Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 35 Ymiskar fyritreytir fyri endurnýggjan Seinastu árini hava trý orð verið nógv frammi í politiska kjakinum. Orðini eru "endurnýggjan av veiðiflotanum." Orð- ini eru søgd í ymisk- um samanhangum og av ymiskum fólkum. Øll, sum hava tosað um endurnýggjan, tykjast at hava verið samd um, at hon er neyðug. Men stóri spurningurin er, hvussu hon skal fara fram? Fyritreytirnar fyri "endurnýggjan" eru ymiskar, og tí vilja úrslitini eisini verða ymisk ENDURNÝGGJAN Orð og myndir: Torleif Johannesen Í hesi grein fari eg at nevna tvey línuskip og tveir trol- bátar, sum á ymiskan hátt eru "úrslit" av endurnýggj- anini. Endamálið er ikki at siga, hvør hevur gjørt rætt, hvør hevur gjørt skeivt ella at siga, at allir hava gjørt rætt ella, at allir hava gjørt skeivt. Ymiskar meiningar kunnu vera um, hvat er rætt, og hvat er skeivt í hes- um samanhangi. Eftirtíðin kemur óivað at geva rætt- asta svarið. Eg fari í stuttum at siga frá, hvussu endurnýggjanin av hesum fýra skipunum er farin fram. Randi og Norðleivur Trolbáturin, Randi á Toft- um, er bygdur í 1967. Sein- astu árini hevur hann fingið umfatandi endurnýggjan. Skrokkurin er settur í besta stand, motorurin er skiftur, og brúgvin er lyft upp. Seinasta endurnýggjanin er, at báturin er vorðin inni- lokaður. Sigast má, at hóast Randi er 35 ár, so er hon í besta standi. Endurnýggjanina kostaði umleið 2,5 milj. krónur. Trolbáturin, Norðleivur í Leirvík, kom nýbygdur í flotan í vár. Hann er sostatt eitt týðuligt úrslit av endurnýggjanini. Prísurin var 6 milj. krónur. Norðleivur og Randi eru stórt sæð líka stórir og hava so gott sum somu veiði- møguleikar. Klakkur og Stapin Línuskipið, Klakkur í Klaksvík, er bygdur í 1960. Hann hevur seinastu árini fingið umfatandi endur- nýggjan. Stórt sæð alt maskinrúmið er nýtt og brúgvin við. Øll uppihalds- rúmini har afturi eru nýggj. Í summar fekk Klakkur seinastu endurnýggjanina, tá ið alt frammskipið varð gjørt av "nýggjum". Sigast má, at hóast Klakkur er 42 ára gamal, er han í besta standi. Endurnýggjanin kostaði umleið 9,5 milj. krónur. Línuskipið, Stapin á Toft- um, kom í flotan í heyst. Hann er eisini eitt týðiligt úrslit av endurnýggjanini. Hann er eitt frystilínuskip, bygt í 1988. Endurnýggjanin kostaði umleið 16,5 milj. krónur. Klakkur og Stapin eru stórt sæð somu stødd og hava so gott sum somu veiðimøguleikar. Møguliga eigur reiðaríið hjá Stapa- num fleiri fiskidagar til skipið. Øll góðynski Fleiri nýggj fiskiskip eru komin í føroyska flotan, og fleiri eru ávegis. Nøkur eldri verða endurnýggjað. Nógv umtalaða endur- nýggjanin er í gongd. Framtíðina kennir eingin, men spennandi verður at fylgja gongdini. At enda fari eg at ynskja skipum og manningum góðan fiskiskap. Eisini fari er at ynskja øllum okkara sjófólki eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Trolbáturin, Norðleivur, er nýbygningur. Trolbáturin, Randi, er 35 ára gamal, men í besta standi. Stapin kom í føroyska fiskiskipaflotan í heyst. Klakkur, sum er bygdur í 1960, er endurnýggjaður. C M Y K 35-2 34-2