mikudagur 4. desember 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
33
C
M
Y
K
33-2
32-2
BP SMYRJI OLJA
til øll endamál
Norðoya Gassøla
Klaksvíksvegur • 700 Klaksvík • Tlf: 457937 • Fax: 457737
e-meyl: nordgas@post.olivant.fo
Fiskur er úr Skálabotni og út á ytstu havleiðir
- Tað hevur ongantíð
verið so nógvur fiskur
undir Føroyum áður.
Er tað eitt ringt tekin,
veit eg bara einki, sig-
ur útróðrarmaðurin,
Páll Hansen
ÚTRÓÐUR OG ÚTLIT
Vilmund Jacobsen
Páll Hansen av Toftum hev-
ur havt bát og verið útróðr-
armaður í nógv ár. Í fleiri ár
hevur hann róð út á Norð-
havinum og hevur havt bát-
in liggjandi í Haldórsvík.
Ein annar toftamaður, Páll
Højgaard, hevur eisini róð
nógv út norðanfyri, og báð-
ir hava teir fingið nógvan
fisk við línu, ikki minst
seinastu árini. Hevur hann
ligið leingi við høgætt og
ikki hevur verið útfarandi
norðanfyri í longri tíð,
plaga teir at koma suður um
aftur at royna.
Báturin alloðin
Páll Hansen sigur seg ikki
skilja, hvussu fiskifrøðing-
ar eru komnir til ta niður-
støðu, at eingin gróður er í
sjónum i ár.
- Fyrst í nítiárunum, tá ið
eingin gróður var, kundi
báturin liggja leingi á sjó-
num, og kortini var hann
líka reinur. Í ár er hann
vorðin alloðin eftir tveim-
um mánaðum. Eg trúgvi
ikki, at fiskifrøðingar sigla
boyðu av boyðu og hyggja
eftir, um gróður er í sjó-
num, sigur Páll.
Útróðrarmaðurin sigur
seg ikki hava merkt nakað
til, at minni gróður er í sjó-
num í ár enn árini framm-
anundan og heldur, at støð-
an er beint øvut av tí, sum
fiskifrøðingar siga.
- Í summar og fyrr í heyst
var eg nógvar túrar á Norð-
havinum. Har var nógv æti
og nógvur fiskur á júst
somu leiðum, sum fiskur
plagar at vera norðanfyri.
Seinastu tíðina hevur
veðurlagið verið óstøðugt -
ikki nakað ringt heyst-ella
vetrarveður, men áhaldandi
eysturætt og landsynningur.
- Eg havi tí ikki verið á
útróðri seinastu tíðina, men
hin maðurin, sum roynir
norðanfyri, hevur framveg-
is góðan fiskiskap.
Páll Hansen sigur, at
navnin var tríggjar góðar
túrar norðanfyri í síðstu
viku.
Norðanfyri er meginpart-
urin av veiðini hjá toftabát-
unum gráur fiskur. Hinveg-
in heldur útróðrarmaðurin,
at teir, sum royna eystan-
fyri, fáa mest av hýsu.
Nógvur fiskur
Tað skerst ikki burtur, at
eitt av samtaluevnunum
millum fiski-og útróðrar-
menn í seinastuni hevur
verið spádómurin hjá fiski-
frøðingum um slakari fiski-
skap, nú hesir siga seg hava
staðfest, at minni ella eing-
in gróður er í sjónum í ár.
- Fiskifrøðingar tosa alla
tíðina um at minka um
fiskiskapin, men eitt er
vist;
tað hevur ongantíð verið
so nógvur fiskur undir Før-
oyum áður sum júst nú. Er
hetta eitt ringt tekin, veit eg
bara einki, sigur Páll.
Hann tekur til, at tað er
nógvur fiskur heilt úr
Skálabotni og út á ytstu
havleiðir - og úti á er fisk-
urin alt annað enn rak.
Spurdur, hvat hann held-
ur, tað merkir, at fiskur
søkir inn undir land, sigur
Páll.
- Tað er sjálvandi ilt at
meta um. Fekst fiskur bara
inni við land, hevði eg hild-
ið, at hetta var eitt ringt tek-
in, men tey skip, sum royna
úti á, fáa eisini óvanliga
nógvan fisk.
Og
útróðrarmaðurin
heldur fram:
- Fiskifrøðingar siga, at
einki er at eta hjá fiskinum,
og tí er neyðugt við var-
semi. Eg haldi, at hetta er
beint øvut av tí, sum rætt er.
Er minni at eta, og stovnur-
in er stórur, er betur at fiska
fiskin enn at lata hann
doyggja í raki. Vit mugu
veiða so nógv sum tilber, so
tað, ið eftir er, hevur eitt
lívsgrundarlag - um føðin
nú er so lítil, sum fiskifrøð-
ingar vilja vera við.
