hósdagur 8. oktober 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sva >; i
Fiskiveidan og
inntøkurnar
UNDIR vidgerdini av løg-
mansrøduni og fíggjarlógini
varð nógv talað um, at
veiðutrýstið var ov stórt á
grunnum okkara.
SERLIGA legði sambands-
flokkurin eftir samgonguni
og legði hesa undir at so
skuldi vera, tó uttan at
hugsa um tað stóra tal av
at trola á okkara ovur-
troyttu grunnum.
TAÐ harmiliga við hesi
gongd, sum sambands-
flokkurin saman við fólka-
flokkinum stóð á odda fyri,
hevur verið, at tað mest
gongur ut yvir tær bygdir, ið
nærum einans hava fiski-
vinnuna á at líta — fyri ikki
at tala um smáplássini, sum
einki annað hava.
TAÐ eru meira enn so dómi
um, at smápláss av hesi
vanlukku gongd hava sæð
seg noydd til at selja skip
av bygdini, skip, sum ann-
ars skuldu vera grundar-
lagið fyri tí fiskavirki, sum
bygdafólkið við tógvið stríð
og ósvikaligum samanhaldi
hevði fingið upp at standa.
TAÐ kann tí ikki leggjast
kommunustýrunum á små-
bygdunum til last at so
striltið gongst at seta á
stovn nýggj arbeiðspláss
innan hesa vinnu, tí við inn-
tøkunum av sjónum, sum
eru so svikaligar, ber rætt
og slætt ikki til at leggja
ætlanir fyri vinnuskapandi í-
løgum av hesum slag.
Í SO máta er ólíka lættari
hjá Havnini, hvers inntøka
ikki í sama mun verður á-
virkað av góðum ella vána-
| ligum fiskiskapi.
fe
skipum, teir sjålvir settu inn
Útgevari: P/f Sosialurin í
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Prent: P/f Pressan 1981
HAVNAR kommuna fær
tað nógva av síni festu inn-
tóku í skatti av almennu
lønunum og ødrum almenn-
um virksemi og trupult tyk-
ist at vera at fáa nakað av
hesum virksemi út á bygd-
irnar. Tó so, onkur glotti
hevur verið í so máta undir
sitandi landsstýri.
FÓLKIÐ úti á bygdunum,
har eingin onnur inntøka er
enn fiskaarbeiði, gjalda so
sanniliga sín part av tí al-
menna virkseminum í
Havnini og fíggja sostatt
eisini part av tí trygga
skattagrundarlagi, ið Havn-
in hevur.
EIN kundi tí freistast til at
spurt um ikki Havnin kundi
verið við til at fíggja tann
ídnað, sum kundi verið úti
um bygdirnar og soleiðis
verið við til at býtt um trivn-
aðin úti kring landið.
HETTA fellur kanska ikki
væl í oyrunum á øllum, men
kundi verið við til at hjálpt
Havnini burturúr eitt nú í-
búðatrupulleikunum, sum
standast av at bygdafólkið
alt noyðist at flyta til Havn-
ar.
STØDAN á bygdunum er
vånalig og heldur fiski-
skapurin á Feroya-leiðini
sær ikki so nøkunlunda, so
verður endin ljótur.
/Vr.
Løgtings- og
landsstyrislimir
Eitt sindur um heilsumål
og almenna umsiting, ti
her eru øki, sum eru eftir-
líknað úr útlondum, sum
ikki rigga her. Til demis,
at ein kommunulækni ikki
kann hjálpa til á einum
sjúkrahúsi um neyðugt og
ein sjúkrahúslækni ikki
kann sendast út á bygd tá
tervur er til tess.
Tað er ikki rætt.
So er tað tann almenna
umsitingin mótvegis tí
einstaka borgaranum. Tað
eru nógv bygdafólk sum
noyðast at fara til Havn-
ar og onnur sterri pláss í
almenn erindi og harvið
missa eina daglen og
meira afturat. Tí haldi eg,
at kommunu- og lands-
„jakogmeáll
14 — 8. oktober 1987
A
myndugleikar eiga at tosa
seg til rættis, so alt tað ein
borgari hevur mótvegis tí
almenna kann gerast í
heimasóknini. Kommunu-
og landsmyndugleikar ???
útreiðslurnar.
Vinarliga heilsan
Viggo Holm
Aftursvar til grein løg:
manns í Sosialinum
24. sept. 1987
Eg var ikki sørt bilsin at
lesa svar frå løgmanni
Atla Dam upp å minar
rættleiðingar til grein
hansara í Sosialinum 3.
september.
Hendan seinna greinin
eins og tann fyrra er eitt
óndsinnað álop á Føroya
Fiskaselu. Greinin er full
av skeivleikum og rangum
upplýsingum. Hon er full
av pástandum í leysari
luft og beinleiðis ósann-
indum.
