mikudagur 4. desember 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 233 - 4. desember 2002
C
M
Y
K
38-2
Nr. 233 - 4. desember 2002
39
Skipakeyparar og
skipaseljarar eru í
góðum hondum
hjá Tor Shipping.
- Vit hava gjøgnum
árini mangan havt
heiðurin av at verið
millumlið, tá ið
skip og bátar hava
skift eigara, og
serliga á føroyska
fiskiskipa-
marknaðinum er
Tor Shipping ein
kendur meklari,
sigur felagið
INNSENT TILFAR
Redigering: Vilmund
Jacobsen
Tor Shipping varð sett á
stovn í 1990 og er ein-
asta virkið av sínum slag
í Føroyum.
- Við skipaumboðan,
meklaravirksemi, chartri
og skiparakstri hava vit
ein breiðan skara av
viðskiftafólki, bæði í
Føroyum og uttanlands.
Eins og aðrar vinnur
flest, hava álit og dygd
avgerandi týdning fyri
eitt vaksandi virksemi
innan skipavinnuna.
Felagið sigur, at ein
liður í strembanini eftir
at tryggja eina góða tæn-
astu, er góðkenningin,
ISO 9001:2000 Quality
Management
System
Certificate, sum Tor
Shipping fekk í mars í
2001. ISO prógvið fevn-
ir um allar tær fýra
nevndu tænasturnar.
- Vit eru eisini, sum
einasta felag av sínum
slagi í Føroyum, vorðin
limur í altjóða felags-
skapinum,
Multiport
Ship Agencies Network
frá 1. januar 2002. Hetta
er felagsskapur av skipa-
umboðum úr fleiri enn
100 londum.
Tor Shipping sigur, at
í Multiport eru lykla-
orðini professionalisma,
reiðiligt samstarv og
støðug
fíggjarviður-
skifti.
- Fyri at gerast limur í
hesum felagsskapi skalt
tú kunna vísa á eitt gott
umdømi sum skipaum-
boð og eina góða fíggj-
arstøðu. Eina ferð um
árið verður kannað eftir,
um allir limirnir lúka
hesi krøv.
Partur av heims-
umfatandi kervi
Endamálið við at vera
limur í slíkum felags-
skapi, sigur Tor Shipp-
ing, er at vera partur av
einum heimsumfatandi
kervi, har limirnir boða
hvørjum øðrum frá og
bjóða
hvønn
annan
fram. Samstundis er
limaskapurin ein vissa
til viðskiftafólkini um,
at tænastan, tú fært, er á
hægsta støði.
Skipakeyparar
og
skipaseljarar eru í góð-
um hondum hjá Tor
Shipping.
- Vit hava gjøgnum
árini mangan havt heið-
urin av at verið millum-
lið, tá ið skip og bátar
hava skift eigara, og ser-
liga á føroyska fiski-
skipamarknaðinum er
Tor Shipping ein kendur
meklari.
At Tor Shipping fæst
við skiparakstur, merkir,
at felagið tekur sær av
skipum, sum útlendskt
reiðarí hava skrásett í
FAS.
- Mong munnu minn-
ast, tá ið norska tanga-
skipið, "Bergina", bleiv
skrásett í FAS fyri ein-
um góðum ári síðani.
"Bergina", sum er sjey
ferðir størri enn "Norr-
øna", er nógv tað størsta
skipið í føroyska flotan-
um. Umframt norska
tangaskipið, rekur Tor
Shipping 11 donsk skip,
sigur felagið.
Fiskasølufelagið,
Fofish í Saltangará, er
framvegis eitt virkið
felag, men síðan
byrjanina í vár, er eitt
av reiðaríunum farið
burturúr aftur
samstarvinum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í fiskivinnuinnlegginum í
Sosialinum í vár høvdu vit
samrøðu
við
Ábraham
Løkin, sum júst tá hevði
stovnað fiskasølufelagið,
Fofish í Saltangará, saman
við Leif Høj, báðir við
drúgvum royndum innan
okkara høvuðsvinnu.
Hetta var ein av teimum
góðu søgunum í blaðnum,
tí her høvdu vit eitt felag,
sum skuldi átaka sær at
selja fiskin hjá eini 16
trolarum.
Felagið skuldi selja fisk-
in fyri skipini hjá Osmundi
Justinussen, Olafi Olsen og
Jónsveini
Knudsen
og
annars samskifta við skip-
ini og leggja landingarnar
til rættis.
Afturfyri skuldi Fofish
fáa provotión av søluni.
Avtala varð gjørd við
reiðaríini um, at felagið
skuldi selja fiskin hjá skip-
unum í fyribils tvey ár, men
avtalan kundi reviderast
alla tíðina.
Tekur seg úr
Fofish er framvegis eitt
virkið felag, men síðan
byrjanina, er eitt av reiða-
ríunum farið burturúr aftur
samstarvinum. Tað er fe-
lagið, Snaraløkur, hjá Jón-
sveini Knudsen.
- Vit eru ikki við longur,
men tað eru skipini hjá
Osmundi og Olafi haraftur
ímóti.
