Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 8. oktober 1987 Tvíhús fingið undantaksloyvi — men nú eru greiðar reglur settar Útboðið av grundekjum er nógv minni enn talið á teimum sum vilja byggja. Tey grundstykki, sum fáast kann hendur á, eru ógvuliga dýr. So dýr, at nógvar familjur — fyri ikki at tala um stakar per- sónar — hava ikki ráð at "fara undir hetta einsa- mallar. Hvat er tá at gera? At byggja tvíhús! Hesa loysn hava higar- til 68 húski í Havn valt. Tvær íbúðir a sama stykki — men Í byggisamtyktini ella eigaraíbúðar- lógini hevur ikki verið hugsað um tvíhús Hví gevur býráðið byggi- loyvi til tvíhús á einum stykki, sum er minni enn 600 fermetrar? Hendan spurning hava vit sett Gunnar Hoydal, leiðara á byggideildini hjá býráðnum. — Tað er ivasamt um hetta er móti byggi- samtyktini. Matrikulstov- an heldur tað, men tað, sum stendur í byggisam- tyktini er, at loyvi er at byggja eini sethús við í mesta lagi tveimum íbúð- um. Tað, sum Matrikul- stovan hevur ivast í, er um eini tvíhús koma undir hesa merking, ella um tal- an ikki er um tvey hús, sigur Gunnar Hoydal. Hol í lógini? Eftir øllum at døma er her talan um hol í lógini. Tá ein byggir vanlig sethús og ger eina íbúð t.d. í kjall- aranum, verður neyvan hugsað um at frá- matrikulera hana. Er hin- vegin talan um tvíhús — við brandmúri ímillum — er ógvuliga hugsandi, at ynski kemur um matriku- lering. Hevur byggideild- in ikki hugsað um tað, áðrenn byggiloyvi er giv- ið? — Tá byggisamtyktin varð gjørd var meguleiki gjørdur fyri at gera eina íbúð í t.d. kjallaranum, men her hevur ongantíð verið ætlanin við nekrum sundurbýti, sigur Gunner Hoydal og leggur afturat, at tað hava higartil ikki verið trupulleikar við sundurbýting av tvíhús- um, tí hetta hevur verið gjert eftir lógini um eig- araíbúðir. Bygt hevur verið á einum felags- stykki, og hver hevur sína íbúð. Hetta hevur verið sundurbýtt eftir eigara- íbúðarlógini og harafturat stendur í byggisamtykt- Tvihusabyggingin i Havn tók dyk á seg fyri umleið trimum árum sið- ani. Oftast á tann hátt, at tvær familjur tóku seg saman. Tvey sambygd hús á einum stykki, og kostnaðurin fyri eitt grundstykki var spardur Hvert húsið gjerdist eisini nakað biligari um ikki annað var brandmururin, sum skilir húsini, felags - ein veggur spardur. So- leiðis komu nekur tvíhús upp í Havn. Pengar í Men tað vóru eisini onnur enn tey, sum einki hava at búgva í, sum sóu ein møguleika. Ein møguleika at tjena stórar pengar uppá stutta tíð. Foto: Kalmar ini, at tað kunnu vera tvær eigaraíbúðir á hverj- um stykki. Tí hevur verið meguligt at gjert soleiðis higartil, sigur Gunnar Hoydal, men hann leggur afturat, at sum Matrikul- stovan sigur, hevur hvørki eigaraíbúðalógin ella byggisamtyktin verið soleiðis ætlað. Felags ætlan Men nú skuldi byggi- deildin havt greiðari regl- ur at ganga eftir tá vit hugsa um tað, sum varð samtykt á býráðsfundi fríggjakveldið. | Gunnar Hoydal sigur, at tað er helst skeivt at loyva tví- húsabygging uttan so, at hetta er í eini felags ætlan. Beinast var, at eitt eki verður lagt av serliga til tvíhús og sum hevur hósk- andi friøki. Er talan um bygging á priatum stykkj- um má eisini talan verða um ávísar ásetingar sum m.a. minsta mark á grund- stykkjastedd og at hetta kann natúrliga býtast sundur. tór.- Hetta vóru teir, sum ognaðu sær eitt grund stykki fyri síðani at byggja eini tvíhús á, og selja tað til hægstbjóð- indl tort penga vinna úr íbúðaneyðin: Havn Trupulleiki við sundurbyti Vanligt er, at hver húsa- ognin hevur sítt matrikul- nummar og hava tvíhús eisini fingið hver sítt. Men síðan henda bygg- ing fór at vinda uppá seg, er Matrikulstovan farin at ivast í, um sundurbýti kann fremjast í samsvar við lóg um eigaraíbúðir og við ásetingarnar í byggi- samtyktini. Aðrenn Matrikulstovan fremur fleiri sundurbýtingar av tvíhúsum, vildi hon hava at vita hvat Tórshavnar Kommuna sigur til hetta. Undantaksloyvi Málið var fyri á býráðs- fundi fríggjadagin og har varð samtykt at góðkenna tær umsóknir, ið eru inn- Matrikulstovan hevur góðkent nakrar sundur- býtingar. Aðrar sundur- býtingar eru enn ikki góðkendar. Her standa tvey tvíhús lið um lið — í eðrum ferinum er sund- urbýting góðkend og ikki í hinum. Matrikul- stovan hevur bíðað eftir einum útspæli frá býráð- num Síða 11 komnar áðrenn 1. sep tember í ár og geva undantaksloyvi sundurbýting. Harafturat varð samtykt at seta sun krav til tvíhús frameftir at tey skulu sundurby í stykkir, sum eru í minst lagi 300 fermetrar fyr hvenn partin av tvíhúsun um. Nettonýtslustigið 1 ikki fara upp um 0,4 Sluppu við skrekkinum At Tórshavnar Býráð samtykti at geva hesi undantaksloyvi — og so kunnu ymiskar hugsanir vera um hetta er skeivt ella beint — gjerdi í hvussu er, at tey, sum búgva í tvíhúsum, sum enn ikki hava fingið hver sítt matrikulnummar, sluppu við skrekkinum. I hvussu er tá tað snýr seg um lán úr Húsaláns- grunninum. Mesta lánið úr Húsalánsgrunninum er 210.000 kr. og hetta verð- ur játtað ellum húsum, sum ikki eru sterri enn 120 fermetrar — t.v.s. um hetta er ein matrikul. I tí førinum talan er um tvíhús og hesi ikki eru sundurbýtt — hava hver sitt matriulnummar letur Husalånsgrunnurin ikki 210.000 kr. i part, men bert tað einu ferðina 210.000 kr. Nevnliga til tann, sum er tinglystur eigari av ognini. tor.- Keypssamtøkan 35: … Bjóðar børnunum 10 metrar langan køkumann I dag eru lidin 35 år sidani Keypssamtøkan lat sin fyrsta handil upp i Havn. Hetta var i Bringsna- gøtu 8. oktober 1952. Í sambandi við fødingardagin hevur Keypssam- tekan serliga góð tilboð til limir sínar úr handli- num í Dr. Jakobsens getu. Bernini eru heldur ikki gloymd. Keypssamtøkan hevur fingið bakaríið hjá Frants at bakað ein 10 metrar langan keku- mann og verður hann borðreiddur fyri bernum í dag klokkan fýra.