Eg royndi at gera ávísar
rættingar í fyrru grein
míni, men Atli Dam hevur
ongar royndir gjert fyri at
seta seg inn í tær rætt-
leiðingar, sum eg førdi
fram í mínum svari.
Tvertur ímóti, hann túrar
bert fram við hepisleysum
tølum, blandar fiska-
steddir og fiskasløg sam-
an, og sammettu tíðar-
skeiðini eru heilt burtur-
við.
Mær kemur fyri, at Atli
Dam hevur átikið sær
tann leiklut, sum Heri
Mortensen hevði, ta tí
hann var limur og for-
maður í umboðsnevnd
Fiskaselunnar.
Hjá Atla Dam má hetta
vera ein tervandi respekt
fyri einari vanligari sak-
ligari viðferð av sam-
felagsmálum. Tá Atli
Dam sigur, at »tad kann
sláast fast, at stjórin á
Tveroyrar Flakavirki
onga lóg ella reglur hevur
brotið hjá Feroya Fiska-
selu, og at samfelagið og
landskassin kann bera
honum heita tekk fyri loy-
alt arbeið<, so vísir hetta
eina disrespekt fyri van-
ligum arbeiðsreglum í ein-
um demokratiskum sam-
felagi. Stjórin á Tveroyrar
Flakavirki varð vrakaður
av starvsfólki og stjórn á
Fiskaseluni, av starvs-
nevnd, umboðsnevnd og
av aðalfundinum. Síðani
tóku eigararnir av Tver-
oyrar Flakavirki seg sam-
an, og igjøgnum eina
nýggja nevnd fingu teir
alt aftur í rættlag.
Tað má vera óhoyrt a
okkara leiðum ikki at vísa
eini slíkari mannagongd
neyðuga respekt, og ser-
liga erkymlandi er hetta,
tá tað er sjálvur Feroya
løgmadur, sum ikki góð-
tekur hesa mannagongd.
Tað er óneyðugt at
ganga greinina igjøgnum
og afturvísa henni punkt
fyri punkt, tí hetta verður
bert ein endurteka av tí,
sum eg gjørdi í seinastu
grein míni.
Eg skal bert steðga á
við slógvproblematikkin,
sum Atli Dam ger nógv
burturúr, krydrar grein-
ina við stórum fotoavrit-
um, sum skulu vísa, at eg í
míni grein eri farin skeiv-
ur.
Eg skal viðganga, at eg
havi kanska skundað mær
nóg so nógv, tá eg í mín-
um rættleiðingum sigi, at
»Tvøroyrar Flakavirki
hevur ikki bidid um og ei
heldur fingið undantaks-
loyvi til útflytan av
minkaf6dri«. Hesum mis-
taki i mini formulering
fari eg at bidja um um-
bering fyri. Lesarin kann
so døma um, hvønn tydn-
ing hetta mistak hevur
fyri innihaldid og rætt-
leiðingarnar í greinini ann-
ars.
Dam við
misvísandi
Hvussu Atli
snaringum,
sammetingum 0.s.fr.
byggir upp sina
argumentation, er >slógv-
gølan«, fyri at nyta Atla
Dams egnu orð, besta
demi um.
Í síni fyrstu grein skriv-
ar Atli Dam um eitt hall
upp á 10 oyru pr. kg fyri
toskaslógv frá Feroya
Fiskaselu, sum verður
sammett við ein vinning
upp á 30 oyru pr. kg. fyri
slogv, sum Tveroyrar
Flakavirki sigur seg at
hava gjørt sáttmála um.
Í míum svari rætti eg
hetta og geri vart við, at
toskaslógv ikki gevur eitt
undirskot upp á 10 oyru
pr. kg, men harafturímóti
eitt yvirskot upp á 14
oyru pr. kg.
So kemur Atli Dam
aftur í sínum seinna skrivi
og leggur >prógvini< á
borðið fyri, at BD sigur ó-
satt, og sammetir nú ein
avrokningarprís fyri
kongafiskaslógv hjá Før-
oya Fiskaselu upp á 19
oyru pr. kg, við ein miðal-
avrokningarprís fyri
toska-, upsa- og konga-
fiskaslogv frå Marr & Co.
upp å 62 oyru pr. kg. Ikki
nokk við tað, men prisurin
hjá Fiskaseluni er fyri
eina avskiping tann 5.
februar 1987, meðan upp-
gerðin hjá Tveroyrar
Flakavirki er dagfest 24.
juli 1987, og veran er
ætlandi farin avstað
nakrar dagar framman-
undan. Hetta er so heilt
burturvið, Atli Dam, fyrst
at samanlikna pris á
Framhald á síðu 14