týsdagur 6. oktober 1987síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Niðurstoða á rådstevnuni um fiskiidnadin:
Ikki neyðugt við
fleiri kortleggingum
— tá tað snýr seg um arbeidsumhvørviåd i
fiskiíidnaðinum, ístaðin eigur at vera gransk-
að í framtíðar vinnuni innan fiskiidnadin —
fyri arbeiðsfólkið og idnadin sum heild
— Hetta segði Tage Send-
ergárd Kristensen, sam-
felagsgranskari í Dan-
mark, sum tók saman um
og gjørdi nidurstødu, tá
ráðstevnan endaði,
hósdagin 24. september í
Norðurlandahúsinum.
Ikki nóg mikið
at gera kanningar
— Tað er ikki nóg mikið at
gera kanningar, leggja
granskingarúrslit = fram
0.s.fr., eins og tosa um og
finnast at tí, sum verður
lagt fram. Ein niðursteða
skal gerast, so fyrimunir
og vansar kunnu lýsast á
sakligum grundarlag,
segði Tage Sendergárd
Kristensen.
Á rådstevnuni kom
mangt og hvat fram, sum
lýsti arbeidsvidurskiftini
hjá hesum yrkisbólki, eins
og samreður millum
stevnufólkið og uppskot
um loysnir somuleiðis
góvu ábendingar um,
hvussu umhvervið kundi
gerast eðrvísi og betri.
Tað hevði verið gagnligt
fyri arbeiðsgongdina, um
bonusskipan o.a. lenar-
skipanir, sum raka ar-
beiðsfólkið persónliga,
kundi verið broytt.
Eisini var greitt á ráð-
stevnuni, at ósteðugt,
skiftandi arbeiðstíðir og
bonusskipanin, ekja um
arbeiðsbyrðuna, soleiðis
at tá lítil fiskur er, verður
arbeitt við meira ferð enn
vanligt. Her er tað møgu-
liga ein loysn at royna
fyribrigdið »jobrotation«,
t.v.s. at einstaklingurin
fær skiftandi arbeiðsupp-
gávur á virkinum.
— Tó krevst, at fólk fáa
upplæring eina tíð og fast-
lenarskipan, eins og tað
hevur víst seg umráðandi
aðrastaðni, at arbeiðsfólk-
ið er samt um tað, sum
skal broytat í hesum feri.
Framtíðar
fiskiidnadurin
— Vit vita, at framtíðar
teknologiin fer at broyta
arbeiðsumhvervið í fiski-
ídnaðinum. Tí er tað neyð-
ugt at útbúgva fólkið, so
tað er ført fyri at taka av-
bjóðingarnar, hetta er eins
umráðandi og tað er at
finna nýggjar leiðir innan
fiskiúrdrátt av ymsum
slag, sum vit eisini vita er
framtíðin.
Viðvíkjandi arbeiðsum-
hvørvinum, so er óljóð
frameftir ein hóttan móti
arbeiðsfólkunum á virkj-
unum. Hetta er trupulleiki
sum skarar fram um so
mangt annað, ið er umráð-
andi at fáa gjørt nakað
munagott fyri at broyta.
Kanningar prógva, at
fólk fáa hoyriskaðar tá
óljóðið fer upp um 80dB,
og at hetta hevu stress og
aðrar vansar við sær.
— Tað er av stórum
týdningi, at fólk sjálvi
gera vart við hendan
vandan, so óljóðkeldurnar
kunnu tippast — helst so
nær kelduni, sum gjerligt.
Kanningar hava eisini
víst, at tað fíggjarliga er
ein fyrimunur at minka
um óljóðið á arbeiðspláss-
inum, so hetta er grund-
geving, sum allir partar
eiga at góðtaka.
Hita/kulda
ávirkanin
— At munurin millum
hita og kulda er stórur á
flakavirkjum, er eingin
loyna. Fyri at beta um
hesar trupulleikar kom
fram,at tað munar, um
ymsu arbeiðsekini á
virkjunum verða býtt
sundur í hver sínum høli,
so minst megulig gjegn-
umgongd ella ferðsla er til
og frá. Óneyðugt er at
hava hál og slavin gólv
allastaðni, sum er tann
stersti vansin til stóra
hitamunin.
