hósdagur 8. oktober 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
På -
-
Tíðindi frá Amnesty International - Føroya Deild
Deyðarevsingin burtursøgd
ur fyra londum i 1987
7 teir fyrstu mánaðarnar
„av 1987 hava 4 lond:
Filipsoyggjarnar, Haiti,
Liechtenstein og Eystur-
týskland (DDR) alment
sett úr gildi deyðarevsing
fyri allar brotsgerðir.
Hetta merkir, at nú eru 32
lond, ið ikki hava deyða-
revsing fyri nakra brots-
gerð. 18 onnur lond hava
sett úr gildi deyðarevsing
fyri allar vanligar brots-
gerðir, men varðveitt hesa
revsing fyri serligar brots-
gerðir framdar t.d. í krigs-
tíð. Afturat hesum
nevndu londum eru 16
onnur lond, sum í roynd
og veru hava avtikið
deyðarevsingina: Her er
deyðarevsing fyriskipað í
lógini, men kortini er eing-
in tikin av degum sein-
astu 10 árini ella í upp-
aftur longri tíð. Øll onnur
ikki áðurnevnd long hava
harafturímóti deyðarevs-
ing og brúka hana eftir øll-
um at dema.
2. februar 1987 at-
kveddi stórur meiriluti
við fólkaatkveðu á Filips-
oyggjunum fyri nýggjari
stýrisskipan. Hendan
stýrisskipan kom alment í
gildi 11. februar í ár, tá
hon varð undirskrivað av
Corazon Aquino, forseta.
Í grein 3, stk. 19 í nýggju
stýrisskipanini verður
deyðarevsingin sett úr
gildi fyri allar brotsgerðir.
Revsingin kann setast aft-
ur í gildi av nýggjum av
lóggávuvaldinum, men
„bert um neyðugt og tá
fyri serliga álvarsamar
brotsgerðir<.
Grein 3 (>mannarætt-
indagreinin«) stk. 19, petti
Í í nýggju stýrisskipanini
orðar tað soleiðis: >Deyða-
dómur má ikki dømast,
heldur ikki eigur píning
ella ómenniskjalig revsing
annars fara fram. Deyða-
dómur skal bert kunna
demast fyri sera álvar-
samar brotsgerðir, har
hendan revsing verður at
meta sum neyðug og tá
bert eftir góðteku og sam-
tykt lóggávuvaldsins.
Hver tann, sum longu er
dømdur til deyða, fer at
fáa revsingina broytta til
lívlanga fongsulsrevsing«.
Samsvarandi nýggju
stýrisskipanini avgjerdi
stjórnin á Filipsoyggjun-
um 8. apríl í ár at broyta
deyðadómin hjá
deydadømdum til livlanga
fongsulsrevsing.
Eingin er tíkin av
døgum á Filipsoyggjun-
um síðani 1976.
A Haiti varð við fólka-
atkveðu nýggj stýris-
skipan sett í bildi 29. mars
í ár. Í grein 20 í hesi
stýrisskipan verður sagt:
»Deydarevsing verður at
taka av i øllum førum«.
Henda grein er sett undir
528
heitinum: »Um manna-
rættindi og rættindi til
lívið og heilsuna«.
24. juni í ár samtykti
tjóðartingið í Liechten-
stein eina nýggja revsilóg,
har deyðarevsing verður
sett úr gildi fyri allar
brotsgerðir. Sama lógin er
eisini seinni góðtikin við
eina fólkaatkveðu.
Deyðarevsingin hevur
frammanundan verið fyri
manndráp, tilvitað her-
verk, ið elvdi eðrum
deyðamein umframt fyri
landasvik (hetta seinasta
samb. eysturríkska lóg frá
1852, sum eisini var gald-
andi í Liechtenstein. Sein-
asta avrættingin i
Liechtenstein fór fram
seinast í 18 eld.
17. juli i ár varð í
Eysturtýsklandi (DDR)
sett í gildi ein fyriskipan,
har deyðarevsing verður
burtursøgd fyri allar
brotsgerðir.
I fyriskipanini verður
sagt: (1) >Stjórnin tekur
avgerð um at avtaka
deyðarevsing í Týska
demokratiska lýveld-
inum«. (2) >Lógir, ið ikki
eru í samsvar við hesa
fyriskipan, verða at seta
úr gildi«.
Hendan fyriskipan kom
at verða galdandi beinan-
vegin, hóast broytingar
og rættingar í revsilógini
alment skuldu góðtakast
av Fólkakamarinum, tí
lóggevandi valdinum i
DDR, fyri at verða gald-
andi.