Ráðgevingin
Páll heldur, at tað er líka so
skeivt av fiskifrøðingum at
tilráða ov lítlari veiði sum
at tilráða ov stórari veiði.
- Tað er so lætt at vera
fiskifrøðingur í ES, tí har er
fiskivinnan ikki lívsgrund-
arlagið. Øðrvísi er hjá okk-
um, her alt stendur og fellur
við fiskivinnuni. Vórðu til-
mælini hjá okkara fiski-
frøðingum seinastu árini
fylgd slaviskt, hevði staðið
illa til í Føroyum í dag. Eg
trúgvi, at okkara fiskifrøð-
ingar noyðast at skikka sær
eitt sindur betur - annars fer
einki menniskja at trúgva
teimum.
Páll sigur, at fyri nøkrum
árum síðan mæltu fiski-
frøðingar til eina árliga
toskaveiði uppá nøkur fá
túsund tons. Landsstýrið
avgjørdi kortini at seta
kvotuna eini 2.000 tons
hægri.
- Seinni kom ein kendur
fiskifrøðingur úr Kanada til
Føroyar og eftir nakrar øl á
Café Natúr, sum Páll tekur
til, fingu føroyingar at vita,
at nógv meira toskur kundi
veiðast undir Føroyum.
Úrslitið vísti seg eisini at
vera rætt, og gjørdist hetta
árið eitt av teimum góðu
toskaárunum, tá ið saman
um kom. Og síðan tá, hevur
toskafiskiskapurin
verið
góður.
Veður og vindur
Páll spyr, hvat hevði hent,
um ein stovnsleiðari, t.d.
landsverkfrøðingurin,
hevði mett so skeivt um
okkurt av mongu projekt-
unum hjá stovninum.
- Jú, viðkomandi hevði
fingið fótin, leggur útróðr-
armaðurin aftrat.
Páll Hansen vísir at enda
á, at í fleiri fylgjandi ár lá
hann at kalla støðugt við
vesturætt, og tá gjørdist alt
púra oyðið við Føroyar.
- Eftir árini við vesturætt,
hava vit havt óvanliga
nógva eysturætt, og síðan tá
er fiskurin eisini komin
aftur, sigur hann.
- Eftir fleiri ár við vesturætt,
fekst ikki fiskur undir Føroy-
um. Síðan hava vit havt
óvanliga nógva eysturætt í
nøkur ár, og óvanliga nógvur
fiskur hevur verið at fingið,
sigur Páll Hansen, útróðrar-
maður.
Mynd: Ian D. Jacobsen
- Fyrst í nítiárunum, tá ið eingin gróður var, kundi báturin liggja
leingi á sjónum, og kortini var hann líka reinur. Í ár er hann
vorðin alloðin eftir tveimum mánaðum. Eg trúgvi ikki, at fiski-
frøðingar sigla boyðu av boyðu og hyggja eftir, um gróður er í sjó-
num, sigur Páll Hansen.
Nordic programme
Partner countries:
Faroe Islands, Greenland,
Iceland and Coastal Norway
Aim:
To create network, support
innovation processes and
business development
Project support:
Program total: 4-5 mio. DKK
/year.
Partners:
Companies, research- and
development institutions,
authorities
Type of projects:
Networking, partnersearch
and project-developing,
cooperation projects and
research and analysis.
Application:
Normally once a year, spring
time.
Other conditions:
Min. two countries involved,
max 50% support and other.
European Programme:
Partner countries:
Faroe Islands, Greenland and
Northern Scotland, Norway,
Sweden and Finland.
Project partners: Iceland and
NW Russia
Aim:
To create network, support
innovation processes and
exchange of experience
Cooperation areas:
Transport, IT, sustainable use
of resources and business
innovation and community
development.
Project support:
Program total: app.27 mio.
EURO/2000-2006.
Partners:
Companies, research- and
development institutions,
authorities and NGOs
Type of projects:
Micro projects for partner
search. Project-developing
and main projects
Other conditions:
Min. three partners from three
countries (one EU-country),
max 50% support, priority to
North Atlantic involvement.
NORA and Northern Periphery
Programme
are programmes for international co-
operation, where you can
- develop common solutions,
- exchange experience with
comparable partners
- carry out joint innovative projects,
- engage in networking and more
Contact
NORA, Bryggjubakki 12, Box 259, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Tel: +298 35 31 10, Fax +298 35 31 01, e-mail: nora@nora.fo
Homepages:
www.nora.fo
www.northernperiphery.net
Data about Northern Periphery Programme
Data about NORA (Nordic Atlantic Cooperation)
Local business opportunities - international solutions!!
NORA and Northern Periphery Programme offer you support in business development through international co-operation within
the North Atlantic area and Northern Scandinavia