Har fólk hava fastlæsta,
stillstandandi arbeiðs-
stødu er umráðandi at
minka um gjósturin, eins
og arbeiðsfólkið letur seg í
eftir umsteðunum. Her
kom fram, at eitt nú fe-
lagið fyri sláturarbeiðarar
í Danmark hevur gjert
yvirlit yvir, hvussu fólk
skulu lata seg í, og at
henda uppskrift eins væl
kann nýtast til arbeiðs-
klæði á flakavirki.
Tað er umráðandi at
granska meira um ávirk-
anina av kulda og gjóstri,
sum gevur sjúkur — eitt
nú krím, undirlívsbruna
%
Síða 17
og mánasjúkupínu, ið
kvinnur á flakavirki hava
í størri mun enn á eðrum
arbeiðsplássum.
Ovurviðkvæmi
Annar vansi í fiskiidnad-
inum eru trupulleikar av
ovurviðkvæmi ella eksem,
sum sýnast at vaksa al-
samt í hverjum. Hetta
kemur serliga til sjóndar í
flakaskeringini, har fólk
koma beinleiðis í samband
við ráveruna. Upplýst
varð eisini, at munur er á
flatum og rundum fiski,
og at okkurt bendir á, at
trupulleikarnir vóru
mestir, um fiskurin ikki
var heilt feskur. Hvussu
eksem og fiskasemja bór-
ust saman, er ikki reiðiliga
greitt, men her eiga kann-
ingar at gerast, sum lýsa
hendan trupulleika.
Nidurstøda
Rådstevnan visti, at ikki
er neyðugt við fleiri kort-
leggingum av fiskiídnað-
inum sum arbeiðspláss,
men har afturímóti er tað
umráðandi at granska víð-
ari í ymsum fyribrigdum,
sum mynda seg í arbeiðs-
umhvervinum.
— Vit hava fyri neyðini
at vita meira um td
hvussu arbeiðið innan
fiskiidnadin ávirkar ein-
staklingin yvir longri
tíðarskeið, hvussu ovur
viðkvæmi kann fyribyrgj
hiti/kuldi
virkar fólk, eins og hvussu
kuldi og gjóstur kann fá-
ast burtur úr arbeiðsum-
hvervinum ella minkast
um i størri mun enn higar-
til.
ast, hvussu
Gransking og
menning
— Tað er avgjørt eisini
umráðandi at taka stødu
til framtíðar teknologisku
menningina og hvussu
hon fær ávirkan á ein-
staka menniskjað. Her er
neyðugt at veita arbeiðs-
fólkunum útbúgving, so
tey kunnu mennast, eins
og lenarviðurskiftini eiga
at verða tikin upp til við
gerðar. Vit góðtaka at pro-
duktmenning er ein sjálv-
fylgja, men tað eigur at
vera eins náttúrligt at
stinga út í kortið, hvussu
menniskjað í ídnaðinum
skal trívast frameftir
Tage Sendergárd
Kristensen endaði
niðursteðu við at leggja
fram uppskot um næstu
ráðstevnu á eki
Hon skal vera um trý ár,
antin í Íslandi ella Noregi.
Hann legði fram, at ein ar-
beiðsbólkur
sina
hesum
innan lenar-
skipanir skuldi setast,
eins og uppskot um skip-
an av einum »mynstur-
flakavirki«.
Í Noregi hevur verið
upp á tal at stovna eitt
royndar flakavirki, har
meguleiki skal vera fyri at
granska í hesum yrki.
Hetta tiltakið vann tíverri
ikki frama í Noregi.
Tage Sendergárd Krist-
ensen helt fyri, at tað
hevði verið ein loysn at
skipa fyri slíkum royndar
flakavirki á Norðurlendsk-
um grundarlag, har
grunnar innan felags-
skapin kunnu veita stuð-
ul.
Enn er ikki greitt, hvar
næsta ráðstevna verður,
men umboð úr Íslandi
kannaði málið beinan-
vegin. Her kom fram, at
ráðstevnan ikki kundi
vera í Reykjavík. tá teir
júst í somu degum skipa
fyri eðrum stórum tiltaki
Eli Davidsen, stjóri á
Arbeiðseftirlitinum í Fer-
oyum, átók sær uppgáv-
una at seta seg í samband
við systrafelagsskapirnar
í hinum Norðurlondunum.
Ætlanin er at stovna ein
arbeiðsbólk, sum skal ar-
beiða víðari eftir teimum
uppskotum, sum Tage
Sendergárd ferdi fram í
niðursteðu síni