Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 37 C M Y K 37-2 36-2 Hóast partrolararnir eru seinastu nýbygn- ingarnir, sum eru komnir til Runavíkar kommunu, avgjørdi Snaraløkur at brúka slakar 9 milj. krónur uppá bæði skipini FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið partrolararnir, Jaspis og Ametyst, koma aftur úr Hirtshals um hálvan de- sember, verða skipini aftur so gott sum nýggj. Tey hava ligið síðan, 11. september, og 16. oktober fóru tey til Danmarkar. - Áðrenn skipini fóru av landinum til sandblásingar og annað, varð nógv gjørt við tey í Føroyum. Øll spælskipanin er skift út, soleiðis at tað næstan bara eru trumlurnar eftir. Allar stýringar, pumpur og rør eru skift. Hesum hevur KJ- Hydraulik á Kambsdali tik- ið sær av, sigur reiðarin, Jónsvein Knudsen. FJM í Runavík hevur bygt ein nýggjan og størri móttøkupavn og ein nýggj- an vaskipavn. - Á Mekanik hava teir gjørt eina pumpuskipan millum tangarnar, soleiðis at tilber at rætta skipið upp, tá ið tað annars hevði havt slagsíðu. Oljan rennur mill- um tangarnar, tá ið skipið liggur á aðrari liðini. Ong- um nýtist at ansa eftir, at tangarnir fyllast, tí skipanin er sjálvvirkandi. Reiðarin sigur, at hetta skapar ein betri stabilitet. Mekanik hevur eisini skift nakrar rullur afturi á hekkuni og hevur hugt at gearinum umborð á Ame- tyst. Øll krøv um neyðkalli- útgerð eru uppfylgd. Kassalast burturav Jónsvein sigur, at onkur partur av arbeiðnum, sum ikki var heilt liðugur, tá ið skipini fóru úr Føroyum, eru gjørdur liðugur í Hirts- hals. - Í Danmark eru lastirnar gjørdar av nýggjum. Frammundan høvdu skipini bæði kassar og leysan fisk, men nú verður lastin burtur av kassalast. Stólpar í last- ini eru tiknir burtur, og dragarar eru lagdir undir dekkið, soleiðis sum Skipa- sýnið hevur kravt. Jónsvein sigur, at fiskur nú kann koyrast niður í lastina í tveimum støðum, fremri og aftari. Saman við broytingunum í lastini ann- ars, verður lastin arbeiðs- ligari, bæði tá ið fiskur verður koyrdur niður, og tá ið landað verður. Uppi á dekkinum er gjørt eitt lítið ísrúm, soleiðis at fiskur frá seinasta hálinum kann ísast uppí vaskikarið - uttan, at ísur verður tikin upp úr lastini. Umklæðingarrúmini, sum vóru aftur í niður- gongdini til maskinrúmið, eru flutt fram undir bakkan. Sandblásing Reiðarin sigur, at alt skipið, bæði innan og uttan, er sandblást og málað, og hann leggur dent á, at botn- urin er 100% sandblástur. Apeteringin er eisini "sjein- að", men ikki broytt. - Bæði skipini hava fing- ið slengrikjølar, og vaksið er um sliskuna, har trol- reiðskapurin kemur inn. Sliskan er eisini styrkt. Jónsvein vísir á, at jarn- hurðarnar umborð eru skiftar út við aluminiums- hurðar, sum er nógv lættari. - Hesar kunnu nú latast aftur við hydraulikki, sum gevur ein størri tryggleika á vetrardegi, tá ið veðrið leikar í. Ætlanin er eisini at mála maskinrúmini. Øll vatn-og hydraulikrør eru skift og buglur, sum vóru á skrokkunum, eru skornar burtur, og nýtt jarn er sett í. Ametyst hevur eisini fingið nýtt gislaspæl. Út við 9 milj. kr. Jónsvein Knudsen sigur, at maskinurnar eru tær somu, men hesar fingu eina yvir- háling fyri tveimum árum síðan. - Tá ið skipini koma aftur til lands umleið hálvan de- sember, verða tey í fínasta standi, sigur reiðarin. Men hetta hevur sam- stundis verið ein dýrur um- gangur hjá reiðarínum. - Vit hava brúkt út við 9 milj. krónur uppá bæði skipini, men halda, at vit hava fingið nógv fyri pen- ingin. Tann lutfalsliga dýr- asti parturin vóru spølini sum kostaðu umleið 2,5 milj. krónur. Jaspis legði fyrstu ferð at í Saltangará sum nýbygn- ingur, 1. mars 1986, og Ametyst kom einar 10 mánaðir seinni, um árs- skiftið 1986/87. - Hetta eru ikki gomul skip, men krøvini til last og góðsku á fiski økjast. Tá ið vit ikki byggja nýggj skip, er neyðugt at viðlíkahalda tey, vit hava, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari. Jaspis og Ametyst aftur sum nýggir Tá ið vit ikki byggja nýggj skip, er neyðugt at viðlíkahalda tey, vit hava, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari. Mynd: Vilmund Jacobsen Hóast hann bert er 12 ára gamal, telist Walter Nysted úr Klaksvík, longu millum royndar egnarar. Fyri einum ári síðani byrjaði hann at egna, og nærum hvønn dag eftir skúlatíð er hann í skúrinum fyri at vinna sær nakrar krónur EGNING Rúna Sivertsen Tá ið Walter byrjaði at egna, ynskti hann sær eina fartelefon, og hana hevur hann longu keypt sær. - Nú samli eg til eina teldu, og eg eigi 9000 krónur, sigur hann smíl- andi. Walter er ein raskur og serstakliga hugagóður drongur. Tað kemur meiri enn so fyri, at hann fer í skúrin á veg í skúla fyri at vita, um nakað verður at egna eftir skúlatíð. Vanliga klárar hann tveir stampar eftir skúla- tíð og onkran leygardag heilt upp í seks. - Úrtøkan hjá Walter liggur um 1000 krónur um vikuna, sigur mamma hansara, Sigrid. Sosialur týdningur Tað hevur stóran sosialan týdning fyri dreingirnar at sleppa at egna, sigur Poul Sivar Sivertsen, tá vit ringdu umborð á út- róðrarbátin, Søkin, sum Walter egnir hjá. Hann sigur, at tað sanniliga eisini hevur týdning fyri útróðurin, at dreingirnir hanga í, tí utt- an teir fóru vit mangan ikki út fyri línu. - Dreingirnir halda okkum uppi, og fyri teir er tað gott at sleppa at arbeiða millum vaksnar menn, sigur hann. Millum egnararnar finnast eisini gentur, og tær standa einki aftan fyri dreingirnar, sigst. Ein sjarmerandi egningarmaður Lloyd’s Register of Shipping Strandgade 4 C, DK-1401 København K Telephone +45 32 96 18 00, Fax +45 32 96 18 81 E-mail: copenhagen@lr.org Web: www.lr.org Building better business