Eysturtýska stjórnin
peikar í síni grundgeving
fyri broyttu lóggávuna á
mannarættindini og á
samtyktir = innan ST-
felagsskapin, har heitt
verður á alheimsins tjóðir
at seta úr gildi deyðarevs-
ingina.
Frammanundan var í
DDR deyðarevsing gald-
andi bæði í borgarligu og
hernaðarligu revsilógini
fyri manndráp, landasvik,
njósning og undirgrav-
andi virksemi annars.
Eftir tí kunnleika, sum
Amnesty International
hevur til viðurskiftini í
DDR hevur eingin deyða-
dómur verið = alment
umreddur i fjølmidlunum
sidani 1974; men mangt
er, sum bendir á, at deyða-
dómar hava verið feldir í
loyndum og avrættingar
farnar fram síðani tá, hó-
ast Amnesty Inter-
national ikki hevur kunn-
að fingið hesi tíðindi vátt-
að. Myndugleikarnir í
DDR avsanna, at nakar
deyðadómur er feldur
seinastu tíðina, hóast
einki ítekiligt verður sagt
um, nær tað er, sigur
Amnesty International í
frágreiðing.
Framhald av síðu 7
útbygging av bryggjuni í
Hvalvík og 400.000 kr. til
vatnveiting til havnar-
lagið. Harafturat 2,7 mill.
kr. til planering.
Til bátahavnina í Hós-
vík eru í hesum sam-
gongutíðarskeiði játtaðar
1,4 mill. kr. og til havnar-
eki og atløgusidu eru jått-
aðar 1,2 mill. kr. og planer-
ingsstudningur 850.000
kr.
I Kollafirði er jåttadar í
hesum tíðarskeiði 2,6 mill.
kr. til havnagerðir.
Nógvar játtanir komu
nú, og er tað okkara upp-
gáva at ansa eftir, at so
nógvar játtanir koma til
okkara eki, sum gjørligt.
Eg vil harafturat nema
við eitt av teimum prin-
sipiellu tingunum í hesum
havnajáttanunum, t.e. at
tær kommunur, ið ikki
hava so nógv fólk, ikki
hava so nógvar inntekur,
mugu verða eðrvísi still-
aðar í studningsskipanini
enn kommunur, ið hava
stórar inntekur, nógv fólk
og stórar innntekur av
teirra havnum.
Tað er ikki rætt, út frá
einum javnaðarsjónar-
miði, at javnstilla veikar
kommunur við sterkar
kommunur, tá tað snýr
seg um studning. Eg meti
sjålvur, at vit eiga sum
skjotat at fara i gongd vid
at fåa eina klassifisering
av kommununum, soleiðis
at prosenttilskotið frá
landskassanum broytist í
mun til inntekumeguleik-
ar, ið kommunan og
havnir annars hava.
Til síðst vil eg heita á
okkara landsstýrismenn í
alimálum at skunda undir
at víðka P/F Fiskaaling og
økja granskingarvirk-
semið har — vit góvu lyfti
um tað áðrenn valið og
lyfti skulu haldast.
Posthúsið
í Tórshavn
Á posthúsinum í Tórshavn er skriv-
stovustarv leyst at søkja. Harumframt er
brúk fyri timaløntum avloysarum fyri
skrivstovufólk, ið skulu halda frí vegna
barnsburð.
Arbeiðstíðirnar
vaktarskipan.
eru skiftandi
eftir
Løn eftir sáttmála ímillum Føroya
Landsstýri og Føroya Postfelag.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um
aldur og útbúgving verður at senda til:
Posthúsið í Tórshavn,
Posthúsbrekka 4,
100 Tórshavn
í seinasta lagi tann 19. oktober 1987.
Nr. 114 — 8. oktober 1987
ILLT:
}
Roynið 15 daga minniliga
stórferð til
ÍSRAELS
við staðkendum ferðaleiðara
(Karl Nolsøe)
RN
Fráferð: 31. oktober
Prísur:
Danmark — Egyptaland —
Ísrael — Danmark við øllum
útferðum og fullum kosti
8.950,-
Meldast må til beinanvegin
[ff [ff [ff [fy —
[] Ja — eg tekni meg til ferðina
Sendið mær strax nærri upplýsingar um
ferðina
Navn/nøvn:
Bustadur:
Byur/bygd: Tlf.:
Karl Nolsøe,
Hvidovrevej 548,
DK-2650 Hvidovre,
Tlf. (01)491339
— bestur at hitta å morgni og å kvøldi
i