Spurdur, hví Snaraløkur
tók seg burtur úr sam-
starvinum
eftir
nakrar
mánaðir, sigur Jónsvein, at
tað dugir hann ikki so væl
at seta orð á, men hetta var
ikki í ósemju millum feløg-
ini.
- Eg vil ikki siga, at
Fofish ikki gjørdi eitt gott
arbeiði, men tað kostar
pening at lata aðrar taka
sær av hesum virksemi.
Sjálvur hevði eg minni at
gera, sum tíðin leið og
hevði tískil stundir at taka
mær av hesum partinum av
virkseminum. Og okkurt
skalt tú jú gera, tá ið tíð
leypur av, sigur Jónsvein,
sum hevur fingist við
skiparakstur í mong ár.
Dugnalig fólk
Aftrat sær á Snaraløki
hevur reiðarin eitt _ skriv-
stovufólk aðruhvørja viku,
umframt ein mann, sum
tekur sær av skipunum, tá
ið tey eru inni.
- Skrivstovukvinnan er
Anita Tausen, og maðurin
er Ingi Hansen, bæði sera
dugnalig, sigur Jónsvein
Knudsen, reiðari.
- Kanska var tíðarskeiðið
at leggja skipini ikki tað
rætta, tí fiskiskapurin
hevur verið so góður
hesa tíðina, meðan øll
skipini hjá okkum hava
ligið, sigur Jónsvein
Knudsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Reiðarin, Jónsvein Knud-
sen, sigur, at tað hevur ver-
ið ótrúliga ringt at síggja
skip fara avstað og koma
aftur við nógvum fiski,
meðan skipini, sum Snara-
løkur eigur og umsitur,
hava ligið.
Umframt Jaspis og Ame-
tyst, sum hava ligið síðan,
11. september, hevur Sma-
ragd, ið P/F Kúrberg eigur,
eisini verið í Danmark í
langa tíð.
Smaragd fór til Dan-
markar um hálvan august
og fór í vinnu aftur fyri
stívliga 14 døgum síðan.
Reiðarin sigur, at kanska
var hetta ikki rætta tíðar-
skeiðið at leggja skipini, tí
fiskiskapurin hevur verið
góður, meðan skipini hava
ligið "bakk", sum hann
tekur til.
- Men nú eru hesi arbeiði
so gjørd, og tað er gott,
leggur hann aftrat.
Eisini sandblástur
Smaragd hevur verið í
Skagen, har alt arbeiði er
gjørt.
- Skipið er sandblást,
bæði botnur, skrokkur og
arbeiðsdekk. Motorurin er
tikin í botn, og neyðkalli-
krøv eru uppfylgd. Allur
hydraulikkur er skiftur, og
skipið hevur fingið nýggjar
pavnar.
Trolbanarnir
á
dekkinum eru tvídeildir,
heilt fram í gron.
Jónsvein sigur, at Sma-
ragd partrolar saman við
gamla Safir, sum í dag eitur
Føstuvarði.
- Føstuvarði hevur kortini
verið nokso fitt í vinnu,
meðan Smaragd hevur ver-
ið í Danmark. Teir hava
gjørt onkrar túrar saman
við Vesturtúgvuni og sam-
an við onkrum av skipun-
um hjá P/F Beta.
Snaraløkur umsitur eisini
skipini hjá Bjarta Mohr,
Suðurvarða, Vesturvarða og
Norðbúgvan.
Ógvuliga góð fiskiár
Jónsvein Knudsen ásannar,
at seinastu árini hava verið
ógvuliga góð hjá skipun-
um, og serliga árið í ár
hevur verið gott.
- Men nú eru spádóm-
arnir ikki so bjartir. Tó
merkja vit einki til, at fiski-
skapurin er vorðin slakari.
Fiskifrøðingar
siga
frá
vánaligum gróðuri, og vit
eiga at lurta eftir tí, teir
siga, hóast vit ikki eru
samdir í øllum.
Reiðarin ásannar, at tað
verður altíð upp-og niður-
gongd í fiskivinnuni.
- Vit, sum hava fingist
við fiskivinnu í mong ár,
vita, at trøini veksa ikki inn
í himmalin, sigur Jónsvein
Knudsen.
Tor Shipping
partur av heims-
umfatandi kervi
Virksemið hjá Fofish
er tódnað
Sp/F Fofish selir fyri provotión; tí er umráðandi fyri báðar
partar, at mest møguligt fæst fyri fiskin. Polarhav og Stjørnan
teljast framvegis millum skipini, sum eru við í samstarvinum
millum reiðaríini og fiskasølufelagið.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skip koma og fara
– og vit liggja bakk
Tor Shipping fór at
virka í einum
kjallara við einum
starvsfólki í 1990. Í
dag starvast 4 fólk á
skrivstovuni, sum
liggur í miðýnum í
Havn
- Tað hevur verið ótrúliga ringt at síggja skip koma og fara, meðan vit hava ligið "bakk", sigur
Jónsvein Knudsen, reiðari.
Mynd: Vilmund Jacobsen
39-1