aðrir kanningarbrunnar
at geva uppaftur nýggjar
upplýsingar, sum so aftur
kunnu stuðla upp undir
komandi leiting.
Læra av mistøkum
Hvussu stórur møguleikin
er fyri at finna olju veldst
um, hvørji modell tú brúk-
ar. Men tá man leitar í slík-
um nýggjum øki er kanska
rætt at rokna við væl minni
enn 50% møguleika at gera
fund beinanvegin.
-Tað týdningarmesta við
leiting er at læra av mistøk-
um og royndum, sum longu
eru gjørd. Sjálvandi royna
vit at finna olju við fyrstu
boringini, men vónin er at
fáa ta vitan vit hava brúk
fyri. Arbeiði okkara er ikki
bara at finna olju men
eisini at framleiða hana. So
tað ræður ikki bara um at
finna tey røttu reservoirini.
Tað ræður eisini um at
kunna fara undir fram-
leiðslu skjótast til ber.
Luca Dragonetti ivast
ikki í, at tað verða gjørd
onnur fund. Atlantsmótið er
als ikki liðugt kannað. Før-
oyaøkið er so gott um ikki
kannað. Og tey hava vónir
um at fáa nokk av vitan. So
tað er bara ein spurningur
um tíð.
-Bæði oljufeløgini og
Føroya fólk mugu hava tol.
Tað, sum ikki er lønandi í
dag, kann gerast lønandi
seinni út frá ymiskum fund-
um, nýggjum útbúnaði og
nýggjari tøkni. Hetta er eitt
harðbalt øki, sum í dag hev-
ur sínar avmarkingar. Eitt
nú er tað sera torført at bora
um veturin. Men hyggja
vit frameftir, so ivist eg ikki
í, at vit ganga eini positivari
framtíð á møti.
Luca sigur víðari, at Agip
bað um at fáa útsett bor-
ingina til næsta ár fyri at
fáa meiri tíð til kanningar.
Tey halda seg nú vera liðug
við sítt heimaarbeiði og eru
klár til at bora.
Nú bert fáar boringar
hava verið heldur Luca, at
tað fer at ganga ein rúm
tíð, áðrenn føroyingar fara
at síggja inntøkur frá olju-
framleiðslu, men tað gong-
ur tann rætta vegin leggur
hann aftrat.
Tað hevur annars fyrr
verið víst á, at Agip fekk
tillutað tað økið á land-
grunninum, sum onnur
oljufeløg ikki ynsktu. Hes-
um vísir Luca aftur. -Tað,
sum er mest umráðandi, er
at finna ein góðan “køk”
tvs. eitt stað, sum kann
framleiða kolvetni og síð-
ani fellur, sum kunnu
goyma hesi kolvetni. -Vit
halda okkum hava funnið
okkara fellu og við at bora
vilja vit finna fram til,
hvussu góð hon er. So eg
kann bert siga, at tað er eitt
gott loyvi vit arbeiða í.
Fleiri mál
Luca ynskir ikki at fara út í
smálutir við komandi bor-
ing men hann dylur ikki
fyri, at tey hava fleiri mál í
brunninum. Tá tú borar ein
brunn hevur tú oftani fleiri
mál. Tú roynir at fáa sum
mest vitan úr brunninum.
Hvussu mong málini eru
veldst um, hvar tey at enda
fara at seta borin í. Tey hava
gjørt tað av, men enn eru
einstakar
óvissur,
sum
skulu greiðast við tí kann-
ing (sidesurvey) sum verð-
ur gjørd nú. Uppá fyri-
spurning hvussu djúpt tey
fara at bora sigur Luca, at
har er eitt forpliktilsi til at
bora niður á 4250 metrar.
At ChevronTexaco hevur
ætlanir at bora ein brunn
um sama mundið beint
hinumegin markið heldur
Luca er áhugavert, men
hevur ongar aðrar viðmerk-
ingar. Tann brunnurin ligg-
ur tó langt burturi frá Agip-
brunninum so ilt er at siga
nakað um, hvønn týdning
tann boringin kann hava
fyri Føroyaøkið.
Meðan oljufeløgini, sum
hava borið higartil fyri stór-
an part hava brúkt fram-
leiðandi løgini í bretskum
øki, Schiehallion og Foina-
ven sum sammetingar-
grundarlag, hevur Agip
aðrar ætlanir. Tey royna at
síggja møguleikar fleiri
staðni í tí komandi brunni-
num.
Nú tað hevur verið gitt,
um onnur oljufeløg fóru at
keypa seg inn í loyvið hjá
Agip, er nýggi projektleið-
arin rættiliga avgjørdur um,
at felagið megnar at fara
undir hesa uppgávu og at
átaka sær nærum allan váð-
an nærum einsamalt.
-Men er tað ikki rættiliga
váðiligt at fara undir eina
so dýra boring nærum
einsamallur - Føroya Kol-
vetni hevur í løtuni bara 7%
lut í loyvinum?
-Hetta er nakað vit gera
alla staðni. Høgur váði -
um tú rakar rætt - hevur eis-
ini høgt útbýti við sær. Vit
royna sjálvandi at spjaða
váðan men tað forðar okk-
um ikki í at bora við so
stórum váða. Luca við-
gongur, at teir hava samráð-
ingar við onnur feløg. Stór-
ur áhugi er fyri boringini
kanska serstakliga tí, at tey
eru tey einastu, sum fara at
bora í næsta ár.
Vitan er drívmegin
-Hvussu stóran týdning
hava komandi leitibrunnar-
nir í bretskum øki fyri leit-
ingina við Føroyar?
-Nakrir av teimum hava
stóran týdning fyri okkum,
tí teir vísa til líknandi mál
sum her á landgrunninum.
Hinvegin er hvør einasti
brunnur týdningarmikil, tí
hann letur vitan til samlaðu
fatanina av øllum økinum.
Vitan er okkara drívmegi.
OLJULEITING
Jan Müller
Nú Agip er við í 9 ára
loyvum, sum fevna um
økið við basalti spurdu
vit Luca Dragonetti hjá
Agip, hvørjar vónir hann
hevur til at finna olju
undir basaltinum?
-Dreymurin er at finna
eitt geofysiskt amboð,
sum kann hjálpa okkum
at síggja, hvat er undir
basaltinum. Vit gera okk-
ara besta fyri at loysa
hesa gátuna ella knút. Og
tað gera øll hini feløgini
eisini.
Agip hevur verið rætti-
liga virkið vestan fyri
Hetland, men er farið
burtur úr fleiri loyvum og
er farið at raðfesta før-
oyska økið meira á øllum
Atlantsmótinum. Vit eru
sera errin av at vera ein
av teimum fýra operatør-
unum á føroyska land-
grunninum, og eg eri sera
errin sjálvur at vera her.
Luca sigur, at teir fara
at bora miðjan juni næsta
ár. Nú skal nógv pappírs-
arbeiði gerast. Boriskipið
Belford Dolphin skal
bora brunnin. Luca er
sera fegin um, at tað bleiv
eitt boriskip, tí hann hev-
ur sjálvur arbeitt umborð
á slíkum.
-Agip fer annars at
brúka føroyskar veitarar í
tann mun tað er møguligt
og skilagott. Nú teir hava
gjørt avtalu við Fred Ol-
sen Energy um boriskip
er tað upp til teir, hvørjar
undirkontraktarar
teir
vilja brúka. Men felagið
er eisini vitandi um,
hvørjar treytir føroyskir
myndugleikar seta til
kontraktørfeløgini.
Agip fer at gera alt fyri
at ganga ynskjunum hjá
føroyskum myndugleik-
um á møti og vil tryggja,
at tað teir gera í Føroyum
er í tráð við reglur um
trygd og umhvørvi.
Dreymurin er at síggja
undir basaltið
Belford Dolphin, sum skal finna olju og gass fyri Agip og Føroya Kolvetni.
Mynd Fred Olsen Energy